mánadagur 14. juni 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. juni · Nr. 94
12
Sosialurin
Kjak
Flóvisligt at hoyra og síggja
okkara løgmann á hasum
tíðindafundinum
í
Skag
en. Sum eitt dejavu frá
líknandi
seansum
afturi
í 90-unum, tá ein annar
sambandsløgmaður
stóð
fyri tí pínligu framførsluni.
Stóri munurin er tó, at tá
spardu donsku fjølmiðlarnir
okkum við at lata sum
luft – hesaferð hevur tað
eydnast okkara løgmanni
at øst alla donsku pressuna
upp, um tað tey halda er
politisk barnaktigheit hjá
føroyingum.
Hetta er eitt.
Meira álvarsligt er tó
politiski trupulleikin, at Før
oya løgmaður situr á einum
tíðindafundi
saman
við
Lars Løkke og Kupik Kleist
og tilonkisgerð arbeiði og
avgerðir hjá Føroya løgtingi
–
uttan
nakrað
heimild
nakraðstaðni frá.
Hann situr enntá á hesum
tíðindafundi, varpaður út
fyri øllum Kongaríkinum, og
sigur ósatt um Føroya løgting.
Hann sigur, at tá tað er so,
at bæði Justitsministeriið
og Løgtingið eru samd í, at
stjórnarskipanaruppskotið
er ólógligt, so má hann taka
tað til eftirtektar - ella leggja
seg aftan fyri oyrað, sum
hann málbar seg. Hann end
urtekur hetta fleiri ferðir, at
”løgtingið” ikki kann góðtaka
uppskotið. Men tað er jú
ósatt. Tað er júst løgtingið,
ein samd nevnd, umboðandi
allar flokkar í løgtinginum
– m.a. við ikki minni enn
tveimum sambandsmonnum
– sum hevur lagt uppskotið
fyri tingið, har tað nú er til
viðgerðar í eini víðkaðari
rættarnevnd, har júst ein
sambandsmaður er formað
ur, og har vit arbeiða í góðari
semju.
Vit í Føroyum vita, at
tað er ein løgfrøðingur á
løgtingsskrivstovuni - hon
veri seg stjóri ella ei - pluss
altíð-tøkir sannleiksapostlar
sum Bjørn á Heygum & co. -
sum ikki dáma uppskotið.
Men løgmaður billar øllum
hinum Kongaríkinum inn, at
tað er løgtingið sjálvt, sum er
ímóti sínum egna uppskoti.
Tað er jú ósatt! Tað eru bert
tveir løgtingsmenn, sum eru
ímóti tí – tveir konspiratorar
av sama kaliber: Edmund
Joensen og Tobbi. Øll onnur
í
løgtinginum
eru
greið
yvir, at tað má arbeiðast
meira
við
uppskotinum,
at tað má broytast nakað,
gerast
nakrar
tillagingar
– og tað er júst hetta, sum
víðkaða rættarnevndin hjá
løgtinginum er farin ígongd
við.
Tann fyrsti grovi feilurin
hjá Kaj Leo er, at hann
sjálvur tekur stig til at seta
hetta málið á skránna fyri
Ríkisfundin – altso at viðgera
eitt stjórnarskipanaruppskot
við Lars Løkke og Kupik
Kleist – og síðani kolldøma
tað á eftirfylgjandi tíðinda
fundi – uttan at hann hevur
kunnað seg ella spurt seg fyri
hjá løgtingsnevndini, sum
arbeiðir við málinum!
Løgtingslimir – eins og vit
øll í nevndini – vita fullvæl,
at tað skulu gerast nakrar
týdningarmiklar broytingar
í uppskotinum, áðrenn vit
skriva álit og leggja tað aftur
fyri tingið til støðutakan.
Viðgerðin í nevndini er nóg
illa byrjað. Vit hava gjørt av,
at nógvir týdningarmiklir
partar av føroyska sam
felagnum skulu hoyrast –
umframt løgmann sjálvan
eisini serkønir løgfrøðingar,
kommunurnar, umboð fyri
fólkið, so sum fakfeløgini,
vinnufeløg, Meginfelag teirra
brekaðu o.s.v.
Vit í nevndini eru fullgreið
yvir, at serliga á tveimum
økjum skulu gerast munandi
broytingar.
• Annað er, at vit skulu gera
nakrar nýggjar orðingar
til uppskotið, har vit greitt
viðurkenna – og ikki lata
nakran iva vera um – tann
statsrættarliga veruleikan
í Ríkisfelagsskapinum, og
harvið eisini ta støðu, sum
hetta uppskotið hevur í
mun til yvirskipaðu Ríkis
grundlógina og galdandi
Heimastýrislóg.
• Hitt er, at í teimum grein
unum í uppskotinum, sum
umrøða málsøki, vit ikki
enn hava yvirtikið, so sum
rættarskipan, har skal
setast eitt fyrivarni inn
við gildiskomu, so at tær
greinarnar ikki fáa gildi,
fyrr enn tær eru komnar
undir føroyskt málsræði
eftir galdandi lóg.
Tað er júst hetta, sum er okk
ara stóra – og trupla - uppgáva
at arbeiða við at finna semju
um í løgtingsnevndini.
Tí er tað óskiljandi – og
óhoyrt - at áðrenn hendan
samstarvandi
løgtings
nevndin rættiliga er komin
ígongd, so dragsar løgmaður
uppskotið til Danmarkar
og skjýtur tað niður fyri
opnari mikrofon (og einum
undrunarsamum
stats
ministara,
helt
eg
meg
síggja), sum óbrúkiligt og
ólógligt. Hann boðar øll
um Kongaríkinum frá, at
uppskotið hjá samdari løg
tingsnevnd er kolldømt, at
tað skal detta burtur, og tað
skal ikki setast framaftur!
