Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juli 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. juli 2010 · Nr. 107 6 Sosialurin Áki Bertholdsen - Hetta er eitt ræðuligt dømi um manglandi virðing fyri djórum. Tað er skoðsmálið, sum Rúni Nielsen, næstformaður í Djóraverndarfelagnum, gev­ur einum broti í nýggja og væl umtókta filminum um Jóannes Nielsen, víðagiti skald og rithøvundur. Í tí eina brotinum í filmi­ num, sum Katrin Óttar­s­dótt­ ir hevur gjørt, hevur kettan hjá skaldinum lagt tríggjar kett­lingar og Jóannes Niel­ sen hevur tikið á seg av av­ líva tveir av teimum, ímeðan tann triði slapp at liggja eftir hjá løðuni. Men tað er mátin, sum Jóan­nes Nielsen avlívar kett­ ling­ar­nar upp á, sum rætti­ liga hevur stoytt tey í Djóra­ vernd­ar­felagnum. Í filminum síggja vit Jóannes Nielsen beina fyri kett­ling­unum við at tveita teir í havið Yviri við Strond og drukna teir. Vit síggja hann taka teir báðar nýlagdu kettlingarnar, koyra teir í ein plastposa við ein­um steini og tveita teir út av helluni og á sjógv. - Øll hava krav upp á eitt virði­ligt lív, og øll hava krav upp á ein virðiligan deyða, stað­festir Rúni Nielsen. Hann staðfestir sam­ stund­is, at tá ið eitt djór verð­ ur druknað, er tað alt ann­að enn ein virðiligur deyði og hann heldur, at hetta er eitt ræðuligt dømi um hug­burð­ in, ið summi hava til djór. Hann staðfestir sam­ stundis, at hetta er greitt brot á djóraverndarlógina og tí er tað eitt mál, sum djóra­ vernd­ar­felagið hevur tikið upp til viðgerðar. Tí er tað eisini væntandi fyri heilt vist, at felagið fer at melda tilburðin, sigur næst­ formaðurin. Ongan skund Hann leggur kortini aftur­at, at málið hevur ikki so øgi­lig­ an skund, tí djóra­pínslan er væl og virðiliga skjalprógvað í filminum. Tí er heldur ikki avjørt, hvussu ein fráboðan til løg­ reglu­na fer at verða orðað, um tað verður Jóannes Niel­ sen einsamallur, sum verður meld­aður, ella um films­mak­ ar­in, Katr­in Óttars­dóttir, skal meld­ast fyri at staðið fyri út­ breiðs­lu­ni av slíkum mynd­um, ella kanska tey bæði tvey. Men hinvegin sigur Rúni Niel­sen, at hann skilir so yvir­høvur ikki, hvussu al­ men­na Kringvarpið vil leggja navn til ein film við slíkum hug­burðin mótvegis djórum, sum hesum. Hóast Djóraverndarelagið ikki hevur meldað enn, hev­ ur felagið kortini kannað mál­ið hjá djóralækna, sum eisini er samdur um, at tað er djórapínsla at drukna eitt djór. Rúni Nielsen sigur, at tað eru eisini fordømi um, at fólk hava fyri ikki so heilt langari tíð síðani fingið dóm fyri at ha­va druknað ein hund. aki@sosialurin.fo - Hetta ein ringur máti at av­líva djór upp á. Signar Petersen, djóra­ læk­ni, ivast ikki í, at tað er brot á djóraverndarlógina at drukna kettlingar. Hann sigur, at eftir djóra­verndarlógini er tað eitt krav at fyribyrgja, at eitt djór ikki pínist óneyð­ugt, tá ið tað verður avlívað. - Tann, sum druknar eitt djór, livir ikki upp til het­ta krav­ið, sigur hann. Hann er greiður yvir, at tað hevur verið