Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. januar 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 5 - 9. januar 2004 15 VALGREINAR Tá aldurdómurin bankar uppá? Thomas J. Askham Fyri mong fólk, ið røkka upp í eftirlønaraldurin er hendan tíðin oftani samanbundin við eitt slag av stúran. Mangir spurningar treingja seg uppá hjá hesum bólki av kvinnum og monnum. Tey uppliva at hava nógva tíð til avlops, síðan tey søgdu arbeiðsmarkn- aðinum farvæl. Tey uppliva at tey hava før- leika til eitt og hvørt arbeiði, tó at tey ikki verða brúkt á arbeiðs- marknaðinum. Tey eftir- løntu uppliva somuleiðis at hava væl minni av peningi til dagsins uppihald. Er tíðin komin til nýhugsan? Tá ið ein fær eitt prát við fólk, sum røkka eftirløn- araldurin, so kemur ofta framm at hesi vildu fegin hildi áfram í arbeiðs- marknaðinum; men ald- urin er ímóti og møguliga er skjótleikin dalandi, ella tað er, at pláss má gerast fyri yngri kreftum, soleiðis eru nú bara umstøðurnar/treytirnar. Hesi fólk kenna ikki at tey bert kunnu seta seg niður og bína. Tey kenna at tey hava førleika og tíð til eitthvørt arbeiði, sum tey kundu luttikið í. Um tey funnu sær eitt- hvørt arbeiði, sum tey kundu luttikið í og tey harvið kundu vunnið sær nakrar eykað krónur, ja so kemur tað almenna Føroyar og knokk-roytur tey fyri hesa gerð. Tíðin má nú verða komin har teir politisku mynduleikarnir bróta slóð fyri arbeiðsmarknaðinum hjá okkara eftirløntu kvinnum og monnum. Tað er ein sannroynd at tá fólk fara frá arbeiðs- marknaðinum og ikki hava nakað at takast við, so gongur ikki long tíð áðrenn lívsvirðið er dalandi og ein kennir seg ikki at hava nakað at týða. Tankin um at ein er vrakaður og gloymdur sníkjur seg inn. Vit eiga ikki at gloyma at tey, ið ynskja at verða virkin og sum eftir før- leika og evnum als ikki eru tí almenna Føroyum til byrðu. Heldur tvørtur ímóti. Tað hevði ikki verið av leið, at hesi, sum hava tænt okkara landi, fingu eitt herðaklapp frá okkara politikkarum og tí almenna Føroym. Eingin eykað skattarokning - eingin mótrokning í eftir- lønini. Eg hugsi um teir mongu av okkara sjó- monnum, sum hava starvast á sjónum og hava ført mangan ein fongin til landið, men sum av einhvørjari orsøk ikki kunnu fara til skips aftur. Tað eru óivað fleiri av teimum ið kundu hugsa sær at flota bátin ella fari at egna nakrar stampar. Ella tað kunnu verða kvinnur, sum meta at tær kunnu taka eitthvørt smáarbeiði uppá seg, so tær ikki heilt steðga upp og uppliva at eingin hevði brúk fyri teimum longur. Hugsa verður somu- leiðis um tey hjún ella einlig, ið sita í stórum húsum og sum nú gott kundu hugsa sær at leiga ein part av húsinum út. Um vit hugsa um Suður- streym, serstakliga her í Havnini, so hevði hetta bøtt um húsa- og leigu- tørvin. Man ikki tíðin vera búgvin til nýhugsan á hesum økinum?! Miðflokkurin vil ganga miðvíst inn fyri at endur- skoða eftirlønarskipanina og gera hana meira brúkaravinarliga sinnaða. Hvat vinna vit við hesum? Tey eftirløntu verða nøgd. Tey uppliva eitt gott sosialt umhvørvi. Tey kunnu verða til stóra hjálp fyri tey, ið hava tørv á at tey útinna eitthvørt arbeiði. Fyri tað fáa tey útgoldið nakrar krónur og so er ikki neyðugt at verða bangin fyri at tað nervar eftirløn- ina. Eftirlønarmóttak-ar- arnir kunnu fáa útgold- nan pening uttan at skula gjalda skatt. Miðflokkurin vil altíð stremba fram ímóti at samfelag okkara verður eitt gott samfelag at búgva