mikudagur 2. juni 2010síða 45
‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
45
Mikudagur 2. juni 2010 · Nr. 89
Sosialurin
Jan Müller
Henda ávaring kemur í kjal
arvørrinum
á
dálkingar
vanlukkuni í Meksikanska
Flógvanum, har oljufelagið
BP
misti
tamarhaldið
á
oljuframleiðsluni eftir eitt
óhapp umborð á einum olju
palli.
Greenpeace sigur í tíð
indaskrivi hósdagin, at stór
ur váði er við at framleiða
olju frá oljukeldum vestan
fyri Hetland.
Christian
Bussau,
lív
frøðingur hjá Greenpeace
í Týskalandi sigur, at ein
oljudálking lík henni í Meksi
koflógvanum kann henda í
Norðsjónum ella á djúpum
vatni vestan fyri Hetland
nær tað skal vera ella sum
hann málber seg »any time«.
– Vanlukkan í Meksiko
flógvanum vísir, at tað ber
ikki til at meta um váðan við
at framleiða olju offshore.
Hann vísir á, at serstakliga
stóran váða útgera tey bæði
framleiðandi
oljuskipini
(FPSO) hjá BP vestan fyri
Hetland, sum taka upp og
goyma oljuna frá Foinaven
og Schiehallion keldunum á
meira enn 400 metra dýpi.
– Tess djúpri vatn, tess
størri er váðin. Um eitt
óhapp hendir í hesum um
hvørvinum, so fer eingin
at kunna koma niður til
borihøvdið.
– Kavarar kunnu bara
arbeiða á upp til 200 metra
dýpi. Um eitt óhapp hendir,
so verður fyristøðufelagið
noytt til at brúka ómann
aðar robottar, sum hava víst
seg ikki at kunna brúkast
í Meksikanska Flógvanum
higartil sigur Bussau frá
Greenpeace.
BP: Góðar royndir her
Ein umboðsmaður fyri BP
sigur
sambært
Shetland
News ma.: – Vit hava sera
góð hagtøl fyri væleydnaða
leiting
og
framleiðslu
á
djúpum vatni vestan fyri
Hetland. Bæði Foinaven og
Schiehallion keldurnar hava
verið sera væleydnaðar og
hava verið í drift í meira enn
15 ár.
Hann leggur aftrat, at
allir upplýsingar og vitan
frá óhappinum í Meksiko
flógvanum, fara sjálvandi at
verða brúkt í bretskum øki
eisini.
Stjórin fyri »Oil Spill
Prevention and Response
Advisory Group« (OSPRAG),
Mark McAllister, og stjóri
í Fairfield Energy sigur,
at einki »well blowout«,
óhapp við boring, hevur
verið seinastu 20 árini, men
tíðin er kortini komin til at
endurskoða allar skipanir í
hesum sambandi.
Greenpeace
skuldsetur
eisini oljuídnaðin til at halda
fram við at dálka umhvørvið
við at koyra oljuvatn í havið.
Sambært eini kanning, sum
OSPAR, ein felagsskapur,
sum hevur til uppgávu at
verja umhvørvi á sjónum í
norður og eystara partinum
av Atlantshavi, gjørdi í 20017,
so fóru umleið 10.000 tons av
olju í havið í Norðsjónum.
Greenpeace sigur víðari,
at kanningar úr luftini, sum
felagsskapurin hevur gjørt,
vísa, at olja sæst á hav
yvirflatuni rundan um fleiri
av oljupallunum í Norð
sjónum.
Amerikanska
stjórnin
hevur annars eftir stóru
dálkivanlukkuna
steðgað
øllum boring við ameri
konsku strendurnar í hesum
árinum.
jan@sosialurin
Greenpeace ávarar móti
boring á Atlantsmóti
Ávaring Umhvørvisfelagsskapurin Greenpeace ávarar nú staðiliga
móti oljuboringum í Norðsjónum og vestan fyri Hetland.