vanlig man­na­gongd í Føroyum at drukna kettlingar og hunda­hvølpar. Hann heldur kortini, at nú eiga vit at verða komin eitt sindur longri enn tað, - Soleiðis ger mann ikki nú á døgum, leggur hann aftur­at. Hann staðfestir, at besti og mest pínleysi mát­in at av­líva eitt djór, er at fara til djóra­læk­na við tí, har tað verð­ur doyvt, so at tað ikki vakn­ar aftur. Men hann heldur kort­ ini, at skal tað vera, er tað fræg­ari at skjóta eitt djór enn at drukna tað, tí tá ið tað er skotið, er tað vekk alt fyri eitt. Hann heldur eisini, at tað er frægari at sláa høvd­ið í stein á einum ný­ lagd­um kett­lingi, heldur enn at druk­na hann. - Er rætt atborið tá ið ein ný­l­agd­ur kettlingur verð­ur slig­in í stein, er hann eisini vekk alt fyri eitt, tí tá er skalla­beinið so bleytt, at tað tolir lítið av. Í øll­um før­um missir hann vit­ið alt fyri eitt. - Men at drukna ein kett­ling er í veruleikanum ein tann vánaligasta loys­ n­in, sig­ur Signar Petersen. Tað er týðiligt, at tað kemur rættiliga óvart á Jóannes Nielsen, at hann nú er í vanda fyri at verða meld­að­ur fyri at hava drukn­að tveir kettlingar. - Hetta er vanligi mátin, sum vit hava brúkt nú í rætti­liga nógv ár fyri at hal­da húsdjórastovninum niðri, sigur hann í eini stutt­ari viðmerking. - Skal tað nú vera revsi­ vert, má tað vera onkur nýggj siðvenja, sum hevur stun­g­ið seg upp, legg­ur hann afturat. Men heldur tú so, at hetta er rætti mátin at avlíva djór uppá? - Eg veit ikki, hvussu drukni­deyðin er og tað er nokk øgiliga tórført at dokumentera, hvussu tann deyðin følist hjá ein­ um djóri. - Sjálvandi ber tað til at sláa høvdið í stein og tað er kanska ein virði­ lig­ari deyði at fáa enn at drukna. Tað er kans­ka enntá uppaftur effek­t­iv­ ari at svevja eitt djór. Men tá er mann sjálvur in­vol­ ver­aður upp á nokk so gro­tesk­an mátan. - Kanska hevur druk­ ni­deyðin verið so nógv brúktur, tí tað er tann mátin, sum er be­hagi­ lig­ast fyri bøðilin, sigur Jóan­nes Nielsen. Vit fingu ikki orðið á Katrina Óttarsdóttir, áðr­ enn evstamark og tað eydn­að­ist heldur ikki at fáa eina viðmerking frá Kring­varpinum. Men, so vítt, vit hava fingið uppspurt, eru ongar reaktiónir kom­ nar uttanlands upp á kettlinga-brotið í filmi­ num og ongin hevði vænt­ að, at fyrsta átalan skuldi koma hiðani úr Føroyum. Jóannes Nielsen lagdur undir at pína kettlingar DJÓRAPÍNSLA Kendi føroyski rithøvundurin og yrkjarin, Jóannes Nielsen, er blivin miðdepilin í einum máli um djórapínslu og hann kann nú vænta at verða meldaður Eitt av okkara fremstu skaldum og rithøvundum, Jóannes Nielsen, hevur fingið Djóraverndarfelagið eftir sær, tí hann hevur druknað tveir kettlingar á filmi. Hetta kemur óvart á høvundan sjálvan Soleiðis ger mann ikki nú á døgum Behagiligast fyri bøðilin Djórapínsla Tá er mann sjálv­ ur in­vol­ver­ aður upp á ein nokk so gro­tesk­an máta Bøðilin - Kanska hevur drukni­ deyðin verið so nógv brúktur, tí tað er tann mátin, sum er be­hagi­lig­ast fyri bøðilin, sig­ur Jóan­nes Nielsen