fríggjadagur 9. januar 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 5 - 9. januar 2004
Nr. 5 - 9. januar 2004
27
VALGREINAR
Íbúðarmøguleikarnir
hjá okkum ungu!
Kristoffur
Gaardlykke
Valevni Javnaðarfloksins
í Vágum
Vit hoyra ofta fólk siga,
at ung í Føroyum búgva
alt ov leingi heima hjá
foreldrunum, ikki eru
eins sjálvbjargin sum
ung aðrastaðni o.s.fr.
Hesum eri eg fullkomu-
liga ósamdur í! Eg eri
sannførdur um, at ungir
føroyingar standa minst
líka væl á egnum bein-
um, um ikki betur, enn
ung í øðrum londum.
Grundin til, at okkara
ungu hava so trupult við
at flyta heimanífrá er
uttan iva tann, at vit í dag
hava ein íbúðarmarknað,
har satt lógloysi og ræð-
andi órímiligir prísir
valda. Tey ungu hava
snøgt sagt nærum ongan
møguleika at leiga sær
eina íbúð at búgva í.
Ikki tí at tey ikki duga,
tora ella vilja standa á
egnum beinum - men av
tí sera einføldu orsøk, at
tey fíggjarliga ikki eru
før fyri tí!
Hetta er avgjørt nakað,
sum vit ungu, ið bjóða
okkum fram til løgtings-
valið, eiga at taka upp!
Eg vil við hesum lova, at
eg vil gera mítt ítasta til,
at ein íbúðarpolitikkur
verður orðaður, viðgjørd-
ur og settur í gildi! Har-
umframt vil eg eisini
virka fyri, at okkurt verð-
ur gjørt frá landsins síðu,
til tess at gera tað bíligari
og harvið møguligari hjá
okkum ungu at fara út at
leiga.
Hetta er gjørligt við
tínum stuðli á valinum
20. januar!
Vágafólk krevja frá-
greiðing um Vága-
tunnilin
Jóanis Nielsen
valevni Fólkafloksins í
Vágum
Beint undan jólahalguni
ber Dimmalætting boð
um,
at
Brunaumsjón
Landsins enn ikki hevur
góðkent Vágatunnilin.
Petur Lava Olsen sigur:
"Har skal gerast kempu-
arbeiði áðrenn hann fær
góðkenningar" Ímeðan
stjórin í P/f Vágatunl-
inum
Dávur
Reinert
Hansen sigur: "Tað er
ikki vist, at vit hava somu
sjónarmið, sum tey í
frágreiðingini frá Bruna-
umsjón Landsins"
Vágafólk og annars øll
tey, sum ferðast undir
Sundinum, eru sera ør-
kymlað av hesum út-
talilsi.
Vit krevja at bæði
Brunaumsjón Landsins
og P/f Vágatunnilin siga
okkum hvat liggur í
hesum úttalilsi.
Tá ið spurnartekin
verða sett vit trygdina, so
halda vit at minsta krav
er, at avvarandi mynd-
ugleikar geva okkum
eina góða frágreiðing
um, hvat liggur í hesum.
Mær rennur til hugs,
um illviljin ímóti hesum
projekti enn livir. Bruna-
umsjónarmaðurin var jú
ein av starvsfólkunum á
Landsverkfrøðingsskrivs
tovuni, sum við hond og
fót arbeiddu ímóti leist-
inum, sum tunnilin er
bygdur eftir. - Tí seti eg
mær spurningin, kann
tað vera so galið???
Eivinn Bringsberg
Valevni Miðfloksins í
Norðoyða valdømi
Nógvar annaleiðis áskoð-
anir um lívsvirðir og nógv
rák uttanífrá hevur hótt
samfelag okkara tey sein-
astu árini.
Hetta er kanska ein av-
leiðing av globalisering og
tí nútímans tøkni, sum ger,
at vit dagliga verða ávirka
av nærum øllum heiminum,
inni í okkara egnu heimum.
Familjan er ein grundar-
steinur
undir
samfelag
okkara og hevur verði fyri
mongum álopi tey seinastu
árini.
