mikudagur 14. juli 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 14. juli 2010 · Nr. 107
Sosialurin
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Andrés Iniesta var borin í heim
tann 11. mai í 1984 í lítlu bygdini,
Fuenealbilla, sum við sínum 2.000
íbúgvum liggur sum ein lítil prikkur
á spanska kortinum, miðskeiðis
millum Valencia eystanfyri og
Albacete vestanfyri.
Sum smádrongur var lítli Andrés
raskur í skúlanum, men so skjótt
sum skúlatingini vóru fingin frá
hondini, snúði alt seg um fótbólt.
Rættiliga skjótt syrgdi spenti pápin
fyri, at sonurin slapp at spæla ung
dómsfótbólt í næsta stórbýnum,
Albacete,
hóast
90
kilometrar
skuldu koyrast hvønn vegin.
Tá Andrés saman við liðfeløg
unum var til eina kapping í 1996,
sóu áskoðararnir beinanvegin, at
hesin lítli við fimmtalinum á rygg
inum var nakað fyri seg. Hann
fekk heiðurin sum besti spælari í
kappingini, og tað skuldi fáa stóran
týdning, at millum áskoðararnar
sat Radomir Antic, ið seinni skuldi
gerast venjari í FC Barcelona.
Hann lá ikki á boðunum, men
læt talentskótarnar hjá Barca fáa at
vita um evnaríka drongin, og saman
við viðmælinum gjørdi Antic eis
ini eina lítla viðmerking, ið heldur
ikki bleiv til skammar. »Hann fer at
umboða spanska landsliðið,« skriv
aði hann niðast í viðmælinum.
Beinanvegin valdi FC Barcelona
at fylgja ráðunum frá Antic, og so
skjótt boðini komu til lítlu heim
bygdina hjá Andrés, fortaldi pápin
fyri honum, hvussu stórir møgu
leikarnir fyri menning vóru í
fótbóltsskúlanum hjá FC Barcelona,
»La Masia«, har hann skuldi búgva
og fyrst og fremst spæla fótbólt.
Longdist illa
Eitt krav var kortini til unga mann
in, sum lágvaksin sá uppaftur yngri
út enn síni 12 ár, at hann við fam
ilju síni skuldi flyta úr tryggu um
støðunum í Fuentealbilla til stóra
milliónabýin. Og hetta bleiv eisini
beinanvegin ein trupulleiki, tí eftir
bert fáar dagar í Barcelona fór
Andrés at longjast.
Heimlongsulin var so stórur, at
abbin og pápin gjørdu seg klárar
at koyra hann aftur til Albacete,
men tað kom tó ongantíð so langt,
at hann setti seg í bilin. – Mamma
mín tosaði teir til rættis, so tað
er henni fyri at takka, at eg helt
fram í »La Masia«, sigur Andrés, ið
minnist aftur á fyrstu tíðina sum
sera torføra, tí ofta sæt hann uppi
um náttina og græt.
Men so við og við gjørdist hann
væl við hinar dreingirnar í fótbólts
skúlanum, og so var leyst og liðugt.
– Tað var sum at sleppa einari
familju, men afturfyri at fáa eina
nýggja, sigur Andrés um vinirnar
frá fótbóltsskúlanum, sum í besta
eftirskúlastíli er ein gomul borg,
har teir ungu dreingirnir sluppu
at spæla sær, til onkur av teimum
vaksnu kom at sløkkja ljósið. Tá
skuldi vera friður.
– Vit plagdu um næturnar at
spæla bólt úti á gongini, har vit
brúktu durastavirnar sum stengur.
Men so skjótt sum vaktin kom,
skundaðu vit okkum inn á kømrini
og lótu, sum um vit svóvu, sigur
Andrés Iniesta, ið framvegis var
líka íðin og nærlagdur, sum hann
var tað í heimbygdini.
Skrivaði søgu
Eftir blóð, sveitta og tár í samfull
fýra ár á skúlanum, kom Andrés
Iniesta langt um leingi upp í part
millum teir vaksnu. Teirra millum
var Luis Enrique, ið skuldi hjálpa
honum at falla til. Soleiðis er
mannagongdin í »La Masia«, at ung
dómsspælararnir fáa ein vaksnan
sum mentor, ið hjálpir teimum og
leggur lag á.
