mikudagur 2. juni 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. juni 2010 · Nr. 89
10
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Fyri góðari viku síðan slapp
Skótadepilin á Selatrað inn
í
sonevnda
pumpuhúsið
á gomlu smoltstøðini hjá
Bakka frosti á Selatrað.
Stóra ali- og framleiðslu-
felagið á Glyvrum hevur
fyri bils gjørt av at lata Skóta-
depilin brúka og innrætta seg
í tveimum av bygningunum
á smoltstøðini í bygdini, sum
hevur verið óvirkin seinastu
árini.
Stjórin
í
Bakkafrosti,
Reg in Jacobsen, segði við
Sosialin mánadagin, at nú
fáa partarnir at síggja, hvat
kann spyrjast burtur úr, at
Skótadepilin í fyrsta lagi
sleppur inn í tveir av hesum
bygningum hjá felagnum.
– Vit halda, at skótarnir
gera eitt ógvuliga gott og
sjálvboðið arbeiði, og hetta
vilja vit virðismeta við at lata
tey sleppa inn á smoltstøðina
at innrætta seg við nøkrum
av sínum aktivitetum, segði
Regin Jacobsen.
Stór hjálp
Magni Laksáfoss, sum er
skóta ovasti hjá KFUM-skót-
unum í Føroyum, fegnast
stór liga um stórsinni hjá
Bakkafrosti at lata Skóta-
deplinum hesar bygningar
til nýtslu.
Hann sigur, at tað er líka
nógv Regin Jacobsen sjálvur,
sum tey, ið standa aftanfyri
depilin, sum vístu á henda
møguleika.
– Eftir egnum ynski eru
vit fyribils sloppin inn í tað,
tey rópa pumpuhúsið, har
smoltstøðin hevði sítt reinsi-
verk. Bygningurin líkist ein-
um neysti. Her stóðu stórar
trumlur, sum eru tiknar út.
Hesin bygningur man vera
um hundrað fermetrar stórur,
og her fara vit at hava okkara
bátar, motorar, tangar, flakar,
bjargingarvestar, vátdraktir
og fiskireiðskap – ella alt,
sum hoyrir hesum partinum
av aktivitetunum til.
Magni sigur, at Skóta-
depilin eigur fýra 5-manna-
før, 23 tunnuflakar og 150
bjargingarvestar.
– Nú eiga vit eisini fýra
kanoir, 50 vátdraktir, fitjur
og kavaraútgerð annars.
Hann vísir á, at tað er
stórur munur á at skula fáa
alla hesa útgerð einar 200-
250 metrar oman og niðan
aftur til depilin – og so at
kunna brúka hetta húsið,
sum liggur bert einar 20
metrar frá sandinum.
– Hetta er ein veldugur
lætti, umframt alt tað pláss,
sum nú verður eftir við
depilin, leggur hann aftrat.
Magni sigur, at Skóta-
depilin hevur ikki kunnað
havt 5-mannaførini stand-
andi inni, og tað er ringt fyri
bátarnar at standa úti um
vetrarnar.
– Men allar hesar um støð-
ur verða nógv betri, nú vit
hava fingið hesa avtalu í lag
við Bakkafrost, sigur hann.
Alment tiltak
Magni Laksáfoss, skótaovasti,
sigur, at sjógvumhvørvið við
Selatrað er sera væl egnað
til aktivitetir sum hava við
sjógvin at gera.
– Her er deyðavatn, einki
rák, og lítil og eingin munur
er á flóð og fjøru. Tað einasta,
vit skulu ansa eftir, er lotið
og serliga, tá tað liggur út av
landi.
Hann vísir á, at Selatraður
í aðrar mátar er ein sonn
náttúruperla, sum liggur av-
síðis og er sera væl egnað til
ein slíkan depil.
– Stórur áhugi er at koma
til
Selatraðar,
og
longu
nú kunnu vit siga, at allur
mai, juni og juli mánaði eru
bookaðir til eitt nú skúlar og
barnagarðar, føroyingar og
útlendingar.
Hann sigur, at Skótadepilin
aftur í ár fer at bjóða øllum
Skótadepilin fær betri um
SELATRAÐ – Eftir egnum ynski eru vit fyribils
sloppin inn í tað, tey rópa pumpuhúsið. Bygningurin
líkist einum neysti. Her fara vit at hava okkara
bátar, motorar, tangar, flakar, bjargingarvestar,
vátdraktir og fiskireiðskap – ella alt, sum hoyrir
hesum partinum av aktivitetunum til. Tað er ein
veldugur lætti at sleppa undan at draga alla hesa
útgerð oman og niðan, sigur Magni Laksáfoss,
skótaovasti hjá KFUM-skótunum í Føroyum
– Hetta er ein veldugur lætti, umframt alt tað pláss, sum nú verður
eftir við depilin, sigur Magni Laksáfoss, skótaovasti hjá KFUM-
skótunum í Føroyum, sum her situr fremstur á myndini
Mynd: Birgir W. Høgnesen
SKÓTAR
... vit fara aftur í
heyst at bjóða øllum
føroyingum til Selatraðar
at royna ymisku
aktivitetirnar...
MAGNI LAKSÁFOSS