fríggjadagur 9. januar 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 5 - 9. januar 2004
Nr. 5 - 9. januar 2004
21
Hóast áhugin fyri at
leita eftir olju og gassi
á Føroyaøkinum og
øllum Atlantsmótin-
um er minkaður, so
heldur eitt av heim-
sins størstu oljufeløg-
um, oljurisin Chev-
ronTexaco framtíð
vera á Atlantsmótin-
um og herí eisini
Føroyaøkinum. Tí var
felagið eisini við til at
velja út øki herfyri, tá
dyrnar vórðu latnar
upp fyri næsta
útbjóðingarumfarinu
m á landgrunninum.
OLJUFRAMTÍÐ
Jan Müller
ChevronTexaco,
sum
gjørdist næststørsta olju-
felagið í USA og nr. fimm
av heimsins størstu oljufe-
løgum eftir samanlegging-
ina av Chevron og Texaco í
fjør, hevur sett sær fyri at
brúka nógvar av sínum
leitimilliónum til at finna
olju og gass serstakliga
báðumegin miðlinjumarkið
millum Føroyar og Bret-
land.
Dave Lewis, leiðari í
leitibólkinum hjá felag-
num, sum arbeiðir á At-
lantsmótinum sigur við
Sosialin, at felagið ætlar
sær at brúka tey næstu 3 til
4 árini at halda fram við
leitingini eftir olju og gassi
á Atlantsmótinum, sum
røkkur úr Noregi fyri norð-
an og heilt suður til Írlands.
Økið í miðjuni, sum fevnir
um føroyska og bretska
landgrunnin, er tað, sum
felagið av álvara fer at
leggja seg eftir og verður
nú tosað um at bora ein
nýggjan brunn longu í
summar í bretskum øki fyri
norðan, heilt tætt upp at
føroyska markinum.
Texaco søkti um leiti-
loyvi í 1. føroyska leitium-
farinum men gjørdist ov
stutt. Tað hevur kortini ikki
gjørt, at samanlagda felagið
ChevronTexaco hevur vent
Føroyum bakið. Tvørtur-
ímóti hevur felagið valt
Atlantsmótið og herí eisini
Føroyaøkið at vera eitt av
sínum kjarnu leitiøkjum
næstu árini. Felagið heldur,
at tað framvegis eru góðir
møguleikar at gera olju- og
gassfund í hesum økinum,
her serstakliga framvið
markinum.
Hevði felagið ikki eydn-
una við sær í tí fyrstu før-
oysku runduni, so varð tað
meira heppið í 19. rundu á
bretskum øki og hevur nú
fýra loyvi beint uppat mið-
linjumarkinum við Føroyar.
(Sí ljósabrúnu teigarnar á
kortinum) Og gongur tað
sum ChevronTexaco vil og
ætlar, so verður ein sera
áhugaverdur brunnur bor-
aður í teiginum 213/ 26 &
27 í summar, tætt uppat
markinum.
Við í trimum útbjóð-
ingum á Atlantsmóti
Men umframt at vilja at
seta borin í nøkur av sínum
loyvum við markið í ár og
komandi árini, so ætlar
ChevronTexaco eisini at
vera við í teimum komandi
útbjóðingunum á Atlants-
mótinum, tvs. 2. rundu við
Føroyar,
22.
rundu
í
bretskum øki og tí 18.
norsku runduni. Hetta sigur
ikki so lítið um, hvussu
nógv fimt størsta oljufe-
lagið í heiminum trýr uppá
Atlantsmótið, nú onnur stór
oljufeløg hava valt at brúka
sínar leitipengar aðrastaðni
í heiminum.
Nú er tað so, at 2.
runda/útbjóðing í Føroyum
kemur um nærum somu tíð
sum tann 22. rundan í
bretskum øki, so Chev-
ronTexaco ætlar sær at vera
við í hesum báðum út-
bjóðingum, sum fara at
liggja báðumegin markið.
Hetta verður ma. gjørt við
grundarlagi í tí vitan, sum
felagið longu hevur um
økini við miðlinjuna. -So
vit hyggja at nýggjum
leitiøkjum, sum kunnu hava
synergiir til tey øki vit
longu hava í umráðinum
sigur Dave Lewis.
