mikudagur 14. juli 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. juli 2010 · Nr. 107
16
Sosialurin
Ítróttur
Tróndur Arge
Tey trý ungdómslandsliðini – U15,
U17 og U19 – fóru úr Vágum bein
leiðis til Newcastle sunnudagin, og
mestsum beinanvegin fóru tey til
venjing á sama stað, sum ung dóms
deildin hjá Newcastle FC venur.
Seinni hugdu allir so eftir HMfinal
uni heima á gistingar húsinum.
Mánadagin vóru øll liðini í eld
inum ímóti lokari mótstøðu, men
í gjár høvdu tey frí, tá eitt nú høvi
var at fáa eina rundferð á St. James’
Park, sum er leikvøllurin hjá New
castle FC. Í dag skulu so øll trý liðini
spæla ímóti ungdómsliðum hjá
New castle FC.
Serliga spennandi verður tað,
tá U19landsliðið skal spæla ímóti
einari blanding av eykaliðnum og
ungdómsliðnum hjá Newcastle, tí
millum mótstøðuleikararnar verður
føroyski Jóan Símun Edmundsson,
sum síðani februar í ár hevur spælt
við Newcastle.
Bæði U15 og U17landsliðini
skulu víðari til Aberdeen Inter
national Football Festival, eftir at
tey hava verið í Newcastle, með an
U19landsliðið kemur heim aftur, tá
vikan í Newcastle er av. Venjingar
legan í Newcastle er samstarv mill
um Fótbóltssamband Føroya og
North Atlantic Football Agency hjá
Jákupi í Stórustovu.
Sigur og javnleik
U15landsliðið vann sum einasta
før oyska liðið sín venjingardyst
mána dagin í Newcastle. Liðið
spældi ímóti einum úrvaldsliði úr
New castleøkinum. Dysturin var
spældur í einari høll á venjingar
mið støðini hjá Newcastle FC.
Hóast tað var stutt upp til loftið
og graslíki á vøllinum, so eydnaðist
dysturin væl og umstøðurnar vóru
fínar til ein U15dyst. Einsamalla
mál ið hjá føroyingum skoraði
Brandur Olsen úr B71, sum spældi
á fram rættaða miðvøllinum.
Mótstøðan hjá U17landsliðnum
var somuleiðis eitt úrvaldslið úr
Newcastleøkinum. Føroyingarnir
vóru væl við allan dystin, og 10
minuttir inn í seinna hálvleik legði
Magnus Egilson Føroyar á odda við
beinleiðis frísparki. Men stutt eftir
javnaði úrvaldsliðið til endaliga
úrslitið, 11.
Sterk mótstøða
Teir elstu fingu sína sak fyri, tá
teir fóru á vøllin ímóti Ashington,
sum millum annað hevði tveir
fyrr verandi eykaliðsleikarar hjá
Newcastle á liðnum. Teir vóru
eldri, størri og væl sterkari enn leik
ararnir á U19landsliðnum. Tað gekk
eisini hart fyri seg í fyrra hálvleiki
og fleiri ferðir vóru taklingarnar í
góða, gamla enska stílinum.
Ashington kom á odda við
tveim um málum í fyrra hálvleiki
og før oyska liðið hevði trupulleikar
av sterku kropsligu styrkini hjá
mót støðuni. Sum tíðin gekk, góvu
føroysku leikararnir aftur av somu
skuffu og komu væl við í dystin, og
í seinna hálvleiki lá í luftini, at før
oyska liðið fór at fáa mál.
Tá eitt lítið korter restaði, mink
aði innskifti Holger Durhuus um
munin við góðum máli. Hann varð
spældur leysur í brotssteiginum og
smekkaði bóltin í handari stong og
inn. Eftir hetta royndu før oy ingar
nir at trýsta fyri at fáa út javnandi
málið, men í staðin økti Ashington
við seinasta sparkinum í dyst
inum.
trondur@sosialurin.fo
Hagtøl úr Newcastle:
Newcastle - Føroyar U15 0-1 (0-0)
0-1: Brandur Olsen
Byrjunarliðið (4-2-3-1): Axel Berg (B36) – Betuel Hansen (NSÍ), Leivur Højgaard (NSÍ), Jákup F. Hansen (HB),
Hilmar L. Jacobsen – Hákun Edmundsson (B68), Áron Clementsen (B71) – Sigurd Poulsen (B36), Brandur Olsen
(B71), Patrik Jóhannesen (TB/Royn) – Poul Ingason (TB/Royn)
Á bonkinum: Jóhannus Hansen (B68), Súni Højgaard (HB), Rói Olsen (EB/Stremur), Esmar Clementsen (B68), Tór av
Skarði (HB), Elias Rasmussen (Víkingur), Jákup Olsen (Víkingur), Bartal Wardum (HB), Meinhard Olsen (NSÍ)
Newcastle - Føroyar U17 1-1 (0-0)
1-0: Magnus Egilson
Byrjunarlið (4-4-2): Petur Høj (NSÍ) - Bárður Guttesen (HB), Hørður Askham (B36), Allan Hansen (EB/Streymur),
Rói av Fløtum (HB) – Jóhan á Plógv (HB), Brandur Suðuroy (VB), Kári Hvannastein (HB), Ári Danielsen (HB) – Magnus
Egilson (OB), Ragnar Tausen (TB/Royn)
Á bonkinum: Jákup Sveinbjørn Olsen (MB/SÌ/SÍF), Arnold Kristiansen (ÍF), Andrias H. Eriksen (Varde IF), Rasmus
Dan Sørensen (B36), Eirikur M. Ellendersen (TB/Royn), Marcus Clementsen (B71), Teitur Olsen (TB/Royn), Eli
Leifson Nolsøe (Oure)
Ashington - Føroyar U19 3-1 (2-0)
1-2: Holger Durhuus
Byrjunarlið (4-2-3-1): Teitur Gestsson (OB) – Andras Vágshegg (FC Fyn), Eli F. Nielsen (07Vestur), Sørmund
Kallsø (KÍ), Rógvi Nielsen (07Vestur) – Ari Ellingsgaard (ÍF), Bogi R. Petersen (Vejle) – Rene Joensen (Brøndby),
Gunnar Zachariassen (Brøndby), Ivan Joensen (KÍ) – Páll H. Jacobsen (HB)
Á bonkinum: Pál Joensen (HB), Justinus Johan Jacobsen (KÍ), Holgar Durhuus (07Vestur), Kristian Joensen (NSÍ),
Árni Frederiksberg (NSÍ), Janus M. Thorup (Kastrup)
U19-landsliðið, sum mánadagin spældi ímóti Ashington, spælir í dag ímóti einari blanding av eykaliðnum og ungdómsliðnum hjá Newcastle
FC. Millum mótstøðuleikararnar verður Jóan Símun Edmundsson, sum hevur verið í enska felagnum síðani í februar
Mynd: FSF
U-landslið Trý av ungdómslandsliðunum
eru í hesum døgum á venjingarlegu
í Newcastle, og í dag skal U19-liðið
spæla ímóti Jóan Símuni Edmundsson
og teimum í Newcastle FC
Ungdómslandslið í Newcastle
U19