Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. januar 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 5 - 9. januar 2004 Nr. 5 - 9. januar 2004 17 VALGREINAR Burðardyggan umhvørvispolitikk á dagsskránna Elin Lindenskov valevni Javnaðarfloksins í Suðurstreymoy www.lindenskov.com Javnaðarflokkurin vil virka fyri, at Føroyar verða millum heimsins reinastu lond. Umhvørv- isvernd skal gerast natúrligur partur av upp- alingini, soleiðis at hvør einstakur borgari hevur sín aktiva leiklut í um- hvørvisverndini. Lokalar umhvørvisætlanir skulu setast í verk um alt land- ið. Barnagarðar, skúlar, stovnar o.o. skulu eggjast til at gerast grønir stovn- ar. Neyvari lóggeving skal tryggja, at vit veru- liga náa málinum at verða millum heimsins reinastu lond. Reint um- hvørvi og burðardygg menning av okkara til- feingi skal setast á polit- isku dagsskránna beinan- vegin. Vilt tú hava ein nýggjan umhvørvispoli- tikk, so vel Javnaðar- flokkin - lista C. Vilt tú vita meira, um hvat eg tikist við seinastu 4 árini, so vitja mína heimasíðu www.lindenskov.com. Har liggja hundrað tals greinar, røður o.a. frá hesum tíðarskeiði. Føroyar fyri allar føroyingar – eisini á útoyggj! Rani Nolsøe Um fá ár verður koyrandi undir Leirvíksfjørð. Tá verða tvær tær størstu leiðirnar hjá strand- ferðsluni - Vesturleiðin og Leirvíksfjarðarleiðin - spardar burtur. Hetta frambrotið í samferðsluni skal nú eisini koma útoyggjunum til góðar. Tí skal eitt ítøkuligt uppskot leggjast fyri komandi løgting, sum skal tryggja útoyggjun- um eitt gott og fram- komið samband við rest- ina av landinum. Í hesum sambandi eiga Strandfaraskip Landsins at gera eitt fullfíggjað uppskot um tað best møguliga sambandið til útoyggjarnar. Umráðandi er, at hetta verður gjørt í góðari tíð áðrenn Norð- oyatunnilin letur upp og at uppskotið verður smíðað í samráð við út- oyggjafólk. Samstundis skal ar- beiðast fyri, at tað sum Strandferðslan sparir, tá leiðin um Leirvíksfjørð verður løgd niður, ikki fellur burtur, men verður brúkt til ítøkuligar betr- ingar av oyggjaleiðunum. Hartil vil Tjóðveldis- flokurin arbeiða fyri, ásannandi ta serligu støð- una útoyggjarnar eru í, at tað gerst ókeypis hjá útoyggjafólki at ferðast og flyta farm til og úr útoyggj. Tí Tjóðveldisflokkurin ynskir trivna og vinnu- møguleikar á útoyggjun- um, ikki fallandi fólkatal og avtoftan. Vit vilja tryggja, at Føroyar skulu vera fyri allar føroyingar - eisini á útoyggj. Veljið framtíðina - veljið Tjóðveldisflokkin Gott útoyggjaval. Jaspur Vang valevni Sambandsfloksins í Suðuroy Nakað av kjaki hevur verið um álitið um alternativa bústaðarbygging. Tað, sum hevur sermerkt kjakið er, at lands- og lokalpolitikarar, sum hava luttikið í kjakin- um, ikki beinleiðis hava givið til kennar, júst hvørj- ari bústaðarbygging teir meta størsta tørvin vera á. Málið er komið hartil, at landspolitikararnir eiga at melda greitt út, hvat teir ítøkiliga ætla sær við um- skipaða Húsalánsgrunnin- um. Duldar dagsskráir eru ov lættar at gjøgnumskoða. Sjálvt álitið Álitið leggur upp til, at ein umskipaður Húsaláns- grunnur skal gerast eitt politiskt amboð at stýra