Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. januar 2004síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 5 - 9. januar 2004 29 29 C M Y K 28 Nr. 5 • fríggjadagur • 9. januar 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Føroyar taptu sum væntað greitt fyri Noreg, men eina góða løtu vóru okkara væl við í dystinum, og talan gjørdist ikki um avhølvingina, sum summi óttaðust HONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað var ongan tíð væntandi, at Føroyar skuldu skala Noreg stórvegis, tá liðini mikukvøldið leiktu fyrra undankappingardystin sínamillum. Sum tað hevur verið nevnt fleiri ferðir seinastu tíðina, so verður Noreg í løtuni roknað millum tey allarbestu í heiminum, og líka mikið, hvussu stór framstig landslið okkara kemur at gera í framtíðini, so verður tað neyvan nakra tíð soleiðis, at vit fara at lyfta okkum upp á tað støðið. Vóru við eina løtu Men tað var langt ífrá alla tíðina, at henda sannroynd- in var so øgiliga greið mikukvøldið. Serliga gekst okkara monnum væl fyrstu løtuna. Í verjupartinum megnaði liðið fyri tað nógva at taka nakað av ferðini av norska spælinum, og við gardara- høgu miðverjuni, sum Før- oyar kunnu stilla upp, gjør- dist tað tí hampuliga trupult hjá norsku favorittunum at koma til upplagdar skot- møguleikar hesa løtuna. Tað var tó einki at ivast í, at mótstøðan – nær tað skuldi vera – kundi seta meira ferð á, og tá hetta varð gjørt, tók skjótt at dragna millum liðinin. Eina einstaka ferð megnaðu okk- ara tó at svara aftur, tá norðmenninir eina løtu tóktist at ómaka sær ov lítið, og við tveimum skjót- álopum á rað eydnaðist okkara at javna til 7-7. Stuttligt at hoyra, hvussu norski frásøgumaðurin í sjónvarpinum tað ferðina skeldaði sínar egnu, og helt fyri, at tað var altso for galið, at teir soleiðis gjørdu tvey mistøk á rað í álops- partinum. Moralurin í topp Men frásøgumaðurin mundi tó skjótt blíðkast aftur. Eftir hetta var nevn- liga ikki stórvegis slingur í valsinum. Serliga í álops- partinum dugdu teir á reyða liðnum væl at taga føroysku verjuna sundur við kvikum spæli og brádligum skiftum í spælrætninginum. Og sum fráleið, so tóktist eisini greitt, at okkara møddust alt meira í skjóta norska spælinum. Ferðin á føroyska álopsspælinum varð til tíðir sett heilt niður á spáki-tempo, men tað viðvirkaði so til, at okkara hóast alt fingu nakað av luft, ein og mistøkini fækk- aðust í tali, tá hetta varð gjørt. At munurin so kortini vaks stútt gjøgnum størsta partin av seinna hálvleiki, var ikki annað enn vænt- andi, og tað skal so á ongan hátt lastast okkara monn- um. Teir stríddust allir sum ein allan dystin á tamb, og at tapa greitt fyri einum liði, sum er somikið nógv sterkari, verður ongan tíð nøkur skomm. Tvørtur ímóti høvdu flestu av okkara stóran heiður av dystinum, sum í øllum førum prógvaði, at moral- urin á liðnum er góður, hóast mótstøðan oftast fær uppgávuna at síggja heilt vónleysa út. Og at moralurin er góður, sást eisini aftur í, hvussu lítið liðið tóktist merkja til missin av Inga Olsen. Tað er neyvan ov nógv gjørt av, tá sagt verður, at hann er avgjørda snúningspunktið á liðnum, men hóast Halgir Dahl Olesen hevði púra nýggjan leiklut sum bæði spæl- og liðskipari, so megnaði liðið í stóran mun at kompensera fyri hendan missin. Men fyri tað skal sjálvandi vónast, at Ingi verður tøkur leygardagin. Verjan ikki nóg góð