Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. juni 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. juni · Nr. 94 12 Sosialurin Kjak Flóvisligt at hoyra og síggja okkara løgmann á has um tíðindafundinum í Skag­ en. Sum eitt dejavu frá líknandi seansum afturi í 90­unum, tá ein annar sambandsløgmaður stóð fyri tí pínligu framførsluni. Stóri munurin er tó, at tá spardu donsku fjølmiðlarnir okkum við at lata sum luft – hesaferð hevur tað eydnast okkara løgmanni at øst alla donsku pressuna upp, um tað tey halda er politisk barnaktigheit hjá føroyingum. Hetta er eitt. Meira álvarsligt er tó politiski trupulleikin, at Før­ oya løgmaður situr á einum tíðindafundi saman við Lars Løkke og Kupik Kleist og tilonkisgerð arbeiði og avgerðir hjá Føroya løgtingi – uttan nakrað heimild nakraðstaðni frá. Hann situr enntá á hesum tíðindafundi, varpaður út fyri øllum Kongaríkinum, og sigur ósatt um Føroya løgting. Hann sigur, at tá tað er so, at bæði Justitsministeriið og Løgtingið eru samd í, at stjórnarskipanaruppskotið er ólógligt, so má hann taka tað til eftirtektar ­ ella leggja seg aftan fyri oyrað, sum hann málbar seg. Hann end­ urtekur hetta fleiri ferðir, at ”løgtingið” ikki kann góðtaka uppskotið. Men tað er jú ósatt. Tað er júst løgtingið, ein samd nevnd, umboðandi allar flokkar í løgtinginum – m.a. við ikki minni enn tveimum sambandsmonnum – sum hevur lagt uppskotið fyri tingið, har tað nú er til viðgerðar í eini víðkaðari rættarnevnd, har júst ein sambandsmaður er for mað­ ur, og har vit arbeiða í góðari semju. Vit í Føroyum vita, at tað er ein løgfrøðingur á løgtingsskrivstovuni ­ hon veri seg stjóri ella ei ­ pluss altíð­tøkir sannleiksapostlar sum Bjørn á Heygum & co. ­ sum ikki dáma uppskotið. Men løgmaður billar øllum hinum Kongaríkinum inn, at tað er løgtingið sjálvt, sum er ímóti sínum egna uppskoti. Tað er jú ósatt! Tað eru bert tveir løgtingsmenn, sum eru ímóti tí – tveir konspiratorar av sama kaliber: Edmund Joensen og Tobbi. Øll onnur í løgtinginum eru greið yvir, at tað má arbeiðast meira við uppskotinum, at tað má broytast nakað, gerast nakrar tillagingar – og tað er júst hetta, sum víðkaða rættarnevndin hjá løgtinginum er farin ígongd við. Tann fyrsti grovi feilurin hjá Kaj Leo er, at hann sjálvur tekur stig til at seta hetta málið á skránna fyri Ríkisfundin – altso at viðgera eitt stjórnarskipanaruppskot við Lars Løkke og Kupik Kleist – og síðani kolldøma tað á eftirfylgjandi tíð inda­ fundi – uttan at hann hevur kunnað seg ella spurt seg fyri hjá løgtingsnevndini, sum arbeiðir við málinum! Løgtingslimir – eins og vit øll í nevndini – vita fullvæl, at tað skulu gerast nakrar týdningarmiklar broytingar í uppskotinum, áðrenn vit skriva álit og leggja tað aftur fyri tingið til støðutakan. Viðgerðin í nevndini er nóg illa byrjað. Vit hava gjørt av, at nógvir týdningarmiklir partar av føroyska sam­ felag num skulu hoyrast – umframt løgmann sjálvan eisini serkønir løgfrøðingar, kommunurnar, umboð fyri fólkið, so sum fakfeløgini, vinnufeløg, Meginfelag teirra brekaðu o.s.v. Vit í nevndini eru fullgreið yvir, at serliga á tveimum økjum skulu gerast munandi broytingar. • Annað er, at vit skulu gera nakrar nýggjar orðingar til uppskotið, har vit greitt viðurkenna – og ikki lata nakran iva vera um – tann statsrættarliga veruleikan í Ríkisfelagsskapinum, og harvið eisini ta støðu, sum hetta uppskotið hevur í mun til yvirskipaðu Ríkis­ grundlógina og gald andi Heimastýrislóg. • Hitt er, at í teimum grein­ unum í uppskotinum, sum umrøða málsøki, vit ikki enn hava yvirtikið, so sum rættarskipan, har skal setast eitt fyrivarni inn við gildiskomu, so at tær greinarnar ikki fáa gildi, fyrr enn tær eru komnar undir føroyskt málsræði eftir galdandi lóg. Tað er júst hetta, sum er okk­ ara stóra – og trupla ­ uppgáva at arbeiða við at finna semju um í løgtingsnevndini. Tí er tað óskiljandi – og óhoyrt ­ at áðrenn hendan samstarvandi løgtings­ nevnd in rættiliga er kom in ígongd, so dragsar løg maður uppskotið til Dan markar og skjýtur tað niður fyri opnari mikrofon (og einum undrunarsamum stats­ minist ara, helt eg meg síggja), sum óbrúkiligt og ólógligt. Hann boðar øll­ um Kongaríkinum frá, at uppskotið hjá samdari løg­ tingsnevnd er