Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juni 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 2. juni 2010 · Nr. 89 Sosialurin Vilmund Jacobsen Havrannsóknarskipið hjá Havstovuni, Magnus Heina­ son, hevur í tíðarskeiðnum 19. mai til 2. juni í ár gjørt kann­ ingar, har uppgávan hevur verið at telja makrelegg – ella makrelrogn, sum vit eisini kunnu rópa tað. Viðhefta kort vísir kósina, sum skipið sigldi á hesum túri, har høvuðsdentur varð lagdur á kanningar í før­ oyskum sjógvi. Í stuttari frágreiðing, sum liggur á heimasíðuni hjá Hav stovuni, verður sagt, at makrelrogn á stigi 1, sum er daggomul rogn, eru funnin á flestu støðum á sigldu kósunum. Hesar fáu reglur um royndartúrin eru skrivaðar á sjálvum túrinum, men Havstovan fer sum vanligt er, tá slíkar royndir verða gjørdar, at koma við eini neyv ari frágreiðing um túrin. Størsta nøgdin av makrel­ rognum er fingin sunnan fyri Føroyar – og í føroyskum sjógvi. Kanningin er liður í fe­ lags kanningum, sum Føroyar gera saman við ES, Íslandi og Noregi. Tað er Høgni Debes, lív­ frøðingur á Havstovuni, sum hevur havt ábyrgd av hesum túri, sum varð liðugur 1. juni. Ikki óvæntað Tað eydnaðist tíverri ikki at hitta Høgna Debes áðrenn evsta mark hjá Sosialinum fyrrapartin, men í stuttari viðmerking sigur stjórin á Havstovuni, Eilif Gaard, at tað var ikki annað enn væntandi, at makrelrogn fóru at finnast í føroyskum sjógvi. – Hesar royndir verða gjørdar triðja hvørt ár, men tær eru ikki áður gjørdar í føroyskum sjógvi. Slíkar royndir hava eitt nú verið gjørdar sunnan fyri, men tá rannsóknarskipið er komið norður ímóti føroyska mark­ inum, eru royndirnar hildn­ ar uppat, sigur leiðarin á Havstovuni. Prógvið fyriliggur Eilif Gaard sigur, at tað kemur als ikki óvart á, at makrelrogn nú eru at finna í føroyskum sjógvi, hóast hetta er fyrstu ferð, at ein slík staðfesting er gjørt. – Skipini hava fingið kyns­ búnan makrel í føroyskum sjógvi í ár, og tí kemur tað als ikki óvart á, at fiskurin eisini gýtir í føroyskum sjógvi, sigur hann. Eilif Gaard, leiðari á Hav­ stovuni, sigur, at nú er so eisini staðfest, at makrelur gýtir í føroyskum sjógvi. vilmund@sosialurin.fo Føroyar eiga nú prógv MAKRELUR – Tað kemur als ikki óvart á, at makrelur gýtir hjá okkum. Skipini hava fingið kynsbúnan fisk í føroyskum sjógvi í vár, men nú hava vit so fingið prógvið um, at makrelur eisini gýtir hjá okkum, sigur Eilif Gaard, leiðari á Havstovuni Vilmund Jacobsen Beint áðrenn evsta mark hjá Sosialinum, fingu vit orð á Høgna Debes, lív frøð­ ing, sum stóð fyri makrel­ kanningunum, sum Magnus Heinason júst hevur gjørt. – Hesar dagarnar, kann­ ing in vardi, vóru vit um alt tað føroyska havøkið, og vit hava staðfest, at makrelur gýtir alla staðni kring um í føroyskum sjógvi – úr suðri, har gýtingin er størst og heilt norður á 63 stig. Høgni Debes sigur, at tað tó er ymiskt, hvussu nógv er gýtt á ymisku leiðunum kring um í føroyskum sjógvi. – Enn kunnu vit einki siga um, hvussu stórar nøgdirnar av gýtandi makreli eru hjá okkum í mun til, har høv­ uðsgýtingin fer fram vest­ an fyri Írland. Londini, sum eru við í hesi kanning, Før­ oyar, Ísland, Noreg og ES, gera øll sínar kanningar, og síðan verða úrslitini sam an borin. Tað fer helst at taka ein mánaða ella so, áðrenn vit kunnu gera nakrar samanberingar, og ikki fyrr enn til heystar, verða úrslitini endaliga við­ gjørd í eini nevnd í ICES, sum ger stovnsmetingar av uppisjóvarfiski. Høgni Debes vísir á, at kanningarnar av gýtandi makreli eru rættiliga um fat­ andi. Tær røkka heilt suður á leiðirnar við Portugál og vestur um Rock All grynnuna – ella so langt vestur, sum man framvegis finnur gýt­ andi makrel. – Vit staðfestu nógvan gýtandi makrel har suðuri í føroyskum sjógvi, men noyddust at gevast har suðuri, tí kanningin skuldi fevna um eitt rættiliga stórt øki í føroyskum sjógvi til­ samans. Prosentparturin Lívfrøðingurin sigur seg ivast í, hvussu stórur prosent­ parturin verður, sum gýtir í føroyskum sjógvi, tí tær stóru og gomlu gýtingarleiðirnar hjá makreli eru serliga vest­ anfyri Írland. – Hinvegin ivast vit onga løtu í, at makrelur hevur broytt sítt ferðingamynstur og í størri mun enn áður gýtir vestari og norðari, enn hann hevur gjørt. Høgni Debes sigur seg tó ikki duga at meta um, hvussu langt hetta kemur at røkka í prosentparti av gýtingini hjá makreli annars. – Men eitt er gýtingin. Annað er, hvar makrelur søkir føði, og tað eru so nógv viðurskifti, sum verða tikin við, tá metast skal um, hvørji rættindi eiga at hanga uppi í hesum, sigur Høgni Debes. Makrelur gýtir um alt føroyskt øki MAKRELUR – Vit hava staðfest, at makrelur gýtir um alt tað føroyska havøkið, men enn vita vit ikki, hvussu stórur prosentpartur av samlaðu gýtingini talan er um, sigur Høgni Debes, lívfrøðingur á Havstovuni Kortið vísir siglingarleiðina hjá Magnusi Heinasyni í byrjanini av túrinum. Daggomul rogn vórðu funnin kring um í føroyskum havøki – heilt úr suðri og norður á 63 stig Mynd: Havstovan – Skip hava fingið kynsbúnan makrel í føroyskum sjógvi í vár, og tí kemur tað als ikki óvart á, at fiskurin eisini gýtir her, sigur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni Mynd: Vilmund Jacobsen