bústaðarviðurskiftunum við. Lagt verður upp til, at grunnurin skal stuðla bygg- ing av eldrabústøðum og vanligum leigu- anparts- og ungdómsíbúðum. Realitetirnir Í og við at økini í landinum hvør sær hava ógvuliga ymiskan tørv innan oman fyri nevndu bústaðarsløg, eru lokalpolitisku ynskini til umskipaða Húsaláns- grunnin tí sjálvsagt eisini ógvuliga ymisk. Tí hava landspolitikarar og lokal- politikarar eisini longu nú roynt at gera sína ávirkan galdandi. Hettar alt eftir, hvussu teir meta egin val- dømi fáa mest burtur úr. Soleiðis er landspolitiski veruleikin nú einaferð. Hugsa vit um niður- skurðin í blokkinum, skerj- ingar innan fyri heilsuverki og búskaparligu útlitini í løtuni, er tað í mínum hugaheimi óhugsandi, at ein umskipaður Húsaláns- grunnur saman við møgu- ligum broytingum í rentu- stuðlinum og meirvirðis- gjaldslóggávuni, verður førur fyri at nøkta tørvin innan oman fyri nevndu bústaðarsløg. Úrslitið kann tí lættliga gerast tað, at tey valdømi í Føroyum, sum í kraft av sterkastu landspolitisku - og landsumsitingarligu um- boðanini, framman undan standa sterkast fíggjarliga, verða før fyri at fíggja komandi alternativa bú- staðarbygging og harvið fáa so at siga allan ágóðan av umskipaða Húsaláns- grunninum. Úrslitið kann tí enn einaferð gerast tað, at landspolitiska vælvildin lutfalsliga og í enn størri mun styrkir tey økini í landinum, sum framman undan njóta mest av lands- politiskari vælvild. Hettar hevði verið beinleiðis ímóti tilráðingunum í eitt nú Økismenningarálitinum. Eldraøkið Tað liggur fast, at eldraøkið er ein landsuppgáva, eins og allir teir politisku flokk- arnir undan seinasta løg- tingsvali vóru samdir um, at eldraøkið liggur í van- røkt og at tørvur m.a. er á eldraíbúðum og røktar- heimsplássum. Hóast tað hava kommunurnar kring alt landið í áravís átikið sær at byggja røktarheim og sambýlir, eins og kommun- urnar reka hesi. Framskrivingar av sam- ansetingini av fólkinum í Føroyum vísa - eins og í londunum uttan um okkum - at lutfallsliga talið av eldri fólki fer at økjast munandi komandi árini. Tí hevði tað veri skila- best, um virðini í Húsaláns- grunninum saman við neyðugum almennum veit- ingunum, so ella so vórðu nýtt til at umsita og dagføra bústaðartørvin á eldraøkin- um. Út frá m.a. nágreiniligum framrokningum av fólka- samansetingini í einstøku økjunum í landinum kom- andi árini og við atliti til fíggjarorkuna í einstøku økjunum, átti at verið gjørd ein raðfesting og ein býtis- lykil. Soleiðis hevði tað verið møguligt hjá lands- politiska myndugleikanum miðvíst og rættvíst at bøtt um støðuna á eldraøkinum. Tá eldraøkið er dagført, hevði tað møguliga verið hóskandi at tosa um at leggja eldraøkið út til kommunurnar. Vit mugu burtur frá til- vildarligu siðvenjuni, sum loyvir tilvildarligum lands- stýrismonnum, at reka lokalan flokspolitikk. Lat okkum tí kalla ein spaka fyri ein spaka og loysa eina uppgávu í senn. Finnleif Guttesen Tvøroyri Nú er takt nóg leingi, tað má finnast fleiri í Føroyum, sum hava dirvi at tala at Miðflokkinum, sum dømir kvinnur, gentur og læknar sum mordarar. Hvat er hetta fyri ein and- styggilig framferð, at døma sín næsta fyri mordara,- ikki eiti á næstrakærleika, má sigast. Hví er tað altíð eldri mannfólk sum spæla ser- frøðingar viðvíkjandi fost- urtøku, hesir sum ikki hava ánilsi av hvat tað fyri- gongur í einum kvinnu- kroppi, teir samanlíkna hesar kvinnur og gentur við Hitler og Saddam Hussein, sum drupu ósek fólk í hópatali og so brúka teir tað í sínum politiska valstríði.