mikudagur 2. juni 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. juni 2010 · Nr. 89
8
Sosialurin
Alt síðani Káin og Ábel gjørdust ósamdir, hevur tilveran verið
ein dystur um vald og hvør skal varða av hvørjum. Serliga tá ið
nýggir miðlar taka seg fram. Rópt verður varskó, tí onkur kennir
seg hóttan og vil bjarga verðini frá undirgangi. Rópini eiga tey
gomlu, undirgangin eiga tey ungu.
Elsti miðil í landinum boðaði herfyri frá, at nú stongdu tey
fyri nýggja sosiala samskiftismiðilinum Facebook, ið er næsti
granni Googles.
Veruleikin brýtur seg tó inn á heimliga miðilin, sum á egnari
forsíða vil fortelja um ein Eivør-stalkara á Facebook. Samstundis
frættist, at Afganistan hevur framt sama stongsil. Hálvhjartað
verður latið upp aftur á Dimmu, men við einari moraliserandi ávar
ing, sum umvegis Kringvarpið verður løgd fyri óspilta føroyska
brúkaran, serliga hinum unga, til áminningar.
Spennandi at síggja hvussu miðlar fata seg sjálvar. Í hesi
hending helt eg meg hoyra eitt ekkó úr eini gamlari lærubók og
eini eins gamlari grammofonplátu.
Í 1972 skrivaði bretski sosiologurin Stanley Cohen um Folk
Devils And Moral Panics. Hann lýsir ræðsluna hjá teim vaksnu
fyri ungum, sum eru nýggir brúkarar við nýggjum førleikum
og tí ein hóttan mót teimum, ið bara duga gamla tøkni, sum
er støðið undir hevdvunna valdinum. Eldrabylgjan kennir eina
ungdómshóttan og hevur tørv á at skapa fólksins devlar, sum
Cohen sigur. Og so gongur moralski panikkurin í ring og verður
til tað, sum danski ungdómsgranskarin Kirsten Drotner sigur
vera rangan á upplýsingartíðini og brúkar heitið miðlapanikkur,
sum er ein kapping millum nýtt og gamalt, har serliga myndir
eru vandamiklar, tí tær eru so kensluløddar og lata seg ikki
stýra av rationellu øvrigheitini. Sama rundferð sæst og hoyrist í
Quadrophenia, sum The Who góvu út í 1973. Tónleikaverkið er
um bretskar mods og rokkarar, har sangurin, sum yvirskriftin er
tikin úr, sigur ‘Your Axe Belongs To A Dying Nation’.
At taka ungdómin í álvara eigur av natúrligum ávum at liggja
miðlunum nær. Men eg síggi einki til hetta í gomlu bløðunum.
Bara í Mess, Føroya fremsta ungdómsmiðili. Har slapp ein fólka
valdur, sum ein annar Bukowski, at fortelja um lukkuna við at
loysa sær buksurnar, tá ein er úti í verð. Meir av hasum. Miðlar við
óvæntaðum kanti, ið sker seg heilt inn á redaksjónsborðið.
Í útvarpinum høvdu fólkini handan Fimtan tær Bestu eitt
søguligt átak, tá tey leitaðu eftir bestu vertum til ta sendingina.
Væl hevur hepnast, og leisturin millum ætlan, rødd, tøkni og lurt
ara er lagdur. Og so eru bara eftir at fínkemba allar hinar útvarps
sendingarnar. Tó, eg skal ikki gloyma góðu prátsendingina S, P
ella K og so tann veruleika, at Dagur og Vika gjørdi eina ungdóms
merkta roynd við Skype til Bretlands undan valinum har. Men í
aðrar mátar er eingin heild, skrá ella ætlan viðvíkjandi ungdómi
og so slettis ikki viðvíkjandi nýggjum samskiftismiðlum.
Hyggið bara eftir hvussu seint heimasíðurnar hjá bløðunum
verða dagførdar. Gamla pappírsavísin tykist verða vorðin mylnu
steinur hjá nýggju tøknini, sum hvønn dag bíðar eftir pappírs-
deadline.
