mikudagur 2. juni 2010síða 35
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Mikudagur 2. juni 2010 · Nr. 89
Sosialurin
Góður handilsskapur og gott
vinalag kann væl fylgjast. Tað
er tætta sambandi millum
danska dekkseljaran og før
oyska dekkkeyparan eitt gott
dømi um. Tað byrjaði fyri 30
árum síðani, í 1980, tá ið dekk
seljarin Carl Ole Olofsen kom
til Føroya at selja dekk fyri
stóra amerikanska dekkfram
leiðaran Goodyear. Tá hevði
P/F Vilhelm Nielsen ið seldi
GM bilar og hevði bilasølu
og verkstað, har sum Smyril
Line heldur til í dag umboðið
fyri Goodyear í Føroyum.
Dekkseljaranum dámdi væl
í Føroyum og hevur verið
javnan her síðan tá.
Carl Ole Olofsen bjóðaði
Sámali Bláhamar og Super
Dekk Service at selja Good
year dekk, men tá seldi fyri
tøkan longu Michelin dekk.
Tá kundi tú ikki umboða og
selja fleiri sløg av dekkum,
tí fekk Essan við Peturi
Jacobsen í Søldarfirði umboð
fyri Goodyeardekkini. Seinni
fekk Super Dekk umboð fyri
Goodyear.
Tá Super Dekk skifti til
First Stop, tók Bridgestone
yvir sum dekkveitari. Tá var
Carl Ole byrjaður at selja
Bridgestone dekk, so góða
sambandi og samstarvið helt
fram.
Eftir 33 góð ár í yrkinum
takkar Carl Ole Olofsen
nú fyri seg. Í hesum sam
bandi hevur First Stop í
Føroyum eina móttøku, har
fyritøkan
bjóðar
familju,
vinum, kenningum og við
skiftafólki til okkurt leski
ligt fríggjadagin 4. juni 2010
kl. 1518. "Samstundis er
møguleiki at heilsa upp á
nýggja sølustjóran Torben
Nielsen, sum vit síggja fram
til at samstarva við komandi
árini", sigur Fríðrikur Blá
hamar, stjóri í First Stop.
Handilsskapur og vinalag
Nøvn
Carl Ole Olofsen
Gullbrúdleyp
Mikudagin 2. juni hava
hjúnini Hildigunn og
Mortan Johannesen
verið gift í 50 ár. Tey
eru burturstødd
gullbrúdleypsdagin.
Merkisdagar
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda umsorgan og
samkenslu, tá okkara høgt elskaði maður, pápi,
verpápi og kæri abbi okkara
Jonhard Egholm
fór heim til Harran og varð jarðaður.
Tøkk til øll ið ringdu og komu inn á gólvið.
Tøkk til starvsfólk á B.6 á landssjúkrahúsinum,
fyri hjálp og umsorgan.
Tøkk til sjúkrasystrarnar fyri hjálp í heiminum.
Tøkk til Una Næs, fyri troystarrík orð
á B.6 á landssjúkrahúsinum.
Tøkk til Annu Hansen, fyri troystarrík
orð í kapellinum
Tøkk til Jógvan Fríðriksson fyri góð og
troystarrík orð og vakra talu í kirkjuni.
Tøkk til Esther Jenny við familju,
fyri stóra hjálp í heiminum.
Tøkk fyri blómur og kransar.
Tøkk til Gravarhjálp.
Tøkk til øll sum á ymskan hátt
hjálptu til við ervinum.
Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu
honum til hansara síðsta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Jonna, Eyðgerð, John Birgir,
Anja, Leivur, Beinir og Karl Jóhan.
Glaður eg hjá Jesus bíði,
fylgi Honum til hin dag, tá tit innar til Hann stíga,
og vit samlast øll har ein dag.
Tøkk
Hjartans tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan
hátt sýndu okkum samkenslu og hjálpsemi, tá
ið kæri maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi
Jákup Emil Olsen
andaðist og varð jarðaður.
Eisini ein tøkk til starvsfólkini á Norðoyar
Røktarheimi, ið vóru um hann hesi
seinastu árini.
Familjunnar vegna
Dana, Edvard, Kristoffur, Jóan Petur og Leif
60 ára føðingardagur
Mikudagin 4. august verður Heiðveig Tindskarð,
Tórshavn, 60 ár. Føðingardagurin verður hildin í
Róðrarneystinum á Argjum leygardagin 17. juli kl. 18.
Tey ið vilja gleða Heiðveig við at koma í føðingardag,
verða vinarliga biðin um, at siga frá innan 20. juni á
tlf.: 317326/264030 (Heiðveig), 277556 (Barbara), 227796
(Yvonna).
85 ára føðingardagur
Mikudagin 2. juni verður Ásla Dam, Tórshavn 85 ár.
Dagurin verður hildin á Hotel Føroyum, og eru tey,
sum ynskja at heilsa uppá Áslu, vælkomin millum
kl. 15.30 og 18.
Gullbrúdleyp
Mánadagin 12. juli hava Poula og Kári Hammer,
Vágur, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í sam
komuhúsinum Bethel sama dag kl. 18. Tey, ið ynskja
at gleða brúðarparið við at koma til veitsluna, verða
vinarliga biðin um at siga frá innan 28. juni á tlf.
225896 (Kári), 261620 (Majken) ella við at senda ein
tpost til gullbrudleyp@gmail.com.
Andlát
Okkara høgt elskaða mamma, omma,
langomma og verðmamma
Maria Miné, Hoyvík,
andaðist mánadagin 90 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr kirkjugarðskapellinum
fríggjadagin 4 juni kl 13.
tey, ið vilja minnast Mariu við blómum
ella kransi, kunnu í staðin senda
Zarepta eina gávu.
Konta í peningastovnunum.
Familjunnar vegna
Jean, Sonie og Jeannine