Her hugsi eg um tær
mongu skilsmissurnar, at
tað er nærum ótíðarhósk-
andi at fara í hjúnarlag
saman, børn verða fødd
uttanfyri tryggu rammarnar
í hjúnarbandinum og sum tí
ofta ikki hava bæði for-
eldrini at halla seg til.
Fólk av sama kyni halda
saman sexuelt og eru á tann
við at forkvakla tað, sum
skaparin gav boð um frá
byrjan av:
Sum mann og kvinnu
skapti hann okkum og í
orði Guds stendur:
Og Gud signaði tey. Gud
segði við tey: „Nørist,
vaksið í tali, fyllið jørðina
og gerið tykkum til harrar
hennara,
Familja er Guds fyri-
skipan og grundstøði undir
samfelagnum. Fara vit at
nema við og lóggeva fyri
ørðum áskoðanum, rotnar
samfelagið upp innanífrá.
Hetta merkir ikki at vit
skulu á nakran hátt síggja
niður á annarleiðis hugs-
andi, men við tolsemi royna
at venda gongdini inn á tað,
sum rætt er.
Tað var gleðiligt at hoyra
í sjónvarpinum herfyri at
allir flokkar á tingið siga
seg stuðla uppundir tað
kristnu lívsáskoðannina og
vilja verja tað ófødda barni.
Serliga tá vit kunnu
minnast á eina kanning,
sum Dimma gjørdi fyri
uml. einum ári síðan, sum
vísti at bara Miðflokkurin
hevði eina greiða støðu
hesum viðvíkjandi.
Tað sær tí út, at Mið-
flokkurin
hevur
drigið
hinar flokkarnar við sær
tann rætta vegin, soleiðis
sum verturin í sjónvarpin-
um hevði hug at fáa tað til.
Góðu veljarar í Føroyum,
Miðflokkurin hevur sett
sær fyri at verða ein rødd á
Føroya
løgtingið,
sum
minnir á at vit byggja okk-
ara samfelag á tey etisku
virðir sum standa í Orði
Guds.
Hetta vil ikki siga at vit
halda okkum verða einsa-
mallar um hesa uppgávu.
Men fyri okkum er hetta
eitt aðalmál
Miðflokkurin hevur eina
sera fjølbroytta stevnuskráð
sum umfatar øll týðandi
mál í landi okkara.
Tað verði seg fíggjarmál,
fiskivinnumál, almanna-
mál, tjóðarmál, vinnumál,
heilsumál o.a.
Henda skráð stendur
m.a.á heimasíðu floksins
www.midflokkurin.fo
<http://www.midflokkurin.
fo>
Við at velja Miðflokkin,
ert tú við til at seta ein
verjugarð runt okkara land
móti hugsjónum, sum eru
niðurbrótandi
fyri
tað
komandi ættarliði – børn
okkara.
Við at velja Miðflokkin,
ert tú við at seta fólk inn á
ting, sum vilja føra ein
skilagóðan politikk á oman
fyri nevndu økjum.
Harrans signing í nýggja
árinum, gott val
Niklái Petersen
løgtingsmaður, valevni
Tjóðveldisfloksins í
Norðurstreymoy
Útflutningsvirðið í okkara
høvuðsvinnu í 2003 bleiv
áleið 300 milliónir lakari
enn í 2002. Tá ið Føroyar
stórt sæð bara liva av tí,
sum kemur úr havinum, so
burdi
hendan
væntaða
niðurgongdin sjálvandi sett
ferð á orðaskiftið, um hvat
ið er til ráða at taka, so-
leiðis at sum mest fæst
burturúr tilfeinginum, ið nú
einaferð kemur inn um
lúnningina.
Sum støðan er í løtuni,
tykist tað sum um tann
politiska skipanin ongan
politikk hevur á økinum.
Tað rekur alt fyri vind og
vág, sveiggini á sølumarkn-
aðum avgera til eina og
hvørja tíð hvussu livistøðið
í landinum skal vera.
Gransking man í hesum
samanhangi vera eitt tað
fyrsta man hugsar um, tá
man veit, at ein nokk so
stórur partur av tilfeingin-
um verður tveittur í havið
aftur.
