Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-14, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. juni 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 14. juni · Nr. 94 Sosialurin Ítróttarblaðið Akkurát fyri hjá Kvívíkingi 8-MANNAFØR Avrikið hjá Argjabátinum boðaði frá, at tað tær næstu vikurnar eru vánir fyri spenningi Tróndur Arge Kvívíkingur var aftur hesa ferð fyrstur á mál, og harvið eru kví­ víking­ar favorittar at vinna FM heit­ið, sum teir ikki hava rokkið síð­ani í 2002. Á Norðoyastevnu var sigurin vunnin við trimum sekundum ella einari bátslongd. Leygardagin var sigurin á væl teprari. Argjabáturin var 0.23 ella bara reingina aftanfyri Kvívíking. Ikki so langt frá málinum var fjar­ støðan millum tveir teir fremstu bátarnar meiri enn ein báts­longd. Argja­báturin vísti frá­gera gott avrik í endaspurtinum. Men Kví­ víkingur var fyrstur á mál, og so ber til at spyrja, hvussu tað hevði lagað seg, um Argjabáturin, sum ikki hevði nakað serligan start, var farin undir endaspurtin eitt sindur fyrr, ella um teinurin hevði verið eitt sindur longri. Hesa ferð vann Kvívíkingur, og um avrikini hjá teimum báðum fremstu hesa ferð leggja upp til, at tað skal ganga øðrvísi næstu ferð, fæst at vita, tá ið 8-mannaførini fara at dystast á Skálafjørðinum leygar­dagin. Eina løtu var Árnfirðingur klárt á odda. Men Árnfirðingur, sum ven­ur á Kollafirði, dragnaði og end­aði á fjórða plássi. Fríggj­ arin megnaði í enda­spurtinum at taka Árnfirðingin. Úrslit 1 Kvívíkingur . . . . . . . . . . . 07:25.00 2 Argjabáturin . . . . . . . . . 07:25.23 3 Fríggjarin . . . . . . . . . . . . 07:30.20 4 Árnfirðingur . . . . . . . . . . 07:31.00 5 Knørrur . . . . . . . . . . . . . . 07:38.01 6 Ørvur . . . . . . . . . . . . . . . 07:40.08 Støðan 1 Kvívíkingur . . . . . . . . . . . . . . . . . 14 2 Argjabáturin . . . . . . . . . . . . . . . 12 3 Fríggjarin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 9 4 Árnfirðingur . . . . . . . . . . . . . . . . . 9 5 Knørrur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5 6 Ørvur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5 Páll Fangi hóttur av suðuroyingum 6-MANNAFØR MENN Hóast klaksvíkingar aftur hesa ferð vóru bestir, so var avrikið hjá vágbingum so mikið gott hesa ferð, at tað boðar frá spenningi komandi vikuskiftini Tróndur Arge Tað prutlar ikki soleiðis í kapp­ róðrinum í Klaksvík, sum tað gjørdi tað í fjør, tá ið Klaksvíkingur og aðrir bátar settu dám á. Menninir á Páll Fanga hanga í, og teir verja væl og virðiliga æruna hjá klaksvíkingum í kappróðrinum. Annar sigurin á rað ber í sær, at Páll Fangi er favorittur at vinna FM. Ikki minst tá ið teir næstu hesa ferð ikki komu á mál í somu røð, sum teir gjørdu tað á Norðoyastevnu. Á Norðaoyastevnu vóru tað Tvørabáturin og Riddarin, sum vóru fremstu avbjóðararnir . Hesa ferð var tað Smyril úr Vági, sum var drúgv­asti kappingarneytin. Smyril legði bæði Tvørabátin og Riddaran aftur um seg, men Smyril megnaði ikki at taka Páll Fanga, sum var sann­førandi í endaspurtinum. Páll Fangi vann við einum sek­ undi á Smyrli. Á Norðoyastevnu vann Páll Fangi á Smyrli við trettan sekundum. Eftir einari viku kliptu vágbingar leygardagin tólv sekund av fjarstøðuni millum teir og klaks­ víkingar, og leygardagin fæst á Skálafjørðinum at síggja, hvussu tað fer at laga seg, tá ið tvær vikur eru farnar síðani Norðoyastevnuna. Í Hvalvík kiksaði tað í enda­ spurtinum hjá Tvørabátinum, sum ivaleyst eigur meiri í sær, enn hann vísti hesa ferð. Úrslit 1 Páll Fangi . . . . . . . . . . . . . . 07:45.02 2 Smyril . . . . . . . . . . . . . . . . . 07:46.15 3 Tvørabáturin . . . . . . . . . . . 07:48.24 4 Riddarin . . . . . . . . . . . . . . . 07:50.01 5 Skúgvur . . . . . . . . . . . . . . . 07:58.05 6 Strálan . . . . . . . . . . . . . . . . 07:58.12 7 Lómur . . . . . . . . . . . . . . . . . 08:06.13 8 Hósvíkingur . . . . . . . . . . . . 08:11.24 9 Jarnbardur . . . . . . . . . . . . . 08:19.24 10 Herningur . . . . . . . . . . . . . . 08:24.01 Støðan 1 Páll Fangi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14 2 Tvørabáturin . . . . . . . . . . . . . . . . 