-- Skamm fái teir Tað kann ikki verða nakar ivi um, at tað eru kvinnurnar, sum ráða yvir egnum kroppi og ikki ein- sporað gomul mannfólk og onnur, sum halda seg verða serfrøðingar og dómarar. Hetta er so mín per- sónliga meining. Annfinn Brekkstein valevi Sambandsflokksins í Suðurstreymoy Nýskipanaruppskotið hjá Sambandsflokkurin sigur m.a., at vit skulu varðveita ríkisfelagsskapin. Aðalmál- ið hjá sambandflokkinum er at menna føroyska fólk- ið, soleiðis at tað støðugt verður ført fyri at møta teimun avbjóðingum, sum umheimurin til eina og hvørja tíð setir. Stabil fíggjarviðurskifti eru fortreytin fyri vælferð- ini hjá tí einstaka føroy- inginum. Hesi viðurskifti eru best tryggjaði innan fyri ríkisfelagskapin. At útbyggja eitt oyggja- samfelag er sera kostnaðar- mikið. Ríkisfelagsskapur- in/ blokkurin, hava verið við til at útbygt okkara infrastruktur, so at fólk kunna ferðast úr einum staði til annað fyri at vinna sær til lívsins uppihald. Yvirskipaða málið hjá sambandsflokkinum vil til eina og hvørja tíð vera, at menna føroyska samfelagið innan fyri ríkisfelagskapin. Hetta polittiska stavnhald verður sett í eini ásannan av, at størri og betri úrslit verða rokkin í samstarvi og felagskapi enn í sjálvdrátti og avbyrging. Húslánsgrunnurin og eldraøkið Kvinnur, gentur og læknar verða dømd sum mordarar Ríkisfelagskapurin er framtíðin - fullveldisskútan kollsilgd - grundin undir einum fólkaræðisligum, fram- komnum Føroyum. Rói Egholm Føroya fólk og Føroya land hava krav uppá, at tey 32 tingfólkini, sum verða vald inn á ting, arbeiða betur saman, enn vit hava sæð hesi seinastu árini. Eisini eigur fremsta mál politik- aranna at vera at arbeiða til frama fyri landið og allar borgarar, sum her búgva. Øll kunnu fáa tey bestu plássini á portalinum, bý- bussum, á hýruvognum ella kunnu bíleggja bestu pláss- ini í bløðunum, men við tí er ikki sagt, at vit fáa teir bestu politik-ararnar, sum soleiðis vinna sær atkvøður og kanska sess á tingi. Makt og ráð at gjalda fyri eitt valstríð er ikki tað sama, sum at vit fáa dugna- ligar, góðar og visionerar politikarar. Livibreyðs- politikarin gerst ov sjónsk- ur, og visiónir og idealisma hvørva í mjørkanum av viljanum til makt. Gjøgnumskygni og greiðar mannagongdir eiga at eyðkenna politiska ar- beiðið, og eingir rossa- handlar ella maktstríð eiga at koma fram um, hvat er best fyri einstaka borgaran og landið. Trygdin hjá tí einstaka og virðingin fyri tí einstaka, uttan mun til á- skoðan, eigur at vera í há- sæti, tí uttan hesi sjálv- søgdu mannarættindi hjá einstaka føroyinginum byggja vit ikki eitt frælslynt og framkomið samfelag, sum hevur virðing úti í heimi og kann samstarva við lond kring allan heim. Minsta krav vit sum borgarar kunnu seta fram- tíðar politikarum okkara