fríggjadagur 9. januar 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 5 - 9. januar 2004
Nr. 5 - 9. januar 2004
25
VALGREINAR
Løgregla og dóms-
vald varðveitast
í verandi líki
Jan Poulsen
valevni Javnaðarfloksins
í Suðurstreymoy
Tá ført hevur verið fram
av fráfarandi samgongu,
at løgregla og dómsvald
skulu yvirtakast, og sagt
verður, at tað bert kemur
at kosta landskassanum
uml. 40 mió kr, er hettar
beinleiðis lygn.
Lønir til tey, sum ar-
beiða á hesum stovnum
liggur um 50 mió og har-
afturat koma útreiðslur
til útbúnaðin, so sum bil-
ar, motorsúkklur, hølir,
telduútbúnað,
klæðir,
skógvar o.a.
Eftir hesum at døma
dugir ein og hvør at
síggja, at tað verður nógv
dýrari at reka løgreglu og
dómsvald, enn fráfarandi
samgonga hevur ført
fram.
Hetta er bert eitt dømi
um, hvussu fráfarandi
samgonga hevur borið
seg at, tá teir hava skulað
fortalt Føroya fólki, hvat
tað kostar at yvirtaka.
Av lønunum sum eru
goldnar av danska stats-
kassanum, fer uml. helvt-
in í beinleiðis skatti niður
í lands- og kommunu-
kassan, meðan hin helvt-
in fer í umfar í landinum,
til keyp av mati, klæðum
og øðrum, og ger soleið-
is, at onnur eisini njóta
gott av hesum.
Harafturat skal eisini
hugsast um, at av keypta
útbúnaðinum fara 25 %
av fakturaprísinum bein-
leiðis í landskassan sum
mvg, tvs. rein inntøka.
Eisini skal hugsast um,
at viðlíkahald av bilum,
teldum o.ø. verður gjørt
her á landi, og skapar
arbeiði, og verður hetta
eisini goldið úr danska
statskassanum.
Afturat hesum fær løg-
reglan í Føroyum hjálp
frá løgregluni í Dan-
mark, tá t.d. álvarslig mál
eru sum skulu kannast.
Her verður hugsað um
tað serkønu hjálp, sum
vit ikki hava í Føroyum,
so sum serkøna tekniska
hjálp við eldsbrunar, tá
skotið verður við vápn-
um, líksýn o.a.
Tey seinastu dømini
um stór mál, har vit hava
fingið hjálp frá donsku
løgregluni,
eru
Poul
Watson og fótbóltslands-
dysturin móti Týsklandi.
Alt hetta kostar eina
rúgvu av pengum, sum
danski statskassin rindar,
og verður løgreglan yvir-
tikin, skulu vit sjálvi
rinda tað.
At útbúgva ein løg-
reglumann/kvinnu kostar
eina góða mió kr., og
harafturat
koma
so
viðlíkahaldsútbúgvingar,
víðariútbúgvingar
og
annað.
Tað kann eisini hugs-
ast, at tað kann verða ein
trupulleiki, at landsstýri/
løgting skal ráða yvir
løgregluni, av tí at sam-
felagið er so lítið.
Hvat um ein landsstýr-
ismaður/løgtingsmaður
verður tikin fyri eitthvørt
lógarbrot, kann hann so
ávirka gongdina í málin-
um? Eg spyrji, tí tað er
heilt víst vert at hugsa
um.
Nei, lat løgreglu og
dómsvald fáa frið í
verandi líki, soleiðis at
Føroya fólk kunnu vera
trygg við tað, sum tey
altíð hava verið.
Danska og harvið eis-
ini føroyska løgreglan er
sera høgt í metum alla-
staðni í verðini, har tey
eru oddamenn allastaðni
fyri alltjóða løgreglulið,
sum royna at halda skil á
í ymiskum londum. Tað
feskasta dømið er Irak,
har leiðarin av løgregluni
er danskari.
