fríggjadagur 9. januar 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 5 - 9. januar 2004
Nr. 5 - 9. januar 2004
23
Gott ár hjá partaeigarum
Árið í fjør royndist væl hjá teimum, sum eiga partabrøv
í feløgum, sum eru skrásett á virðisbrævamarknaðinum
í Keypmannahavn.
Københavns Fondsbørs sigur, at á nýggjárinum var
virðið á partabrøvunum, sum eru skrásett har, 720 milli-
ardir krónur. Fyri einum ári síðani var virðið 564 milli-
ardir krónur, so hetta árið er tað vaksið heilar 156 milli-
ardir krónur. Tað merkir, at partabrøvini á danska virðis-
brævamarknaðinum vuksu meiri í virði enn partabrøvini
í London og Rom og nakað tað sama sum partabrøvini á
marknaðinum í New York. Hinvegin var vøksturin størri
bæði í Stockholm og í Oslo.
Partabrøv í Danske Bank vórðu tey best umtóktu á
Københavns Fondsbørs í fjør. Síðani komu partabrøv í
A.P. Møller og heilivágfyritøkuni Novo Nordisk.
Handilin við partabrøvum í hesum trimum feløginum
svaraði til 44 prosent av øllum partabrævahandlinum á
Københavns Fondsbørs í fjør.
Røkke fær stóra rokning
Sambært norskum fjølmiðlum fer ES-nevndin seinni í
hesum mánaðinum at krevja, at norska fyritøkan Aker
Kværner skal endurrinda 860 milliónir norskar krónur,
sum fyritøkan hevur fingið í stuðuli til skipasmiðjuna,
sum felagið eigur í Týsklandi. Fyrr hevur ES sent norska
felagnum eitt tilsvarandi krav upp á 560 milliónir krón-
ur.
ES-nevndin hevur seinastu trý árini kannað viðurskift-
ini á skipasmiðjuni Warnow, sum Aker Kværner eigur.
Hetta arbeiðið er nú um at vera liðugt, og niðurstøðan er
sambært Aftenposten, at felagið skal rinda 860 milliónir
krónur aftur.
Kjell Inge Røkke eigur 49,9 prosent av Aker Kværner.
Í fjør hevði hann stórar gjaldføristrupulleikar, og Aften-
posten heldur, at kravið frá ES fer at gera tað trupult hjá
Røkke at fáa nakað vinningsbýti frá fyritøkuni í ár, sjálvt
um tað hevði komið honum sera væl við.
Vandamikið veðurlag
Verður ikki okkurt álvarssamt gjørt fyri at tálma tí so-
kallaða vakstrarhúsárininum, kann ein fjórðingur av øll-
um plantu- og djóralívi á landi útruddað innan 2050. Tað
merkir, at meiri enn ein millión plantu- og djórasløg
doyggja út.
Tað er tann dapra niðurstøðan í einari frágreiðing, sum
bretska tíðarritið Nature kunngjørdi í gjár. Sambært frá-
greiðingini liggur tann størsti vandin í vakstrarhúsgassi
frá ídnaðinum og bilunum, og tí er alneyðugt at menna
nýggja tøkni, sum kann tálma skeivu gongdini. Chris
Thomas, lívfrøðingur á lærda háskúlanum í Leeds, sigur
við BBC, at útlátið frá ídnaðinum og bilunum kann elva
til, at innan næsta aldarskiftið ferður hitin á Jørðini tann
mesti í fleiri milliónir ár.
Bretski veðurlagsserfrøðingurin John Lanchbery sigur
við BBC, at soleiðis sum útlitini nú eru, verður tað trup-
ult at forða fyri, at einstøk djóra- og plantusløg fara at
doyggja út. ST hevur fyrr sagt, at veðurlagsbroytingar-
nar hótta eisini fólk í milliardatali.
Gamal kavbátur ein hóttan
Bergens Tidende vil vera við, at ein týskur kavbátur, sum
varð søktur uttan fyri Fedje í Vesturnoregi, er ein um-
hvørvisbumba.
Sambært blaðnum hava kanningar víst, at seta nógv
kyksilvur er á botninum, har vrakið av kavbátinum ligg-
ur. Hetta hevur fingið fólk at halda, at týski kavbáturin
helst hevði kyksilvur umborð, tá hann varð søktur.
Skjalakanningar hava bent á, at kavbáturin hevði meiri
enn 1800 fløskur ella kassar við kyksilvuri. Vanliga vóru
36 kilo í hvørjum kassa, og eru hesi tølini røtt, hevði
»U864« ikki minni enn 66 tons av kyksilvuri umborð, tá
ein enskur oyðari søkti hann uttan fyri Fedje í februar í
1945.
Sjónbandsupptøkur av vrakinum hava víst, at tað er í
hampiliga góðum standi enn, men spurningurin er,
hvussu leingi tað fer at halda sær, skrivar Bergens Tid-
ende.
