mikudagur 2. juni 2010síða 47
‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
47
Mikudagur 2. juni 2010 · Nr. 89
Sosialurin
Ítróttur
venjingardystur. Fyri steðgin var
spælið á ongan hátt flótandi ella
samanhangandi,
og
leikararnir
høvdu ongan serligan hug at tveita
seg niður í taklingar ella at fara inn
í nærdystir.
Kjansirnir vóru eisini ógvuliga
fáir og smáir. Súni Olsen royndi
seg við skoti úti frá, sum rakti
hornaflaggið heldur enn málið,
Jóan Símun Edmundsson sleit seg
leysan men skeyt framvið og Holst
stútaði eitt fínt innlegg frá Símuni
Samuelsen uppum.
Í roynd og veru var tað B1908,
sum var tættast við at skora í fyrra
hálvleiki. Gunnar Nielsen boks
aði eitt frísparksinnlegg burtur,
sum B1908 tó fekk skotið innaftur
í fimm-meturin. Á veg út úr spæl
inum tekur bólturin í fótin á før
oyska málverjanum, sum harvið
mundi beint bóltin í egið net. Til
alla lukku fór bólturin trillandi
framvið stongini til hornaspark, og
liðini fóru málleys til hálvleik.
Broytingar bøttu
Í steðginum gjørdi Brian Kerr fimm
útskiftingar. Millum teir, sum komu
á vøllin, var Christian Restorff
Mouritsen. Miðvallarleikarin hjá
B36 var ógvuliga sjónligur beinan
vegin, og eftir níggju minuttum
hevði hann lagt Føroyar á odda.
Málið kom, eftir at Súni Olsen
hevði sent eitt skot á samankom
ingina og bólturin støk niður í fangi
á málverjanum, sum tó ikki megnaði
at halda bóltinum. Tað gagnnýtti
Christian Restoff Mouritsen, og
smekkaði leysan bóltin inn úr stutt
ari fjarstøðu.
Tað var eisini fyri tað mesta
hann, sum royndi seg av føroysku
leikarunum. Ikki tí, allar royndirnar
vóru ikki líka naskar, men hann
sum einki roynir skorar einki mál.
Og í gjár vóru tað ov fáir, sum
royndu seg. Tí eigur Christian
Restorff Mouritsen rós uppiborið
fyri at royna seg!
Ein annar, sum eisini royndi seg,
var Páll Klettskarð. Eftir góðum 20
minuttum tveittaði hann seg inn í
eitt innlegg frá Viljormi Davidsen og
stútaði beint framvið. Ein fín roynd
frá klaksvíkinginum í Vanløse, sum
løtu seinni gjørdist púra leysur við
málverjanum, men prikaði bóltin ov
langt frá sær, tá hann rann framvið
honum.
Eisini Pól Jóhannus Justinussen
hevði eina roynd, sum fór uppum,
tá hann setti fótin á innlegg frá
Boga Løkin.
Sum talið av umrøddu kjans
unum helst gevur eina ábending
um, so var spælið í seinna hálvleiki
nakað betri enn í fyrra. Onkurs
vegna var tað meira samanhangandi
og flótandi eftir steðgin, tó uttan
at vera samba-fótbóltur á nakran
hátt.
Hvussu spælið verður fríggja
kvøldið móti Luksemburg, fer tíðin
at vísa. Greitt er tó, at einki kem
ur í hús tá, um liðið spælir eins
og teir gjørdu í gjárkvøldið. Hetta
vita leikararnir eisini væl, tí dyst
urin móti B1908 var bara ein venj
ingardystur. Og jú, allir venjingar
dystir eru líka, men nakrir eru
meira líka enn aðrir.
rolant@sosialurin.fo
ein fín venjing
landsliðsdám
Hóðast talan bert var um
vejningardyst móti botnliðið í
triðbestu donsku fótbóltsdeildini,
varð roynt at gera dystin so
landsliðskendan sum gjørligt.
Mynd: Rólant Waag Dam
Jákup á Borg skaddur
heim til Føroya
Jákup á Borg, sum sat millum áskoðararnar til landsdystin í kvøld, hevur
so stórar trupulleikar við baklærinum, at hann ikki fer við til Luksemburg
í morgin. Í mun til liðfelagarnar, sum fara til Luksemburg í morginárini,
setir Jákup á Borg seg í flogfarið heim til Føroya í morgin. Undan ferðini
til Danmarkar hevði Jákup á Borg trupulleikar við baklærinum, og
hesir versnaðu bara, so B36-leikarin ikki setir seg føran fyri at spæla
venjingardystin fríggjakvøldið. Hann vónar nú, at hann kann gerast
tøkur til seinnu hálvfinaluna millum EB/Streym og B36, sum verður
týskvøldið.