Men nú er tað ikki Kaj Leo,
sum ger av, hvat løgtingið vil
arbeiða við, og hvussu vit
skulu arbeiða. Eg rokni við, at
øll nevndin er samd við¥ mær
í tí, at arbeiðið við stjórnar
skipanaruppskotinum skal
gerast liðugt. Nú er nóg mikið
brúkt av tíð, orku og peningi
eftir 12 árum.
Koma vit í tíðarneyð nú í
summar, so verður nevndin
sett aftur av nýggjum á
Ólavsøku, og ger seg lidnan í
heyst. Við ella uttan Kaj Leo.
Stjórnarskipanaruppskotið verður
gjørt liðugt – við ella uttan Kaj Leo
Hans Pauli Strøm,
limur í víðkaðu Rættarnevndini fyri Javnaðarflokkin
Hvat
vantar
føroy
ingum?
Eyðun Mohr Viderø
Vit verða dagliga fóðraði
við ræðusøgum um leiklut
okkara í danska ríkissam
felagnum.
Okkara
høga
løgting er í ferð við eina
nýggja stjórnarskipan, ið
mest líkist einari nýggjari
grundlóg. Men sum partur
at danska ríkinum, so kann
okkara partur ikki hava aðra
grundlóg, enn ta donsku.
Sum fyrrverandi løg
tingslimur, so kenni eg eitt
sindur til leikreglurnar.
Var limur í nevndini,
tá hon byrjaði arbeiðið
sítt. Veit í løtuni ikki reiði
liga, hvør endaligi arbeiðs
setningurin var, í mun til
arbeiðslagið í dag! Eina
innanhýsis skipaða lóggávu
fyri Føroya fólk, meðan
ríkisfelagsskipanin varir?!
Eg minnist væl, at ávís
ir á politiska pallinum
ikki vildu vera við til eina
fólkaatkvøðu
um
sjálv
stýri/loysing tá, tí málið
var ov illa lýst fyri almenn
inginum, og tí vildi fólka
atkvøðan helst geva eina
ábending um vána politiskt
handalag, og so vildu vit
við einari sambandsligum
úrsliti binda okkum til
Danmark í óásetta tíð!
Tað er væl av vatni runn
ið í havið í hesum tíðar
skeiði, tó uttan stórvegis
avkláring!
Samanumtikið: Við at
fylgja við fyrispurningum
frá løgtingslimum um »lítið
og onki«, serliga Tjóðveldi,
har ein átti at vænta sær
nakað, og serliga tonkum og
málburði hjá okkara hægsta
politiska umboðmanni, løg
manni, so vil eg mæla til
at taka eina fólkaatkvøðu
beinanvegin um sjálvstýri
ella samband.
Óansæð
úrslitið,
so
verða vit borgarar spardir
fyri nógv!!
Men hvør man vera
mest bangin fyri avtøku av
danska peningaíkastinum í
landskassan???
Dimma gjørdi fríggjadagin tað
beistagerð at seta ein óhepnan
mann í gapistokkin.
Talan var ikki um ein hóp
drápsmann, heldur ikki ein
narkosmuglara. Talan var um
ein mann, sum hevði drukkið
og gjørdist ólátaður í einum
flogfari. Talan er als ikki um
atburð, sum eg vil forsvara, men
gapistokkin sum revsingarhátt
fóru vit í vesturheiminum
burtur frá í fyrru helvt av
1800-talinum.
Vit síggja dagliga, at ein
staklingasøgur
gerast
for
síðusøgur í føroysku bløð
unum. Hetta er helst í einari
desperatari roynd hjá miðl
um, ið hava minni og minni
áhuga
millum
manna,
at
fáa sølutøluni at hækka. At
persónar tilvitað velja at gerast
forsíðustoff, undrar neyvan í
einari tíð, har nógv ikki kenna
seg livandi, um tey ikki dagliga
varpa seg sjálvan út á Facebook
ella tilsvarandi miðlum. Hetta
er tó eitt tilvitað valg. Eitt
annað er, tá óhepnir borgarar
enda við mynd á forsíðuni og
verða viðgjørdir uttan menn
iskjanslig atlit.
Politikarar ella leiðarar hava
valt eitt starv sum inniber, at
teir kunnu enda í miðlunum.
Hetta er partur av teirra ábyrgd.
Í Føroyum er vandin fyri
hesum tó ikki stórur, tí jour
nalistikkur sum fer í dýbdina er
ikki vanligur. Hópin av søgum,
sum av røttum áttu at verið á
breddanum, koma tí ongantíð
fram. Tað er ein stórur veikleiki
í okkara samfelag.
Hinvegin hevur eitt jaligt
fyribrygdi í føroyska samfe
lagnum higartil verið, at fólk
sum av einhvørjari orsøk koma
illa fyri, nærum altíð fáa ein
møguleika at reisa seg aftur. Um
ein persónur einaferð hevur
framt eina býtta ella kriminella
gerð, kann viðkomandi gerast
ein vælvirkandi og virðismikil
samfelagsborgari. Hetta eru
fleiri dømir um.
Vanligi borgarin skal ikki
straffast við almennari út
honging. Tað er bæði óvirði
ligt og óetiskt. Væntar leiðsl
an á Dimmu at slík skriving
møguliga fer at bjarga blaðnum
frá blaðdeyðanum?
Leiðslan á Dimmu negldi
sjálv enn ein nagla afturat í
líkkistu sína fríggjadagin. Og
er hetta journalistiska kósin,
verður tað ikki eg sum gráti, tá
kistan fer í jørðina.
Tví vorði tær Dimma
Jan Mortensen