í. Vit vilja arbeiða fyri at allir bólkar í samfelag- num, skulu kenna gleði við at útinna dagsins verk. Við at tú setur ein sterkan Miðflokk inn á ting tann 20. januar so verður tú við til at mynda Føroyar eftir valið. Vel lista H. Bill Justinussen Ein viðmerking til orða- skiftið um eykajáttan Løg- tingsins til serviðgerð utt- anlands. Mánakvøldið 22. de- sember hevði SVF eina samrøðu við undirritaða í Degi og viku viðvíkjandi tí, sum fór fram í tinginum og fíggjarnevndini leygardag- in 20. desembur. Samrøðan við SVF, sum var upptikin umborð á stásiliga gøtufar- inum Finni Fríða, vardi um- leið 1/2 tíma í upptøkurúm- inum, men neyvan meiri enn 2 minuttir í SVF. Altso vórðu leysliga mett einir 25 minuttir kliptir burtur. Bara tað, sum kundi undirbyggja fatanina av einum ábyrgd- arleysum landsstýrismanni, var mett týdningarmikið av sjónvarpsfólkunum, tí søg- an var, at landsstýrismað- urin hevði roknað 7 milli- ónir skeivt. Søgan varð smíðað áðrenn samrøðuan við undirritaða, og kundi tí bara tað nýtast, sum pass- aði til søguna. Søgan var bara ikki sonn, og skal eg tí greiða frá veruleikanum her. Veruleikin Føroya landsstýri, sum síð- ani 5. desembur hevur fing- ið heitið ein starvsstjórn, og sum er skert úr 9 niður í 5, var sera ivasamt um sína nýggju støðu í politisku skipanini. Ongantíð áður hevur hendan støðan verið undir nýggju stýrisskipan- ini, og tí var onki fordømi. Uppá fyrispurning frá Jenisi av Rana í tinginum 10. desember um, hvussu verður við eykajáttanar- uppskotum fyri 2003, svar- aði løgmaður, at eyka- játtanarløgtingslógin fyri november liggur í tingin- um, og er tað tí upp til ting- ið at viðgera hetta. Løg- maður metti, at landsstýrið hevði lagt síni tøl fram, og tí lá ábyrgdin hjá tinginum. Ein roynd varð gjørd at viðgera hetta uppskotið í fíggjarnevndini, men hós- dagin 18. des fekk løgmað- ur at vita, at fíggjarnevnd- arlimirnir ikki vildu við- gera eykajáttanarløgtings- lógina fyri november. Hendan var annars væl gjøgnumarbeidd, og læt undirritaði tølini og útrokn- ingarnar inn til fíggjar- málaráðið longu 24. oktob- er 2003. Framrokningar vístu, at okkum tá komu at tørva umleið 9 milliónir í eykajáttan, um tiltøkini, sum vit hava arbeitt við seinasta hálva árið, vóru byrjað at gera sína ávirkan. Tá fíggjarnevndin vísti hesum uppskoti frá sær, var bólturin aftur kastaður yvir á landsstýrið, og tí kallaði løgmaður í skundi inn til landsstýrisfund sama dag við einum tíma skotbráði; vit vóru jú bert 6 dagar undan jólum. Nú varð avgjørt, at løg- maður sum virkandi lands- stýrismaður í fíggjarmálum varð noyddur at leggja eitt als ikki viðgjørt uppskot til eykajáttanarlóg fyri tingið í skundi. Á hesum lands- stýrisfundi gjørdi eg vart við, at nú var støðan við- víkjandi játtanini til ser- viðgerð uttanlands broytt í mun til upplýsingarnar frá 24. oktobur, tí nú kendu vit útreiðslurnar fyri novemb- er, og tær vóru munandi hægri, enn vit fyrr høvdu mett. Men nú var ikki tíð til at gera nakra broyting í uppskotinum, og tí var av- rátt, at eg undir orðaskift- inum í tinginum skuldi upplýsa tingið um, at 9 milliónir ikki fóru at vera nóg mikið. Hetta gjørdi eg so skjótt, sum høvið var til tess, í eini viðmerking til Andrias Petersen. Framm- anundan høvdu framsøgu- fólkini havt orðið, og tá hevur landsstýrismaður smb. tingskipanini ikki loyvi at gera viðmerkingar. Eg upplýsti, at leysliga mett fóru meirútreiðslurnar til serviðgerð