Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-02, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juni 2010síða 47

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

47 Mikudagur 2. juni 2010 · Nr. 89 Sosialurin Ítróttur venj ingar dystur. Fyri steðgin var spælið á ongan hátt flótandi ella saman hangandi, og leikararnir høvdu ongan serligan hug at tveita seg niður í taklingar ella at fara inn í nær dystir. Kjansirnir vóru eisini ógvuliga fáir og smáir. Súni Olsen royndi seg við skoti úti frá, sum rakti horna flaggið heldur enn málið, Jóan Símun Edmundsson sleit seg leysan men skeyt framvið og Holst stút aði eitt fínt innlegg frá Símuni Samuelsen uppum. Í roynd og veru var tað B1908, sum var tættast við at skora í fyrra hálvleiki. Gunnar Nielsen boks­ aði eitt frísparksinnlegg burtur, sum B1908 tó fekk skotið innaftur í fimm­meturin. Á veg út úr spæl­ inum tekur bólturin í fótin á før­ oyska málverjanum, sum harvið mundi beint bóltin í egið net. Til alla lukku fór bólturin trillandi fram við stongini til hornaspark, og lið ini fóru málleys til hálvleik. Broytingar bøttu Í steðginum gjørdi Brian Kerr fimm útskiftingar. Millum teir, sum komu á vøllin, var Christian Restorff Mouritsen. Miðvallarleikarin hjá B36 var ógvuliga sjónligur beinan­ veg in, og eftir níggju minuttum hevði hann lagt Føroyar á odda. Málið kom, eftir at Súni Olsen hevði sent eitt skot á saman kom­ ingina og bólturin støk niður í fangi á málverjanum, sum tó ikki megnaði at halda bóltinum. Tað gagnnýtti Christian Restoff Mouritsen, og smekk aði leysan bóltin inn úr stutt­ ari fjarstøðu. Tað var eisini fyri tað mesta hann, sum royndi seg av føroysku leikarunum. Ikki tí, allar royndirnar vóru ikki líka naskar, men hann sum einki roynir skorar einki mál. Og í gjár vóru tað ov fáir, sum royndu seg. Tí eigur Christian Restorff Mouritsen rós uppiborið fyri at royna seg! Ein annar, sum eisini royndi seg, var Páll Klettskarð. Eftir góðum 20 minuttum tveittaði hann seg inn í eitt innlegg frá Viljormi Davidsen og stútaði beint framvið. Ein fín roynd frá klaksvíkinginum í Vanløse, sum løtu seinni gjørdist púra leysur við málverjanum, men prikaði bóltin ov langt frá sær, tá hann rann framvið honum. Eisini Pól Jóhannus Justinussen hevði eina roynd, sum fór uppum, tá hann setti fótin á innlegg frá Boga Løkin. Sum talið av umrøddu kjans­ unum helst gevur eina ábending um, so var spælið í seinna hálv leiki nakað betri enn í fyrra. Onkurs­ vegna var tað meira samanhangandi og flótandi eftir steðgin, tó uttan at vera samba­fótbóltur á nakran hátt. Hvussu spælið verður fríggja­ kvøldið móti Luksemburg, fer tíð in at vísa. Greitt er tó, at einki kem­ ur í hús tá, um liðið spælir eins og teir gjørdu í gjárkvøldið. Hetta vita leikararnir eisini væl, tí dyst­ urin móti B1908 var bara ein venj­ ingardystur. Og jú, allir venjingar­ dystir eru líka, men nakrir eru meira líka enn aðrir. rolant@sosialurin.fo ein fín venjing landsliðsdám Hóðast talan bert var um vejningardyst móti botnliðið í triðbestu donsku fótbóltsdeildini, varð roynt at gera dystin so landsliðskendan sum gjørligt. Mynd: Rólant Waag Dam Jákup á Borg skaddur heim til Føroya Jákup á Borg, sum sat millum áskoðararnar til landsdystin í kvøld, hevur so stórar trupulleikar við baklærinum, at hann ikki fer við til Luksemburg í morgin. Í mun til liðfelagarnar, sum fara til Luksemburg í morginárini, setir Jákup á Borg seg í flogfarið heim til Føroya í morgin. Undan ferðini til