Tær almennu Føroyar
hava ongan granskingar-
politikk. Ein roynd var
gjørd í 2001, tá ið Tjóð-
veldisflokkurin ígjøgnum
landsstýrismannin í ment-
anarmálum fekk uppskotið
um Graskingargrunn Før-
oya samtykt á Føroya Løg-
tingi. Meiningin var frá
byrjan av, at hesin grunnur
skuldi vera samskiparin og
drívmegin undir allari al-
mennari
gransking
í
Føroyum. Men orsakað av
mótstøðu úr flestu øðrum
ráðum, gjørdist hendan
hugsan ikki til veruleika í
fyrstu atløgu, og gransk-
ingin liggur framvegis tað-
að sundur í almennu um-
sitingini, har ið ongin veit
frá øðrum at siga. Ístaðin
fyri eina granskingarum-
siting eru nú fleiri fylgi-
sveinar í skipanini, við
hvør sínari umsiting. Hetta
eigur at fáast í rætt lag,
samstundis
sum
meiri
figgjarlig ferð eigur at
verða sett á, soleiðis at
granskingin kann gerast eitt
íkast til okkara høvuðs-
vinnu.
Vit vita, at hjá grannun-
um fyri vestan Íslandi er
einasta væntaða búskapar-
liga ekspansiónin í fiski-
vinnuni tey komandi árini
úrslitið av gransking í
hvussuleiðis virðini av tí
sum í dag verður tveitt
burtur kann optimerast. Tað
sama er sjálvandi galdandi í
Føroyum. Tí má satsast á
g r a n s k i n g a r ø k i n u m .
Høvdavirkið í Leirvík er
ein sólskinssøga, sum vísir
hvussu lættliga úflutnings-
virðið í høvuðsvinnuni
kann økjast, um hugflog,
vilji, satsing og kapitalur
taka lógvatak saman.
Gransking er sjálvandi
ikki einasta svarið, men
hon kann flyta fjøll í
høvuðsvinnuni, um allir
partar seta seg niður og
royna at finna útvegir fyri
hvussu vit sleppa burturúr
traditionellu hagreiðingini
av okkara tilfeingi. Sum nú
í størri og størri mun snýr
seg um at bløðga, kryvja og
síðani at flyta rundan fisk
út av landinum. Føroyar eru
í vaksandi mun við at
menna seg til eina útróð-
rarstøð í norðurhøvum fyri
evropeiska marknaðin. Tað
hvørki er ella verður hald-
bart í longdini.
Tað eru uttan iva nógvar
góðar kreftir í Føroyum,
sum sita inni við góðum
hugskotum og ráðum um
hvussu vit loysa hesar
trupulleikar
og
skapa
møguleikar fyri eini menn-
ing innan granskingarøkið.
Tað er tó av stórum týdn-
ingi at traditionella vinnan
vinnur sum mest av pen-
ingi, annars verður trupult
at skipa eina vinnu oman
fyri høvuðsvinnuna, tá ið
allur hin váðafúsi kapital-
urin eftirhondini er at finna
ímillum teir, ið har virka.
Sjálvandi er útlendskur
kapitalur eisini ein møgu-
leiki, men higartil hevur
hann í stóran mun bara havt
áhuga í verandi vinnu í Før-
oyum, og tað í sær sjálvum
broytir einki, heldur ikki
fyritreytirnar fyri einum
sjálvberandi búskapi í land-
inum.
Onnur mál sum hava
áhuga í hesum sambandin-
um er sjálvandi góðska,
flutningsmøguleikar, bæði
sjó- & loftvegis, nýggjur
kapitalur, einskiljing av
almennum rakstrargørnum,
broytingar í lógini um
vinnuligan fiskiskap, so-
leiðis at sum mest av
nattúru tilfeinginum kemur
til høldar. Tjóðveldisflokk-
urin vil arbeiða fyri eini
menning innan gransk-
ingarøkið.
Gott val øll somul, setið
ein sterkan tjóðveldisflokk
á ting 20. januar.
Hvussu verða Framtíðar Føroyar??