11 3 Smyril . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 10 4 Riddarin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 9 5 Strálan . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5 6 Skúgvur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5 7 Hósvíkingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1 8 Lómur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1 9 Gongurólvur . . . . . . . . . . . . . . . . . . 0 10 Jarnbardur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 0 11 Herningur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 0 Sølmundur í stórum stíli 6-MANNAFØR KVINNUR Sigurin hjá Sølmundi var tann mest sannførandi av øllum á Sundalagsstevnuni Tróndur Arge Inntil á Norðoyastevnu í ár høvdu kvinnurnar á Søl­mundi ongantíð vunnið. Á Sunda­ lags­stevnu vunnu tær fyri aðru ferð í ár, og sigurin var tann mest sannførandi í øllum kapp­ingunum í Hvalvík. Á Norðoyastevnu var mun­ urin frá Sølmundi, og aftur til Hvessing, sum var næst­ fremstur, eitt sindur minni enn trý sekund. Tí var tað kanska ein lítil vón hjá teimum um­ borð á Hvessingi, at tær í heima­sjógvi skuldu vinna, men tað eydn­aðist ikki. Sølmunur legði bragdliga fyri, og tað var ongantíð nakar ivi. Sølmundur gekk væl, og støðugt øktist munurin aftur til Hvessing, sum á málinum var tað mesta av tveimum báts­ longdum aftanfyri vinnaran. Hinir bátarnir vóru væl aftari. Gongurólvur var tríggj­ar bátslongdir aftanfyri Hvess­ing, og Riddarin var tvær bátslongdir aftanfyri Gongurólv. trondur@sosialurin.fo Úrslit 1 Sølmundur . . . . . . . . 05:30.08 2 Hvessingur . . . . . . . . 05:35.09 3 Gongurólvur . . . . . . 05:44.01 4 Riddarin . . . . . . . . . . 05:50.16 5 Lómur . . . . . . . . . . . . 05:51.19 6 Jarnbardur . . . . . . . . 06:19.04 Støðan 1 Sølmundur . . . . . . . . . . . . . . 14 2 Hvessingur . . . . . . . . . . . . . . 12 3 Gongurólvur . . . . . . . . . . . . . 9 4 Riddarin . . . . . . . . . . . . . . . . . 9 5 Lómur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 6 6 Jarnbardur . . . . . . . . . . . . . . . 4 Falkur skrivaði søgu 5-MANNAFØR GENTUR Á Sundalagsstevnuni eydnaðist tað Falki úr Hósvík at vinna gentukappingina fyri fyrstu ferð nakrantíð Tróndur Arge Tað var so spennandi, sum tað ber til at ímynda sær, at tað kann vera, tá ið Falkurin úr Hósvík og Sílið hjá Havnar Róðrarfelag við gentu­ manningum komu skúmandi fram ímóti málinum. Á Norðoyastevnu var kappingin ikki so tøtt. Ta ferðina var Sílið eina bátslongd frammanfyri Falkin. Leygardagin á Sundalagsstevnu var munurin so at siga eingin. Men Falkurin var fyrstur á mál, og tað var merkisvert. Hóast bát­ urin er úr Hósvík, so kann sigast, at talan var um heimasigur á Sundalagsstevnuni. Og sigurin var tann fyrsti nakrantíð, sum gentu­ manning hevur vunnið við Falki. Falkurin var fremstur mest sum allan teinin. Tá ið bátarnir nærk­ aðust málinum, tóktist Sílið hava hug at bjóða av, men Falkurin helt tørn. Hjá Sílinum kostaði tað nógv hjá, at starturin ikki var so góður. Hinir bátarnir komu á mál væl aftari, og hesa ferð var ikki talan um serliga kapping um plássini. Úrslit 1 Falkur . . . . . . . . . . . . . . . . 05:53.13 2 Sílið . . . . . . . . . . . . . . . . . 05:53.20 3 Beinta . . . . . . . . . . . . . . . . 05:57.24 4 Tjaldrið . . . . . . . . . . . . . . . 06:00.03 5 Ørnin . . . . . . . . . . . . . . . . 06:07.23 6 Silja . . . . . . . . . . . . . . . . . . 06:12.12 7 Tambar . . . . . . . . . . . . . . . 06:21.03 8 Fípan Fagra . . . . . . . . . . . 06:40.06 Støðan 1 Sílið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 13 2 Falkur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 13 3 Beinta . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 10 4 Tjaldrið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 8 5 Silja . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5 6 Ørnin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4 7 Fípan Fagra . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2 8 Tambar . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1