Danmarkar hevði Jákup á Borg trupulleikar við baklærinum, og hesir versnaðu bara, so B36-leikarin ikki setir seg føran fyri at spæla venjingardystin fríggjakvøldið. Hann vónar nú, at hann kann gerast tøkur til seinnu hálvfinaluna millum EB/Streym og B36, sum verður týskvøldið. Brian fegnast um dystin a-landsliðið Hóast úrslitið ikki er nakað at rópa hurrá fyri, so er Brian Kerr ikki skuffaður eftir dystin í gjár – Eg eri fegin um, at vit hava spælt dystin og at eg fekk møguleikan at síggja leik ar­ ar nar spæla sam an, áðr enn vit fara til Luksem burg. Tað segði Brian Kerr, landsliðs­ venj ari, tá vit eftir dystin í gjár spurdu hann, hvussu hann var nøgdur. Ein sigur er altíð góður at fáa, ikki minst hjá føroyska lands liðnum, men tá hugsað verð ur um mótstøðuliðið, so var tað á ongan hátt imponerandi, tað før oyska landsliðið skapti fram eftir vøllinum. Hesum er lands liðsvenjarin ikki heilt ósamdur í, men hann vísir sam stundis á, at føroyska liðið ikki gav nevniverdar kjansir til B1908. – So eg eri ikki skuffaður um avrikið, sigur hann. Hetta ikki minst tí, at leikararnir hava havt eina strævna skrá sein astu dagarnar, vil Brian Kerr vera við. Teir vandu í mána dagin og flugu til Dan­ mark ar, umframt at tær eisini høvdu eina harða venjing týs­ morgunin fyri dystin. – Tað setir síni spor, sigur Brian Kerr. Vildi hava tvey lið Brian Kerr harmast tó um, at tað ikki eydnaðist honum at savna 22 leikarar til dystin í gjár, soleiðis at hann kundi stilla við tveimum ymiskum lið um. Eitt fyri og eitt eftir steðgin. – Atli Danielsen, Fróði Benja­ minsen og Tórður Thomsen koma ikki fyrr enn vit fara til Luksemburg, umframt at Jákup á Borg eisini fekk ein skaða og ikki kundi spæla. So tí kendist tað eitt sindur undarligt, at eg noyddist at gera skiftingarnar soleiðis sum eg gjørdi, tá eg ann ars hevði ætlað nakað ann­ að, greiðir hann frá. At tað vóru júst Jóhan Troest Davidsen, Jann Ingi Peter sen, Gunnar Nielsen og Jónas Þór Næs, sum spældu all an dystin, var tó ikki av til­ vild. – NSÍ spældi dyst fríggja­ kvøldið og tí hava teir havt ein steðg. Gunnar Nielsen hevur fingið summarfrí og hevur ikki spælt í langa tíð, og tað sama er galdandi hjá Jónas Þór Næs, sum ikki fær so nógva spælitíð. Tí kundu teir allir spæla allan dystin uttan trupulleikar, sigur Brian Kerr. Føroyska ferðalagið fór til Luksemburg tíðliga í morgun. Seinnapartin í dag er ætlanin at teir skulu venja, tað sama skulu teir hósdagin áðrenn venj ingar dystur verður á skránni fríggja kvøldið. rolant@sosialurin.fo Brian Kerr, landslisðvenjari Týsdagur 1. juni 2010 B1908 – Føroyar 0-1 (0-0) 0-1: Christian Restorff Mouritsen, 49. Dómari: Kim Werge Lundberg B1908: Michael Lauritsen (Danny Pedersen, 41.), Samir Haiba, Erkan Aslan, Martin Stausholm, Jeppe Hestehave, Philip Tietze (Sarmad Kais, 41.), Rami Jiowda (Rune Christensen, 41.), Casper Palm (Ismael Nielsen, 58.), Jesper Christiansen (Martin Lisborg, 41.), Lasse Damstoft (Ibrahim El Faour, 64.), Brian Hasseriis (Martin Drescher, 41.) Føroyar: Gunnar Nielsen - Jónas Þór Næs, Atli Gregersen (Egil á Bø, 41.), Jóhan Troest Davidsen, Einar T. Hansen (Pól Jóhannus Justinussen, 41.) - Símun Samuelsen (Bogi Løkin, 41.), Súni Olsen (Viljálmur Davidsen, 58.), Jann Ingi Petersen, Rógvi Poulsen (Christian R. Mouritsen, 41.) - Christian Lamhauge Holst (Christian Høgni Jacobsen, 41.) - Jóan Símun Edmundsson (Páll Klettskarð, 58.) Gult kort: Egil á Bø, 70. Leikvøllur: Sundby Idrætspark Áskoðarar: 290