kolldømt, at tað skal detta burtur, og tað skal ikki setast framaftur! Men nú er tað ikki Kaj Leo, sum ger av, hvat løgtingið vil arbeiða við, og hvussu vit skulu arbeiða. Eg rokni við, at øll nevndin er samd við¥ mær í tí, at arbeiðið við stjórnar­ skipanar uppskotinum skal gerast liðugt. Nú er nóg mikið brúkt av tíð, orku og peningi eftir 12 árum. Koma vit í tíðarneyð nú í summar, so verður nevndin sett aftur av nýggjum á Ólavsøku, og ger seg lidnan í heyst. Við ella uttan Kaj Leo. Stjórnarskipanaruppskotið verður gjørt liðugt – við ella uttan Kaj Leo Hans Pauli Strøm, limur í víðkaðu Rættarnevndini fyri Javnaðarflokkin Hvat vantar føroy­ ingum? Eyðun Mohr Viderø Vit verða dagliga fóðraði við ræðusøgum um leik lut okkara í danska ríkis sam­ felagnum. Okkara høga løg ting er í ferð við eina nýggja stjórnar skipan, ið mest líkist einari nýggj ari grundlóg. Men sum part ur at danska ríkinum, so kann okkara partur ikki hava aðra grundlóg, enn ta donsku. Sum fyrrverandi løg­ tings limur, so kenni eg eitt sindur til leikreglurnar. Var limur í nevndini, tá hon byrjaði arbeiðið sítt. Veit í løtuni ikki reiði­ liga, hvør endaligi arbeiðs ­ setn ing urin var, í mun til arbeiðs lagið í dag! Eina innan hýsis skipaða lóg gávu fyri Føroya fólk, með an ríkis felags skip anin varir?! Eg minnist væl, at ávís­ ir á politiska pallinum ikki vildu vera við til eina fólkaatkvøðu um sjálv­ stýri/loys ing tá, tí málið var ov illa lýst fyri al menn­ ing inum, og tí vildi fólka­ at kvøðan helst geva eina ábending um vána politiskt handalag, og so vildu vit við einari sambandsligum úrsliti binda okkum til Danmark í óásetta tíð! Tað er væl av vatni runn­ ið í havið í hesum tíðar­ skeiði, tó uttan stórvegis avkláring! Samanumtikið: Við at fylgja við fyrispurningum frá løgtingslimum um »lítið og onki«, serliga Tjóðveldi, har ein átti at vænta sær nakað, og serliga tonkum og málburði hjá okkara hægsta politiska umboðmanni, løg­ manni, so vil eg mæla til at taka eina fólkaatkvøðu beinanvegin um sjálvstýri ella samband. Óansæð úrslitið, so verða vit borgarar spardir fyri nógv!! Men hvør man vera mest bangin fyri avtøku av danska peningaíkastinum í landskassan??? Dimma gjørdi fríggjadagin tað beistagerð at seta ein óhepnan mann í gapi stokkin. Talan var ikki um ein hóp­ dráps mann, heldur ikki ein narkosmuglara. Talan var um ein mann, sum hevði drukkið og gjørdist ólátaður í einum flogfari. Talan er als ikki um atburð, sum eg vil forsvara, men gapistokkin sum revsingarhátt fóru vit í vesturheiminum burtur frá í fyrru helvt av 1800­talinum. Vit síggja dagliga, at ein ­ staklingasøgur gerast for ­ síðusøgur í føroysku bløð­ un um. Hetta er helst í ein ari desperatari roynd hjá miðl­ um, ið hava minni og minni áhuga millum manna, at fáa sølutøluni at hækka. At persónar tilvitað velja at gerast forsíðustoff, undrar neyvan í einari tíð, har nógv ikki kenna seg livandi, um tey ikki dagliga varpa seg sjálvan út á Facebook ella tilsvarandi miðlum. Hetta er tó eitt tilvitað valg. Eitt annað er, tá óhepnir borgarar enda við mynd á forsíðuni og verða viðgjørdir uttan menn­ iskjanslig atlit. Politikarar ella leiðarar hava valt eitt starv sum inniber, at teir kunnu enda í miðlunum. Hetta er partur av teirra ábyrgd. Í Føroyum er vandin fyri hesum tó ikki stórur, tí jour­ nalistikkur sum fer í dýbdina er ikki vanligur. Hópin av søgum, sum av røttum áttu at verið á breddanum, koma tí ongantíð fram. Tað er ein stórur veikleiki í okkara samfelag. Hinvegin hevur eitt ja ligt fyribrygdi í føroyska sam fe­ lagnum higartil verið, at fólk sum av einhvørjari orsøk koma illa fyri, nærum altíð fáa ein møguleika at reisa seg aftur. Um ein persónur einaferð hevur framt eina býtta ella kriminella gerð, kann viðkomandi gerast ein vælvirkandi og virðismikil samfelagsborgari. Hetta eru fleiri dømir um. Vanligi borgarin skal ikki straffast við almennari út­ hong ing. Tað er bæði óvirði­ ligt og óetiskt. Væntar leiðsl­ an á Dimmu at slík skriv ing møguliga fer at bjarga blað num frá blað deyð anum? Leiðslan á Dimmu negldi sjálv enn ein nagla afturat í líkkistu sína fríggjadagin. Og er hetta journalistiska kósin, verður tað ikki eg sum gráti, tá kistan fer í jørðina. Tví vorði tær Dimma Jan Mortensen