ChevronTexaco
hevur
við vitan síni frá bretskum
umráði longu peikað út
nøkur
øki
á
føroyska
landgrunninum tað ætlar at
bjóða uppá, tá latið verður
upp fyri 2. umfari í ár. Dave
Lewis sigur, at jarðfrøðin
kennir ikki politisk mørk,
og tí stuðla upplýsingar frá
kanningunum báðumegin
markið undir eina heildar-
mynd av økinum. -Tað er
altíð torført at býta jarð-
frøði millum lond, so vit
meta okkum hava eina
jarðfrøðiliga
stratetiska
støðu, sum í løtuni liggur í
bretskum øki og sum vit
vilja hava skal fevna um
føroyskt øki eisini.
Tað var við hesum í huga,
at felagið sendi eina um-
sókn inn til Føroya Jarð-
frøðissavn í sambandi við
nominatiónina til 2. útbjóð-
ingarumfar.
Dave Lewis sigur, at teir í
hesum sambandi hava valt
út nøkur áhugaverd øki á
føroyska landgrunninum,
sum hóska til teirra stra-
tegisku støðu í øllum
økinum í løtuni. Talan er
um teigar, sum liggja tætt
upp at økjum, sum longu
eru bjóðað út. -Vit hava
ikki nominerað blokkar,
sum liggja heilt uttanfyri
øki, sum longu eru bjóðað
út.
Lært nógv
Dave Lewis, sum sjálvur er
útbúgvin jarðfrøðingur, vís-
ir á, at nógvir brunnar eru
boraðir bæði í føroyskum
og bretskum øki seinastu
árini og hevur man lært
nógv av hesum, uttan mun
til um olja er funnin ella
ikki.
- Hvussu kunnu vit
byggja á hesar royndir og
vitan í eini 2. útbjóðing við
Føroyar er stóri spurning-
urin fyri okkum leggur
hann aftrat. Um man fer
longur norður og í ein út-
nyrðing, so koma vit til øki,
har basaltið ger tað torført
at síggja jarðfrøðina. So tú
mást arbeiða norður eftir
framvið miðlinjuni, har
einki ella avmarkað basalt
er til steðar.
Dave Lewis vísir á, at
teir turru brunnarnir bæði í
føroyskum og bretskum øki
hava ikki lopið ótta á
ChevronTexaco. – Tað hev-
ur víst seg, at øll feløg hava
lagt seg eftir somu leiti-
modellum (play/prospekt)
um somu tíð. Tað góða við
tí er, at tú fær ein sera
góðan databasa frá tí
arbeiði, sum verður gjørt.
Nú vóru vit ikki við í
brunnunum við Føroyar,
men vit hava havt møgu-
leikan at meta um tilfarið
frá trimum brunnum, sum
eru boraðir bretsku megin
markið í sokallaða Judd-
bassenginum.
ChervronTexaco boraði í
mars í fjør í teiginum
204/17 í bretskum øki og
heldur seg skilja jarðfrøð-
ina nógv betri út frá hesi
boringini. Tú mást saman-
bera tínar geofysisku kann-
ingar og jarðfrøðina og
skilja, hvat tú hevur gjørt
skeivt. Oftani stava mistøk-
ini
frá
jarðfrøðiligum
viðurskiftum, sum tú ikki
hevði roknað við. So tá
feløgini hava borað í einum
øki skilur tú eisini jarð-
frøðina nógv betri og
harvið kanst tú forútsiga
tingini nógv betri eina aðru
ferð.- hvat tú kanst finna.
Boringarnar hava prógvað,
at tað er ein virkin kol-
vetnisskipan í økinum. Tað
er bara eftir at finna fram til
prospektivu økini, sum
kunnu vera har. Vit hava
fingið nógva nýggja vitan
frá boringunum seinastu
árini, og tað hevur gjørt, at
vit enn eru áhugaðir í
økinum.
- Eru tit glaðir fyri, at tit
ikki fingu loyvi í 1. rundu,
nú einki er funnið enn?
- Tað vil eg ikki júst siga.
Tí hevur tú ikki havt bori-
loyvi í 1. rundu, so hevur tú
heldur ikki atgongd til
úrslitini á Føroyaøkinum.
Tú skal vanliga bora fyri at
kunna býta um upplýsingar
fyri harvið at gera tær eina
mynd av økinum. So um vit
koma inn aftur í Føroya-
økið, vilja vit vera eitt
sindur verri fyri enn tey
feløgini, sum longu hava
data frá økinum og tí skilja
tað betri.
- Kann tað henda, at tit
fara uppí okkurt av verandi
loyvum á Føroyaøkinum,
soleiðis at tit kunnu fáa lut
í tilfarinum frá boringun-
um?
