mikudagur 14. juli 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. juli 2010 · Nr. 107
10
Sosialurin
So er Spania heimsmeistari í fótbólti. Kappingin er av. Og eft ir
stendur so spurningurin; hvat skal ein nú fáa mjørkatungu summ
ar kvøldini at ganga við?
Nei, so galið er tað neyvan, men slík kapping í vikuvís fyllir
nógv. Eg gjørdi tíðliga av, at hesaferð skuldi eg fylgja við og síggja
so nógvar dystir sum gjørligt. Men mongum brestur ætlan. Oftast
var okkurt annað á skránni, og eg sá nakrar dystir, men alt ov
fáar til at kunna kalla meg serfrøðing í heimsmeistarakappingini
2010, ella til bara at kunna tosa við millum menn.
Jú, rættir menn tosa um fótbólt. Men havi nú lagt til merkis,
at tað gera kvinnur eisini. Og tær vita væl. Eisini um annað, enn
hársnið og privatlív hjá leikarum og um løtuna, tá teir skifta um
troyggjur. Kvinnurnar eru eisini komnar við á vøllin í HM høpi.
Og so kann lýsingin um, at »der er sa meget kvinder ikke
forstar« vera so góð sum hon vil. Tí hon er góð og stuttlig, í øllum
førum, tá ein ikki er kvinna, men mannfólk. Og tað er ein góðtikin
samfelagsregla, at tað eru mannfólk, ið vita mest um fótbólt, og
tað tekur tíð hjá einum samfelag at broyta hugburð. Og hetta
tykist ikki verða ávirkað av, hvussu veruleikin annars sær út.
Men síðstu mongu vikurnar hevur bólturin verið tað, ið heim
ur in hevur snúð seg um. Og ikki minst, tá sterki miðilin, sjónvarp
ið, sendir dystir og sjónvarpsstovuprát og metingar, gerst HM
kappingin ein hending, sum í stóran mun setir dagsskránna.
Bólturin er rundur, jørðin líka so. Og verðin hevur snúð seg
um fótbólt í vikuvís, men nú er hendan ringrás komin at enda og
ringurin er heilur. Í Spania er fótbóltsveitsla. Umframt eitt sindur
av kjaki um fløgg og tjóðskap.
Í Føroyum melur miðlamylnan enn mest um rundan ella flat
an fisk. Um makrel. Runt og runt. Og hóast ringurin er heilur, so
verður hildið á.
HM fepurin hevur lagt seg og føroyingar fara aftur í fisk.
Agurkutíð er í miðlunum nú politikarar – teir við rundum orða
skvaldri, hava summarfrí. Augurkin er ikki rund, hon er long, og
tað er agurkutíðin helst eisini hjá fleiri miðlafólkum. Og harvið
eis ini hjá lesarum og lurtaum. Men hinvegin er hetta sama gongd
hvørt ár.
Runt og runt. Svá er lívið. Runt og runt.
Og áðrenn vit vita av hava vit verið so ofta runt, at tíð aftur
er at hyggja at HM fótbólti. Og vit undrast, hvar tíðin fór, men
gleðast um aftur at fylgja við HM kappingini.
Miðlar
Dagfinn Olsen
dagfinn.olsen@skulinfo
Í mikudagsblaðnum ummæla skiftandi fólk fjølmiðlarnar.
Bólturin
er rundur,
jørðin líka so
Leo Poulsen
Donsku bløðini vita í dag at
siga um ein 64 ára gamlan
dana, ið var dottin í deyðan
á veg oman aftur av Mont
Blanc. Men í hesum førinum
eins og í øllum øðrum førum
við deyðsvanlukku á høga
fjallinum, eru tað vantandi
fyrireikingar og vantandi
trygdartiltøk, ið eru skuld í
vanlukkunum.
- Vit eru allir familjumenn,
og at taka nøkur óráð fyri
hevði verið óhugsandi. Vit
vandu okkum við hæddina
í fimm dagar, har vit eisi
ni saman við okkara ferða
leiðarum vandu okkum til
tað, ið fór at koma seinasta
teinin upp á Mont Blanc, sig
ur Sjúrður Skaale.
Hann sigur, at á veg om
an aftur av tindinum møttu
teir fleiri fólkum, sum einsa
møll og uttan at vera íbund
in klintraðu upp eftir fjalla
síðunum.
- Slíkt er púra óforsvarligt,
og tað hevði eingin av okkum
funnið upp á at gjørt. Tað
eru so nógvar sprungur í
gletsjarunum, og missir tú
fótafesti og dettur í eina
slíka, berst ikki boð í bý, sigur
Sjúrður Skaale.
Teir byrjaðu at klintra
upp á 4810 metra høga tindin
klokkan hálvgum tvey um
náttina.
- Tá er kavin harðast og
best er at ganga. Vit vóru
íbundin fýra og fýra við ein
um ferðaleiðara í hvørjum
fylgi. Stutt eftir at vit vóru
farin avstað hoyrdu vit dun
ið frá einum lopi, sum var
tætt við har, vit gingu, sigur
Sjúrður Skaale.
Yvirkomiligt
Tað er frá bygdini Chaminix
at gingið verður upp á Mont
Blanc frá fronsku síðuni
av fjallinum. Har er alt lagt
út eftir fjallinum, og skíð,
klintran og trekking, sum tað
verður rópt, hevur alt at siga
fyri lítla samfelagið.
- At gerast ferðaleiðari har
krevur eina longri útbúgv
ing. Tú skal læra at kenna
fjallið og týða ávaringartekin,
eins og tú
skal
læra
at fyrihal
da teg til
ta náttúru,
sum er í
fjallaøki
num, sig
ur Sjúrð
ur Skaale.
T a ð
er í stór
an mun
s a m a
t o y m i ,
sum í fjør var
á Kilimanjaro, sum fríggja
dagin klintraði upp á hægsta
tindin á Mont Blanc. Men
meðan tað er mest sum »a
stroll in the Park« at ganga
upp á hægsta fjallið í Afriku,
so er tað heldur truplari at
koma upp á Mont Blanc.
- Ikki fyri tað. Vit tosa um
einar 15 tímar frá tí vit fóru
frá húsum, til vit vóru niðri
aftur í Chaminix, so tað er
ein yvirkomiligur túrur, sigur
Sjúrður Skaale.
Gingið var um einar fýra
tindar og dalar, áðrenn ferða
lagið var komið upp á tindin,
men uppkomin var tað ein
bergtakandi sjón at líta yvir
allar fjallatindarnar í Alpu
num.
- Nú eru menn so smátt
byrjaðir at tosa um at
klintra upp á hægsta fjall í
Suðuramerika,
Aconcagua
í Argentina, sum er smáar
7.000 metrar høgt, sigur
Sjúrður Skaale.
Ferðalagið fór úr Føroyum
3. juli og vóru aftur heima 12.
juli.
leo@sosialurin.fo
Mont Blanc
er ikki
vandamikið
klintring - Tá tað verður fokuserað so nógv upp á tær mongu
deyðsvanlukkurnar á Mont Blanc, so er tað ein yvirdramatisering,
tí við rættari fyrireiking og ferðaleiðara er Mont Blanc líka
trygd sum ein stórbýarferia, sigur Sjúrður Skaale, sum sjálvur
níggjundi var uppi á tindinum á Mont Blanc fríggjadagin