fríggjadagur 9. januar 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 5 - 9. januar 2004
Nr. 5 - 9. januar 2004
19
Rødovre Musikpris
2004 varð sunnu-
dagin latin føroyska
tónleikaranum Teiti
Lassen. Virðislønin er
upp á 50.000 krónur
og verður latin sum
viðurkenning og
eggjan til at halda
fram
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Nú hevur føroyski tónleik-
arin Teitur Lassen fingið
eina tónleikavirðisløn í út-
londum.
Tað er árliga tónleika-
virðislønin hjá Rødovre
Kommune
og
Rødovre
Center í Danmark, sum
verður latin føroyska sang-
aranum.
Sunnukvøldið var sið-
bundna nýggjárskonsertin í
mentanarhúsinum Viften í
Rødovre, og har varð virð-
islønin latin Teiti. Umframt
heiður og viðurkenningina
fylgja eisini 50.000 krónur
við.
Í grundgevingini fyri at
lata Teiti virðislønina verð-
ur sagt, at Teitur verður
mettur sum ein komet á
altjóða stjørnuhimmalin-
um. Hann hevur fingið sátt-
mála við Universal Re-
cords, hevur givið fløgu út
og hevur spælt 150 kon-
sertir higartil í ár.
Dómsnevndin sigur, at
lýsingarherferðir og glans-
ur hevur ongan áhuga hjá
Teiti. Hjá honum snýr tað
seg um tónleikin.
Viðurkenning
Tað eru Rødovre Kommune
og Rødovre Centrum, som í
felag lata Ársins Tónleika-
virðisløn. Hetta er gjørt 10
ferðir áður, og millum
nøvnini, sum hava fingið
hesa virðisløn, eru heims-
fiólspælarin Nikolaj Znaid-
er, trompetspælarin Maja
Markert og duoin Haugaard
og Høirup.
Í dómsnevndini, sum ger
av, hvør skal fáa virðis-
lønina, sita Erik Larsen,
borgarstjóri í Rødovre,
Alex Larsen, stjóri fyri
Rødovre Center, og Alex
Nyborg Madsen, tónleikari
og fjølmiðlamaður.
Endamálið við Rødovre
Musikpris er at geva einum
tónleikara ella bólki eina
peningaupphædd sum við-
urkenning, og virðislønin
skal eisini metast sum ein
eggjan til at halda fram við
menningini innan tónleikin.
Teitur
virðisløntur
í Danmark
Danir hava rættiliga
fingið eygað á
føroyska tónleikaran
Teitur Lassen, og
sunnudagin fekk
hann tónleikavirðis-
løn í Rødovre
Mynd: Jens Kristian Vang
– Vantandi kt-trygd
er ein hóttan móti
teimum fyrimunum,
sum samfelagið kann
fáa við øktari talgild-
ing, sigur KT-Forum í
áliti, sum í næstum
verður latið aðalstjór-
unum at taka støðu
til. Landsgrann-
skoðarin hevur í fleiri
ár eftirlýst trygd og
samstarvi hjá tí al-
menna um teldur og
telduskipanir
TELDUTRYGD
Eyðun Klakstein
Landsgrannskoðarin, sum
heldur eitt vakið eyga við
landsins umsiting, hevur
seinastu árini havt harðan
og afturvendandi kritikk av
teldutrygdini hjá tí al-
menna.
Leivur Harryson stað-
festir enn einaferð í sein-
astu frágreiðing síni til løg-
tingsgrannskoðararnar,
sum kom í fjør, at almenni
kt-politikkurin
er
eitt
vandamál.
– Í landsumsitingini fer
arbeiðið at tryggja tann
elektroniska
partin
av
kunningarkervinum fram
óskipað. Fólk sita og stríð-
ast við somu trupulleikar
uttan at halda seg til viður-
kendar standardir. Hetta
kann lættliga fáa sera
óhepnar fylgjur, og vandi er
fyri, at peningur og starvs-
fólkaorka ikki verða nýtt á
skynsaman hátt, skrivar
Landsgrannskoðarin í frá-
greiðing síni.
