Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juni 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. juni 2010 · Nr. 89 8 Sosialurin Alt síðani Káin og Ábel gjørdust ósamdir, hevur tilveran verið ein dystur um vald og hvør skal varða av hvørjum. Serliga tá ið nýggir miðlar taka seg fram. Rópt verður varskó, tí onkur kennir seg hóttan og vil bjarga verðini frá undirgangi. Rópini eiga tey gomlu, undirgangin eiga tey ungu. Elsti miðil í landinum boðaði herfyri frá, at nú stongdu tey fyri nýggja sosiala samskiftismiðilinum Facebook, ið er næsti granni Googles. Veruleikin brýtur seg tó inn á heimliga miðilin, sum á egnari forsíða vil fortelja um ein Eivør-stalkara á Facebook. Samstundis frættist, at Afganistan hevur framt sama stongsil. Hálvhjartað verður latið upp aftur á Dimmu, men við einari moraliserandi ávar- ing, sum umvegis Kringvarpið verður løgd fyri óspilta føroyska brúkaran, serliga hinum unga, til áminningar. Spennandi at síggja hvussu miðlar fata seg sjálvar. Í hesi hending helt eg meg hoyra eitt ekkó úr eini gamlari lærubók og eini eins gamlari grammofonplátu. Í 1972 skrivaði bretski sosiologurin Stanley Cohen um Folk Devils And Moral Panics. Hann lýsir ræðsluna hjá teim vaksnu fyri ungum, sum eru nýggir brúkarar við nýggjum førleikum og tí ein hóttan mót teimum, ið bara duga gamla tøkni, sum er støðið undir hevdvunna valdinum. Eldrabylgjan kennir eina ung dóms hóttan og hevur tørv á at skapa fólksins devlar, sum Cohen sigur. Og so gongur moralski panikkurin í ring og verður til tað, sum danski ungdómsgranskarin Kirsten Drotner sigur vera rangan á upp lýsingartíðini og brúkar heitið miðlapanikkur, sum er ein kapping millum nýtt og gamalt, har serliga myndir eru vandamiklar, tí tær eru so kensluløddar og lata seg ikki stýra av rationellu øvrigheitini. Sama rundferð sæst og hoyrist í Quadrophenia, sum The Who góvu út í 1973. Tónleikaverkið er um bretskar mods og rokkarar, har sangurin, sum yvirskriftin er tikin úr, sigur ‘Your Axe Belongs To A Dying Nation’. At taka ungdómin í álvara eigur av natúrligum ávum at liggja miðlunum nær. Men eg síggi einki til hetta í gomlu bløðunum. Bara í Mess, Føroya fremsta ungdómsmiðili. Har slapp ein fólka- valdur, sum ein annar Bukowski, at fortelja um lukkuna við at loysa sær buksurnar, tá ein er úti í verð. Meir av hasum. Miðlar við óvæntaðum kanti, ið sker seg heilt inn á redaksjónsborðið. Í útvarpinum høvdu fólkini handan Fimtan tær Bestu eitt søguligt átak, tá tey leitaðu eftir bestu vertum til ta sendingina. Væl hevur hepnast, og leisturin millum ætlan, rødd, tøkni og lurt - ara er lagdur. Og so eru bara eftir at fínkemba allar hinar út varps - send ingarnar. Tó, eg skal ikki gloyma góðu prát send ing ina S, P ella K og so tann veruleika, at Dagur og Vika gjørdi eina ung dóms- merkta roynd við Skype til Bretlands undan val in um har. Men í aðrar mátar er eingin heild, skrá ella ætlan við víkj andi ungdómi og so slettis ikki viðvíkjandi nýggjum sam skiftismiðlum. Hyggið bara eftir hvussu seint heimasíðurnar hjá bløðunum verða