- Tað er avgjørt ein
møguleiki. Vit hava hugt
gjølla at partnarum og
økjum, sum feløg standa
fyri men har tey enn ikki
hava borað. Vit hava so
eisini pliktað okkum at
bora í blokkum vestan fyri
Hetland. Dave Lewis sigur
víðari, at teir eru við at
byggja upp ein databasa
fyri hesi økini og halda, at
tað framhaldandi er pro-
spektivitetur í økinum, og
vóna at vera við í tveimum
brunnum, sum skulu borast
vestan fyri Hetland í ár.
ChevronTexaco boraði í
204/17 í fjør, beint hinu-
megin markið, har ENI
boraði á sínum føroyska
loyvi. Tann brunnurin var í
stóran mun sama slag av
leitimodelli,
sum
varð
borað í í fyrstu føroysku
útbjóðingini. Jarðfrøðin
var tann sama báðumegin
markið og málið var eisini í
stóran mun tað sama.
Møguleikar fyri
norðan
Dave Lewis sigur, at fara
vit longur norðureftir so er
tað meting teirra, at har eru
møguleikar at finna kol-
vetni. Hann sipar her til
loyvini hjá ChevronTexaco
beint við markið og á
bretskum øki, nevniliga
213, 26 & 27, har teir ætla
at bora í summar.
Í løtuni stendur Chev-
ronTexaco fyri 80% av
hesum loyvinum og OMV
fyri hinum 20%. Uppá
fyrispurning um teir veru-
liga fara undir at bora ein
so váðiligan brunn í einum
frontierøki við so stórum
Risastórt oljufelag trýr uppá Føroyaøkið
prosentparti sigur Dave
Lewis, at teir hava spurt seg
fyri hjá fleiri oljufeløgum,
um tey eru sinnað at vera
við í eini boring í teirra
loyvi og harvið átaka sær
ein part av váðanum. –Vit
eru í løtuni í samráðingun-
um við annað felag um at
minka um okkara part. Vit
gera hetta fyri at finna
nokk av kapitali til at bora í
summar. ChevronTexaco
hevur valt út eini 3 til 4
baseng kring heimin, har
vit vilja brúka kapital til
váðilig projekt. So heldur
enn at skula brúka 80% í
hesi eini boringini kundu
vit hugsað okkum, at tað
var onkur, sum tók á seg
eini 20 til 30%, so vit
kundu brúkt ein part av
okkara budgetti uppá okk-
urt annað projekt eisini,
soleiðis at man spjaðir
váðan.
Sum skilst eru samráð-
ingar við eitt ávíst felag,
sum hevur víst áhuga at
vera við og helst er talan
um eitt felag, sum er
rættiliga virkið á Føroya-
økinum. - Vit eru í løtuni í
samráðingum við felag um
at vera við í boringini í
loyvinum 213/26 & 27.
Væntandi verða hesar sam-
ráðingar lidnar seinast í
januar, og kunnu vit tá
vónandi kunngera, at vit
fara at bora í summar, um
vit also finna ein boripall.
Vit vita, at tað er eitt av-
markað tal av feløgum,
sum hava áhuga fyri At-
lantsmótinum. So tað eru
ikki nógv nýggj feløg út
yvir tey, sum longu eru í
økinum. Enn fær hann ikki
nevnt nøvn á feløgum ella
felagnum, sum kann hugs-
ast at fara uppí loyvini hjá
ChevronTexaco
framvið
markið.
Tað ljóðar, at Amerada
Hess leitar eftir einum
boripalli/skipi til at bora
vestan fyri Hetland. Dave
Lewis sigur seg vóna, at
West
Navigator
(West
Navion hevur broytt navn
til West Navigator) hjá
Smedvig verður tøkur at
bora við markið í summar.
Teir kenna ikki boriskránna
hjá skipinum, men felagið
hevur havt sera góðar
royndir við hesum bori-
skipinum.
Um so er at eitt av olju-
feløgunum, sum eru virkin
við Føroyar, fer saman við
ChevronTexaco at bora
brunnin hinumegin markið
kann hugsast, at hetta kann
fáa positiva og hepna
ávirkan á leitingina á før-
oyska landgrunninum eis-
ini. Hervið stendst ein
veksulvirkningur, sum ger,
at møguliga tvey stór olju-
feløg taka seg saman og t.d.
bjóða í 2. rundu við Før-
oyar.