uttanlands at vera 14 mió. heldur enn 9, tvs. ein samlað nýtsla uppá 83 mió. Í fíggjarnevndini Vanliga fáa vit landsstýris- menn skrivliga boð um at møta í fíggjarnevndini. Eis- ini fáa vit í góðari tíð at vita, hvørjum fyrispurn- ingum, vit skulu svara, so embætisfólkini fáa ein rímiligan møguleika at fyrireika seg. Hendan leyg- ardagin var alt øðrvísi. Eg fekk uml. kl. 13.00 munn- liga at vita, at eg skuldi møta í fíggjarnevndini. Leygardag eru embætisfólk vanliga ikki til arbeiðis, og tí var ongin fyrireikaður til at svara fyrispurningum. Viðgerðin í fíggjarnevnd- ini var heilt óvanlig. Hon minti mest um eitt sjálv- tøkuborð. Floksfor-menn- inir Jóannes Eidesgaard og Høgni Hoydal møttu fyri fyrstu og síðstu ferð í hesum valskeiði sum vara- menn, og var viðgerðin nógv ávirkað av hesum. Spurt var um, hvussu nógv eg vildi hava. Hesum spurningi havi eg ikki áður møtt, og var eg satt at siga tikin av fótum eina løtu. Vanliga hevur tað verið øvugt. Formaðurin hevur tá hildið áhugaverdar fyri- lestrar um týdningin av at halda fíggjarlógina í teym- um, og tí hevur viðgerðin vanliga snúð seg um at spara her fyri at brúka har. Serliga var eg skelkaður av skrivaranum, sum átók sær ein heilt óvanligan og í mínum yegum óhøviskan leiklut í nevndini. Hann sat og zappaði inni á rokn- skaparskipan landsins og tyktist at vita munandi meiri enn landsstýrið. Eitt nú vildi hann hava okkum at gera greitt, um vit ikki eisini áttu at biðja um 3 milliónir útyvir tær 4 eyka, tí tað fekk hann burturúr roknskaparskipanini. Eg greiddi honum frá, at hesar 3 milliónirnar vóru nýtsla fyri 2002, sum av bók- haldstekniskum orsøkum vóru bókaðar uppá árið 2003, og tí hevði eg fingið at vitað, at eg ikki skuldi biðja um hendan pening fyri 2003. Ein ávís óvissa var nú um hendan spurn- ingin, tí hann var í míni verð avgreiddur fyri langari tíð síðani, men hóast tað gjørdist endaliga niður- støðan, at fíggjarnevndin eisini vildi hava hesa upphædd við. Hetta var eg ikki glaður fyri, tí nú siga tølini, at nýtslan í 2003 er 86 mill., og tað er skeivt. Rætta talið verður helst einar 83 mió, møguliga lægri, alt eftir, hvat rokn- ingin fyri desember verður. Tað fáa vit at vita uml. 15. januar. Revsarin Tobbi Undir 2. viðgerð í løg- tinginum, sum var stutt eftir hendan sjáldsama fíggjarnevndarfundin, átók Torbjørn Jacobsen sær tann revsandi leiklutin. Tað er hann vælkomin til, tað er sambært honum sjálvum ein av hansara uppgávum sum løgtingsmaður. Men tá hann leggur meg undir at hava hildið upplýsingum aftur fyri tinginum, fer hann skeivur. Eg upplýsti alt tað, eg visti. Harumframt var Torbjørn saman við restini av ting- inum longu í septembur kunnaður um, at einar 12 mill. fóru at resta í hesi játtanini fyri 2003, um ongin broyting kom í. So tað, sum hann ikki visti, visti eg heldur ikki. Hendan kontan á fíggjar- lógini hevur mangar ferðir verið viðgjørd í tinginum, og allir tingemenn vita fullvæl, at her er talan um eina útreiðslu, sum vón- leyst er at meta rætt um, tá árið byrjar. Ongin er førur fyri at siga, hvussu nógvir føroyingar komandi ár fara at fáa hjartatrupulleikar, fara at gerast langtíðar medisinskir sjúklingar, fáa krabbamein ella fáa brúk fyri gagntransplantatión osfr. Ein einstøk viðgerð kann kosta upp í 4 mió. kr. Bara tað svarar til ein heilan mánaða í vanligari nýtslu. Tí verður eftir besta førimuni mett um hesa útreiðslu hvørt ár, men sum oftast verður skotið væl við