mikudagur 14. juli 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 14. juli 2010 · Nr. 107
Sosialurin
Kjak
Gleddi meg at hoyra Maritu
Rasmussen siga – í Degi og
Viku 12. juli ‘10 - at partarnir á
arbeiðsmarknaðinum kundu
hugsað sær ein arbeiðs
marknaðardepil. Hon nevndi,
at tað hevði skapt synergi
effekt, umframt at lógarverk
og umsiting høvdu havt gagn
av hesum. Taki fult undir við
hesum sjónarmiðum.
Eitt arbeiðs
marknaðargjald
Í verandi løtu rinda vit
til ALS og í barsilsgrunn.
Kundi hugsað mær, at vit
ístaðin rindaðu eitt sonevnt
arbeiðsmarknaðarg jald.
Arbeiðsmarknaðargjaldið
bleiv nýtt til ymiskt, sum
hevði við arbeiðsmarknaðar
viðurskifti at gera. Arbeiðs
marknaðardepilin umsat og
virkaði fyri hesum. Nevnast
kann: ALS, barsilsskipan,
eftirútbúgving og ikki minst
ein arbeiðsmarknaður, sum
tók sosiala ábyrgd.
Sosial ábyrgd
Sosial ábyrgd á arbeiðs
marknaðinum
snýr
seg
um, at arbeiðspláss gera
sítt fyri at fyribyrgja, at
starvsfólk gerast sjúk og
niðurslitin. Arbeiðsplássini
skulu kenna seg ‘ílatin til’ og
raðfesta, at starvsfólk kunnu
verða verandi á arbeiðs
marknaðinum, tá tey gerast
sjúk, men hava varðveitt ein
part av arbeiðsførleikanum.
Harumframt er alneyðugt, at
arbeiðsmarknaðurin í størri
mun kann rúma teimum,
sum standa uttanfyri ar
beiðsmarknaðin.
Mong arbeiðspláss gera
veruliga ein hóp fyri síni
starvsfólk
og
fleiri
eru
eisini ‘við uppá’ at geva fólki
við skerdum førleika ein
møguleika. Royndir vísa tó,
at tað mangan eru tey, sum
eru sjúk ella hava skerdan
førleika á einhvønn hátt, sum
fyrst fáa fótin, tá sparast
skal.
Í ár var talið á umsóknum
til Dugniskúlan við Áir met
høgt. Helmingurin fekk einki
pláss. Sum er, er hesin skúlin
einasta skúlatilboð til teirra
sum hava hava skerdan før
leika onkursvegna.
Almenna á odda
Lógarkarminum tørvar av
gjørt ábøtur til tess at bøta
um
arbeiðsmøguleikarnar
hjá teimum við skerdum
førleika. Men skulu vit gera
okkum vónir um, at sosiala
ábyrgdin gerst størri, eigur
tað almenna at ganga á odda
og vera ein fyrimynd. Hví ikki
hava beinleiðis orðingar um,
at ávísur prosentpartur av
arbeiðsmegini hjá tí almenna
skal vera til fólk við serligum
tørvi?
Mær er sagt, at eitt slíkt
uppskot til samtyktar var
samtykt á Føroya Løgtingi
í 80-árunum. Fleiri almenn
arbeiðspláss
taka
sosial
ábyrgd og privat arbeiðspláss
við. Men langt er enn á mál
um vit veruliga kunnu tosa
um ein arbeiðsmarkna fyri
øll.
Tey ungu
Avbjóðingin hjá teim ungu
at finna sær starv er stór, tá
arbeiðsloysið er. Tey hava
onga útbúgving og fáar
um nakrar arbeiðsroyndir
at vísa á. Veit, at bæði ALS
og Almannastovan royna
at bøta um støðu teirra,
men her kundi ein arbeiðs
marknaðardepil gjørt mun.