Útbúgvingin
hjá
donsku løgregluni verður
hildin at vera ein tann
allarbesta
løgregluút-
búgvingin í heiminum og
er rættartrygdin eisini
hareftir.
Við Javnaðarflokkin-
um í landsstýrinum tey
næstu 4 árini verður
løgregla og dómsvald
ikki yvirtikið, okkum
øllum til frama og trygg-
leika.
Far á val 20. januar og
set kross tín við ein
sterkan Javnaðarflokk.
Rani Nolsøe
valevni Tjóðveldisfloksins í
Norðoyggjum
Tá fólk úti í heimi síggja
føroyskar vørur, skal rein
og óspilt náttúra vera
fremsta
spjaldramerkið.
Føroyskar vørur skulu altíð
vera ímyndin uppá eina
reina og trygga framleiðslu.
Men tað krevur, at vit
beinanvegin koma úr tí
dvala, sum hevur eyðkent
politikkin á umhvørvis-
økinum, tí hetta øki hevur
ligið uttan nakra veruliga
politiska drívmegi alt ov
leingi.
Tjóðveldisflokurin fer at
arbeiða fyri, at komandi
løgting beinanvegin fer í
gongd við at fáa ein væl-
umhugsaðan og sterkan
umhvørvispolitikk settan í
verk.
Tað skal tryggja, at okk-
ara góða kappingarfortreyt
á altjóða marknaðinum
altíð verður ein framleiðsla
av fiskavørum í einum
reinum umhvørvi á havi og
á landi.
Tað verður eisini berandi
undir Føroyum sum fram-
tíðar ferðalandi, tí tað fer at
geva Føroyum eina týdn-
ingarmikla
virðing
og
áhuga millum lond.
Tí fer Tjóðveldisflokk-
urin at arbeiða fyri at
styrkja
umhvørvispoli-
tikkin á øllum økjum.
Vit vilja, at ætlanin fyri
útbygging av vatnorku hjá
SEV í Eysturoynni verður
endurskoðað.
At Agenda 21 skrivstova
beinanvegin verður sett á
stovn.
At privatir alternativir
orkuhættir fáa góðar møgu-
leikar.
Tjóðveldisflokkurin fer
eisini í Norðurlandaráðin-
um at skjóta upp, at vit fáa
ein norðurlendskan gransk-
ingarstovn fyri havum-
hvørvi og veðurlagsbroyt-
ingar settan á stovn í
Føroyum.
Veljið framtíðina - veljið
Tjóðvekdisflokkin.
Jón Ellendersen
valevni Sjálvstýrisfloksins
í Eysturoy
Hvør minnist ikki hugin til
arbeiði í 80unum, áðrenn
kreppan tók seg upp. Men
meginorsøkin til henda
arbeiðshug var, at skatta-
trýstið var so lágt, ja, lægri
enn í grannalondum okk-
ara.
Men ber tað til at fáa
skattatrýstið niðuraftur og
at vaksa um hugin til ar-
beiði, sum í hesum døgum
er á lágmarkinum vegna ov
stórt skattatrýst, ov nógv og
høg avgjøld og alt, alt ov
høgar prísir á øllum frá
mjólk til íbúðir og hús.
Saman við eini ratio-
nellari og yvirskotsgevandi
fiskivinnu, kann hetta virka
til, at búskapurin aftur fer
at blóma um ikki so langa
tíð?
Hondina á hjartað, JA!
Flestu flokkarnir hava
tosað um skattalætta upp-
undir valið, og summir
hava verið í so kreativir við
lyftunum. Lisbeth Petersen
segði úti á Læraraskúlanum
í gjárkvøldið, at loysning
hjá
Sambandsflokkinum
var "hemmelig", og tá val-
evni úr Javnaðarflokkinum
og Fólkaflokkinum verða
spurd, koma teir ikki við
nøkrum ítøkiligum um,
hvussu hetta skal loysast og
fíggjast.