er, at grundleggjandi øki í samfelagnum virka, so ein- staklingar og bólkar kunnu fáa tryggar, góðar og gróðrarfremjandi karmar at virka í. Vinnulív leyst av polit- isku skipanini besta trygdin fyri framburði og vælferð Vantandi vinnulívspolitikk- ur er orsøkin til, at høvuðs- vinnan á landi ikki er kapp- ingarfør at framleiða fiska- úrdráttir úr føroyskari rá- vøru. Hetta er sera álvars- ligt fyri føroyska sam- felagið, og vísir tað seg eis- ini nú, at ongantíð áður er farin so nógvur fiskur óvirkaður av landinum. Føroyska samfelagið er soleiðis samansett, at fiska- virking á landi er ein týð- andi inntøkukelda hjá før- oyska samfelagnum, bæði fyri familjur og fyri lands- búskapin. Tað er einki minni enn ein vanlagna, at tað al- menna er høvuðseigari í fiskivinnuni á landi. Tað almenna eigur meir enn 70% av eginognini í fiski- vinnuni á landi, og hetta er ikki í samsvari við nútím- anshugsan innan vinnu- skipanir í nútímans sam- feløgum. Tað er prógvað ferð eftir ferð, at lønsemið ikki er optimalt, tá ið tað almenna og vinnulívið eru samantvinnað.. Vit eiga sum skjótast, tó væl fyriskipað, at fáa greiðan skilnað ímillum tað almenna og vinnulívið. Tað er ein sannroynd, at við tí vantandi politisku leiðslu á vinnuøkinum, sum vit hava livað við undir leiðslu fólkafloksins hesi seinastu árini, er tann almenni part- urin í vinnulívinum bert vaksin. Tað er umráðandi, at politiska skipanin og Vinnumálaráðið ganga á odda fyri at tryggja, at vinnulívskarmarnir eru teir røttu, soleiðis at hesin part- urin av samfelagshjólunum koyrir optimalt. Her má havast í huga, at vinnan er samansett av nógvum yms- um pørtum og at týðandi partar sum arbeiðsgevarar, umhvørvi, peningakervi og ikki minst arbeiðsfólkið mugu øll vera við í tí mið- vísa arbeiðinum. Vinnulívið kann ikki liva við, at politiska skipanin bert samskiftir við útvald vinnuvirkir. Heldur ikki kann vinnulívið liva við, at arbeiðsgevarar og arbeiðs- fólkið bert samskiftir í samband við sáttmálasam- ráðingar. Samskiftið og samarbeiðið átti at verið sera tætt í sjálvum sátt- málaskeiðinum, fyri á tann hátt at arbeitt við felags áhugamálum og visiónum partanna millum, heldur enn bert at hugsa um løn og setanartreytir. Framburður er treytaður av, at allir partar klára at samarbeiða, hóast teir ikki eru fullsamdir í øllum, sum er teirra millum. Lønsemi er treytað av samarbeiði og framburði. Tað er lønsemið í vinnuni sum er grundarlagið undir vælferðarsamfelagnum, og sum skal verða við til at gjalda tað. Fiskiloyvini ogn Føroya fólks Besta lønsemi í fiskivinn- uni á sjógvi fæst ikki, við at ræðisrættindini tilvildarliga verða latin vinnurekandi, uttan at tryggja sær, at tað eru tey mest kappingarføru feløgini ella persónarnir, sum sita á loyvinum, og at úrtøkan av loyvinum verður gagnnýtt skilagott og løn- samt av loyvishavaranum. Tað er umráðandi, at tað almenna bjóðar út fiski- og aliloyvir til leigu fyri hægst bjóðandi og í eitt avmarkað áramál. Allir føroyingar skulu sleppa framat at bjóða upp á loyvini við treytum um, at loyvini ikki verða parkerað og kunnu tulkast/fatast sum ogn og kunnu handlast víðari, men heldur