Hann heitti í 2001 á løg-
mann um at gera nakað við
støðuna og at fáa í lag ein
samskipaðan
almennan
politikk um stóru nýtsluna
av teldum, telduútbúnaði
og telduskipanum.
Bæði formaðurin í KT-
Forum og fulltrúðin á Dátu-
eftirlitinum
søgdu
við
Sosialin í gjár, at meðan
nýtslan av teldum og teldu-
skipanum var eksploderað
seinastu árini, høvdu trygd-
in og trygdarskipanir ikki
fylgt við í sama mun.
KT-Forum fekk
uppgávuna
Løgmaður ásannaði í skrivi
í oktober 2001, at eingin fe-
lags kunningar- ella trygd-
arpolitikkur var hjá landin-
um, og hann helt, at lands-
stýrismaðurin við vinnu-
málum hevði ábyrgdina av
at fáa hetta í rættlag.
Nakrar mánaðir seinni
setti Vinnumálaráðið gongd
á arbeiðið at orða politikk
fyri kunningar tøkni og kt-
trygd, og hetta varð álagt
KT-Forum at gera. Í hesum
forumi eru umboð fyri øll
aðalráðini hjá landinum.
KT-Forum hevur síðani
arbeitt við at gera uppskot
um almennan kt-politikk,
og nú er hetta arbeiði lið-
ugt. Seinni í hesum mán-
aðinum verur álitið hjá KT-
Forum lagt fyri aðalstjórar-
nar at taka støðu til.
Í fjørsummar sendi KT-
Forum uppskotið hjá sær út
til hoyringar, og í hesum
uppskoti, sum ikki er
endaliga álitið, men tað er
lítið broytt, nú tað skal
leggjast fyri aðalstjórarnar,
verður skotið upp, hvør al-
menni kt-politikkurin skal
verða.
Vantandi kt-trygd ein
hóttan
KT-Forum ger í álitinum
hjá sær greitt, at støðugt
vaksandi kt-nýtslan hjá
almennu stovnunum ger, at
tað almenna í dag stuðlar
sítt virksemi fullkomiliga á
teldur og telduskipanir.
– Vantandi kt-trygd er ein
hóttan móti teimum fyri-
munum, sum samfelagið
kann fáa við øktari tal-
gilding. Arbeiðið við kt-
trygd skal tí eisini síggjast
sum ein roynd at skapa
grundarlag undir meira
framkomnari nýtslu av
kunningartøkni. Tamarhald
fæst einans við at fyrihalda
seg til trygdina, áðrenn
skaðin er hendur, sigur KT-
Forum, sum fer at mæla til,
at ein nýggjur standardur
verður brúktur fyri kt-út-
búnaðin hjá landinum.
Fleiri slíkir standardir
finnast, men KT-Forum
heldur, at tann mest nýtti av
teimum eisini skal nýtast í
Føroyum. Tað er ein stand-
ardur, sum verður róptur
ISO 17799.
Ein fyrimunur við hesum
standardi er, at hann ger
mun á stovnum, sum hava
brúk fyri lættari loysnum
og teimum, sum skulu hava
fullan standard fyri at verja
eymar og privatar upplýs-
ingar um fólk.
Nýggj kt-deild
KT-Forum mælir til at til at
stovna eina nýggja kt-deild
undir Vinnumálaráðnum,
sum skal samskipa kunn-
ingartøknina hjá landsfyri-
sitingini og at fáa trygdina í
rættlag.
– Tað er ikki yvir at dylja,
at verksetanin av regluverk-
inum verður ein stór og
tung uppgáva hjá fyrisiting-
ini, og sum er hevur fyrisit-
ingin av góðum grundum
ikki nóg góðan førleika at
byggja upp og at seta í verk
kt-trygdarkervi
sambært
standardunum.
Onkur
stovnur er tó byrjaður,
skrivar KT-Forum í sínum
áliti.