dagførdar. Gamla pappírsavísin tykist verða vorðin mylnu- steinur hjá nýggju tøknini, sum hvønn dag bíðar eftir pappírs- deadline. Men Vágaportalurin, hann kann saktans. Hann hevur ikki pappírið sum mylnustein um hálsin. Hann er ein fríur fugl ur í cyberspace. Tí er hann altíð fyrstur. Kanska er hann fram- tíðar punkarin, ið hevur møtt afturlítandi gubbanum, sum í Quadrophenia. Miðlar Birgir Kruse birk@email.fo The Punk Meets The Godfather Kristian Dahl Í Nuuk búgva umleið 15.000 fólk. Á politistøðini í Nuuk eru 50 politistar, og er tað eitt sindur færri enn á politi støðini í Havn. At vera politistur í Grønlandi er heldur øðrvísi enn at arbeiða í Før oyum. Kriminaliteturin er størri og meira av fráboð­ anum eru um ófrið og brots­ gerðir av ymsum slag. Niðanfyri eru nøkur brot úr døgnrapportin hjá polit i støðini í Nuuk fyri eitt púra vanligt samdøgur ein gerandisdag, mikudagin 26. mai 2010 frá kl. 00.00 til kl. 24.00. Kl. 01.00: Ein kvinna verdur eftirlýst, tí hon ikki er sædd í fleiri dagar. Hon var farin í fjøllini at ganga, seinast hon var sædd. Seinni verður eftirlýsingin avblást, tí kvinn an var komin afturí aft ur í øllum góðum. Kl. 01.35: Ein ávirkað ung kvinna er farin umborð á eitt skip í havnini í Nuuk og hóttir við at leypa á sjógv. Hongur hálvavegna utt an ­ borða. Sløkkiliðið varð boð­ sent vid báti og frosk monn­ um. Kvinnan leyp í havið og varð av sløkkiliðnum tik in upp aftur og koyrd á sjúkra­ húsið. Fekk ikki mein av til­ burðinum. Kl. 06.16: Fráboðan um tveir illgrunasamar ungar menn, sum gingu vid 75 Coca­cola dósasodavatnum hjá sær. Menninir kundu/vildu ikki siga, hvaðani teir høvdu dósirnar. Hald lagt á soda­ vatninar fyri at kanna nærri, um talan var um stuld ur. Kl. 09.55: Brugsen (keyps­ samtøkan) fráboðar, at tey hava tikið ein 50 ára gamlan mann, sum hevur stolið tvær fløskur av reyðvíni. Politiið fór eftir manninum og koyrdi hann á politistøðina, har hann var skuldsettur fyri brot á kriminallógina. Hann fekk eina bót á staðnum. Kl. 10.40. Fráboðan frá einum manni um, at kona hansara var chikanerað av konu grann ans, sum hevði rópt ókvæm isorð og annað eftir konu fráboðarans. Politiið ger einki vid málið í fyrstu syftu. Fráboðarin verður bið in um at ringja aftur, um hetta heldur fram. Kl. 10.55: Kvinna fráboðar stuldur av myndatóli. Sonur hennara hevði havt vitjan, og tá gesturin var farin, var myndatólið burtur. Ill gruni um, at gesturin var gern­ ingsmaðurin. Málið verdur kannað. Kl. 11.00: Kvinna fráboðar frá sjúkrahúsinum, at hon er komin á sjúkrahúsið, tí hon hevur verið fyri harð skapi. Politiið fer til stað ið og staðfestir, at mað ur til kvinnuna er gern­ ings maðurin. Maðurin verður skuldsettur fyri harðskap. Kl. 13.30: Fráboðan um stuldur úr einari íbúð, har ymiskir lutir eru stolnir. Málið verður kannað. Kl. 13.30: Fráboðan um at innbrot farnu nátt er framt í einum verkstaði í býnum. Eitt vindeyga er brotið upp. Millum annað er stolið eina rúgvu av coca­cola soda­ vatnum. Verður sett í sam­ band við menninar, sum í morg un kl. 06.16 vóru tiknir