Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juni 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 2. juni 2010 · Nr. 89 Sosialurin Vilmund Jacobsen Havrannsóknarskipið hjá Havstovuni, Magnus Heina­ son, hevur í tíðarskeiðnum 19. mai til 2. juni í ár gjørt kann­ ingar, har uppgávan hevur verið at telja makrelegg – ella makrelrogn, sum vit eisini kunnu rópa tað. Viðhefta kort vísir kósina, sum skipið sigldi á hesum túri, har høvuðsdentur varð lagdur á kanningar í før­ oyskum sjógvi. Í stuttari frágreiðing, sum liggur á heimasíðuni hjá Hav­stovuni, verður sagt, at makrelrogn á stigi 1, sum er daggomul rogn, eru funnin á flestu støðum á sigldu kósunum. Hesar fáu reglur um royndartúrin eru skrivaðar á sjálvum túrinum, men Havstovan fer sum vanligt er, tá slíkar royndir verða gjørdar, at koma við eini neyv­ari frágreiðing um túrin. Størsta nøgdin av makrel­ rognum er fingin sunnan fyri Føroyar – og í føroyskum sjógvi. Kanningin er liður í fe­ lags­kanningum, sum Føroyar gera saman við ES, Íslandi og Noregi. Tað er Høgni Debes, lív­ frøðingur á Havstovuni, sum hevur havt ábyrgd av hesum túri, sum varð liðugur 1. juni. Ikki óvæntað Tað eydnaðist tíverri ikki at hitta Høgna Debes áðrenn evsta mark hjá Sosialinum fyrrapartin, men í stuttari viðmerking sigur stjórin á Havstovuni, Eilif Gaard, at tað var ikki annað enn væntandi, at makrelrogn fóru at finnast í føroyskum sjógvi. – Hesar royndir verða gjørdar triðja hvørt ár, men tær eru ikki áður gjørdar í føroyskum sjógvi. Slíkar royndir hava eitt nú verið gjørdar sunnan fyri, men tá rannsóknarskipið er komið norður ímóti føroyska mark­ inum, eru royndirnar hildn­ ar uppat, sigur leiðarin á Havstovuni. Prógvið fyriliggur Eilif Gaard sigur, at tað kemur als ikki óvart á, at makrelrogn nú eru at finna í føroyskum sjógvi, hóast hetta er fyrstu ferð, at ein slík staðfesting er gjørt. – Skipini hava fingið kyns­ búnan makrel í føroyskum sjógvi í ár, og tí kemur tað als ikki óvart á, at fiskurin eisini gýtir í føroyskum sjógvi, sigur hann. Eilif Gaard, leiðari á Hav­ stovuni, sigur, at nú er so eisini staðfest, at makrelur gýtir í føroyskum sjógvi. vilmund@sosialurin.fo Føroyar eiga nú prógv MAKRELUR – Tað kemur als ikki óvart á, at makrelur gýtir hjá okkum. Skipini hava fingið kynsbúnan fisk í føroyskum sjógvi í vár, men nú hava vit so fingið prógvið um, at makrelur eisini gýtir hjá okkum, sigur Eilif Gaard, leiðari á Havstovuni Vilmund Jacobsen Beint áðrenn evsta mark hjá Sosialinum, fingu vit orð á Høgna Debes, lív­frøð­ ing, sum stóð fyri makrel­ kanningunum, sum Magnus Heinason júst hevur gjørt. – Hesar dagarnar, kann­ ing­in vardi, vóru vit um alt tað føroyska havøkið, og vit hava staðfest, at makrelur gýtir alla staðni kring um í føroyskum sjógvi – úr suðri, har gýtingin er størst og heilt norður á 63 stig. Høgni Debes sigur, at tað tó er ymiskt, hvussu nógv er gýtt á ymisku leiðunum kring um í føroyskum sjógvi. – Enn kunnu vit einki siga um, hvussu stórar nøgdirnar av gýtandi makreli eru hjá okkum í mun til, har høv­ uðsgýtingin fer fram vest­ an­fyri Írland. Londini, sum eru við í hesi kanning, Før­ oyar, Ísland, Noreg og ES, gera øll sínar kanningar, og síðan verða úrslitini sam­an­borin. Tað fer helst at taka ein mánaða ella so, áðrenn vit kunnu gera nakrar samanberingar, og ikki fyrr enn til heystar, verða úrslitini endaliga við­ gjørd í eini nevnd í ICES, sum ger stovnsmetingar av uppisjóvarfiski. Høgni Debes vísir á, at kanningarnar av gýtandi makreli eru rættiliga um­fat­ andi. Tær røkka heilt suður á leiðirnar við Portugál og vestur um Rock All grynnuna – ella so langt vestur, sum man framvegis finnur gýt­ andi makrel. – Vit staðfestu nógvan gýtandi makrel har suðuri í føroyskum sjógvi, men noyddust at gevast har suðuri, tí kanningin skuldi fevna um eitt rættiliga stórt øki í føroyskum sjógvi til­ samans. Prosentparturin Lívfrøðingurin sigur seg ivast í, hvussu stórur prosent­ parturin verður, sum gýtir í føroyskum sjógvi, tí tær stóru og gomlu gýtingarleiðirnar hjá makreli eru serliga vest­ anfyri Írland. – Hinvegin ivast vit onga løtu í, at makrelur hevur broytt sítt ferðingamynstur og í størri mun enn áður gýtir vestari og norðari, enn hann hevur gjørt. Høgni Debes sigur seg tó ikki duga at meta um, hvussu langt hetta kemur at røkka í prosentparti av gýtingini hjá makreli annars. – Men eitt er gýtingin. Annað er, hvar makrelur søkir føði, og tað eru so nógv viðurskifti, sum verða tikin við, tá metast skal um, hvørji rættindi eiga at hanga uppi í hesum, sigur Høgni Debes. Makrelur gýtir um alt føroyskt øki MAKRELUR – Vit hava staðfest, at makrelur gýtir um alt tað føroyska havøkið, men enn vita vit ikki, hvussu stórur prosentpartur av samlaðu gýtingini talan er um, sigur Høgni Debes, lívfrøðingur á Havstovuni Kortið vísir siglingarleiðina hjá Magnusi Heinasyni í byrjanini av túrinum. Daggomul rogn vórðu funnin kring um í føroyskum havøki – heilt úr suðri og norður á 63 stig Mynd: Havstovan – Skip hava fingið kynsbúnan makrel í føroyskum sjógvi í vár, og tí kemur tað als ikki óvart á, at fiskurin eisini gýtir her, sigur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni Mynd: Vilmund Jacobsen