mikudagur 2. juni 2010síða 46
‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. juni 2010 · Nr. 89
46
Sosialurin
Ítróttur
Landsdysturin var
B1908 – Føroyar 0-1 (0-0):
a-landsliðið Fyri
einaferð skyld var
tað at meta sum eitt
krav, at føroyska
fótbóltslandsliðið
vann dystin, teir
skuldu spæla.
Hetta gjørdu teir
eisini og tí kann
landsliðsvenjarin
fegnast um ein
sigur, 80 minuttir
av dystarvenjing og
at hann fekk høvi
at síggja lutfalsliga
ókend nøvn í
landsliðshøpi. Annað
kundi og skuldi
venjingardysturin
móti B1908 ikki
brúkast til
Rólant Waag Dam
Páll Klettskarð, Viljormur Davidsen,
Rógvi Poulsen, Pól Jóhannus Just
inussen og Christian Restorff
Mouritsen. Allir meira ella minni
ókend nøvn í landsliðshøpi, men
tað vóru menn sum hesar, Brian
Kerr ynskti at síggja nærri við venj
ingardystinum móti B1908.
Nú dysturin er av, loysir tað seg
ikki at brúka tíð og orku upp á at
hugsa um, hvussu pínligt tað hevði
verið, um føroyska landsliðið –
okkara allar bestu leikarar – taptu
fyri einum liði, sum stríðist fyri lív
inum í triðbestu donsku fótbólts
deildini. Enn minni hvussu táp
iligt tað hevði verið, um til dømis
Gunnar Nielsen fekk ein keðiligan
skaða í móti einum slíkum liði.
Fakta er, at Føroyar vunnu dyst
in við einum máli móti ongum.
Eingin fekk skaða undir dystinum,
leikararnir sluppu at spæla saman
undan venjingardystinum móti
Luksemburg
fríggjakvøldið
og
Brian Kerr fekk høvi at síggja til
samans 17 mans á vøllinum.
- Overall a good exercise, stað
festi Brian Kerr eftir dystin. Ein
ógvuliga beinrakin lýsing av dyst
inum, ið er at meta sum ein fín venj
ing – hvørki meira ella minni.
Líkt landsdysti – og tó
Annars høvdu teir í B1908 gjørt
sítt til, at søguligi dysturin, sum
teir skrivaðu í leikskránni, fekk ein
so landsdystarkendan dám sum
gjørligt. Við inngongina til stadion
hekk eitt føroyskt flagg, og undan
sjálvum dystinum høvdu tey funn
ið lagið til tjóðsang okkara fram,
soleiðis at hesin eisini varð sung
in. Teir høvdu enn tá funnið eina
fitta føroyska damu til at lesa før
oyska liðið upp, og harvið ljóðaðu
nøvn sum Egil á Bø, Bogi Løkin og
Jóan Símun Edmundsson sum tey
skuldu, og ikki so stuttligt, sum tey
onkuntíð gera, tá føroyska lands
liðið spælir á útivølli.
Hinvegin vóru eisini nógvir fak
torar, sum vóru við at seta eina
tjúkku striku undir, at tað var B1908,
eitt botnlið í 2. division øst, sum var
vertur. Eitt nú vóru hornafløggini
smáar útgávur av Dannebrog og
stadionspeakarin lýsti í heilum
við, at tú kundi keypa »kolde øl og
varme pølser«.
Veruligur venjingardystur
Fyrsta tekini um, at talan var
um ein venjingardyst, var tá tað
varð kunngjørt, at dysturin var
tíggju minuttir styttri enn vant,
soleiðis at hvør hálvleikur var
40 minuttir. Eftir hesa kunngerð
fingu áskoðararnir ferð eftir ferð
eina ámining um, at tað var ein
Venjaratoymi
Venjararnir báðir eygleiða
landsdystin, sum mest av øllum
bert var ein fín venjing
Mynd: Rólant Waag Dam
SAS-liga leikarin Christian
Holst Lamhauge, í nærdysti
við B1908 liðskiparan.
Mynd: Rólant Waag Dam
Munur á
Arsenal
og B1908
a-landsliðið Flennandi kundi
Gunnar Nielsen staðfesta, at tað
var stórur munur á at spæla móti
Arsenal í Premier League og so móti
B1908 í triðbestu donsku deildini. –
Men tað er altíð deiligt at spæla við
landsliðnum. Ikki minst, tá tað er so
langt síðani eg havi spælt, sigur hann
Enska Premier League er farin
í summarfrí. Tað merkir, at
Gunnar Nielsen í Manchester
City hevur havt frí frá fótbólti
í næstan ein mánað nú. Tískil
var hann fegin um at sleppa á
vøllin aftur, eisini hóast mót
støðuliðið ikki var Arsenal,
men ein uppflytari í triðbestu
donsku fótbóltsdeildini.
– Tað er øgiliga stórur munur
á. Men tað er eisini munur á tí
vit kappast um í Manchester
City og á føroyska landsliðnum.
Fyri meg er tað tó altíð deiligt
at spæla á landsliðnum, sigur
Gunnar Nielsen, sum ikki hevði
tað stóra at gera í dystinum.
Kortini metir hann, at hann
fekk nakað burturúr.
– Sjálvandi havi eg havt
meira at gjørt fyrr, men har
var eitt lítið sindur og tað tók
eg so. Men tað eru altíð hesar
dystarstøðurnar, har eg má
rópa, stýra og flyta meg, so
eg helt tað var fínasta slag at
spæla í dag, sigur málverjin á
føroyska landsliðnum.
Í móti Luksemburg fríggja
dagin kann roknast við, at tað
verður heldur størri trýst á
føroyska liðnum enn tað var í
gjárkvøldið. Hesa uppgávuna
er Gunnar Nielsen tó klárur
til.
– Ja, tað eri eg. Eg venji við
heimsstjørnum dagliga og havi
bíðað eftir at sloppið at vart
tað føroyska málið í nógv ár,
so eg meti meg heilt víst vera
kláran, sigur hann.
rolant@sosialurin.fo
munur á
Premier League málverjin, Gunnar Nielsen,
venur dagliga við stórum heimsstjørnum.