mánadagur 14. juni 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 14. juni · Nr. 94
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Akkurát fyri
hjá Kvívíkingi
8-MANNAFØR Avrikið hjá Argjabátinum
boðaði frá, at tað tær næstu
vikurnar eru vánir fyri spenningi
Tróndur Arge
Kvívíkingur var aftur hesa ferð
fyrstur á mál, og harvið eru kví
víking ar favorittar at vinna FM
heit ið, sum teir ikki hava rokkið
síð ani í 2002.
Á Norðoyastevnu var sigurin
vunnin við trimum sekundum
ella einari bátslongd. Leygardagin
var
sigurin
á
væl
teprari.
Argjabáturin var 0.23 ella bara
reingina aftanfyri Kvívíking. Ikki
so langt frá málinum var fjar
støðan millum tveir teir fremstu
bátarnar meiri enn ein báts longd.
Argja báturin vísti frá gera gott
avrik í endaspurtinum. Men Kví
víkingur var fyrstur á mál, og so
ber til at spyrja, hvussu tað hevði
lagað seg, um Argjabáturin, sum
ikki hevði nakað serligan start,
var farin undir endaspurtin eitt
sindur fyrr, ella um teinurin hevði
verið eitt sindur longri.
Hesa ferð vann Kvívíkingur, og
um avrikini hjá teimum báðum
fremstu hesa ferð leggja upp til, at
tað skal ganga øðrvísi næstu ferð,
fæst at vita, tá ið 8mannaførini
fara at dystast á Skálafjørðinum
leygar dagin.
Eina løtu var Árnfirðingur
klárt á odda. Men Árnfirðingur,
sum ven ur á Kollafirði, dragnaði
og end aði á fjórða plássi. Fríggj
arin megnaði í enda spurtinum at
taka Árnfirðingin.
ÚRslit
1 Kvívíkingur . . . . . . . . . . .07:25.00
2 Argjabáturin. . . . . . . . . .07:25.23
3 Fríggjarin . . . . . . . . . . . .07:30.20
4 Árnfirðingur . . . . . . . . . .07:31.00
5 Knørrur . . . . . . . . . . . . . .07:38.01
6 Ørvur . . . . . . . . . . . . . . . .07:40.08
stØðAN
1 Kvívíkingur . . . . . . . . . . . . . . . . .14
2 Argjabáturin. . . . . . . . . . . . . . . .12
3 Fríggjarin . . . . . . . . . . . . . . . . . . .9
4 Árnfirðingur . . . . . . . . . . . . . . . . .9
5 Knørrur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .5
6 Ørvur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .5
Páll Fangi hóttur
av suðuroyingum
6-MANNAFØR MENN Hóast klaksvíkingar aftur hesa ferð
vóru bestir, so var avrikið hjá vágbingum so mikið gott hesa
ferð, at tað boðar frá spenningi komandi vikuskiftini
Tróndur Arge
Tað prutlar ikki soleiðis í kapp
róðrinum í Klaksvík, sum tað gjørdi
tað í fjør, tá ið Klaksvíkingur og aðrir
bátar settu dám á. Menninir á Páll
Fanga hanga í, og teir verja væl og
virðiliga æruna hjá klaksvíkingum
í kappróðrinum.
Annar sigurin á rað ber í sær, at
Páll Fangi er favorittur at vinna FM.
Ikki minst tá ið teir næstu hesa ferð
ikki komu á mál í somu røð, sum
teir gjørdu tað á Norðoyastevnu.
Á Norðaoyastevnu vóru tað
Tvørabáturin og Riddarin, sum
vóru fremstu avbjóðararnir . Hesa
ferð var tað Smyril úr Vági, sum var
drúgv asti kappingarneytin. Smyril
legði bæði Tvørabátin og Riddaran
aftur um seg, men Smyril megnaði
ikki at taka Páll Fanga, sum var
sann førandi í endaspurtinum.
Páll Fangi vann við einum sek
undi á Smyrli. Á Norðoyastevnu
vann Páll Fangi á Smyrli við trettan
sekundum. Eftir einari viku kliptu
vágbingar leygardagin tólv sekund
av fjarstøðuni millum teir og klaks
víkingar, og leygardagin fæst á
Skálafjørðinum at síggja, hvussu tað
fer at laga seg, tá ið tvær vikur eru
farnar síðani Norðoyastevnuna.
Í Hvalvík kiksaði tað í enda
spurtinum hjá Tvørabátinum, sum
ivaleyst eigur meiri í sær, enn hann
vísti hesa ferð.
