mikudagur 2. juni 2010síða 44
‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. juni 2010 · Nr. 89
44
Sosialurin
Jan Müller
Undir yvirskriftini »Meeting
between
Gazprom-deputy
Aleksander Medvedev and
Faroe Minister Johan Dahl«
verður greitt frá vitjanini.
Har stendur, at mikudagin
varð høvuðsborgin hjá hjá
Gazprome karmurin um ein
arbeiðsfund millum Alexand
er Medvedev, stjóra og Johan
Dahl, handils- og vinnumála
ráðharri Føroya. Partarnir
umrøddu
samstarvsmøgu
leikar fyri Gazprome og
Føroyar á orkuøkinum og
nevndu mest áhugaverdu
økini fyri einum samstarvi.
Serstakur áhugu varð vístur
møguleikunum fyri at fara
undir eitt samstarv á olju og
gassøkinum millum Gazprom
og danska Dong Energy. Um
framt hetta varð eisini tosað
um møguleikarnar fyri sam
starvi millum deildir hjá
Gazprom og føroska Føroya
Tele, á samskiftisøkinum.
Tíðindini um vitjanina finn
ast ma. á heimasíðuni russia-
media.ru.
Dong avsannar
Tann parturin av tíðinda
skrivinum, sum snýr seg um
samstarv millum Gazprom
og
Dong,
hevur
fingið
danska miðlar at taka málið
upp. Dong vísir í samrøðu
við danska blaðið Børsen
aftur tíðindunum um, at
ítøkiligar ætlanir eru um
gass og oljusamstarv millum
Gazprom og Dong á føroyska
landgrunninum.
Tíðindini
um hetta samstarv hava
skapt ikki sørt av undran hjá
Dong, sum við Børsen sigur,
at fyritøkan hevur ongar
ætlanir um felags útvinning
av olju og gassi saman við
Gazprom í Føroyum.
– Landsstýrið í Føroyum
hevur heitt á okkum um at
skipa fyri einum fundi millum
landsstýrið
og
Gazprom,
men vit skilja als ikki tann
partin av tíðindaskrivinum,
sum snýr seg um samstarv
millum Gazprom og Dong
sigur tíðindakvinnan hjá
Dong, Louise Münter.
Sambært Børsen ynskir
Gazprom ikki at gera fleiri
viðmerkingar
til
málið,
heldur ikki eftir, at Dong
hevur víst aftur tíðindini
um samstarv millum Dong
og Gazprom í Føroyum.
Gazprom og Dong hava í
dag tætt samstarv um avtalur
at flyta gass úr Ruslandi
til Dong, sum í framtíðini
skulu nøkta ein stóran part
av danska gassbrúkinum,
og um Gazprom er við at
fara undir eitt samstarv við
Dong Energy at leita eftir
olju og gassi í Føroyum, so
er tað ein víðkan av sam
starvinum, hvat Dong so
vísir aftur. Børsen hevur
umsett partin um Dong úr
tíðindaskrivinum soleiðis:
»Gazprom og det danske
selskab Dong Energy har
især undersøgt muligheden
for at gennemføre fælles olie-
og gasprojekter.« Bretskan
útgávan frá Gazprom er
soljóðandi: »Particular atten
tion was paid to the oppor
tunities of launching joint oil
and gas projects by Gazprom
and Danish Dong Energy.«
Dong ikki umrøtt
Sosialurin hevur biðið Johan
Dahl um eina viðmerking til
tíðindini í Børsen. Johan
Dahl vísir til tíðindaskrivið
frá Vinnumálaráðnum, ið
ikki sigur nakað um sam
starv millum Gazprom og
Dong. – Vit kunnaðu um Før
oyar, føroyska vinnu og her
serstakliga um arbeiðið á
landgrunninum at leita eftir
olju og gassi.
– Men Dong var við á
fundinum!
– Av tí at Dong og Gaz
prom samstarva á øðrum økj
um fingu vit Dong at hjálpa
okkum at fáa hesa vitjan í lag.
Tvey fólk frá Dong vórðu við
á fundinum men søgdu einki.
So her má vera komin onkur
misskiljing í hjá teimum, sum
hava orðað tíðindakrivið.
Johan Dahl leggur tó
aftrat, at einki er til hindurs
fyri, at oljufeløg, sum longu
arbeiða
á
Føroyaøkinum,
og her er Dong eitt av teim
um, samstarva um leiting
á landgrunninum. – Tað er
kortini ikki nakað, sum vit
sum
myndugleiki
leggja
okkum út í. Vit skapa karm
ararnar, og so er upp til olju
feløgini, hvønn tey møguliga
samstarva við.
Johan Dahl sigur, at hann
nú spentur bíðar eftir, at
Gazprom tekur ímóti inn
bjóðingini at vitja Føroyar.
– Fyrimunurin við einari
vitjan er, at Medvedev sjálvur
fær gjørt sær eina mynd og
meining um møguleikarnar
her hjá okkum, sigur lands
stýrismaðurin, ið staðfestir,
at stjórin í Gazprom var
positivur mótvegis innbjóð
ingini.
jan@sosialurin.fo
Gazprom kunnar um-
heimin um føroyska vitjan
Kunning Risastóra russiska gassfyritøkan Gazprom hevur nú lagt út á sína heimasíðu og samtíðis sent út
tíðindaskriv til altjóða miðlaheimin tíðindini um vitjanina hjá Johan Dahl, landsstýrismanni í Moskva í farnu viku.
Particular attention
was paid to the oppor
tunities of launching
joint oil and gas projects
by Gazprom and Danish
Dong Energy
Tíðindaskriv Gazprom
hittast
Johan Dahl og Alexander
Medvedev lata hvør
øðrum gávur.