Hvat viðvíkur ætlaðu
boringini í 213/ 26 & 27 í
summar,
so
er
Chev-
ronTexaco mest hugað fyri
at fáa eitt felag við í
arbeiðið, sum hevur eitt
tilknýti til leiting vestan
fyri Hetland og á Atlants-
mótinum og sum teir kunnu
hava eitt strategiskt sam-
starv við heldur enn at fáa
eitt felag uppí, sum bara vil
vera her í stytri tíðarskeið.
Nú ChevronTexaco ætlar
sær
at
bora
beint
hinumegin markið, so er
talan um eitt øki við lítlum
ella ongum basalti, og tí eru
teir førir fyri at síggja
prospekt við seismikki. Tá
farið verður inn á føroyskt
øki í eini komandi 2.
útbjóðing verður tað so
truplari orsakað av basalti.
Men
arbeitt
verður
framvegis við at menna
tøknina at síggja gjøgnum
basalt.
Eisini longur norðuri
Leitileiðarin hjá Chev-
ronTexaco dylur ikki fyri,
at teir í løtuni eisini leita
eftir feløgum, sum kunnu
hava eins áhuga fyri blokk-
unum, sum liggja eitt
sindur
longur
norðari
eisini. Tað er 213/ 5 og
214/1, tvs. heilt upp móti
62. breiddarstigi (sí kortið).
Hvørt av loyvunum hjá
felagnum framvið miðlinj-
uni hava prospektivitet,
men trupulleikin í einum
frontierøki er váðin, og í
blokkunum
longst
fyri
norðan
hevur
Chevron
Texaco heili 90%. Hesi
bæði loyvini liggja eitt
sindur einsamøll, og tí er
brúk fyri at fáa nøkur feløg
við. Lewis sigur, at teir
hava eitt gott prospekt, sum
teir kundu hugsað sær at
bora næstu árini. Eisini
her, í loyvinum 213/5 og
214/1 hava teir skrásett eitt
prospekt, sum er "drill-
ready", boriklárt og leita
teir eftir feløgum at vera
við har eisini. Men olju-
feløg síggja teir blokkarnar
eitt sindur fjarskotnar frá
teimum økjum, sum eru
betri kannað longur suðuri.
Tí verður tað neyvan til
nakra boring har í ár.
ChevronTexaco er eisini
partur í loyvinum 204/9 &
10 (sí kort), har Amerada
Hess er operatørur. Brunn-
urin Cambo varð boraður í
fjør og er eftir øllum at
døma eitt oljufund. Men
spurningurin er, um fundið
er lønandi. Tað hevur
ljóðað, at ætlanin er at bora
ein avmarkingarbrunn í
summar. Uppá fyrispurn-
ing, um tað kann vera ein
fyrimunur fyri eitt nú
ChevronTexaco, at West
Navigator fyrst varð leigað-
ur til at bora avmarkingar-
brunn á Cambofeltinum og
eftir tað flyta seg eitt sindur
longur norður at bora í
loyvinum, har Chevron
Texaco er operatørur sigur
Dave Lewis, at tað er ilt at
siga.
- Tað veldst sjálvandi um,
hvør er fyrstur at fáa fatur á
boriskipunum og hvussu
tað so passar inn í ætlaninar
hjá ymsu operatørunum. So
hetta eigur ikki at tengjast
saman. Um Amerada og
feløgini í Cambobrunnin-
um finna pengar til ein
avmarkingarbrunn, tá bud-
gettini verða løgd í januar,
so kunnu tey taka støðu til
at leiga eitt boriskip tá.
Dave Lewis dylur ikki
fyri, at øll positiv boriúrslit
á bretskum øki tætt upp at
miðljumarkinum til Før-
oyar kunnu fáa stóran týdn-
ing fyri Føroyaøkið, tí jarð-
frøðin fer tvørtur um
altjóða mørk.
ChevronTexaco hevur fleiri loyvi í bretskum øki tætt við markið. Í løtuni eru samráðingar við eitt av feløgunum á føroyaøkinum
at koma uppí eina boring (213/26 & 27), (sí píl) har mett verður, at góðir møguleikar eru at finna olju og gass. Ætlaninn er at
bora har í summar. Eisini roynir ChevronTexaco at fáa oljufeløg at taka part av váðanum í boring uppaftur longur norðuri við
markið, í loyvinum 213/5 & 214/1 (sí píl). ChevronTexaco hevur annars nomierað øki tað kundi hugsað sær at bora í í 2.
útbjóðing við Føroyar. Hesi øki liggja eisini tætt við markið
C
M
Y
K
21
20