mikudagur 2. juni 2010síða 7
‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 2. juni 2010 · Nr. 89
Sosialurin
Leo Poulsen
Hugskotið
hjá
Bjartmar
Alexandersson stavar í veru
leikanum frá Týsklandi.
– Eg havi røtur í Týsklandi,
og havi tí verið nógv har og
ferðast, og tað er stórur mun
ur á, hvussu nógv meiri týsk
arar eru tilvitaðir um um
hvørvið, enn tað eg kenni úr
Íslandi, sigur Bjartmar Alex
andersson.
Saman við einum felaga
setti hann tí á stovn Green
Future við tí endamáli, at
savna inn brúktar ellutir,
seta teir í stand og síðani at
selja teir aftur í menningar
londunum.
– Íslendsku fyritøkurnar
– og vanligi borgarin eisini
– tóku sera væl ímóti okkara
ætlan, og í Íslandi er tað
so, at tú skal gjalda fyri at
sleppa av við gomul eltól. Nú
kunnu fólk bara lata hesi tól
inn til okkum, vit umvæla
tey og selja tey so aftur í
menningarlondunum, sigur
Bjartmar Alexandersson.
ST metir, at millum 20 og
50 milliónir tons av elektron
iskum burturkasti verður
framleitt um árið, og sjálvt
um íslendski, føroyski, ja,
norðurlendski parturin er
ein dropi í havinum, so er
hetta kortini eitt fet rætta
vegin.
Í Føroyum eru higartil
Føroya
Tele,
Vodafone,
formula.fo, Nema, Expert og
Tryggingarfelagið
Føroyar
við í átakinum hjá Green
Future, men felagið vónar at
fáa fleiri føroyskar fyritøkur
við í átakið.
Á
tíðindafundinum
í
Klingruni hjá Føroya Tele í
gjár var eisini landsstýris
kvinnan í umhvørvismálum,
Annika Olsen, við, og hon
fegnast um hetta stigið, sum
Green Future hevur tikið.
– Hetta er eitt átak, sum
bæði er gott fyri umhvørv
ið og sum stuðlar undir og
hjálpir fólkinum í menning
arlondunum, sigur Annika
Olsen.
Eltólini eru fyrst og fremst
fartelefonir, farteldur, digital
myndatól, telduspøl, iPods og
líknandi.
leo@sosialurin.fo
Sp/F Grannskoðaravirkið INPACT | løggilt grannskoðaravirki | R.C. Effersøesgøta 26 | Tórshavn | Tlf. 31 47 00 | inpact@inpact.fo | www.inpact.fo
Sosialurin / KvR 34 18 00
Grannskoðaranæmingur
Grannskoðaravirkið INPACT sóknast eftir ungum fólki, ið
hevur hug og hegni at menna seg í grannskoðarayrkinum.
Grannskoðarin er fyrsti ráðgevi hjá nógvum
fyritøkum, og yrkið sum grannskoðari krev
ur tí førleikar at seta seg inn í tær av
bjóðingar, ið vinnufyritøkur koma út fyri. Til
hetta krevst royndir og útbúgvingar, og tað
er tí avgerandi fyri okkum at hava væl
útbúgvin starvsfólk. Vit nýta tí bæði tíð og
orku uppá at útbúgva okkara starvsfólk.
Fyri at menna og viðlíkahalda starvsfólka
hópin sóknast vit tí eftir næmingi at læra
seg grannskoðarayrki. Hetta fevnir partvís
um at luttaka í teimum arbeiðsuppgávum,
ið dagliga koma fyri her á skrivstovuni. At
byrja við sum atstøðari hjá royndum grann
skoðara og við hóskandi uppgávum ann
ars. Men so við og við verður tú før/ur fyri
at átaka tær størri uppgávur og eisini sjálv
støðuga ábyrgd. Fólk, ið koma í starv hjá
okkum fylgja eini útbúgvingarleið, sum ger
tey før fyri at arbeiða við eini breiðari viftu
av temum avbjóðingum, ið fyritøkur og
stovnar í almenna geiranum koma út fyri.
Umframt praktiska arbeiðið ímynda vit
okkum, at tú byrjar at lesa HD á Føroya
Handilsskúla í heyst. Lesnaðurin fer fram
eftir arbeiðstíð 2 kvøld um vikuna, umframt
í vikuskiftunum. Útbúgvingin tekur til
samans 4 ár, og er sett saman av 2 pørtum.
Fyrri partur tekur 2 ár og gevur eitt breitt
handilsligt støði. Annar partur er meiri
spesialiseraður, og har fert tú meiri í
dýpdina í roknskapi og grannskoðara
fakinum sum heild. Eftir 4 ára útbúgving
ert tú bachelor í búskapi og roknskapi.
Um tú hevur hug at halda fram við ástøði
ligari útbúgving kanst tú halda fram við
lesnaði á master stigi.
Cand. merc. aud. er ástøðiligi parturin av
útbúgvingini hjá einum statsautoriserað
um/løggildum grannskoðara. Útbúgvingin
fer fram við hægri lærustovn í Danmark og
kann takast sum sjálvlestur úr Føroyum.
Vit gjalda allar kostnaðir til útbúgvingina,
umframt at geva tær viðkomandi arbeiðs
uppgávur og frí til útbúgvingina, tá tað
krevst. Men útbúgvingin er krevjandi, og
tað er tú, sum førir hana út í lívið.
Tann vit sóknast eftir skal hava
persónligar eginleikar, so sum:
• sjálvstøðug/ ur
• hevur evni at menna teg við støðugt
meiri krevjandi arbeiðsuppgávum
• ábyrgdarkenslu
Fakligir førleikar:
• Miðnámsútbúgving, so sum HH,
student, HF ella annað, ið kann
javnmetast við hetta.
• Um tú væntar at taka prógv í summar,
er tú eisini væl komin at søkja.
• Dugir enskt í skrift og talu
• Góðan telduførleika
Um tú hevur hug at søkja og vilt vita meiri,
ella um okkurt ivamál er, er tú vælkomin at
seta teg í samband við Heina Thomsen,
statsaut. revisor tlf. 794707 ella Jógvan
Joensen, løggildur grannskoðari tlf. 794722.
Vit ætla, at tú byrjar á skrivstovuni hjá
okkum í seinasta lagi 1. september 2010.
Vit vilja tí fegin hava tína umsókn við
prógvum og CV innan 15. juni 2010.
Sp/f Grannskoðaravirkið INPACT
løggilt grannskoðaravirki
R.C. Effersøesgøta 26
Postbox 191
FO100 Tórshavn
Teldupostur: inpact@inpact.fo
Sp/f Grannskoðaravirkið
Eitt slag fyri umhvørvi og menning
ENDURNÝTSLA
Hóast íslendska
fyritøkan,
Green Future,
bert hevur átta
mánaðir á baki,
hava teir longu
stovnað deildir
í Grønlandi og
Føroyum, og
innan stutta tíð
eisini í Danmark,
Noregi og Svøríki
Við sær úr Íslandi hevði
Bjartmar Alexandersson
krukkur við øsku frá
Eyjafjallajøkli. Annika Olsen
landsstýriskvinna fekk eina
av hesum krukkunum.
Mynd: Álvur Haraldsen
GRØN FRAMTÍÐ