síðuna av. Tað nýggja er, at munandi meiri fokus hevur verið á hesa játtan enn áður, og tað er gott, tí talan er um eina stóra játtan á fíggjar- lógini, størri enn tey bæði smáu sjúkrahúsini tilsam- ans. Heldur ikki havi eg hoyrt tingfólk verið serliga atfinningarsom eitt nú í sambandi við hesa kontu fyri árið 2000, tá ein meir- útreiðsla uppá 8 mió. kr. varð staðfest í landsrokn- skapinum uttan eykajáttan- arumbøn. Eg fari í aðrari grein at vísa á gongdina í útreiðsl- unum til serviðgerð uttan- lands og hvussu eg sum landsstýrismaður havi roynt at stýra útreiðslunum á frægasta hátt. Tíverri dugi eg ikki at greiða frá hesum máli við færri orðum, tí nøkur ting krevja eina gjølligari frá- greiðing, um fatan fyri økinum skal skapast. Tað, sum SVF klipti og Tobbi visti 15 14 Nr. 5 - 9. januar 2004 VALGREINAR Heðin Dánialsson Poulsen valevni Fólkafloksins í Suðurstreymoy Fleiri eru tey, ið eru á einum málið um, at ein av orsøkunum til kreppuna í hálvfemsunum var, at politikarir royndu at stýra vinnuni í smálutum. Hóast hesa staðfesting, er tað framvegis soleiðis at alivinnan verður stýrd politiskt, hetta er ikki rætt og má fáa ein enda, áðrenn alivinnan ikki sjálv tekur ein enda vegna ov nógva politiska úppíblanding. Alivinnan er ikki ein sunn vinna í dag, og kemst hetta av fleiri orsøkum, men sum bæði vinnan og fíggjingarstovnarnir hava staðfest, so eru teir flestu trupulleikarnir hjá alivinnuni orsaka av tí vánaligu lóggávu alivinnan skal virka undir. Tveir trupulleikar, ið tey ráðandi lættliga høvdu kunnað broytt, var viðvíkjandi upprunanum av eginpeninginum og loyvi at seta sjálvt aliloyvið í veð. Tá nú bæði fíggingarstovnarnir og alivinnan við ein munn úttala seg um, at alivinnan tørvar upp til 200 milliónir í eginkapitali og at hesin kapitalur einans kann koma uttanlands frá, hví so ikki broyta ásetingina um at 2/3 av kapitalinum skal koma úr Føroyum? Hvat er hetta fyri hugsunarháttur, øll onnur lond liggja á knøum fyri at fáa íleggjarar úr øðrum londum at koma til teirra land við pengum at seta í vinnulívið, men ikki her; her vísa vit teimum durafjórðingin. Partarnir hava sagt, at uttan eina hækkan í eginpeninginum verður eingin nýggj fígging og uttan fígging stendur øll tann føroyska alivinnan at fara í søguna. Ein onnur forðing fyri menning innan alivinnuna er, at aliloyvir ikki kunnu setast í veð sum onnur vinnugøgn. Henda forðing, sum hevur verið fullkomuliga burtur úr vón og viti, ið ber brá av eini smáluta politiskari stýring við manér, er tó nú komin til lívs, ikki tí tey ráðandi vildi vísa vilja, nei, tí vinnan mátti sjálv stevna og vinna sín rætt hjá domsstólunum. Alivinnan skal ikki stýrast av politikarum, politikarar skulu syrgja fyri, at vinnan fær teir bestu karmarnir at virka undir og teir bestu karmarnir eru vinnufrælsi, frælsi at fáa til vega tann neyðuga eginkapitalin, har hann er at fáa og frælsi at veðseta aliloyvini, sum onnur virkisgørn. Tískil sigi eg tykkum, at tíðin nú er komin at lurta eftir ráðum frá teimum, sum vita hvat vinnuni tørvar og broyta treytirnar ella síggja alivinnuna bløða út. hedin@hedindp.com Jacob Vestergaard valevni Fólkafloksins í Suðuroynni Vit eiga at taka teir minstu bátarnar í bólki 5 burturúr skipanini og lata teir sleppa at fiska frítt. Tað verður neyðugt at broyta skipanina fyri smá- bátar undir 15 tons - bólk 5. Tað er burturvið, at hvør smábátur, sum bert avreiðir av og á, skal hava fiskiloyvi