Men sum eg fyrr havi
nevnt, so er ein sektorur,
sum heilt avgjørt kann
rationaliserast so gjøgnum-
grípandi, at stórar sparingar
kunnu gerast. Hesin sektor
er almannaverkið, sum tá
tað snýr seg um býti mill-
um umsiting og reellar
sosialar
veitingar,
sum
koma brúkarunum til góðar
stendur fyri hesum skelk-
andi tølum: 75 til 80% til
umsitingina og 20 til 25%
til brúkaran. (kanska tølini
eru lægri, men siga vit, at
býtið er 65 til 75% til um-
sitingina og 25 til 35%
tilbrúkaran, so er líka
galið).
Tað er eingin ivi um, at
her skal vendast á høvdið
so umsitingin maksimum
stendur fyri 30% av játt-
anunum, meðan tey 70%
koma brúkarunum, har í
millum Heimarøktini, til
góðar. Men enn havi eg ikki
hoyrt
nakrar
ítøkiligar
ætlanir um at fara undir at
kanna henda skeivleika og
taka fylgjurnar. Vituligt er,
at var hetta ein privat
fyritøka, so var øll leiðslan
koyrd til hús, tí einki virki
kann koyra við eini so
fíggjarliga krevjandi um-
siting.
Nakrar av orsøkunum til
henda skeivleika eru, sum
eg fyrr havi nevnt:
- ov mong lið eru um at
viðgera hvørt einkult mál
- ov langar og bureaukrat-
iskar mannagongdir, sum
krevja alt ov nógv fólk
- eingin miðfyrisiting er at
taka sær av málum, sum
fevna um fleiri ymsar
stovnar, og har ein tílik
møguliga er, virkar hon
illa
- tað eru ikki nóg greiðar
linjur um hvør hevur
avgerðarrættin í hvørum
- alt ov mong mál verða
viðgjørd av fólki, sum
ikki hevur nóg gott innlit
í fakliga partin av málin-
um
- landsstýrismaðurin hevur
blandað seg persónliga í
alt ov mong mál, hetta
hevur økt um arbeiðs-
byrðina og longt um við-
gerðartíðina
- persónlig
sjónarmið
verða alt ov ofta blandað
inn í málsviðgerðina
Eg havi sjálvandi eingi tøl
fyri, hvussu stórar sparing-
arnar kunnu vera, men
verða rationaliseringarnar
gjørdar, so loysa vit sam-
stundis vantandi játtan til
Heimarøktina,
vantandi
játtanir til Røktar- og
Ellisheim, og so kann
Ökisterapiin, jólatrøllið hjá
Páll á Reynatúgvu, fáast at
virka.
Fæst
Ökisterapiin
at
virka, so eru aftur sparingar
at heinta, tí við tað, at
fysio- og ergoterapeutar
koma afturat at viðgera
/afturvenja fók í egnum
heimi aftaná skaðar, skurð-
viðgerðir v.m., verður tørv-
urin á Heimarøkt minni, og
so er møguleikin hjá teim-
um eldri at verða verandi í
egnum heimi longdur við
fleiri árum.
Í sama viðfangi kann eg
nevna, at verður ein verulig
afturvenjingardepil
fyri
heilaskadd, bæði apopleksi-
rakt og fólk við ferðslu- og
fallskaðum settur í verk,
kann hetta spara samfelag-
num nógvar krónur. Hvørt
vunnið stig í afturvenjing-
ini er tað sama sum spardar
útreiðslur, tí brúkarin gerst
meiri sjálvbjargin. Og lat
meg beinavegin siga, at
afturvenjingardepilin, Páll
á Reynatúgvu setti á stovn í
Havn, als ikki røkkur hetta
endamál, tí starvsfólkið
hevur hvørki fakligar kvali-
fikatiónir so sum útbúgv-
ing ella royndir, og har eru
eingir nervanámsfrøðingar,
fysio- ella ergoterapeutar.
