mikudagur 14. juli 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. juli 2010 · Nr. 107
4
Sosialurin
Randi Jacobsen
Klokkan eitt korter til trý
týsmorgunin vaknaðu Turid
Drangá, sonur og dóttirin
við kaldan dreym. Buldur og
brak hoyrdust í neðra í hús
unum.
27 ára gamli sonurin, sum
gekk við brotnum armi,
var fyrstur oman gjøgnum
trapp ur nar, og har møtti
hann einum 19 ára gomlum
skopun ingi, sum var komin
at hevna okkurt agg teirra
mill um.
Innbrotsmaðurin
hevði
frætt, at 27 ára gamli mað
ur in, sum annars býr í Havn,
var komin suður at vitja
mam m u sína.
Tá ið Turid Drangá kom
niður undir, lá tann 19 ára
gamli maðurin oman á soni
henn ara og tók kvørkratak.
Púra forfard royndi hon at
hjálpa soninum og fekk tá
knýtt an neva inn í síðuna.
Trý rivjabein vórðu brákað,
og tveir fingrar koktir.
Mest bangin var hon um
16 ára gomlu dóttrina, sum
hon kveistraði inn í stovuna,
með an hon ringdi 112.
Í tí sama komu mamma
og beiggi tann 19 ára gamla
mann in, tí tey vóru farin
at leita eftir tí 19 ára gamla
manni num. Beiggin legði
uppí, og so fekk hann eisini
nev an.
Eg sá, at hann eisini sler
di út eftir mammu síni, men
sá ikki, um hann rakti, sigur
Turid Drangá.
Førdur til Havnar
Sýslumaðurin í oynni hev
ur summarfrí, so har eru
bara
eykapolitistar.
Tað
tók drúgva tíð, áðrenn teir
komu, sigur Turid Drangá,
sum heldur tað vera ov gal i ð,
at einki fast politi er í Sand
oynni, har so nógv brotsverk
eru framd seinastu árini.
Eykapolitistarnir
tóku
mannin, men teir hildu tað
ikki vera ráðiligt at hava
mann in í oynni fyri náttina,
ringdu til Havnar, og so komu
tveir politistar úr Havn við
bjarg ing arbátinum Lív og
førdu mannin til Havnar, har
hann gisti i geglinum.
Politiið í Havn váttar
hetta og sigur, at tá ið mað ur
in týsdagin var edrúur aftur,
varð hann sleptur leysur.
Ótrygg
Turid Drangá er framvegis
skelk að av tilburðinum, og
hon er bangin fyri, at mað
ur in fer at koma aftur. Hon
spurdi i gjár politiið, hvus su
hon skuldi verja seg. Poli tis
t arnir bóðu hana læsa hurð
ina.
Hurðin hjá okkum varð
stongd
týsnáttina.
Hann
knús ti rútin í hurðini, fekk
hond ina innum og læt upp,
sig ur Turid Drangá.
Hon hevur búð eini 30 ár
í Danmark, áðrenn hon fyri
hálv um triðja ári síðan flutti
heim aftur til Skopunar.
Í Danmark kendi hon seg
ongan tíð so ótrygga, sum
hon kennir seg nú í Skopun.
Tað er ófatiligt, at slíkt
kann henda í eini lítlari
bygd mitt í viku, sigur Turid
Drangá.
Áðrenn
maðurin
varð
latin leysur, varð hann av
hoyrd ur av politinum, men
ikki ber til at fáa at vita, hvør
frá grei ð ing hansara var.
randi@sosialurin.fo
Leiðarastarv á Landsverki
Fjølbroytt serfrøði
Vit leita eftir rakstrarleiðara til vegadeildina. Les meira á landsverk.fo.
Tók kvørkraTak
kriminalitetur Politistar úr Havn fóru týsnáttina til Skopunar eftir einum manni,
sum hevði brotið inn í eini hús og gjørdi seg inn á húsfólkini. Tað líkist ongum, at
politi ikki er í oynni, sigur Turid Drangá, sum er skelkað av hendingini
Hurðin var læst, men
maðurin knústi rútin
og fekk læst upp