mikudagur 14. juli 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. juli 2010 · Nr. 107
4
Sosialurin
Randi Jacobsen
Klokkan eitt korter til trý
týsmorgunin vaknaðu Turid
Drangá, sonur og dóttirin
við kaldan dreym. Buldur og
brak hoyrdust í neðra í hús
unum.
27 ára gamli sonurin, sum
gekk við brotnum armi,
var fyrstur oman gjøgnum
trappurnar, og har møtti
hann einum 19 ára gomlum
skopuningi, sum var komin
at hevna okkurt agg teirra
millum.
Innbrotsmaðurin
hevði
frætt, at 27 ára gamli mað
urin, sum annars býr í Havn,
var komin suður at vitja
mammu sína.
Tá ið Turid Drangá kom
niðurundir, lá tann 19 ára
gamli maðurin oman á soni
hennara og tók kvørkratak.
Púra forfard royndi hon at
hjálpa soninum og fekk tá
knýttan neva inn í síðuna.
Trý rivjabein vórðu brákað,
og tveir fingrar koktir.
Mest bangin var hon um
16 ára gomlu dóttrina, sum
hon kveistraði inn í stovuna,
meðan hon ringdi 112.
Í tí sama komu mamma
og beiggi tann 19 ára gamla
mannin, tí tey vóru farin
at leita eftir tí 19 ára gamla
manninum. Beiggin legði
uppí, og so fekk hann eisini
nevan.
- Eg sá, at hann eisini sler
di út eftir mammu síni, men
sá ikki, um hann rakti, sigur
Turid Drangá.
Førdur til Havnar
Sýslumaðurin í oynni hev
ur summarfrí, so har eru
bara
eykapolitistar.
Tað
tók drúgva tíð, áðrenn teir
komu, sigur Turid Drangá,
sum heldur tað vera ov galið,
at einki fast politi er í Sand
oynni, har so nógv brotsverk
eru framd seinastu árini.
Eykapolitistarnir
tóku
mannin, men teir hildu tað
ikki vera ráðiligt at hava
mannin í oynni fyri náttina,
ringdu til Havnar, og so komu
tveir politistar úr Havn við
bjargingarbátinum Lív og
førdu mannin til Havnar, har
hann gisti i geglinum.
Politiið í Havn váttar
hetta og sigur, at tá ið maður
in týsdagin var edrúur aftur,
varð hann sleptur leysur.
Ótrygg
Turid Drangá er framvegis
skelkað av tilburðinum, og
hon er bangin fyri, at mað
urin fer at koma aftur. Hon
spurdi i gjár politiið, hvussu
hon skuldi verja seg. Politis
tarnir bóðu hana læsa hurð
ina.
- Hurðin hjá okkum varð
stongd
týsnáttina.
Hann
knústi rútin í hurðini, fekk
hondina innum og læt upp,
sigur Turid Drangá.
Hon hevur búð eini 30 ár
í Danmark, áðrenn hon fyri
hálvum triðja ári síðan flutti
heim aftur til Skopunar.
Í Danmark kendi hon seg
ongantíð so ótrygga, sum
hon kennir seg nú í Skopun.
- Tað er ófatiligt, at slíkt
kann henda í eini lítlari
bygd mitt í viku, sigur Turid
Drangá.
Áðrenn
maðurin
varð
latin leysur, varð hann av
hoyrdur av politinum, men
ikki ber til at fáa at vita, hvør
frágreiðing hansara var.
randi@sosialurin.fo
Leiðarastarv á Landsverki
Fjølbroytt serfrøði
Vit leita eftir rakstrarleiðara til vegadeildina. Les meira á landsverk.fo.
Tók kvørkratak
kriminalitetur Politistar úr Havn fóru týsnáttina til Skopunar eftir einum manni,
sum hevði brotið inn í eini hús og gjørdi seg inn á húsfólkini. Tað líkist ongum, at
politi ikki er í oynni, sigur Turid Drangá, sum er skelkað av hendingini
Hurðin var læst, men
maðurin knústi rútin
og fekk læst upp