Nú nevndi eg fiskivinn-
una í byrjanini, men hetta
fari eg sjálvandi at lata
onnur, sum hava betri skil á
hesum, koma við loysnum
uppá. Men eitt uppskot havi
eg tó:
Hví framleiða føroyingar
ikki Sushi? Sushi er ráðir
fiska/ laksabitar, umvundir
við turkaðum tara, sum
gongur sum heitt breyð í
øllum størri býum í Evropu
og USA, og í Japan er hetta
ein av høvuðsrættunum. Vit
hava fiskin, vit hava virkini
og vit hava taran, og lítið
skal til av umlegging til
tess at fáa hesa vinnu at
virka.
Ein føroyingur hevur eitt
sushivirki í Danmørk, og
gongur hetta rættiliga gott,
og eingin ivi er um, at
eftirspurningurin á Sushi er
vaksandi so hvørt sum
hesin úrdráttur verður út-
breiddur, og tað verður
hann. Tað er m.a. "IN" at
eta Sushi, og so er tað sera
heilsugott.
Hetta var bert ein hug-
leiðing um øki, har tað ber
til at seta inn, og tað er
yvirhøvur eingin ivi um, at
verður
almannaverkið
rationaliserað, so sparir tað
samfelagnum hópin av
peningi. At tað so rúka
nøkur arbeiðspláss í hesum
høpi, má so vera, tí landið
kann ikki skapa arbeiðs-
pláss bert fyri at skapa tey.
Tað skal verða nytta og
produktivitetur í hvørjum
einasta almennum arbeiðs-
plássi. Tað almenna skal
ikki virka sum ein fjaldur
sosialur stuðulsveitari ella
arbeiðsloysisstuðul.
Men tað er eingin ivi um,
at verða rationalisering-
arnar framdar, so verður
brúk fyri fleiri fólki til
Ökisterapiina
og
eina
Heimarøkt, sum tá kann
effektiviserast, uttan at
hetta fer at senda útreiðsl-
urnar í veðrið.
Gott val.
X við D gevur Demokrati
Vit mugu tora at rationalisera
og hugsa øðrvísi
Verjið reina umhvørvið
VALGREINAR
Arbeiðarin
Dan R. Petersen
Valevni Javnaðarfloksins
í Eysturoy
Boðini frá sambandi og
fólkaflokki og tí borgar-
liga partinum av fak-
rørsluni eru greið: Tann,
íð hevur tað váta, tað
skitna og tað kalda ar-
beiði við tí lágu lønini og
bert við eini almennari
hungurspensión á gam-
alsaldri, skal duga sær
hógv, tá lønarsamráðing-
ar koma fyri aftur. Fólk
verða gjørd til skiftis-
avlop og undirskot.
Fyri meg er hetta ein
spurningur um moral og
anstendigheit. Vit hava
ein stóran og skjóttvaks-
andi akademiskan yvir-
klassa í Havn, har maður
og kona lættliga draga
fýra arbeiðaralønir í hús
hvønn mánað. Miðfyri-
sitingin er trýfaldað síð-
an fullveldisskútan tók
við í 1998. Hví fokuserar
ongin upp á hesi viður-
skiftir.
Og
stjóralønirnar?
Onkur kundi lættliga
skorið eina millión av
lønini. Tað hevði hjálpt
upp á ársroknskapin.
Men nei, flakakonan fær
ov nógv, verður sagt. Hví
tosar Vinnuhúsið ikki um
produktforedling
og
nicheproduktión. Hvussu
slepst undan millum-
handlarum av keikantin-
um til brúkarin í Týsk-
landi. Nær tosar vinnu-
húsið um útbúgvingar-
møguleikar og skeiðs-
virksemi hjá arbeiðs-
fólkinum? Torir Vinnu-
húsið at samanbera tey
sosialu viðurskiftini hjá
tí føroyska arbeiðaranum
við okkara grannalond.
