mikudagur 14. juli 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. juli 2010 · Nr. 107
16
Sosialurin
Ítróttur
Tróndur Arge
Tey trý ungdómslandsliðini – U15,
U17 og U19 – fóru úr Vágum bein
leiðis til Newcastle sunnudagin, og
mestsum beinanvegin fóru tey til
venjing á sama stað, sum ungdóms
deildin hjá Newcastle FC venur.
Seinni hugdu allir so eftir HM-final
uni heima á gistingarhúsinum.
Mánadagin vóru øll liðini í eld
inum ímóti lokari mótstøðu, men
í gjár høvdu tey frí, tá eitt nú høvi
var at fáa eina rundferð á St. James’
Park, sum er leikvøllurin hjá New
castle FC. Í dag skulu so øll trý liðini
spæla ímóti ungdómsliðum hjá
Newcastle FC.
Serliga spennandi verður tað,
tá U19-landsliðið skal spæla ímóti
einari blanding av eykaliðnum og
ungdómsliðnum hjá Newcastle, tí
millum mótstøðuleikararnar verður
føroyski Jóan Símun Edmundsson,
sum síðani februar í ár hevur spælt
við Newcastle.
Bæði U15- og U17-landsliðini
skulu víðari til Aberdeen Inter
national Football Festival, eftir at
tey hava verið í Newcastle, meðan
U19-landsliðið kemur heimaftur, tá
vikan í Newcastle er av. Venjingar
legan í Newcastle er samstarv mill
um Fótbóltssamband Føroya og
North Atlantic Football Agency hjá
Jákupi í Stórustovu.
Sigur og javnleik
U15-landsliðið vann sum einasta
føroyska liðið sín venjingardyst
mánadagin í Newcastle. Liðið
spældi ímóti einum úrvaldsliði úr
Newcastle-økinum. Dysturin var
spældur í einari høll á venjingar
miðstøðini hjá Newcastle FC.
Hóast tað var stutt upp til loftið
og graslíki á vøllinum, so eydnaðist
dysturin væl og umstøðurnar vóru
fínar til ein U15-dyst. Einsamalla
málið hjá føroyingum skoraði
Brandur Olsen úr B71, sum spældi
á framrættaða miðvøllinum.
Mótstøðan hjá U17-landsliðnum
var somuleiðis eitt úrvaldslið úr
Newcastle-økinum. Føroyingarnir
vóru væl við allan dystin, og 10
minuttir inn í seinna hálvleik legði
Magnus Egilson Føroyar á odda við
beinleiðis frísparki. Men stutt eftir
javnaði úrvaldsliðið til endaliga
úrslitið, 1-1.
Sterk mótstøða
Teir elstu fingu sína sak fyri, tá
teir fóru á vøllin ímóti Ashington,
sum millum annað hevði tveir
fyrrverandi eykaliðsleikarar hjá
Newcastle á liðnum. Teir vóru
eldri, størri og væl sterkari enn leik
ararnir á U19-landsliðnum. Tað gekk
eisini hart fyri seg í fyrra hálvleiki
og fleiri ferðir vóru taklingarnar í
góða, gamla enska stílinum.
Ashington kom á odda við
tveimum málum í fyrra hálvleiki
og føroyska liðið hevði trupulleikar
av sterku kropsligu styrkini hjá
mótstøðuni. Sum tíðin gekk, góvu
føroysku leikararnir aftur av somu
skuffu og komu væl við í dystin, og
í seinna hálvleiki lá í luftini, at før
oyska liðið fór at fáa mál.
Tá eitt lítið korter restaði, mink
aði innskifti Holger Durhuus um
munin við góðum máli. Hann varð
spældur leysur í brotssteiginum og
smekkaði bóltin í handari stong og
inn. Eftir hetta royndu føroyingar
nir at trýsta fyri at fáa útjavnandi
málið, men í staðin økti Ashington
við seinasta sparkinum í dyst
inum.
trondur@sosialurin.fo
Hagtøl úr Newcastle:
Newcastle - Føroyar U15 0-1 (0-0)
0-1: Brandur Olsen
Byrjunarliðið (4-2-3-1): Axel Berg (B36) – Betuel Hansen (NSÍ), Leivur Højgaard (NSÍ), Jákup F. Hansen (HB),
Hilmar L. Jacobsen – Hákun Edmundsson (B68), Áron Clementsen (B71) – Sigurd Poulsen (B36), Brandur Olsen
(B71), Patrik Jóhannesen (TB/Royn) – Poul Ingason (TB/Royn)
Á bonkinum: Jóhannus Hansen (B68), Súni Højgaard (HB), Rói Olsen (EB/Stremur), Esmar Clementsen (B68), Tór av
Skarði (HB), Elias Rasmussen (Víkingur), Jákup Olsen (Víkingur), Bartal Wardum (HB), Meinhard Olsen (NSÍ)
Newcastle - Føroyar U17 1-1 (0-0)
1-0: Magnus Egilson
Byrjunarlið (4-4-2): Petur Høj (NSÍ) - Bárður Guttesen (HB), Hørður Askham (B36), Allan Hansen (EB/Streymur),
Rói av Fløtum (HB) – Jóhan á Plógv (HB), Brandur Suðuroy (VB), Kári Hvannastein (HB), Ári Danielsen (HB) – Magnus
Egilson (OB), Ragnar Tausen (TB/Royn)
Á bonkinum: Jákup Sveinbjørn Olsen (MB/SÌ/SÍF), Arnold Kristiansen (ÍF), Andrias H. Eriksen (Varde IF), Rasmus
Dan Sørensen (B36), Eirikur M. Ellendersen (TB/Royn), Marcus Clementsen (B71), Teitur Olsen (TB/Royn), Eli
Leifson Nolsøe (Oure)
Ashington - Føroyar U19 3-1 (2-0)
1-2: Holger Durhuus
Byrjunarlið (4-2-3-1): Teitur Gestsson (OB) – Andras Vágshegg (FC Fyn), Eli F. Nielsen (07Vestur), Sørmund
Kallsø (KÍ), Rógvi Nielsen (07Vestur) – Ari Ellingsgaard (ÍF), Bogi R. Petersen (Vejle) – Rene Joensen (Brøndby),
Gunnar Zachariassen (Brøndby), Ivan Joensen (KÍ) – Páll H. Jacobsen (HB)
Á bonkinum: Pál Joensen (HB), Justinus Johan Jacobsen (KÍ), Holgar Durhuus (07Vestur), Kristian Joensen (NSÍ),
Árni Frederiksberg (NSÍ), Janus M. Thorup (Kastrup)
U19-landsliðið, sum mánadagin spældi ímóti Ashington, spælir í dag ímóti einari blanding av eykaliðnum og ungdómsliðnum hjá Newcastle
FC. Millum mótstøðuleikararnar verður Jóan Símun Edmundsson, sum hevur verið í enska felagnum síðani í februar
Mynd: FSF
U-landslið Trý av ungdómslandsliðunum
eru í hesum døgum á venjingarlegu
í Newcastle, og í dag skal U19-liðið
spæla ímóti Jóan Símuni Edmundsson
og teimum í Newcastle FC
Ungdómslandslið í Newcastle
U19