Men Vágaportalurin, hann kann saktans. Hann hevur ikki
pappírið sum mylnustein um hálsin. Hann er ein fríur fuglur í
cyberspace. Tí er hann altíð fyrstur. Kanska er hann fram
tíðar punkarin, ið hevur møtt afturlítandi gubbanum, sum í
Quadrophenia.
Miðlar
Birgir Kruse
birk@email.fo
The Punk Meets
The Godfather
Kristian Dahl
Í Nuuk búgva umleið 15.000
fólk. Á politistøðini í Nuuk
eru 50 politistar, og er tað
eitt sindur færri enn á
politistøðini í Havn. At vera
politistur í Grønlandi er
heldur øðrvísi enn at arbeiða
í Føroyum. Kriminaliteturin
er størri og meira av fráboð
anum eru um ófrið og brots
gerðir av ymsum slag.
Niðanfyri
eru
nøkur
brot úr døgnrapportin hjá
politistøðini í Nuuk fyri eitt
púra vanligt samdøgur ein
gerandisdag, mikudagin 26.
mai 2010 frá kl. 00.00 til kl.
24.00.
Kl. 01.00: Ein kvinna verdur
eftirlýst, tí hon ikki er sædd
í fleiri dagar. Hon var farin
í fjøllini at ganga, seinast
hon var sædd. Seinni verður
eftirlýsingin
avblást,
tí
kvinnan var komin afturí
aftur í øllum góðum.
Kl. 01.35: Ein ávirkað ung
kvinna er farin umborð á
eitt skip í havnini í Nuuk og
hóttir við at leypa á sjógv.
Hongur hálvavegna uttan
borða. Sløkkiliðið varð boð
sent vid báti og froskmonn
um. Kvinnan leyp í havið og
varð av sløkkiliðnum tikin
upp aftur og koyrd á sjúkra
húsið. Fekk ikki mein av til
burðinum.
Kl. 06.16: Fráboðan um tveir
illgrunasamar ungar menn,
sum gingu vid 75 Coca-cola
dósasodavatnum hjá sær.
Menninir kundu/vildu ikki
siga, hvaðani teir høvdu
dósirnar. Hald lagt á soda
vatninar fyri at kanna nærri,
um talan var um stuldur.
Kl. 09.55: Brugsen (keyps
samtøkan) fráboðar, at tey
hava tikið ein 50 ára gamlan
mann, sum hevur stolið tvær
fløskur av reyðvíni. Politiið
fór
eftir
manninum
og
koyrdi hann á politistøðina,
har hann var skuldsettur fyri
brot á kriminallógina. Hann
fekk eina bót á staðnum.
Kl. 10.40. Fráboðan frá einum
manni um, at kona hansara
var chikanerað av konu
grannans, sum hevði rópt
ókvæmisorð og annað eftir
konu fráboðarans. Politiið
ger einki vid málið í fyrstu
syftu.
Fráboðarin
verður
biðin um at ringja aftur, um
hetta heldur fram.
Kl. 10.55: Kvinna fráboðar
stuldur av myndatóli. Sonur
hennara hevði havt vitjan,
og tá gesturin var farin, var
myndatólið burtur. Illgruni
um, at gesturin var gern
ingsmaðurin. Málið verdur
kannað.
Kl. 11.00: Kvinna fráboðar
frá sjúkrahúsinum, at hon
er komin á sjúkrahúsið,
tí hon hevur verið fyri
harðskapi. Politiið fer til
staðið
og
staðfestir,
at
maður til kvinnuna er gern
ingsmaðurin. Maðurin verður
skuldsettur fyri harðskap.
Kl.
13.30:
Fráboðan
um
stuldur úr einari íbúð, har
ymiskir lutir eru stolnir.
Málið verður kannað.
Kl. 13.30: Fráboðan um at
innbrot farnu nátt er framt
í einum verkstaði í býnum.
Eitt vindeyga er brotið upp.
Millum annað er stolið eina
rúgvu av coca-cola soda
vatnum. Verður sett í sam
band við menninar, sum í
morgun kl. 06.16 vóru tiknir
við einari rúgvu av sodavatn
um hjá sær.