ÚRslit
1 Páll Fangi . . . . . . . . . . . . . 07:45.02
2 Smyril . . . . . . . . . . . . . . . . 07:46.15
3 Tvørabáturin. . . . . . . . . . . 07:48.24
4 Riddarin . . . . . . . . . . . . . . 07:50.01
5 Skúgvur. . . . . . . . . . . . . . . 07:58.05
6 Strálan . . . . . . . . . . . . . . . 07:58.12
7 Lómur . . . . . . . . . . . . . . . . 08:06.13
8 Hósvíkingur . . . . . . . . . . . 08:11.24
9 Jarnbardur. . . . . . . . . . . . . 08:19.24
10 Herningur . . . . . . . . . . . . . 08:24.01
stØðAN
1 Páll Fangi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14
2 Tvørabáturin. . . . . . . . . . . . . . . . . 11
3 Smyril . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 10
4 Riddarin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 9
5 Strálan . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5
6 Skúgvur. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5
7 Hósvíkingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1
8 Lómur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1
9 Gongurólvur . . . . . . . . . . . . . . . . . . 0
10 Jarnbardur. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 0
11 Herningur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 0
Sølmundur
í stórum stíli
6-MANNAFØR KViNNUR Sigurin hjá
Sølmundi var tann mest sannførandi
av øllum á Sundalagsstevnuni
Tróndur Arge
Inntil á Norðoyastevnu í ár
høvdu kvinnurnar á Søl mundi
ongantíð vunnið. Á Sunda
lags stevnu vunnu tær fyri
aðru ferð í ár, og sigurin var
tann mest sannførandi í øllum
kapp ingunum í Hvalvík.
Á Norðoyastevnu var mun
urin frá Sølmundi, og aftur
til Hvessing, sum var næst
fremstur, eitt sindur minni enn
trý sekund. Tí var tað kanska
ein lítil vón hjá teimum um
borð á Hvessingi, at tær í
heima sjógvi skuldu vinna, men
tað eydn aðist ikki.
Sølmunur legði bragdliga
fyri, og tað var ongantíð nakar
ivi. Sølmundur gekk væl, og
støðugt øktist munurin aftur
til Hvessing, sum á málinum
var tað mesta av tveimum báts
longdum aftanfyri vinnaran.
Hinir bátarnir vóru væl
aftari.
Gongurólvur
var
tríggj ar bátslongdir aftanfyri
Hvess ing, og Riddarin var
tvær
bátslongdir
aftanfyri
Gongurólv.
trondur@sosialurin.fo
ÚRslit
1 Sølmundur . . . . . . . .05:30.08
2 Hvessingur . . . . . . . .05:35.09
3 Gongurólvur . . . . . . .05:44.01
4 Riddarin . . . . . . . . . .05:50.16
5 Lómur . . . . . . . . . . . .05:51.19
6 Jarnbardur. . . . . . . . .06:19.04
stØðAN
1 Sølmundur . . . . . . . . . . . . . .14
2 Hvessingur . . . . . . . . . . . . . .12
3 Gongurólvur . . . . . . . . . . . . . .9
4 Riddarin . . . . . . . . . . . . . . . . .9
5 Lómur . . . . . . . . . . . . . . . . . . .6
6 Jarnbardur. . . . . . . . . . . . . . . .4
Falkur skrivaði søgu
5-MANNAFØR GENtUR Á Sundalagsstevnuni eydnaðist tað Falki
úr Hósvík at vinna gentukappingina fyri fyrstu ferð nakrantíð
Tróndur Arge
Tað var so spennandi, sum tað ber
til at ímynda sær, at tað kann vera,
tá ið Falkurin úr Hósvík og Sílið
hjá Havnar Róðrarfelag við gentu
manningum komu skúmandi fram
ímóti málinum.
Á Norðoyastevnu var kappingin
ikki so tøtt. Ta ferðina var Sílið eina
bátslongd
frammanfyri
Falkin.
Leygardagin á Sundalagsstevnu
var munurin so at siga eingin.
Men Falkurin var fyrstur á mál,
og tað var merkisvert. Hóast bát
urin er úr Hósvík, so kann sigast,
at talan var um heimasigur á
Sundalagsstevnuni. Og sigurin var
tann fyrsti nakrantíð, sum gentu
manning hevur vunnið við Falki.
Falkurin var fremstur mest sum
allan teinin. Tá ið bátarnir nærk
aðust málinum, tóktist Sílið hava
hug at bjóða av, men Falkurin helt
tørn. Hjá Sílinum kostaði tað nógv
hjá, at starturin ikki var so góður.
Hinir bátarnir komu á mál væl
aftari, og hesa ferð var ikki talan
um serliga kapping um plássini.
ÚRslit
1 Falkur . . . . . . . . . . . . . . . 05:53.13
2 Sílið . . . . . . . . . . . . . . . . . 05:53.20
3 Beinta . . . . . . . . . . . . . . . 05:57.24
4 Tjaldrið . . . . . . . . . . . . . . 06:00.03
5 Ørnin . . . . . . . . . . . . . . . . 06:07.23
6 Silja . . . . . . . . . . . . . . . . . 06:12.12
7 Tambar . . . . . . . . . . . . . . 06:21.03
8 Fípan Fagra. . . . . . . . . . . 06:40.06
stØðAN
1 Sílið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 13
2 Falkur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 13
3 Beinta . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 10
4 Tjaldrið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 8
5 Silja . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5
6 Ørnin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4
7 Fípan Fagra. . . . . . . . . . . . . . . . . . 2
8 Tambar . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1