UTTAN ÚR HEIMI
Amerikanskir vápna-
eftirlitsmenn, sum
hava leitað eftir hóp-
oyðingarvápnum í
Irak, eru farnir heim-
aftur. Teir funnu
einki. Hópoyðingar-
vápnini vóru bara til
á pappírinum
VÁPNALEITING
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Í fleiri mánaðir hava ameri-
kanskir vápnaeftirlitsmenn
leitað í Irak eftir teimum
hópoyðingarvápnunum, sum
landið bleiv sagt at hava.
Men teir hava einki funnið.
Nú er komið fram, at 400
vápnaeftirlitsmenn
eru
farnir aftur til USA, og
sambært keldum hjá blað-
num The New York Times
ber tað boð um, at stjórnin í
Washington hevur slept
vónunum um at finna nøk-
ur slík vápn.
Júst vandin fyri teimum
iraksku
lívfrøðiligu
og
evnafrøðiligu vápnunum
var sambært Hvítu Hús-
unum meginorsøkin til at
fara í kríggj við Irak í mars
í fjør.
Alment siga myndugleik-
arnir, at teir leita framvegis.
Keldurnar hjá The New
York Times siga, at ameri-
kanarar og bretar hava lagt
hald á ein hóp av irakskum
skjølum,
sum
kanska
kunnu vísa, at Irak hevði
hópoyðingarvápn,
men
hesum ivast amerikanskir
politikarar í, skrivar blaðið.
Bara á pappírinum
Eitt annað amerikanskt
blað, The Washington Post,
skrivaði í gjár, at Irak bleiv
ongantíð ført fyri at gera
hópoyðingarvápn aftan á
Flógvakríggið í 1991.
– Rætt er tað, at Irak
hevði
loyniliga
vápna-
gransking, og at leiðararnir
droymdu um at gera hóp-
oyðingarvápn, men tað er
einki, sum bendir á, at
Washington og London
søgdu satt, tá teir vildu vera
við, at Irak hevði fjalt
gomul hópoyðingarvápn og
hevði ætlanir um at gera
nýggj, skrivaði blaðið. The
Washington Post vísir eis-
ini á, at sambært amerikan-
arum og bretum vóru irakar
í ferð við at gera eina langt-
berandi rakett, men heldur
ikki tað var rætt.
Leiðandi menn í fyrrver-
andi iraksku umsitingini
hava greitt frá, at tey umfat-
andi tiltøkini ímóti land-
inum gjørdu tað ómøguligt
at framleiða evnafrøðilig
og lívfrøðilig hópoyðingar-
vápn.
Niðurstøðan
hjá The
Washington Post er, at hóp-
oyðingarvápnini vóru bara
til á pappírinum hjá stjórn-
unum í USA og Bretlandi.
David Kay, sum hevur stað-
ið á odda fyri amerikonsku
vápnaeftirlitsmonnunum í
Irak, vil ikki siga nakað um
málið, men nakrir av monn-
um hansara siga við The
Washington Post, at tey
umrøddu hópoyðingarvápn-
ini eru neyvan at finna í
Irak.
Irak hevði eingi
hópoyðingarvápn
Tey iraksku hópoyðingarvápnini vóru bara til á pappírinum hjá Bush og Blair og stjórnum teirra, skrivar The Washington Post
Ein 57 ára gamal
maður er funnin á lívi
eftir at hava ligið 13
dagar undir húsa-
leivdunum í iranska
býnum Bam
JARÐSKJÁLVTI
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Maðurin varð funnin fyrra-
kvøldið, sigur almenna
iranska útvarpið. Tað vóru
bjargingarmenn, sum komu
fram á mannin, ið alt fyri
eitt varð fluttur á eitt
sjúkrahús.
Seinasta leygardag varð
ein 90 ára gomul kvinna
funnin í Bam. Tá søgdu
bjargingarlið, at tað var eitt
undur, at hon framvegis var
á lívi.
Iransku myndugleikarnir
siga, at jarðskjálvtin í Bam
kravdi
umleið
30.000
mannalív.
Lá 13 dagar undir
húsaleivdunum
Í heyst kom út blaðið,
Ættartræið, sum
felagið, Ættarbandið
gevur út. Formaður í
Ættarbandinum er
Maria Jacobsen, sum
eisini er formaður í
Fornminnisfelagnum
á Glyvrum
ÚTGÁVA
Anna Joensen
Praktiknæmingur
Ættartræið er eitt vakurt
blað við nógvum góðum og
gomlum myndum, sum
fleiri ikki hava verið á
prenti áður. Á forsíðuni er
mynd av grønum træi, sum
hóskar væl til navnið á
blaðnum, Ættartræið.
Í oddagreinini í blaðnum
verður sagt undir yvir-
skriftini, "Á gomlum gøt-
um…":
"Tosað hevur verið um at
fingið eitt blað út hesi
seinastu árini. Nú er blaðið
so her, og vóna vit, at fólk
fer at taka undir við útgáv-
uni.