Virðisøking í okkara høvuðsvinnu
VALGREINAR
Eina betri
miðfyrisiting
Rasmus Niclasen
Valevni Javnaðarfloksins
í Vágum
Hesi seinastu 6 árini hava
vit upplivað ein nærum
ótálmaðan
vøkstur
á
miðfyrisitingini. Tað man
kennast mangum fólka-
floksmanni
beiskur
smakkur í munninum, at
vit javnaðarmenn mugu
traðka til fyri at greiða
hesa fløkjuna.
Ikki tí, longu tá Nor-
mann Christensen kom
við sínum uppskoti um
endurskipan av miðfyri-
sitingini, rópti Javnað-
arflokkurin varskó. Her
hevur gingið sjón fyri
søgn. Tað tykist sum
miðfyrisitingin er upp-
bygd eftir tilvildarligum
telvingum fyri at fáa eina
politiskan kabal at ganga
upp.
Javnaðarflokkurin vil
hava eina betri miðfyri-
siting, sum hóskar til
føroysk viðurskifti og er
fyri fólkið.
Skipanin við teimum
níggju aðalráðunum, har
hvørt ráðið ber seg at
sum eitt sjálvstøðugt
landsstýri, skal broytast,
soleiðis at vit fáa eina
miðfyrisiting, sum virkar
sum ein samskipað eind.
Vit skjóta upp 6 aðal-
ráð, samansett av máls-
økjum, sum náttúrliga
hoyra til hvørt ráðið. Tey
skulu í samstarvi virka
við skipaðum felags-
funktiónum. Hetta kundi
verið innan lógardeild,
vekslara og móttøku, fyri
at nevna nøkur dømi.
Endamálið
er
ikki
minst at tryggja okkara
borgarum eina góða og
rættvísa tænastu, har ikki
er neyðugt at ganga frá
Peri til Pól, men fáa
avgreitt síni ørindi á ein-
um og sama stað.
Aftur í 80 árini???
Anfinn Olsen
Søldarfjørð
Valevni Tjóðveldis-
floksins í Eysturoy
Læs í bløðunum, eitt val-
evni
fyri
Sambands-
flokkin
skrivar
um
rækjuflotan.
Hann skrivar, at um
Sambandsflokkurin kem-
ur til ræði aftaná 20 jan,
so vilja teir gera alt fyri
at bjarga rækjuflotanum.
( studningur )
Eg skilji hann væl,at
hann er keddur um at tað
ikki gongur so væl hjá
rækjuflotanum,tað eri eg
eisini.
Men vit mugu fyri alt í
verðini
ikki
innføra
studningin aftur,tá fara
vit so rúkandi aftur í 80
árini, hvar í allar slangur
gingu niður í lands-
kassan.
Hetta er tað íð Sam-
bandsflokkurin vil.
Tað er júst hettar íð
Tjóðveldisflokkurin hev-
ur arbeitt við , nemliga at
vinnan skal klára seg
sjálv, uttan studning.
Lata vit fyrst einum
bólki, hvat so við tí
næsta? Og so fer alt á
glið aftur.
Hinvegin trúgvi eg
einki uppá, at vit missa
allan rækjuflotan og har-
við øll søgulig rættindi
allastaðni. Tíðin hjá okk-
um menniskjum er ein
sinuskurva, tað eru upp
og niðurgangstíðir; men
fyri tað um rækjuflotin
nú er í einum aldudali,
merkir tað ikki at hann
verður
verðandi
har
niðri, tað kemur vend í
aftur.
Okkurt skip missa vit;
men tey koma aftur.
Takkað verði einum
sterkum og føstum fíggj-
armálaráðharra í Tjóð-
veldisflokkinum, at vit
nú eiga nærum 2. milli-
ardir á bók.
Ágangurin at sleppa at
opna slúsurnar verður
øðiligur.
Ása Olsen
valevni Sjálvstýrisfloksins í
Suðurstreymoy
Nú valstrýðið er í hæddini
er ikki eiti á at síggja,
hvussu tinglimir brádliga
eru vaknaðir, tá tað snýr
seg um eldraøkið.