Neyvan vandi her
Ein oljudálking lík henni í Meksikoflógvanum
kann henda í Norðsjónum ella á djúpum vatni
vestan fyri Hetland, nær tað skal vera
Greenpeace
Herfyri spurdi Sosialurin
Meinhard Eliassen, sum
hevur
ábyrgdina
fyri
trygdini, tá borað verður
við Føroyar, um nakað er
at óttast í Føroyum, nú bor
urin aftur verður settur í
undirgrundina:
Hann svaraði: – Tað
haldi eg ikki. Tá eitt felag
fær loyvi at bora brunnar á
føroyskum øki skal felagið
gera eina fullfíggjaða váða
greining, har allir vandar
verða viðgjørdir. Í tí sam
bandi skal man tryggja
sær, at øll neyðug trygdar
tiltøk eru tøk. Vit mugu
hava í huga, at í okkara øki
eru brunnar boraðir í meira
enn 30 til 40 ár, tá hugsi
eg serstakliga um norska
og bretska økið. Okkara
krøv eru meinlík teimum,
sum verða sett í okkara
grannalondum. Á tí økinum
kenna vit okkum trygg.
–Men ber til at siga, at
eingin vandi er til steðar?
– Ein fær meg ikki til
at siga, at als einki kann
henda. Men vit meta, at
okkara krøv eins og tað vit
vita fyristøðufeløgini gera
av forarbeiði tvs. trygdar
tiltøk tey seta í verk, eru
á so høgum støði, at tað er
nøktandi fyri tað trygd
arsstøði, sum vit hava valt
í føroyskum øki.
Oljudálking í USA ongar avleiðingar
fyri boring við Føroyar
Boring Á okkara leiðum eru hundraðtals brunnar boraðir á djúpum vatni seinastu 30 árini og
mett er, at trygdarstøðið hevur verið og er forsvarligt. Jarðfeingi hevur tí, eins og myndugleikarnir
í Noreg og Bretlandi, ikki sett í verk strangari trygdarkrøv til borivirksemi í økinum.
Jan Müller
Hetta sigur Meinhard Elias
sen hjá Jarðfeingi, nú USA
og Kanada fyribils hava sett
forboð fyri boring og nú
Greenpeace ávarar móti at
bora um okkara leiðir.
Uppá fyrispurning um
líknandi
vanlukka
kann
henda um okkara leiðir og um
munur er á lóggávu, trygd
arkrøvum og tilbúgvingar
viðurskiftum í Føroyum og
USA sigur hann, at tey fylgja
væl við hendingini í USA, og
tað sama gera myndugleikar
í okkara grannalondum, sum
tey hava tætt samarbeiði við,
tí okkara lóggáva og trygd
arkvøv eru meinlík teirra.
Royndir og lærdómur úr
øðrum londum hava stór
an týdning og eru við til
at hækka trygdarstøðið á
okkara leiðum. Eisini verður
kravt av loyvishavarum á
føroyskum øki, at teir alla
tíðina eftirmeta, bøta um og
framhaldandi menna eina
trygdarmentan fyri at varð
veita eitt forsvarligt heilsu-
trygdar og umhvørvisstøði
sigur Meinhard Eliassen.
Hann leggur aftrat, at fyri
støðufeløg í Føroyum skulu,
tá tey søkja um boriloyvi,
prógva
og
skjalfesta,
at
nøktandi tilbúgvingarætlanir
eru gjørdar, at basingarútgerð
er tøk, og at allar tryggingar
og avtalur í hesum sambandi
eru í lagi. Eisini skulu tær
vera fíggjarliga væl fyri at
átaka sær uppgávuna.
Í Føroyum er basingar
útgerð tøk, sum kann verja
strendur og firðir, tá olja fer
á sjógv inni við land. Havast
má í huga, at tað sjálvdan og
nærum er ógjørligt at nýta
basingarútgerð á staðnum,
har borað verður á opnum
havi. Alda, streymur og vind
ur gera tað nærum ógjørligt.
jan@sosialurin.fo
Meinhard Eliassen: – Royndir
og lærdómur úr øðrum lond
um hava stóran týdning
og eru við til at hækka
trygdarstøðið á okk
ara leiðum.