Kl. 15.36: Kvinna fráboðar,
at hon í dag hongdi eitt
ísbjarnaskinn út til útluft
ningar uttan fyri bústaðin.
Tá hon skuldi taka skinnið
inn aftur, legði hon til merk
is, at allar klørnar á skinn
inum vóru skornar av og
vóru burtur. Hon hevði ong
an illgruna um, hvør gern
ingsmaðurin kundi vera.
Kl. 16.14: Kvinna fráboðar, at
fartelefon hennara er stolin.
Hon hevur illgruna til ávísan
gerningsmann. Málið verður
kannað.
Kl. 17.14: Fráboðan um eina
fulla kvinnu, sum er til
ampa í býnum. Hon rópar og
geylar og blakar við tómum
fløskum. Politiið fór til staðið,
men tá var kvinnan friðarlig
og var ávegis avstað.
Kl. 19.00: Fráboðan um at ein
bilur koyrir ógvuliga skjótt
í miðbýnum. Politiið fekk
fatur á føraranum, og hann
fekk átalu fyri ófantaliga
koyring.
Kl. 19.30: Fráboðan um at
onkur skjýtur við riflu á
einum tanga á vestarumegin
Nuuk. Politiið fór til staðið,
har ein maður saman við
konu og trimum børnum
hugnaðu sær við báli og mat
gerð. Maðurin hevði rifluna
við og hevði skotið nøkur
skot eftir nøkrum ísflakum
á fjørðinum. Fekk átalu fyri
at skjóta við riflu so nær
íbúðarøki.
Kl. 20.05: Kvinna fráboðar, at
fyrrverandi maður hennara
er komin inn á bústaðin hjá
kvinnuni saman við vin
fólki. Hon ynskir hjálp frá
politinum til at fáa øll út úr
húsunum, tí tey hava einki at
gera har. Politiið fór á staðið
og rak fólkini á dyr.
Kl. 20.37: Fráboðan um at
nøkur ungfólk royna at seta
eld á eina bingju nærhendis
bryggjarínum í Nuuk. Politiið
koyrdi runt í økinum, men
sóu einki óvanligt.
Kl. 20.52: Maður fráboðar,
at hann hevur hjálpt einum
sera fullum manni, sum
var dottin av einum beinki.
Fulli maðurin kláraði seg
næstan ikki sjálvur. Politiið
tók mannin upp og koyrdi
hann umborð á ein trolara í
havnini í Nuuk, har maðurin
var mynstraður.
Kl. 21.02: Fráboðan um, at ein
rútur júst var brotin í einum
skúla. Politiið fór til staðið,
har ein drongur var hittur.
Hann játtaði at við óvart
at hava sparkað ein bólt í
rútin.
Kl. 21.10: Ein bilur steðgaður,
sum framvegis hevði píka
dekk. Aftaná 1. mai er ikki
loyvt at koyra vid píkadekk
um í Grønlandi.
Kl. 23.20: Fráboðan um húsa
ófrið í einari íbúð. Politiið fór
til staðið. Tað vísti seg, at fýra
ávirkað konufólk vóru farin
til hendurs, og tað gekk ikki
stillisliga fyri seg. Ein teirra
hevði fingið nakrar skeinur
og fór á læknaklinikkina til
viðgerðar.
Kl. 23.40: Maður fráboðar,
at ein kvinna er í ferð við
at bróta ein rút í íbúðini hjá
fráboðaranum. Politiið fór
til staðið og vísti kvinnuni
burtur. Rúturin var ikki brot
in.
Samanumtikið er hetta eitt
vanligt samdøgur ein gerand
isdag hjá politistøðini í Nuuk.
Ongar álvarsligar fráboðanir,
og verður samdøgrið mett at
vera friðarligt.
Ein vanligur
dagur í Nuuk
Grønland Kristian Dahl, sum vanliga er løgreglumaður í Havn,
arbeiðir í løtuni sum løgreglumaður á politistøðini í Nuuk í Grønlandi.
Hann lýsir her ein púra vanligan rbeiðsdag hjá politinum í Nuuk.
Kristian Dahl, sum sæst
til vinstru á myndini,
arbeiðir nú eitt skifti á
politistøðini í Nuuk