Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-02, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juni 2010síða 35

‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Mikudagur 2. juni 2010 · Nr. 89 Sosialurin Góður handilsskapur og gott vinalag kann væl fylgjast. Tað er tætta sam­bandi millum danska dekk­seljaran og før­ oyska dekk­keyparan eitt gott dømi um. Tað byrjaði fyri 30 árum síðani, í 1980, tá ið dekk­ selj­arin Carl Ole Olofsen kom til Føroya at selja dekk fyri stóra amerikanska dekk­fram­ leiðaran Goodyear. Tá hevði P/F Vilhelm Nielsen - ið seldi GM bilar og hevði bilasølu og verkstað, har sum Smyril- Line heldur til í dag - umboðið fyri Goodyear í Føroyum. Dekkseljaranum dámdi væl í Føroyum og hevur verið javnan her síðan tá. Carl Ole Olofsen bjóðaði Sámali Bláhamar og Super Dekk Service at selja Good­ year dekk, men tá seldi fyri­ tøkan longu Michelin dekk. Tá kundi tú ikki um­boða og selja fleiri sløg av dekkum, tí fekk Essan við Peturi Jacobsen í Søldarfirði um­boð fyri Goodyear-dekk­ini. Seinni fekk Super Dekk umboð fyri Goodyear. Tá Super Dekk skifti til First Stop, tók Bridgestone yvir sum dekkveitari. Tá var Carl Ole byrjaður at selja Bridgestone dekk, so góða sambandi og samstarvið helt fram. Eftir 33 góð ár í yrkinum takkar Carl Ole Olofsen nú fyri seg. Í hesum sam­ bandi hevur First Stop í Føroyum eina móttøku, har fyritøkan bjóðar familju, vinum, kenningum og við­ skiftafólki til okkurt leski­ ligt fríggjadagin 4. juni 2010 kl. 15-18. "Samstundis er møguleiki at heilsa upp á nýggja sølustjóran Torben Nielsen, sum vit síggja fram til at samstarva við komandi árini", sigur Fríðrikur Blá­ hamar, stjóri í First Stop. Handilsskapur og vinalag Nøvn Carl Ole Olofsen Gullbrúdleyp Mikudagin 2. juni hava hjúnini Hildigunn og Mortan Johannesen verið gift í 50 ár. Tey eru burturstødd gullbrúdleypsdagin. Merkisdagar Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda umsorgan og samkenslu, tá okkara høgt elskaði maður, pápi, verpápi og kæri abbi okkara Jonhard Egholm fór heim til Harran og varð jarðaður. Tøkk til øll ið ringdu og komu inn á gólvið. Tøkk til starvsfólk á B.6 á landssjúkrahúsinum, fyri hjálp og umsorgan. Tøkk til sjúkrasystrarnar fyri hjálp í heiminum. Tøkk til Una Næs, fyri troystarrík orð á B.6 á landssjúkrahúsinum. Tøkk til Annu Hansen, fyri troystarrík orð í kapellinum Tøkk til Jógvan Fríðriksson fyri góð og troystarrík orð og vakra talu í kirkjuni. Tøkk til Esther Jenny við familju, fyri stóra hjálp í heiminum. Tøkk fyri blómur og kransar. Tøkk til Gravarhjálp. Tøkk til øll sum á ymskan hátt hjálptu til við ervinum. Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu honum til hansara síðsta hvíldarstað. Familjunnar vegna Jonna, Eyðgerð, John Birgir, Anja, Leivur, Beinir og Karl Jóhan. Glaður eg hjá Jesus bíði, fylgi Honum til hin dag, tá tit innar til Hann stíga, og vit samlast øll har ein dag. Tøkk Hjartans tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt sýndu okkum samkenslu og hjálpsemi, tá ið kæri maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi Jákup Emil Olsen andaðist og varð jarðaður. Eisini ein tøkk til starvsfólkini á Norðoyar Røktarheimi, ið vóru um hann hesi seinastu árini. Familjunnar vegna Dana, Edvard, Kristoffur, Jóan Petur og Leif 60 ára føðingardagur Mikudagin 4. august verður Heiðveig Tindskarð, Tórshavn, 60 ár. Føðingardagurin verður hildin í Róðrarneystinum á Argjum leygardagin 17. juli kl. 18. Tey ið vilja gleða Heiðveig við at koma í føðingardag, verða vinarliga biðin um, at siga frá innan 20. juni á tlf.: 317326/264030 (Heiðveig), 277556 (Barbara), 227796 (Yvonna). 85 ára føðingardagur Mikudagin 2. juni verður Ásla Dam, Tórshavn 85 ár. Dagurin verður hildin á Hotel Føroyum, og eru tey, sum ynskja at heilsa uppá Áslu, vælkomin millum kl. 15.30 og 18. Gullbrúdleyp Mánadagin 12. juli hava Poula og Kári Hamm er, Vágur, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í sam­ komuhúsinum Bethel sama dag kl. 18. Tey, ið ynskja at gleða brúðarparið við at koma til veitsluna, verða vinarliga biðin um at siga frá innan 28. juni á tlf. 225896 (Kári), 261620 (Majken) ella við at senda ein t-post til gullbrudleyp@gmail.com. Andlát Okkara høgt elskaða mamma, omma, langomma og verðmamma Maria Miné, Hoyvík, andaðist mánadagin 90 ára gomul. Jarðarferðin verður úr kirkjugarðskapellinum fríggjadagin 4 juni kl 13. tey, ið vilja minnast Mariu við blómum ella kransi, kunnu í staðin senda Zarepta eina gávu. Konta í peningastovnunum. Familjunnar vegna Jean, Sonie og Jeannine