Hetta seinasta árið hevur
støðan verið framúr vána-
lig, og hava vit, sum ar-
beiða innan øki aftur og
aftur roynt at gjørt vart við
støðuna, bæði gjøgnum
fjølmiðlar og alla staðni har
vit kunnu, tó uttan úrslit.
Tað er ongin loyna, at nú
Heimahjálpin hevur 30 ár á
baki, er hendan skipan
nærum syndrað, men hvar
hava talsmenn og kvinnur
fyri hesi skipan verið?
Lættast er at senda
svartaper víðari til onnur, tó
skal ikki dyljast, at and-
støðan hevur verið líka
tigandi sum samgongan
viðv. eldraøkinum. Hettar
fær ein at spyrja, um ting-
fólk hava hildið seg havt
góða tíð, til at gera ein vørr
um hesi viðurskiftir, tá val
nærkaðist aftur, tó vóru tey
tikin á bóli hesuferð, tí at
val varð skrivað út í úrtíð,
so nú má okkurt gerðast.
At pengar mangla og fólk
liggja óhjálpin er onki nýtt.
Eisini teir nógv umrøddu
bíðlistarnir til heimahjálp
hava verið at finna alla-
staðni í landinum hettar
seinasta hálva árið, men
hvør hevur givið sær far um
tað?
At tað nú brádliga eru
økisskrivarar og onnur, ið
kunnu úttala seg í fjøl-
miðlunum um, at tey eru
troytt av støðuni, vísir, at
nógv vápn kunnu nýtast
fyri at fáa veljaran at hoppa
uppá vallyftir, ið bert galda
uppundir valið.
Tað er mín vón, at øll tey
gomlu og teirra avvarðandi
hugsa seg um, og spyrja seg
sjálvan hvat sitandi tingfólk
bæði í samgongu og and-
støðu hava gjørt fyri at
finna eina loysn á støðuni.
Minnist til øll vallyftini,
ið vóru givin til seinasta val
viðvíkjandi eldraøkinum.
At enda vil eg bert minna
á, at tað eru vit, ið arbeiða
innan øki, ið kenna veru-
liga tørvin, og tí kunnu
verða við til at loysa trupul-
leikarnar.
Bjarki Mohr
valevni hjá Javnaðar-
flokkinum í Suðurstreymi:
Er tað skilagott at yvirtaka
Fíggjareftirlitið, og hava vit
fíggjarligan førleika til at
varveita trygdina hjá tí
einstaka innskjótaranum ?
Eitt av teim yvirtøkumál-
um, ið undanfarna sam-
gonga hevur fyrireika, er
ein yvirtøka av Fíggjar-
eftirlitinum. Tað sigst, at
leisturin er klárur og at nú
væntar bert ein støðutakan.
Føroysku fíggjarstovn-
arnir eru undir eftirlitið av
danska fíggjareftirlitinum,
hvørs endamál er at hava
eyguni eftir fíggjarkerv-
inum, soleiðis at ymsu pen-
ingastovnarnir halda seg
innan lógarásettu karmar.
Ásetingarnar seta krøv til
peningastovnarnar um m.a.
soliditet (styrki) í mun til
útlán, upplýsingarskyldur,
gegni o.m.a., umframt at
eftirlitið eisini veitir ráð-
geving í samband við
lógarsmíð og lógarviðgerð.
Við allari viðring fyri tí
arbeiðið ið er gjørt, so
tykjist tað mær allíkavæl
undarligt, um eitt fátal av
føroyskum embætisfólkum
- eftir so stutta tíð - hava
megna at klárlagt eina
nøktandi yvirtøku av einum
so týdningarmiklum øki.
Fíggjareftirlitið er gamalt
og rótfest, við stórum
royndum. Hesar eru ikki
fyngnar til vega eftir stutta
tíð, og tær eru grundaðar á
eitt væl umhugsa lógar-
grundarlag, ið - bert part-
víst - er sett í gildi í Føroy-
um.
Spurningurin er eisini
um vit ikki hava ov fáar
peningastovnar í Føroyum,
til at varðveita ein nøktandi
kunnleika hjá teim í skulu
manna eitt tílíkt eftirlit. Og
hvussu megna vit at varð-
veita gegni.