Longu árið eftir var Iniesta við
í sínum fyrsta Champions League-
dysti fyri FC Barcelona, og hetta
gjørdist byrjanin á einum stórum
tíggju ára skeiði fyri hann og fleiri
aðrar spælarar frá »La Mansia«. Síð
ani hevur hann saman við spanska
stórfelagnum verið við til at vunnið
spanska meistaraheitið fýra ferðir
og Champions League tvær ferðir.
At hann er høgt í metum í fel
agnum, undirstrikar venjarin, Josep
Guardiola, soleiðis: – Hann litar ikki
hárið og hevur ongar tatoveringar.
Tá hann er sloppin at spæla 20
minuttir í einum dysti, gremur hann
seg ikki, og allir í hópinum vita, at
hann er tann besti. Eg havi sagt við
spælararnar í ungdómsdeildini, at
Andrés átti at verið teirra fremsta
fyrimynd.
Undan
HM-endaspælinum
í
2006 varð Andrés Iniesta fyrstu ferð
úttikin til spanska landsliðið, har
hann í fyrsta umfari tó bara fekk
ein dyst. Men síðani hevur hann
bitið seg fastan á »La Roja«, har tað
higartil er blivið til 49 landsdystir
og átta mál.
Sunnukvøldið var drongurin frá
Fuentealbilla maðurin, ið syrgdi
fyri, at Spania vann sítt fyrsta HM-
gull nakrantíð, so nú kunnu hann
og hinir breggja sær av, at bæði
europameistari og heimsmeistari
standa á visittkortinum.
hilmarjan@sosialurin.fo
Spania uttan steypið
Mánadagin blivu sponsku heimsmeistararnir heiðraðir av stórari mannfjøld í
Madrid, meðan teir í opnum bussi koyrdu ígjøgnum mannamúgvuna og lyftu
HM-steypið upp um høvd. Tað var bara ikki tað ordiliga HM-steypið, sponsku
spælararnir fegnaðust um, tí við sær heim fingu teir í fyrsta umfari bara eitt
kopi av steypinum, tí altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, stúrdi fyri, at tað
ordiliga steypið kundi blíva stolið. Hetta er jú hent fyrr, tí fyrra HM-steypið, ið
var uppkallað eftir Jules Rimet, ið tók stig til kappingina um heimsmeistara
heitið í fótbólti, var stolið í Rio de Janeiro í 1973 og kom ongantíð afturíaftur.
Nýggja steypið, ið eitur Fifa World Cup Trophy, hevur síðani 1974 havt sítt
fasta pláss á høvuðsstøðini hjá FIFA í Zürich, og hagar fór tað eisini, so skjótt
HM-finalan í Johannesburg í Suðurafrika var liðug sunnukvøldið.
Dyrgja eftir HM
Eftir sigurin í HM-kappingini í Suðurafrika, vónar Spania nú, at landið saman
við Portugal skal sleppa at hýsa HM í 2018 ella 2022. – Vit vóna, at spanska
heimsmeistaraheitið kann styrkja okkara støðu í kappingini um at sleppa at hýsa
HM, sigur portusiska fótbóltssambandið í einari viðmerking. Tað ræður um at smíða,
meðan jarnið er heitt, og tí leggja Spania og Portugal nógv fyri, so londini skulu fáa
sum mest burtur úr søguliga HM-gullinum hjá Spania, ið varð fingið til høldar í einari
ikki sørt dramatiskari finalu ímóti Hollandi, sum Spania vann 1-0. Spania og Portugal
eru sannførd um, at londini saman hava góðan møguleika at sleppa at hýsa HM-
endaspælinum í 2018 ella 2022, so nú stendur í fyrsta umfari upp til londini bæði at
gera seg galdandi í kappingini um HM-endaspælið í 2018, tí í desember í ár skal FIFA
gera av, hvør verður vertur.
Iniesta:
Lítil og størstur
HM2010 Søgan um ein lítlan drong úr lítlu sponsku bygdini, Fuentealbilla, rakk hæddunum sunnukvøldið, tá
26 ára gamli Andrés Iniesta við máli sínum í HM-finaluni skjeyt Spania heilt upp á hægsta fótbóltstindin
Andrés Iniesta fekk ein
væl uppibornan lufttúr frá
liðfeløgunum, tá teir vóru komnir
heimaftur til Madrid, har teir
blivu stórliga fagnaðir
Mynd: Armando Franca/AP
HETJAN