Hvussu tað so fer at tørna út, tá norðmenn vitja her leygardagin, er so ein onnur søga. Sjálvur segði norski landsliðsvenjarin eftir dyst- in, at hann sum so var nøgdur við álopspartin – tó at ferðin ikki var so stór – men at hann helt tað vera ov galið, at Føroyar fingu 24 mál. Hvørt tað so merkir, at norsku risarnir fara at leggja meira fyri leygardagin, ber illa til at vita, men hinvegin er okk- ara lið kanska eisini betri fyri til ta tíð, so vit fáa at síggja. Hevur tú áhuga í rútmu og fimleiki? Seinasta freist at melda seg til rútmukappingina, ið Havnar Fimleikafelag skipar fyri, er 17. januar FIMLEIKUR tíðindaskriv Øll úr 1. flokki og eldri kunnu luttaka - treytað av, at 4-5 luttakarar eru í liðin- um. Harafturat kunnu í mesta lagi 2 í liðinum verða við í stórkappingarfimleiki. Kappingin verður býtt í 4 bólkar: »1. til og við 2. flokkur«, »3. til og við 4. flokkur«, »5. til og við 6. flokkur« og »7. flokkur og eldri«. Eru luttakarar á sama liði í tveimum ymsum bólkum, t.d. soleiðis: Tvær ganga í 4. flokki og tríggjar ganga í 5. flokki skulu tær í bólk 3 (meðan lið har 5 gentur ganga í 4. flokki sjálvsagt fer í bólk 2). Luttakararnir kunnu væl luttaka í fleiri liðum. Liðini seta sjálv saman fimleikaseriu og skulu hava í huga, at dømt verður eftir: Kroppsburði, hvussu trygg- ar genturnar eru í venjing- unum, samsvar millum tón- leik og venjingar og hvussu genturnar fylgjast (gera í takt). Tónleikinum stendur lið- ið eisini til at finna - og eiga fimleikararnir at hava í huga, um tónleikurin hósk- ar til seriuna. Tilmeldingarseðlarnir skulu vera inni sum skjótast og kappingin verður sunnu- dagin 25. jan. 2004 í høllini á Stórheyggi. Kappingin byrjar kl. 14.00 við bólki 1. Fyrst við innleiðandi um- førum í øllum bólkum, síð- ani eini finalu í hvørjum bólki. Nr. 1, 2 og 3 í hvørjum bólki fáa heiðursmerki og heiðursprógv. Øll luttak- andi fáa heiðursbræv. Seinasta freist at melda til er leygardagin 17. jan. 2004. Til ber at geva fim- leikaleiðarum í Havnar Fimleikafelag tilmeldingar- seðilin, ella lata hann inn hóskvøldið 15. januar 2004 í høllini á Stórheyggi, mill- um kl. 18.00 og 19.00. Eis- ini kann hann sendast við telduposti til HF@email.fo. Reglurnar fyri innihaldi í seriunum standa í faldara, ið Havnar Fimleikafelag hevur latið gjørt. Eru spurningar til innihaldið/- kappingina, verður víst til: HF@email.fo Noreg-Føroyar 36-24 (16-11): Ikki tað ringasta Rútmukappingin 25. jan. 2004 Nýggi føroyski liðskiparin hevði eisini nýggjan leiklut á vøllinum, men hóast hetta, so komu bæði hann og liðfelagarnir bara heilt væl frá risauppgávuni í Noreg Leiðari til Frítíðarskúlan á Oyrarbakka Søkt verður eftir avloysara fyri leiðaran í barnsburð- arfarloyvi at byrja skjótast gjørligt. Á frítíðarskúlanum, sum er fyri børn í Norðskála- Oyrarskúla,1.,2.,og 3.flokki,eru 17 børn frá k.11.30 til kl. 17.00. Leiðarin ansar børnunum saman við einum hjálpar- fólki og fær umframt fyri hetta løn fyri leiðslu, 1/2 tíma pr. barn um vikuna. Starvstíðin er til 1. aug. 2004. Umsókn við prógvum og viðmælum skal vera Sunda kommunu í hendi seinast mánadagin 26. jan. 2004. Hava tygum spurningar, eru tygum vælkomin at ringja til kommunuskrivstovuna. Sunda Kommuna 460 Norðskála tlf. 422113 · fax 422575 Sundakom@post.olivant.fo Sosia urin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Ti tøk Sos alur n Lýsingar Bilar Veðr ð