Vit eiga at gera okkum
púra greitt, at yvirtaka vit
eftirlitið av fíggjarøkinum,
so vera vit óyva eisini at
stovnseta
ein
nøktandi
innskjótaratrygdargrunn,
og spurningurin er um vit
hava fíggjarliga orku til
endamálið. Seinasta boðið
eg hoyrdi um støddina á
einum føroyskum grunni
varð eitt stað millum 300
milliónir kr.
Men her liggur ein stórur
- og eftir mínum tykki -
óumhugsaður vandi. Skulu
vit stovnseta ein tílíkan
grunn, er neyðugt at hesin
megnar at tryggja inni-
standandi peningin hjá -
minst - øðrum av teim stóru
peningastovnunum. Tá tosa
við um eina upphædd, ið
liggur áleið 1,5 milliard kr.
Tað er so, at kemur ein av
teim stóru peningastovnun-
um í fíggjarligar trupul-
leikar, er ongin peninga-
stovnur í Føroyum at býta
vandan - ella eina møguliga
yvirtøku - við, og sam-
stundis økist trýsti á restina
av kervinum.
Verandi skipan á økinum
ber, ídag, ikki stórar út-
reiðslur við sær, og eiga vit
tí at umhugsa hesa støðuna
nágreiniliga, innan vit taka
onnur stig. Tað tænir ong-
um endamálið, bert at yvir-
taka tí vit í stoltleika vilja
hava egið eftirlit. Vit hava
eisini skyldu til at meta um
peningaliga førleikan hjá
landinum, og at tryggja
peningin hjá tí einstaka.
Hava allir sovið í tímanum?
Katrin Dahl Jakobsen
løgtingskvinna og valevni
Javnaðarfloksins í
Suðarstreymi
»Komið og stríðist um
framtíðina«, var ein av
yvirskriftunum í røðuni,
sum táverandi landsstýris-
maður í skúlamálum helt á
árliga aðalfundi Føroya
Lærarafelags í mai í fjør.
Og stríggið bleiv tað so
sanniliga! Men eitt stríð við
framtíðina heldur enn um
framtíðina. Neistin, sum
festi í tað heila, var árs-
verkið, sum varð trýst
ígjøgnum ímóti viljanum
hjá lærarunum og sum
eisini fall á frumatkvøðu.
At koma malandi við
nýggjari arbeiðstíðarskipan
í úrtíð, eftir at skúlarnir
hava skipað skúlaárið og
heldur ikki taka hædd fyri
broyttum fortreytum og
møguligum meirkostnað er
skilaleyst. Líka so skila-
leyst var tað, at skipanin fór
at virka fyri allar skúlar.
Tað hevði verið betri at
roynt hana á nøkrum fáum
skúlum fyrst - stórum,
meðalstórum og smáum.
Ein hóast alt hóvligari leið
at farið.
Vit eiga sum skjótast at
endurskoða ársverkið, sum
fór at virka 1. aug í fjør og
kanna eftir, um nýggja
skipanin hevur bøtt um
trivnaðin í fólkaskúlanum.
Ein trivnaðarkanning varð
gjørd í 2002 sum vísti, at
stórur partur av lærarum
kundu hugsað sær at søkt
annað starv. Hetta er so
mikið álvarsligt, at ikki ber
til at sita á boðunum. Javn-
aðarflokkurin hevur sum
eitt av fremstu málum at
virka fyri tí góða skúlanum,
sum skapar rúm fyri læring
fyri øll.Tað er einki minni
enn treytin fyri tí góða
samfelagnum. Tað er her
vit klekja teir veruligu spír-
arnar, og teir skulu vera
bæði sterkir og glaðir. Tað
gerst bara í góðum anda,
sum er merktur av virðing
fyri næmingum, lærarum
og foreldrum og har trivn-
aðurin blómar. Hesum vil
Javnaðarflokkurin veruliga
stríðast fyri.
Fólkaskúli, ársverk og trivnaður
Føroyskt Fíggjareftirlit og
Innskjótaratrygdargrunnur
C
M
Y
K
27
26