Nei. Tøgn valdar um alt
uttan lønina.
Tað eru privat virkir-
gott nokk hava tey gjørt
seg leys av beinleiðis
fiskaarbeiði- har nógv
verður gjørt við trivnaðin
og tann sosiala partin av
arbeiðslívinum sum t.d.
útbúgving. Slík virkir
eiga við lóggávu at
stuðlast. Og tað vil
javnaðarflokkurin.
Skálafjørðurin
miðdepil
Sunleiv Højgaard
valevni Javnaðarfloksins
í Eysturoy
Samanbinding vildi gjørt
fjørðin enn meira dy-
namiskan.
Tankar
hava
verið
frammi um sambinding
av Skálafjørðinum. Fast
samband millum Strend-
ur og Saltnes. Ein framúr
góð ætlan, sum hevði
spart seg innaftur eftir
ikki so langari tíð.
Sum er, er virksemið
stórt um fjørðin, og vildi
ein samanbinding givið
fólkinum um fjørðin enn
størri møguleikar fyri
samstarvi, tað verið seg á
vinnuliga, mentunarliga
og ítróttarliga økinum.
Ein miðdepil, sum kundi
skapt enn betri karmar
fyri okkum, sum bú-
leikast um fjørðin.
Tá ið talan er um sam-
starv, liggja ikki so fáir
møguleikar í hesi ætlan,
og kundi samstarvið,
sum longu er millum
kommunurnar
fingið
heilt aðrar dimensiónir
sum frálíður. Eldri sum
yngri kundu fingið eitt
enn meir fjøltáttað til-
boð, og ungdómsarbeiðið
hevði við hesi farleið
kunna samskipast báðar
vegir.
Ein slíkur miðdepil
eigur at geva møguleikar
fyri fleiri nýskapandi
vinnum, har eisini ein
partur av landsumsiting-
ini átti at verið.
At tey sum vald verða,
eiga at hava hetta við í
skjáttuni, tá raðfestingar
á
samferðsluøkinum
verða gjørdar eftir valið,
má verða eitt krav higani.
Sverre Midjord
valevni Javnaðarfloksins í
Suðuroy
John Nielsen, valevni Mið-
floksins
vil
jarðleggja
arbeiðspláss á Tvøroyri.
Suðuroyingar! Tað verða
tit sum koma at avgera
hvussu leikur fer fram,
tykkara atkvøða verður
avgerandi um eitt skifti skal
fara fram í landsins stýri.
Og eitt skifti skal fara
fram. Her hjá okkum eru
tað nógvar familjur sum
liva av útróðri. Men hvat
hava hesar fingið at vita,
teirra inntøkutrygd skal
skerjast - henda trygdin,
sum varð løgd undir okkara
stýri í Tinganesi - henda
trygdin skal nú skerjast.
Uppskot er lagt fyri tingið
og tað verður framt um
henda samgonga fær loyvi
at halda fram.
Avgerðin er tín.
Eitt er greitt og tað er, at
inntøkutrygdin
hjá
út-
róðrarmonnum verður ikki
skerd um Javnaðarflokk-
urin fær dyggan stuðul.
Útróður er ein gamal
rættur, sum vit vilja varð-
veita og stuðla. Verður
trygdin skerd, so verður
útróðurin bert søga.
Tit avgera tykkara egnu
lagnu. Við at velja ein
sterkan Javnaðarflokk inn á
ting, verður inntøkutrygd
tykkara ikki skerd.
Tað, sum valevni Mið-
floksins boðar frá, eru
ófrættatíðindi fyri Suður-
oynna.
Javnaðarflokkurin fer at
loysa teir trupulleikar hes-
um viðvíkjandi.
Fyrst avtøku av inntøku
trygdini
hjá
útróðrar-
monnum og so jarðleggjan
av arbeiðsplássum, tað eru
teir kostir, sum samgongan
boðar frá.