Innihaldið er sum vera
man siðsøguligt, og vit
royna at traðka á gamlar
gøtur, so tær ikki skulu
grógva til.
Ein fittur partur av fólk-
inum hevur áhuga fyri
ættargransking, og kenna
vit okkum altíð væl stuðl-
að, tá ið vit hava okkurt til-
tak.
Seinasta tiltak hjá okkum
var norðuri á Viðareiði, har
Jógvan Joensen, bóndi á
Trøllanesi, helt ein sera
áhugaverdan fyrilestur um
ættarbond í Norðoyggjum.
Vit hava nógv at læra av
slíkum monnum, sum hava
goymt søguna so væl, at
teir uttan at blunka kunna
svara teimum spurningum,
sum vórðu settir. Tað var
ein sera góður fundur á
Viðareiði, og heilt fitt av
fólki var komið saman – og
blíðskapurin var óførur.
Hetta tiltak fer at eggja
okkum til at hava al-
mennar
fundir
aðra-
staðni í landinum".
Í nevndini í Ættarband-
inum sita: Maria Ja-
cobsen, formaður, Glyvr-
ar, Elin Midjord, næst-
formaður,
Tórshavn,
Katrin Mørkøre, kassa-
meistari,
Eiði,
Jóna
Lindenskov, skrivari, Tórs-
havn og Andras Joensen,
nevndarlimur, Tórshavn.
Tiltakslimir eru: Conny À.
Jacobsen, Tórshavn
og
Arnbjørn Jacobsen, Glyvr-
ar.
Granskoðari felagsins er
Kári Thorssteinson, Sølda-
fjørður.
Stuðlað útgávuni hevur
Mentunargrunnurin.
Snotuliga blaðið
Keraldið, sum Forn-
minnisfelagið á
Glyvrum gevur út,
kom út stutt fyri jól,
hesaferð í fleiri
eintøkum enn áður
ÚTGÁVA
Anna Joensen
praktiknæmingur
Stutt fyri jól kom blaðið,
Keraldið, sum Fornminnis-
felagið á Glyvrum gevur út.
Blaðið, sum hesaferð kom
út, er tað áttanda í røðini.
Keraldið hevur áður verið
prentað í 1000 eintøkum,
men blaðið hesaferð er
prentað í 1200 eintøkum.
Maria Jacobsen, sum er
formaður í Fornminnis-
felagnum á Glyvrum, sigur,
at blaðið verður selt í
bókabúðunum – í fyrsta
lagi í Eysturoynni, men
eisini í Havn og Klaksvík.
- Í Runavíkar kommunu
fer sølan eisini fram frá
hurð til hurð.
Hon sigur, at saman við
stuðlinum frá Mentunar-
grunninum, lýsingum og
sølu hongur Keraldið sam-
an fíggjarliga.
- Onkuntíð hevur verið
eitt ávíst avlop, sigur Maria
Jacobsen.
Í oddagreinini í seinasta
blaðnum, sigur hon undir
yvirskriftini,
"Forvitnis-
ligt":
"Nú aftur eitt ár er farið í
tíðarinnar hav, eru vit aftur
við einum nýggjum Ker-
aldi. Við tað, at tað jóla-
aftan í ár eru 130 ár liðin,
síðan fyrstu hjúnini settu
búgv í Rituvík, hava vit
eina grein um hesu røsku
fólk, sum brutu upp úr
nýggjum. Eisini eru greinar
um Ùtistovu og Háldanstoft
á Toftum og Byrgisættina í
Søldafirði. Hetta eru ættar-
søgur við nógvum nøvnum
og árstølum, men aðrar
greinar eru eisini, so sum
ein ferð við "Finsen" úr
Grønlandi, um rutukoyring
og sigling við Skálafjørðin,
um fjallgongu í Søldafirði
og um konur í Lamba um-
framt aðrar greinar. Vón-
andi fara fólk at ogna sær
blaðið og hugna við tí".
At enda takkar Maria
Jacobsen vegna Fornminn-
isfelagið øllum, sum hava
stuðlað blaðnum og ynskir
øllum eitt av Harranum
signað nýttár.
Í nevndini í Fornminnis-
felagnum á Glyvrum eru:
Maria
Jacobsen,
Karin
Kastalag, Jónsvein Knud-
sen, Janus Jensen, Hans
Jacob Lamhauge og Sámal
Petur í Grund.
Lagt blaðið til rættis
hava Maria Jacobsen og
Karin Kastalag.
Arnbjørn
Jacobsen
hevur sett Keraldið upp,
og prentað hevur Estra í
Gøtu.
Ættarbandið gevur út Ættartræið
Keraldið prentað í fleiri eintøkum
Forsíðan av blaðnum,
Ættartræið, er vøkur. Í
blaðnum eru nógvar
og góðar, gamlar
myndir
Soleiðis sær forsíðan á
Keraldinum, nr. 8 út.
Útgevari av blaðnum er
Fornminnisfelagið á
Glyvrum.
C
M
Y
K
23
22