Javnvágin millum
familju og arbeiðið
Arbeiðsmarknaðardepilin
kundi eisini skapt betri
karmar og varpa ljós á
aðrar
avbjóðingar
sum
eru. Avbjóðingin hjá smá
barnafamiljum
at
finna
javnvágina millum familju
og arbeiðslív – ikki minst í
verandi løtu, tá tað kanska
er serliga trupult hjá for
eldrum, tí tey eisini eru
bangin fyri at missa starv
sítt. Ivist ikki í at tað ger
avbjóðingina enn størri.
Gráa gullið
Ætlanin er, at fólk skulu
eggjast til at vera á arbeiðs
marknaðinum sum longst.
Sjálvsagt eiga vit at gera tað
attraktivt hjá teimum eldru at
vera á arbeiðsmarknaðinum.
Kanska serligar uppgávur?
frítakast fyri ávísar upp
gávur? Sonevndar senior
samrøður og evnisdagar á
arbeiðsplássinum?
Einasta rætta
í Føroyum
Ein veruligur arbeiðsmarkn
aðardepil
var
eisini
ein
vitanardepil
um
arbeiðs
marknaðarviðurskifti.
Umboðaður av pørtunum
á
arbeiðsmarknaðinum,
sosialu skipanunum, ALS,
barsilsskipan, eftir/útbúgv
ingardepil. Eisini hevði hesin
tætt samstarv við ráðini
í
politisku
skipanini,
so
neyðugar lógartillagingar og
góð hugskot skjótt gjørdust
veruleiki. Um peningur eisini
var til gransking á føroyska
arbeiðsmarknaðinum
og
skilagóðar verkætlanir sum
skaptu trivna var tað eisini
bara enn eitt pluss.
Vænti avgjørt, at arbeiðs
marknaðurin fyri øll nógv
lættari
gjørdist
veruleiki
við einum veruligum ar
beiðsmarknaðardepli. Júst í
Føroyum átti at veri so einfalt
at fari í holt við ein slíkan.
Samanumtikið er at vóna,
at vit heldur savna skipanir
í einum depili heldur enn at
spjaða. Vóni at vit, virðing
og skil verður tikið fram um
egináhugamál hjá ávísum
politikarum.
Bergtóra Høgnadóttir
Joensen
tingkvinna, tjóðveldi
Arbeiðsmarknaðardepil – púra samd
Sparingar verða í løtuni
framdar á nærum øllum
ellis-
og
røktarheimum
og sambýlum kring land
ið.
Tíverri
velja
flestu
stovnar, at tað skal ganga
út yvir arbeiðstíðina hjá
røktarstarvsfólkunum.
Røktarstarvsfólk, ið altíð
hava arbeitt 8 tímar dagliga,
skulu nú arbeiða millum 5
og 7 tímar ístaðin.
Flestu limirnir í Almanna-
og heilsurøktarafelagnum
arbeiða
niðursetta
tíð.
Fleiri teirra ynskja hetta,
tí arbeiðið er likamliga og
sálarliga strævið, men eisini
nøkur, tí tey ikki sleppa at
arbeiða fulla tíð.
Á fleiri stovnum sleppa
røktarstarvsfólk,
sum
nevnt, ikki at arbeiða fulla
tíð. Men fyri stovnin í
sjálvum sær loysir tað seg
jú, at starvsfólkið arbeiðir
niðursetta
tíð.
Tá
eru
fleiri fólk at taka av, tá ið
á stendur, og tørvur er á
tímaløntum fólki. Ónøgdin
hjá teimum, sum ynskja
ella tørva meiri arbeiði og
pening hvønn mánað, er
sjálvandi stór, tí tey hvønn
dag mugu liggja framvið at
fáa óætlaðar eykavaktir.