Javnaðarflokkurin verjir
vunnin rættindi.
Sámal Petur í Grund
valevndi Sjálvstýris-
floksinsí Suðurstreymoy.
Er tað rætt, at jonglera við
almennum starvsflólki upp
undir val?
Almenni sektorurin er av
álvara drigin inn í valstríðið
hesaferð. Javnaðarflokk-
urin legði hart út, við at trí
aðalráð
skuldu
niður-
leggjast.
Stutt eftir hesa ramligu
fráboðan, boðaði flokkurin
tó frá, helst kroystur av
sínum egnu, at tað bert var
aðalstjórarnir sum skuldu
sigast úr starvi.
At aðalstjórarnir ikki
skuldu vænta sær annað
starv innan tað almenna,
framgekk av sparingini
sum stóðst av niðurløgdu
størvunum.
At ein flokkur hevur eina
meining um hvussu al-
menna fyrisitingin skal
skipast, er ikki annað enn
rímuligt. Men at ein flokk-
ur tilletur sær at jonglera
við almennum starvsfólki -
sum valagn, tað er ov langt
úti.
Hendan sparingin hjá
Javnaðarflokkinum kemur
helst at kennast ein stokk-
utur hiti, tá hon á ongan
hátt kemur í nærheitina av
at fíggja hini vallyfti flok-
sins.
Tað sum vit allarminst
hava brúk fyri, nú búskap-
arfrøðingar
og
fíggjar-
heimurin yvirhøvur, ávara
um ein støðg í búskapar-
vøkstrinum, er ótryggleiki í
fyrisitingini.
Tað kann ikki vera rætt í
hesum tíðum, at skjóta pílar
eftir teimum sum hóast alt
eru tey sum skulu standa
lið um lið við við teim
politikarum sum eftir valið
skulu stjórna landinum.
Sjálvstýrisflokkurin
hevur sett sær sum eitt mál,
at skapa tryggleika um
bæði vinnu og fyrisiting.
Marja Lamhauge
valevni Sambandfloksins í
Eysturoy
marja@post.olivant.fo
heima.olivant.fo/~marja
Vit ynskja øll at búgva í
einum vælferðarsamfelag.
Fyri at fáa eitt samfelag
at virka optimalt, mugu øll
hava tað gott.
• Vinnan má hava røttu
karmarnar at arbeiða
undir.
• Avkasti má verða so
mikið stórt, at vinnan
hevur ráð og møguleikar
at endurnýggja seg.
• Arbeiði skal vera tøkt til
allar vinnuførar hendur
soleiðis, at har hugur og
áræði er hjá fólki, ið vil
verða í vinnu, mugu
møguleikarnir ikki vera
skerdir.
• Børnini og tey ungu
skulu hava góð og mann-
sømilig kor at vaksa upp
undir.
• Tey gomlu, ið ynskja- og
ella hava tørv á at koma á
eitt
ellisheim
ella
sambýli,
skulu
hava
møguleika fyri tí.
Fyri at náa hesum máli
"vælferðarsamfelagið Før-
oyar", heita eg á tykkum
um at velja ein sterkan
sambandsflokk inn á ting
20 januar.
Gott val
Finnleif Guttesen
Valevni Sambandsfloksins í
Suðuroy
At leggja Smyril á Gomlu-
rætt, Sund ella Kollafjørð
blívur ikki góðtikið.
Tað er eitt rímiligt krav
frá øllum suðuroyingum, til
komandi samgongu, at
landið
átekur
sær
út-
reiðslurnar og syrgir fyri, at
Smyril fær eitt fast at-
løgupláss í Tórshavn, suð-
uroyingar kunnu ikki góð-
taka nakað annað.
Vit verja vunnin rættindi!
Almenni sektorurin
Vælferðarsamfelagið Føroyar
Smyril skal hava fast atløgupláss
í Tórshavn
C
M
Y
K
25
24