Ein trupulleiki við at gera
nýggja skipan fyri fyrisit-
ingina er, at møguleikin at
útvega ráðgeving í Føroy-
um er avmarkaður.
– Nakrir privatir ráðgevar
hava góðar royndir við at
byggja upp leiðsluskipanir
til stýring av góðsku (ISO
9001 góðskukervi) og aðrar
líknandi skipanir, men tó at
skipanirnar líkjast, so brýt-
ur leiðsla av kt-trygd so
mikið frá, at ráðgevar mugu
dagføra seg væl og virði-
liga á hesum økinum. Út-
lendsk ráðgeving er sera
kostnaðarmikil.
Um nógvir ella allir
stovnar fara í holt við at
byggja trygdarkervir upp
samstundis uttan skikkaða
ráðgeving, er vandi fyri at
nógv arbeiðsorka verður
spilt, og at skipanirnar ikki
koma at virka nóg væl.
KT-Forum mælir tí til, at
fimm pilotprojekt verða
sett í gongd sum skjótast,
sum skulu geva landinum
neyðugu royndirnar at gera
felags kt-skipan og trygd.
Aðrir stovnar skulu sam-
stundis arbeiða við trygdin,
men við minni ferð.
Men áðrenn nakað kann
gerast við landsins kt-trygd,
skulu aðalstjórarnir í lands-
fyrisitingini kunnast um
uppskotið frá KT-Forum,
og teir skulu eisini taka
undir við tí.
Teldutrygdin er stórur trupulleiki
TÝÐING
Eyðun Klakstein
KT-Forum mælir til at
ISO 17799 standardurin
verður
brúktur
sum
grundarlag
undir
kt-
trygdini hjá landinum.
Upprunamáli í hesum
standardi er enskt, men
tað dugir ikki.
Standardurin er eisini
týddur til eitt nú danskt og
norskt, men tað er heldur
ikki nóg gott.
KT-forum heldur tað
vera umráðandi, at føroy-
ingar fáa felags heiti fyri
ymisku hugtøkunum við-
víkjandi kt-trygd.
– Fara vit at brúka ym-
iskar útlendskar stand-
ardar verða heitini óum-
beriliga fløkt saman.
KT-Forum mælir tí til at
umseta standardin, og stig
eru tikin til at útvega
rættindini til at umseta og
geva hann út á føroyskum.
– Standardurin verður
endurskoðaður, og nýggj
útgáva kann væntast seint
í 2004. Sum skilst verður
bygnaðurin í standardin-
um broyttur munandi.
Samanumtikið talar hetta
fyri ikki at umseta verandi
útgávuna, men at bíða eft-
ir komandi útgávu, heldur
KT-Forum.
Sum fyribils loysn verð-
ur í staðin arbeitt við at
gera ein orðalista við mest
vanligu hugtøkunum.
Standardur skal týðast
Lykil til størri føroyska teldutrygd er ein felags standardur. KT-Forum, sum hevur gjørt uppskot um almennan kt-politikki, vil
hava mest nýtta standardin í útlondum at verða grundarlagi undir føroyska poltikkinum eisini
C
M
Y
K
19
18
Havn
Dagur
Koma
Fráferð
Januar
Februar
Mars
Apríl
Hanstholm
Leygardag
11.00
16.00
10
17
24
31
07
14
21
28
06
13
20
27
03
10
17
24
Bergen
Sunnudag
06.00
06.30
11
18
25
01
08
15
22
29
07
14
21
28
04
11
18
-
Lerwick
Sunnudag
16.30
17.00
11
18
25
01
08
15
22
29
07
14
21
28
04
11
18
-
Tórshavn
Mánadag
06.00
17.00
12
19
26
02
09
16
23
01
08
15
22
29
05
12
19
-
Seyðisfjörður Týsdag
09.00
-
13
20
27
03
10
17
24
02
09
16
23
30
06
13
20
-
Seyðisfjörður Mikudag
-
18.00
14
21
28
04
11
18
25
03
10
17
24
31
07
14
21
-
Tórshavn
Hósdag
13.00
20.30
15
22
29
05
12
19
26
04
11
18
25
01
08
15
22
-
Lerwick
Fríggjadag
08.30
09.00
16
23
30
06
13
20
27
05
12
19
26
02
09
16
23
-
Bergen
Fríggjadag
21.00
21.30
16
23
30
06
13
20
27
05
12
19
26
02
09
16
23
-
www.smyril-line.com
J. Broncksgøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn
Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo
!"##$!%&'() (%#$ *+
Danland er vorðið eitt hitt best umtókta ferða-
málið hjá føroyingum, og ikki er tað heldur so
løgið.