Røktarstarvsfólk, sum
arbeiða niðursetta tíð, og
tí hava havt onkran eyka
frídag um vikuna at hvíla
seg, mugu nú, ið tey skulu
arbeiða færri timar hvønn
dagin, arbeiða fleiri dagar
enn áður um vikuna. Hetta
er snøgt sagt neyðugt, skulu
tey fáa tímarnar, ið svara til
setanarbrøkin.
Hetta kann hava við
sær, at sjúkufráveran økist,
tí røktarstarvsfólkið ikki
fær
neyðugu
hvíldina.
Tá ið sjúkufrávera er á
stovnunum, verða, sum er,
eingi eykafólk kallað inn.
Hetta merkir, at færri fólk
noyðast at gera alt arbeiðið
á stovninum. Almanna-
og
heilsurøktarafelagið
ávarar
staðiliga
ímóti
hesi vandamiklu gongd.
Hetta elvir til strongd og
ótryggleika, og tað gagnar
als ikki samfelagnum á
nakran hátt.
Sum
kunnugt
gjørdi
Nærverkið í fjør eina kann
ing um starvsfólkatørv í
Nærverkinum fram til 2015.
Kanningin vísir greitt, at
starvsfólkatørvurin økist, tí
fólk gerast alsamt eldri, og
tí vit liva longur. So statt er
tað sera týdningarmikið, at
stovnarnir veruliga hugsa
um, hvussu meint fyri
litaleysar sparingar kunnu
raka starvsfólkini.
Fyrilitaleysar
sparingar
loysa seg ikki
Majbritt Mohr,
forkvinna í Almanna- og
heilsurøktarafelagnum
Føroyar eru millum mest
almennu búskapir í heim
inum. Landsstýrið avlagar
privatu vinnuna við at lata
almennar
stovnar
átaka
sær alt ov nógv, við studn
ingi og reglum, við at gita
og siga seg vita betur enn
vinna og marknaður. Sjálv
stýrisflokkurin heldur, at vit
í staðin skulu velja liberala
leiðslu.
Liberal leiðsla hevði borðið
í sær, at landsstýrisfólk ikki
hevði havt ferðaskrivstovu
inni í aðalráði sínum. Hvør
veit, hvørji átøk eru verd
at fremja, hvørjar messur
verdar at fara til? Svarið
er: ferðavinnan! Politiska
leiðslan skal ikki gita, hvat
loysir seg í ferðavinnuni.
Landsstýrið
skal
heilt
einfalt ‘matcha tað privata’
– innan ávísan karm, skulu
vit lata privatum pengar
at
marknaðarføra
ferða
vinnuna. Vilja tit brúka eina
krónu, fáa tit eina almenna
krónu
afturat.
Satsa
tit
tykkara pengar, satsa vit
okkara – men tit skulu liva
av hesum, so tit mugu velja,
hvat loysir seg.
Liberal leiðsla er á sama
hátt at lata teir mongu hugaðu
sjálvsognarstovnarnar
og
tey mongu áhugafeløgini í
landinum sleppa at fremja
trivnaðar, mentanar og út
búgvingaruppgávur. Góður
sosial-liberalur politikkur er,
at landið skal gjalda fyri at
geva øllum førleikar og høvi
og neyðuga røkt. Men landið
skal ikki niður í smálutir at
stýra væl virkandi stovn
um.
Tvørturímóti
skulu
fleiri stovnar loysast frá
miðfyrisitingini. Landsstýri
fólk og embætisverk skulu
hugsa strategi og fremja
neyðugt eftirlit, men ikki
virka sum dagligur yvir
stýrandi myndugleiki í stór
um og smáum.
Vit eru sannførd um, at
neyðugt er við reformun á so
mongum økjum, harímillum
í almenna landsbygnaðinum.
Vit
vilja
fremja
liberala
leiðslu, tá ið vit verða vald.
Liberal leiðsla
Heðin D. Poulsen,
Kristina Toftegaard Larsen,
Karl A. Olsen og
Kári á Rógvi
valevni Sjálvstýrisfloksins