Brian fegnast
um dystin
a-landsliðið Hóast úrslitið ikki er
nakað at rópa hurrá fyri, so er Brian
Kerr ikki skuffaður eftir dystin í gjár
– Eg eri fegin um, at vit hava
spælt dystin og at eg fekk
møguleikan at síggja leikar
arnar spæla saman, áðrenn
vit fara til Luksemburg. Tað
segði Brian Kerr, landsliðs
venjari, tá vit eftir dystin í gjár
spurdu hann, hvussu hann var
nøgdur.
Ein sigur er altíð góður at
fáa, ikki minst hjá føroyska
landsliðnum, men tá hugsað
verður um mótstøðuliðið, so var
tað á ongan hátt imponerandi,
tað føroyska landsliðið skapti
frameftir vøllinum. Hesum
er landsliðsvenjarin ikki heilt
ósamdur í, men hann vísir
samstundis á, at føroyska liðið
ikki gav nevniverdar kjansir til
B1908.
– So eg eri ikki skuffaður
um avrikið, sigur hann. Hetta
ikki minst tí, at leikararnir
hava havt eina strævna skrá
seinastu dagarnar, vil Brian
Kerr vera við. Teir vandu í
mánadagin og flugu til Dan
markar, umframt at tær eisini
høvdu eina harða venjing týs
morgunin fyri dystin.
– Tað setir síni spor, sigur
Brian Kerr.
Vildi hava tvey lið
Brian Kerr harmast tó um, at
tað ikki eydnaðist honum at
savna 22 leikarar til dystin í
gjár, soleiðis at hann kundi
stilla við tveimum ymiskum
liðum. Eitt fyri og eitt eftir
steðgin.
– Atli Danielsen, Fróði Benja
minsen og Tórður Thomsen
koma ikki fyrr enn vit fara til
Luksemburg, umframt at Jákup
á Borg eisini fekk ein skaða og
ikki kundi spæla. So tí kendist
tað eitt sindur undarligt, at eg
noyddist at gera skiftingarnar
soleiðis sum eg gjørdi, tá eg
annars hevði ætlað nakað ann
að, greiðir hann frá.
At tað vóru júst Jóhan
Troest Davidsen, Jann Ingi
Petersen, Gunnar Nielsen og
Jónas Þór Næs, sum spældu
allan dystin, var tó ikki av til
vild.
– NSÍ spældi dyst fríggja
kvøldið og tí hava teir havt ein
steðg. Gunnar Nielsen hevur
fingið summarfrí og hevur ikki
spælt í langa tíð, og tað sama
er galdandi hjá Jónas Þór Næs,
sum ikki fær so nógva spælitíð.
Tí kundu teir allir spæla allan
dystin uttan trupulleikar, sigur
Brian Kerr.
Føroyska ferðalagið fór til
Luksemburg tíðliga í morgun.
Seinnapartin í dag er ætlanin
at teir skulu venja, tað sama
skulu teir hósdagin áðrenn
venjingardystur
verður
á
skránni fríggjakvøldið.
rolant@sosialurin.fo
Brian Kerr, landslisðvenjari
Týsdagur 1. juni 2010
B1908 – Føroyar 0-1 (0-0)
0-1: Christian Restorff Mouritsen, 49.
Dómari: Kim Werge Lundberg
B1908: Michael Lauritsen (Danny Pedersen, 41.), Samir Haiba, Erkan Aslan,
Martin Stausholm, Jeppe Hestehave, Philip Tietze (Sarmad Kais, 41.), Rami Jiowda
(Rune Christensen, 41.), Casper Palm (Ismael Nielsen, 58.), Jesper Christiansen
(Martin Lisborg, 41.), Lasse Damstoft (Ibrahim El Faour, 64.), Brian Hasseriis
(Martin Drescher, 41.)
Føroyar: Gunnar Nielsen - Jónas Þór Næs, Atli Gregersen (Egil á Bø, 41.), Jóhan
Troest Davidsen, Einar T. Hansen (Pól Jóhannus Justinussen, 41.) - Símun
Samuelsen (Bogi Løkin, 41.), Súni Olsen (Viljálmur Davidsen, 58.), Jann Ingi
Petersen, Rógvi Poulsen (Christian R. Mouritsen, 41.) - Christian Lamhauge Holst
(Christian Høgni Jacobsen, 41.) - Jóan Símun Edmundsson (Páll Klettskarð, 58.)
Gult kort: Egil á Bø, 70.
Leikvøllur: Sundby Idrætspark
Áskoðarar: 290