og fiska burturav ásetta dagatalinum og verða um- sitin sum eitthvørt annað fiskiskip. Hetta gevur stórar um- sitingarligar trupulleikar, og er bólkur 5 tann sum mest kjak hevur verið um á Løgtingi, og tað sigur ikki so lítið. Vit byrja at úthola fiski- dagaskipanina, um vit lata allan bólk 5 fiska frítt, tí teir stóru bátarnir í bólki 5 eru blivnir sera effektivir, og ikki at tosað um, um markið verður sett til 30 tons, sum røddir eru frammi um. Men vit eiga at taka teir minstu bátarnar í bólki 5, frá "seksaringi", tá tað snýr seg um opnar bátar, og tilsvarandi stødd, uml. 24- 27 fót, tá tað snýr seg um dekksbátar, burturúr skip- anini, og lata teir sleppa at fiska frítt. Hesir bátar hava avmark- aða fiskiorku, og verða altíð darvaðir av veðri. Tað hevur tí lítla og onga ávirkan á stovnarnar, um hesir bátar sleppa at fiska frítt. Samlaða dagatalið í bólki 5 kann so minkast ella javnstillast við teimum døgunum, sum teir smáu bátarnir hava brúkt. Teir, sum so eru eftir í bólki 5, kunnu so býtast upp í „fult riknar", bólk 5A og "partvís riknar", bólk 5B, møguliga við broyttum treytum, í mun til tað, skipanin er í dag. Hetta arbeiði var sett í gongd og ætlanin var at nýggja skipanin skuldi setast í verk 1. mars, tá nýggj loyvir skulu útskriv- ast til bólk 5. Hetta og onnur arbeiðir vóru sett í gongd fyri at gera okkara fiskivinnu-um- siting einfaldari, og verður bert gjøgnumført, um Fólkaflokkurin aftur fær ávirkan á fiskivinnupoli- tikkin. Veljið Fólkaflokkin, lista A. Felags foreldrarætt Finnur Helmsdal tjóðveldisflokkurin Tá fólk skiljast ella velja at fara hvør til sítt, byrja alt ov ofta ein drúgvur og ikki altíð líka tepiligur dystur um børnini. Fyrst um rættin til at hava tey hjá sær, og síðan um rættin til samveru við tey. Tað er altíð bara annar parturin (oftast mamm- an), sum fær rættin at hava børnini hjá sær. Hin parturin (oftast pápin) fær so samverurætt við síni børn. Av tí at familjurættarliga økið er danskt, er tað Ríkisum- boðið sum ásetur í hvønn mun samveran skal vera. Viðurskiftini millum tey, sum eru farin hvør frá øðrum, merkja viður- skiftini viðvíkjandi sam- verurættinum. Mangan er illstøða millum tey, sum skiljast, og sæst hendan tíverri alt ov ofta aftur í samband við út- innanina av samveru- rættinum. Stóri taparin í hesum spælinum er tí- verri barnið ella børnini. Um foreldrini vilja tað ella ikki, so verða børnini mangan gíslar í haturs- kendum stríði millum tvey, ið eina ferð hildu seg elskað hvørt annað. Børn, í slíkari støðu, fáa ikki bara ringar og ræð- andi upplivingar, tey eru í størsta vanda fyri at fáa sálarligar løsir, sum kunnu merkja og fylgja teimum restina av lívin- um. Tað ber ikki til at lóg- geva móti ósemjum og skibbrotnum paraløgum, men tað ber til at lóggeva soleiðis, at viðurskiftini kring foreldrarættin verða nógv greiðari. So hóast tað ikki enn hevur eydnast at taka yvir familjurættarliga økið, eiga vit at seta í verk fe- lags foreldrarætt í Føroy- um. Og tað skulu vit gera sum skjótast. Uppruddingin verður stór Heðin Mortensen valevni Sambandsfloksins í Suðurstreymoy Álit, áræði og framburð- ur eru lyklaorð, tá talan er um politikkin hjá Sambandsflokkinum, ið alla sína tíð hevur verið ein borgan fyri, at Føroy- ar hava verið eitt livi- ligari samfelag hjá øll- um. Fyrr hevur Sambands- flokkurin roynst hollur, tá brúk hevur verið fyri einum ábyrgdarfullum og álítandi flokki at tikið upp eftir kollsigldari