verða gagnnýtt opti- malt á skynsamiligan hátt. Hevði ein slík skipan virkað við støði í fríum marknaðarkreftum, har allir borgarar eru eins fyri lóg- ini, so hevði avkastið verið munandi størri og hevði verið ein týðandi inntøku- kelda hjá landskassanum, sum aftur hevði verið ein trygd undir einum vælvirk- andi vælferðarsamfelag, har allir borgarar høvdu trygg kor at liva undir. Er rætt atborið, styrkir kapitalur uttanífrá føroyska búskapin Ein tryggur og væl virkandi vinnulívspolitikkur, har gjøgnumskygni og greiður skilnaður er millum polit- isku skipanina og vinnu- lívið, gevur møguleikar fyri øktum kapitalíløgum uttan- eftir. Um vit høvdu havt rættan vinnulívspolitikk og ræðisrættindini til okkara tilfeingi vóru betur skipað, so kundu vit óttaleys og við møguleikum fyri nógv størri rásarúmi og útbygg- ingarmøguleikum loyvt kapitali uttanífrá at virkað frítt í Føroyum. Kapitalur uttanífrá kundi sett munandi ferð á bú- skaparhjólini og verið við til at skapt stór samfelags- virðir, sum høvdu komið øllum føroyingum væl við. Men hetta er treytað av, at vit ikki lata ræðisrættindi til ognir Føroya fólks fara á privatar hendur, men at vit hinvegin í fríari kapping taka leigugjald fyri brúks- rættin. Við optimalum vinnukarmum átti áræðið, dugnaskapurin og arbeiðs- innsatsurin hjá fiskivinnuni á sjógvi at verið avgerandi fyri, at tey best riknu feløg- ini fingu besta avkastið. Rættir karmar at virka í eru leiðin fram Spurningurin er ikki, um ein politikari er mest sjón- ligur ella hoyrist best í einum valstríði, men heldur eiga vit at krevja, at fram- tíðar politikarin arbeiðir fyri, at føroyska samfelagið fær teir karmar at virka í, sum tænir samfelagnum best. Við frílyntum vinnu- karmum, har politikkur er politikkur og vinnulív er vinnulív, kunnu vit fáa samfelagshjólini at mala við tí ferð, sum passar til Føroyar og føroyingin. Tað er hesin vinnubú- skapur, sum skal vera grundarlagið undir tí før- oyska búskapinum og har- við føroyska vælferðarsam- felagnum. Eg ynski at Føroya Løgting í framtíðini kann fara at tingast um, hvussu vit skipa hetta samfelagið fyri allar føroyingar, høgar sum lágar, vinnumál, al- mannamál og privatmál, tingast um, hvussu pláss verður gjørt fyri øllum samfelagsbólkum, eisini minnilutabólkum. Eg ynski, at Føroya Løg- ing aftur kann fara at reka realpolitikk, og arbeiða fyri, at føroyingar savnaðir og sum ein rødd arbeiða ímóti sjálvbjargni. Skapa umstøður og rættar karmar, so vit fáa sum mest burtur úr tí dýrabærasta tilfeingi, ið vit eiga, nevniliga Før- oya fólki: einum vælútbún- um ungdómi, einari dugna- ligari, arbeiðssamari og vælvirkandi arbeiðarafjøld, hondum sum undan fóru og sum við sínum lívsroynd- um og teimum virðum, sum tey hava skapt í samfelag- num, trygt kunnu byrja eina nýggja tilveru, har fram- vegis er brúk fyri teirra royndum og kreftum, men har samfelagið tryggjar teimum góð eftirlønarár. Fólkið, ið her býr, er og verður altíð grundarlagið, sum samfelagið byggir sína framtíð uppá. Fólkið er fortíðin, nútíðin og fram- tíðin. Eg ynski, at Føroya Løg- ting kann tingast um, hvussu vit verja okkara sosialu skipanir, sum longu