mánadagur 14. juni 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. juni · Nr. 94
22
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Kappingin
er so fjøl -
broytt sum
sjáldan
SUNDALAGSSTEVNA Fýra nýggir
vinnarar vóru kjósaðir í Hvalvík,
har tað gekk ógvuliga striltið
at fáa gongd á kappróðurin
Tróndur Arge
Kappróðrarárið
tykist
fara
at vera so fjølbroytt, sum tað
sjáld an áður hevur verið tað.
Á Sunda lagsstevnu í Hvalvík
síðsta leygardag vóru nýggir
vinn arar í fýra kappingum,
og aft ur hesa ferð var tað sera
tætt í fleiri róðrum.
Vinnararnir vóru úr fleiri
økjum kring landið. Vest menn
ingur vann kapp ingina millum
10mannaførini, og Kvívíkingur,
sum venur í Vestmanna, og sum
gerandiskvøld ofta kapprør við
Vestmenning, vann fyri aðru
ferð í ár kappingina millum
8manna førini.
Páll
Fangi
úr
Klaksvík
endur vann kappingina mill
um 6mannafør við monn um,
og Sølmundur úr Kappróðrar
felagnum NSÍ á Glyvrum
endur vann kappingina millum
6manna før við kvinnum.
Drekin hjá Havnar Róðrar
felag var nýggjur vinnari í
kapp ingini millum 5mannafør
við kvinnum, Royndin Fríða
úr Vági var nýggjur vinnari í
kapp ingini millum 5mannafør
við dreingjum, og Falkur úr
Hósvík var nýggjur vinnari í
kapp ingini millum 5mannafør
við gentum.
Í
barnaróðrunum
vóru
somu vinnarar sum á Norð oya
stevnu. Dreingirnir á Títlingi
hjá Havnar Róðrarfelag og
gent urnar á Teistanum hjá
Argja Róðrarfelag.
Umstøðurnar at rógva kapp
vóru ikki so galnar. Tað tók
langa tíð at leggja bátarnar.
Hóast tað varð farið undir
barna róðurin á 250 metrum
klokkan 13, so var ikki klárt
at senda dreingjabátarnar av
1000 metra málinum fyrrenn
klokk an 16, og tað var akkurát
so, at 10mannaførini fóru um
málið, áðrenn dómarin klokk
an 19 bríkslaði fyri fyrstu ferð
í landskappingardystinum og
stevnudystinum millum EB/
Streym og ÍF.
Leygardagin verður aftur
kappróður á skránni. Tá verður
kappast á Eystanstevnu á
Skála fjørðinum, har tað – eins
og í Hvalvík – fer at verða
kapp ast á øllum fýra teinunum
– 250 metrar, 1000 metrar, 1500
metrar og 2000 metrar.
trondur@sosialurin.fo
Vestmenningur
er vaknaður
10-MANNAFØR Fyri fyrstu ferð síðani á Ólavsøku í 2002
eydnaðist tað leygardagin Vestmenningi at vinna, og nú er
tað lagt upp til sera tætta kapping millum Vestmenning og
Eysturoying, sum higartil hava vunnið seks FM heiti í part
Tróndur Arge
Tað var eitt sindur óvæntað, at
Vestmenningur vann á Sunda
lagsstevnu. Í kjalarvørrinum av
Norðoyastevnuni sigur tað seg
sjálvt, at Eysturoyingur var favo
rittur, men tað var altso Vest menn
ingur, sum kom fyrstur á mál í
Hvalvík.
Á Norðoyastevnu var Eystur
oy ingur fremstur við 7.14.05, og
Vestmenningur var næstfremstur
við 7.16.16. Leygardagin var vinn
ara tíðin hjá Vestmenningi 9.47.13, og
Eysturoyingur var næstfyrstur við
9.49.03. Á Norðoyastevnu kappaðust
10mannaførini á 1500 metrum, og
á Sundalagsstevnu kappaðust tey á
2000 metrum. Sammett við avrikið
á Norðoyastevnu var avrikið hjá
Vestmenningi hesa ferð 4.21 sekund
betri enn tað hjá Eysturoyingi.
Søgan sigur, at Vestmenningur
ofta hevur verið eitt sindur tungur
í startinum, og at tað ikki hevur
verið fyrrenn í miðróðrinum og í
endaspurtinum, at Vestmenningur
hevur tikið tað, sum hevur verið
neyðugt at vinna, fyri at koma
fremstur á mál.
Soleiðis var tað ikki á Sunda
lagsstevnuni. Hjá øllum trim um
bátunum – Hoyvíkingi, Eystur oy
ingi og Vestmenningi – var start
urin góður. Eina løtu tóktist tað
sum um, at Eysturoyingur hevði
hug at stinga seg framum, men
Vest menn ingur helt honum í sera
stutt um tjóðri, og so við og við var
tað Vestmenningur, sum tað mun
aði best hjá.
Hoyvíkingur dragnaði, og tá ið
Vestmenningur hevði fingið Eystur
oying eina bátslongd afturum, bar
tað ongantíð til hjá favorittunum
at taka vestmenningarnar. Onkra
ferðina
tódnaði
munurin
eitt
sindur, men á málinum var eing in
ivi. Vestmenningur var meiri enn
eina hálva bátslongd framman fyri
Eysturoying, sum var fleiri báts
longdir frammanfyri Hoyvíking.
Teir stóru
Vestmanna er gomul kappróðrar
bygd. Seinastu árini hevur tað
verið eitt sindur upp og niður hjá
10mannafarinum. Nú er eldur av
álvara komin í aftur, og vest menn
ingar eru aftur farnir at fylgja
við úr vindeygum og túnum, tá ið
Vest menningur
summarkvøldini
venur.
Í FM søguni, sum gongur aftur til
1973, verður Vestmenningur rokn
aður millum teir stóru. Um gjørt
verður upp í talinum av FM heitum,
so er Vestmenningur saman við
tveim um øðrum á 2. plássi.
Havnarbáturin eigur flest FM
heiti (13), og saman við Eystur
oyingi hava Nólsoyingur og Vest
menn ingur vunnið FM seks ferðir.
Tað eru tíggju ár síðani Vest menn
ingur var meistari, og inntil á
Sundalagsstevnu í Hvalvík leygar
dagin var Vestmenningur ikki
komin fyrstur á mál síðani á Ólav
søku í 2002.
Havnarbátin og Nólsoying er
tíverri einki at síggja til í ár, og
Klaksvíkingur, sum seinastu árini
hevur verið so pretin og hevur
vunnið tvey FM heiti, er heldur ikki
flotaður. Nú eru tað Eysturoyingur
og Vestmenningur, sum eru mitt í
stríðnum fyri at vinna FM í ár, og
harvið í samantalda FM úrslitinum
einsamallur at leggja seg á næst
fremsta plássið.
Kappingarnar í Klaksvík og
Hvalvík boða frá stórum spenningi,
og leygardagin verður tað aftur
spenn ingi, tá ið Eysturoyingur fer
at rógva í heimasjógvi!
trondur@sosialurin.fo
ÚRSLiT
1 Vestmenningur . . . . . . . . 09:47.13
2 Eysturoyingur. . . . . . . . . . 09:49.03
3 Hoyvíkingur . . . . . . . . . . . 10:00.12
STØðAN
1 Eysturoyingur. . . . . . . . . . . . . . . . 13
2 Vestmenningur . . . . . . . . . . . . . . 13
3 Hoyvíkingur . . . . . . . . . . . . . . . . . 10