mikudagur 14. juli 2010síða 7
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 14. juli 2010 · Nr. 107
Sosialurin
Føroya Banki søkir í løtuni eftir næmingum.
Í Føroya Banka eru vit dugnalig, eldhugað og framsøkin. Tí hava vit
ment okkum til eitt sterkt norðurlendskt samtak við 450 starvsfólkum
í Føroyum, Íslandi, Danmark og Grønlandi.
Vilt tú verða partur av framtíðini hjá Føroya Banka? Vilt tú verða
ein av okkum?
Send tína umsókn við CV og møguligum prógvum við telduposti til
starvsfolk@foroya.fo.
Umsóknarfreistin er 19. juli.
Les meira á www.foroya.fo
Hjá okkum fært tú eina
lønandi útbúgving
Bakkafrost søkir maskinmeistara
StarvSfólk
Søkt verður eftir maskinmeistara til Bakkafrost Harvest Klaksvík
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Bakkafrost hevur ræði á allari virðisketuni frá smolti til liðugvøruframleiðslu. Bakkafrost framleiðir
m.a. feskan laks til sushimarknaðin og lidnar porsjónsvørur til stórar handilsketur. Bakkafrost leggur dent á lívfrøðiliga trygd, dugnalig starvsfólk,
lágkostnaðarframleiðslu, virðisøking og vakstrarmøguleikar. Bakkafrost er skrásett á Oslo Børs. Umleið 450 starvsfólk starvast á Bakkafrost.
Bakkavegur 9 · PO Box 221 · fO-625 Glyvrar · tel +298 40 50 00 · fax +298 40 50 09 · www.bakkafrost.com
Bakkafrost Harvest, Klaksvík, er eitt sera framkomið kryvjivirki, ið tekur
ímóti umleið 18.000 til 20.000 tonsum av aldum laksi um árið.
Á virkinum arbeiða 30 til 35 fólk
Førleikar:
Tann, ið settur verður, skal hava viðkomandi royndir og útbúgving.
Arbeiðið:
Arbeiðsøkið er alt vanligt maskin- og umvælingararbeiði, herundir
viðlíkahald, rakstur og stýring av eykalutagoymslu. Viðkomandi skal
kunna arbeiða sjálvstøðugt undir virkiðsleiðarnum.
Løn og setanartreytir eru í samráð við leiðsluna.
Umsóknarfreistin er 31/07-2010
Fyrispurningar: Kári E. Jacobsen, tel 235011
Áhugað biðjast senda skrivliga umsókn saman við prógvi til:
P/f Bakkafrost Processing
Bakkavegur 9
Postboks 221
FO-625 Glyvrar
ella við telduposti til
kaja@bakkafrost.com
Sosialurin / KvR 34 18 00