Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juni 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. juni 2010 · Nr. 89 6 Sosialurin Randi Jacobsen Tað er framvegis ógreitt, um nakar møguleiki er fyri virk­ semi í vinnubygn­ing­inum, sum Lido í sínari tíð læt byggja í Skálavík. Skálavíkar komm­una helur fast við, at bygningurin bara skal brúk­ ast til til fiskavirking, men eig­ar­nir hava ella hava í hvussu er havt ætlanir um at brúka húsið sum sláturvirki. Hetta løgna málið var fyri í rættinum mánadagin, og rætt­arfundurin endaði við, at dóm­arin heitti inniliga á part­arnar um at royna semju. Freistin varð sett til 12. juli, og hava teir ikki til ta tíð gjørt semju, verður dómur sagd­ur. Søgan um bygningin er hendan: Upprunaliga stovnaði Linjohn Christiansen, sum sam­stundis var borgarstjóri, saman við øðrum fyri­tøk­ una Lido. Hetta var í kreppu­ árunum, og húsið varð bygt fyri ein stóran part við sjálv­ bodnari arbeiðsmegi. Komm­ unan átti grundina, og virkið hevði leigusáttmála við komm­ununa um undirlendið men rindaði onga leigu. Virkið kom ongantíð veru­ liga í gongd. Útnorðurgrunn­ urin kravdi so virkið selt á tvingsils­sølu, og tá fekk grunn­urin eitt bræv frá Skála­víkar kommunu, sum hevði slept treytini í leigu­ sátt­málanum um, at bygn­ ing­urin bert kundi hýsa fiska­virking. Skálavíkar kommuna visti ikki av fyrr enn aftaná, at Páll á Reynatúgvu sjálvur fjórði hevði keypt bygningin, og nýggju eigararnir gjørdu greitt, at teir høvdu ætlanir um annað virksemi enn fiska­virk­ing. Kommunustýrið í Skálavík segði leigusáttmálan upp og vendi aftur til treytina um, at virkið bara kundi brúkast til fiskavirking. Treytirnar Páll á Reynatúgvu og hinir eigararnir stevndu Skála­ víkar kommuna at viður­ kenna, at fiskavirking ikki er nøk­ur treyt. Sakførarin hjá nýggju eig­arunm helt í rættinum, at Skálavíkar kommuna ikki kundi sleppa tilsøgnini um at sleppa kravinum um fiska­ virking aftur. Hann helt alt málið snúgva seg bara um persónar, at nýggju eigarnir høvdu skeiv nøvn og sipaði her til, at skálvíkingar ikki vildu hava Páll á Reynatúgvu at koma til Skálavíkar at reka virksemi. Mótpartruin segði hin­ veg­in, at ein kommuna sjálv má hava rætt til at ráða fyri, hvat eitt virki á henn­ara grund tekst við. Linjohn Christiansen helt ikki skrivligu tilsøgnina frá komm­ununi um at sleppa kravinum um fisksa­virk­ing hava so stóran týding. Til­ søgn­ina hevði varaborgar­ stjórin givið einsamallur. Komm­unu­stýri var framvegis samt um, at bygningurin skal brúk­ast til fiskavirking. Dómarin helt hetta mál­ið vera trupult at loysa. Nú­ver­ andi eigararnir sleppa ikki at brúka húsið, tí komm­un­ an setir sum treyt, at hús­ið kann bara brúkast til fiska­ virking. Ein møguleiki er at taka hús­ið niður. Nú hava partarnir so nakr­ar vikur at umráða seg í. Páll á Reynatúgvu og tey hava ongar ætlanir um fiska­ virking. So antin slepp­ur Sjkála­víkar komm­una krav­ inum um, at húsið bara kann brúk­ast til fiska­fram­leiðslu. Ella verð­ur hús­ið tikið niður og flutt úr Skála­vík. randi@sosialurin.fo Náttarvakt til SMS Vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at ringja til Karis á tel 52 16 17 ella senda ein teldupost til karis@sms.fo Søkt verður eftir fólki M/K, til at arbeiða sum náttarvakt í SMS, aðru hvørja viku, at byrja skjótast tilber. Vit sóknast eftir einum ágrýtnum, fyrikomandi og dugnaligum fólki. Vit vænta av tær at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevni. Vit gleða okkum at hoyra frá tær... Dómarin legði upp til semju Eigaraviðurskifti Kommunustýrið í Skálavík heldur fast við, at vinnubygningurin, ið Lido átti, bara kann brúkast til fiskaframleiðslu. Eigararnir hava aðrar ætlanir. Roynið at semjast, segði dómarin, tá ið málið var fyri í rættinum mánadagin Páll á Reynatúgvu, fyrrverandi borgarstjóri á Sandi, ætlar saman við øðrum at fara undir virksemi í Skálavík, men kommunustýrið í Skálavík vil ikki hava tey at koma, uttan so at virksemið verður fiskavirking. Bygningurin varð áður brúktur til fiskavirking, men tað fekst ikki at bera til. Mynd: savnsmynd