Danland frítíðardeplarnir hava vælinnrættaðar
íbúð ir við køki og nógv frítíðartilboð eru fyri
bæði vaksin og børn.
Sí annars heimasíðuna
www.danland.dk.
",- ..&* -
#&(%%-#%/
0% &(%.
Ferðist tvey í innv. 2-koyggjukamari við wc/bað á leið-
ini Tórshavn-Hanstholm og aftur og gjaldið fyri ein.
Aðrir prísir eru galdandi í apríl
1123
0%4#5#
Ferðist tvey í innv. 2-koyggjukamari við wc/bað á leið-
ini Tórshavn-Bergen og aftur og gjaldið fyri ein.
6723
0%#89,
Ferðist tvey í innv. 2-koyggjukamari við wc/bað á leið-
ini Tórshavn-Lerwick og aftur og gjaldið fyri ein.
:123
#$ (55%/$0
%;.,(5
#$ (55%/$0
%(#5 (5
#$ (55%/$0
%#%/ (5
",-;%/3-<*$0
", (5<="$<%
",-;%/
Íroknað er: ferðin fram og aftur í 4-koyggjukamari
við wc/bað, innv. Uppihald í Danland-íbúð í 1 viku.
Í Hirtshals, Blokhus ella Ebeltoft í tíðarskeiðinum
01.01.04-27.03.04
>11>23
",-;%/
Íroknað er: ferðin fram og aftur í 4-koyggjukamari
við wc/bað, innv. Uppihald í Danland-íbúð í 1 viku.
Í Hirtshals, Blokhus ella Ebeltoft í tíðarskeiðinum
01.04.04-15.04.04
?11>23
Pers Hotel er ein av teimum fáu frítíðardeplunum í
Noregi, ið hava baðiland. Depilin við bæði smáttum
og íbúðum liggur í tí avbera vakra Gol-økinum. Sera
barna vinarligt við einum hópi av frítíðarmøgulei-
kum. Koyri tíðin frá Bergen er einar 4-5 tímar.
4"%5(#5 #$
",'@# (#%3", 2<=(5<%
",'@#
Íroknað er: Sigling Tórshavn-Bergen og aftur í 4-
koyggjukamari innv. við wc/bað. Hartil 7 gistingar í
smáttu, uttan kost og 2 gistingar í Bergen á út- og
heim ferðini.
*?23
Í samband við at vit sigla til
Noregs allan veturin, fara vit at
bjóða ferðandi framúr góð til-
boð um skíferðir til Noregs.
A%,-<%%#%(
?-.,(0%B'4#5#
",-#%(
Íroknað ferð fram og aftur við Norrönu í 4 koyggju-
kamari v. wc/bað innv., yvirnátting 7 nætur í íbúð á
Geilo Apartment í Geilo og 2 nætur í Bergen á út- og
heimferð.
?23
C,-$#$%(#5 0
A%,-<%"$DD&%/
",
Íroknað ferð við uppihaldi fyri 2 vaksin og 2 børn við
bili fram og aftur
*>23
0%C#0$ )$
Ferðist tvey í innv. 2-koyggjukamari við wc/bað á leið-
ini Tórshavn-Seyðisfjörður og aftur og gjaldið fyri ein.
23
#$ (55%/$0
%E %/ (5