manning í Tinganesi. Enn í dag stendur Sam- bandsflokkurin fyri tí sama, og enn eina ferð er flokkurin til reiðar at taka við landsins leiðslu, so vit aftur kunnu skoða ein nýggjan dag og sleppa burtur úr mjørka- táminum, ið hevur hingið tungt yvir landinum hesi fimm árini, politikkur hevur verið skiftur út við fullveldisørskap. Jú, uppruddingin verð- ur stór, men vit fáa ong- antíð ov skjótt gjørt hana burtur av okkum, so sleppast kann víðari. Vit kunnu ikki liva við, at hesi bæði farnu lands- stýrini hava vent øllum á høvdið, so tí ræður um at fáa eina munadygga leiðslu í landinum, ið kann tryggja vælferð og eitt gott samfelag fyri øll. Ikki lova vit gull og grønar skógir, men vit lova at taka uppgávuna í fullum álvara, tí tað krevst. Sambandsflokk- urin torir at taka avgerðirnar, ið fáa landið á føtur aftur. Skulu vit øll vera saman um at taka hetta stóra tak fyri land og fólk, er neyðugt við stuðli á løgtingsvalinum komandi, tí tað er bara við fólkinum aftan fyri seg, at vit fáa stungið út eina trygga kós fyri framtíðina! Alivinnan skal ikki stýrast politisk Nýggj skipan fyri bátar undir 15 tons - bólk 5 Birgir Mohr Sandi Árligt yvirskot á løgtings- fíggjarlógini og ein ration- alisera miðfyrisiting eru fortreytirnar fyri yvirtøku- málum og síðan fyrireiking og málkunnleiki. Tá fullveldissamgongan rendi seg fastan niðri á Christiansborg á sinni, tá varð ein av fylgjunum, at aftur mátti farast til sama leist at yvirtaka mál fyri mál undir tað víðkaða før- oyska sjálvstýrið. Men ein onnur fylgja av harðligu samráðingunum har niðri var sera køld luft millum danska fólkatingið, donsku stjórnina og Føroya løgting og landsstýri og harav fórst tann okkum tørvandi vælvildin, vit fyrr høvdu møtt frá dønum. Størsti parturin av danska fólkinum og donsku fólka- tingslimunum, tey skiltu okkum ikki – tí størri mót- vilji. Hettar hevur merkt viðurskiftini síðan, tí fær fullveldislandsstýri ongar sømdir. Atlíkavæl hevur nú koll- siglda landsstýrið hildið fram við og tann eini flokk- urin heldur áfram undir val- kampinum, at alt skal yvir- takast – eini 24 mál sigur hann vera púra greið at yvirtaka, mál sum kosta fleiri hundrað milliónir at yvirtaka og umsita árliga við eini løgtingsfíggjarlóg, sum longu nú gevur hall – takka verið ógvuliga niður- skurðin í blokkinum. Men hettar verður ikki eftir valið. Tað skal raðfest- ast heilt øðrvísi. Vælferð og dagligdagur fólksins skal raðfestast fremst. Yvirtøk- ur, bert um vit hava pening og kunnleika tøkan. Fleiri av málunum, sum Tjóðveldisflokkurin sigur vera greið til at yvirtaka, tey eru als ikki greið í veru- leikanum kanska á pappír- inum. Eitt er løgreglan og rættarskipanin. Har er einki greitt, uttan nakrar strikur á pappírinum. Við eini løgtingslóg, sum gevur hall, er ikki pláss fyri yvirtøkum. Skulu stórmál, sum til dømis flogvøllurin í Vágum yvirtakast, so má avtalan samstundisí hvussu er umfata eina útbygging og nútímansgerð at nøkta international krøv bæði til trygd og komfort. Eitt nýtt landsstýri – sum kundi staðið betri í eygunum á donsku mynd- ugleikunum – mátti kanska kunna samrátt seg fram til eina slíka loysn – so ella so at fáa pening til flogvallar- ábøturnar, um málið verður yvirtikið ella ikki. Javnaðarflokkurin fer at raðfesta øðrvísi – yvirtøkur koma ikki at standa fremst, men fólkið fyrst – tað góða samfelagið skal varðveitast og betrast. Veljið Javnaðarflokkin! Yvirtøkumál C M Y K 14