við einari rúgvu av soda vatn­ um hjá sær. Kl. 15.36: Kvinna fráboðar, at hon í dag hongdi eitt ísbjarnaskinn út til út luft­ ningar uttan fyri bústaðin. Tá hon skuldi taka skinnið inn aftur, legði hon til merk­ is, at allar klørnar á skinn­ inum vóru skornar av og vóru burtur. Hon hevði ong­ an illgruna um, hvør gern­ ingsmaðurin kundi vera. Kl. 16.14: Kvinna fráboðar, at fartelefon hennara er stolin. Hon hevur illgruna til ávísan gerningsmann. Málið verður kannað. Kl. 17.14: Fráboðan um eina fulla kvinnu, sum er til ampa í býnum. Hon rópar og geylar og blakar við tómum fløskum. Politiið fór til staðið, men tá var kvinnan friðarlig og var ávegis avstað. Kl. 19.00: Fráboðan um at ein bilur koyrir ógvuliga skjótt í miðbýnum. Politiið fekk fat ur á føraranum, og hann fekk átalu fyri ófantaliga koyring. Kl. 19.30: Fráboðan um at onkur skjýtur við riflu á einum tanga á vestarumegin Nuuk. Politiið fór til staðið, har ein maður saman við konu og trimum børnum hugnaðu sær við báli og mat­ gerð. Maðurin hevði rifluna við og hevði skotið nøkur skot eftir nøkrum ísflakum á fjørðinum. Fekk átalu fyri at skjóta við riflu so nær íbúðarøki. Kl. 20.05: Kvinna fráboðar, at fyrrverandi maður hennara er komin inn á bústaðin hjá kvinnuni saman við vin­ fólki. Hon ynskir hjálp frá politinum til at fáa øll út úr húsunum, tí tey hava einki at gera har. Politiið fór á staðið og rak fólkini á dyr. Kl. 20.37: Fráboðan um at nøkur ungfólk royna at seta eld á eina bingju nærhendis bryggjarínum í Nuuk. Politiið koyrdi runt í økinum, men sóu einki óvanligt. Kl. 20.52: Maður fráboðar, at hann hevur hjálpt einum sera fullum manni, sum var dottin av einum beinki. Fulli maðurin kláraði seg næstan ikki sjálvur. Politiið tók mannin upp og koyrdi hann umborð á ein trolara í havnini í Nuuk, har maðurin var mynstraður. Kl. 21.02: Fráboðan um, at ein rútur júst var brotin í einum skúla. Politiið fór til staðið, har ein drongur var hittur. Hann játtaði at við óvart at hava sparkað ein bólt í rútin. Kl. 21.10: Ein bilur steðgaður, sum framvegis hevði píka­ dekk. Aftaná 1. mai er ikki loyvt at koyra vid píka dekk­ um í Grønlandi. Kl. 23.20: Fráboðan um húsa­ ófrið í einari íbúð. Politiið fór til staðið. Tað vísti seg, at fýra ávirkað konufólk vóru farin til hendurs, og tað gekk ikki stillisliga fyri seg. Ein teirra hevði fingið nakrar skeinur og fór á læknaklinikkina til viðgerðar. Kl. 23.40: Maður fráboðar, at ein kvinna er í ferð við at bróta ein rút í íbúðini hjá fráboðaranum. Politiið fór til staðið og vísti kvinnuni burtur. Rúturin var ikki brot­ in. Samanumtikið er hetta eitt vanligt samdøgur ein ger and­ isdag hjá politistøðini í Nuuk. Ongar álvarsligar fráboðanir, og verður samdøgrið mett at vera friðarligt. Ein vanligur dagur í Nuuk Grønland Kristian Dahl, sum vanliga er løgreglumaður í Havn, arbeiðir í løtuni sum løgreglumaður á politistøðini í Nuuk í Grønlandi. Hann lýsir her ein púra vanligan rbeiðsdag hjá politinum í Nuuk. Kristian Dahl, sum sæst til vinstru á myndini, arbeiðir nú eitt skifti á politistøðini í Nuuk