eru uppbygdar og hvussu vit kunna betra hesar skip- anir, soleiðis at tær svara til tørvin hjá Føroyum. Eg vóni ikki, at Føroya Løgting eisini eftir valið hin 20. jan. 2004 fer at keglast og klandrast um smámál, um vegastubbar, um Ginusøgur ella at brúka 2-3 dagar at kjakast um avgjald á bommpakkum, keks og plastikkposum. Hatta eru týðandi mál fyri tey, sum beinleiðis varða av teimum, men tey hoyra ikki heima í tinginum og á røðarapallinum har. Tingið skal skapa karmarnar og tryggja øllum borgarum mannsømilig og trygg kor at liva undir, avskeplaður moralur og trongskygdar lívsáskoðanir hoyra ikki einum framkomnum, frí- lyntum og fólkaræðisligum samfelag til. Vónandi verður valið komandi byrjanin til, at vit fáa samstarvsvilja, virðing fyri lóg og rætti og trygd hins einstaka í hásæti. Har moralur og etikkur eru grundað á rættvísiskenslu og virðing fyri manna- rættindum og ikki minst har lógin er eins fyri allar borgarar í landinum. Vit lata nú jólafriðin søkka yvir land og fólk og mín vón er, at hugnin og hitin av næstrakærleika finnur sína leið inn í hvønn krók í samfelagi okkara. Gleðilig jól og eitt eydnu- berandi nýggjár ynski eg øllum. VALGREINAR Fólkaræði ella vavgreytur Jógvan Arge Valevni Tjóðveldis- floksins í Suðurstreymi Fólkaræðið er í fokus. Men eitt eru tær politisku stevnuskráirnar og tær kósir, sum flokkarnir seta. Annað er at fremja tað politiska starvið í verki til frama fyri fólk og land. Hálvtannað ár á løg- tingi hevur sannført meg um, at tað politiska ar- beiðið á løgtingi má styrkjast. Meiri dygd má fáast í løgtingsviðgerðir- nar. Tey, sum fylgja við orðaskiftunum á tingi, hava mangan hug at meta orðaleikin sum glantri- leik. Tey hava ilt við at fáa eyga á álvaran og kenna seg ikki trygg við tey úrslitini, sum koma burturúr. Eg skilji tey. Viðgerðir- nar snúgva seg mangan um alt annað enn sjálvi málini. Tá fíggjarlógin var fyri í heyst, vórðu kontur og málsøki vavd saman í ein slíkan vavgreyt, at hvørki høgur ella lágur fekk skil á, hvat tingmenn vildu og viðgjørdu. Tað tænti hvørki almenninginum ella løgtinginum. Slík støða elvir til líka- sælu. Gjógvin millum tingið og almenningin gerst størri, og álitið millum partarnar viknar. Tað er álvarsamt fyri fólkaræðið. Tí eigur nakað at verða gjørt við hetta. Eg havi tvey uppskot: 1. Løgtingsarbeiðið verður lagt soleiðis til rættis, at tey, sum lýða á viðgerðirnar í ting- inum, hava møguleika fyri at skilja, hvat fyri- ferst. Hetta gerst eitt nú við at greina við- gerðirnar meiri sundur og syrgja fyri, at ting- fólk halda seg til evnið. Tað er ein fyri- treyt fyri áliti millum ting og almenning. 2. Løgtingsins formans- skapur tekur stig til at tey, sum hava áhuga fyri politiskum starvi, fáa høvi til sjálvbodna skúling innan fólka- ræði og politiskt starv. Løgtingið eigur at stuðla upp undir slíka skúling bæði innan teir politisku flokkar- nar og á skúlum. Tí betur luttakararnir í politisku skipanini sum heild eru fyri til at røkja tað politiska arbeiðið, betur verða viðgerðirnar og úrslitini. Tað fremur gott og álítandi fólka- ræði. X við E. Gjøgnumskygni, frælslyndi og mannarættur C M Y K 17 16