mikudagur 14. juli 2010síða 42
‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. juli 2010 · Nr. 107
42
Sosialurin
Leo Poulsen
Heimara Helvt er størsti
av trimum hagum í Nólsoy.
Oyggin er luta í 48 merkur,
sum er eitt óvanliga stórt
markatal í mun til støddina
av oynni. Hetta kemst av, at
oyggin er rík av fugli og var
eisini fyrr mett sum gott
rekapláss, eins og fleiri látur
eru runt oynna.
Borðan er minsti haga
parturin og ber 12 merkur.
Miðan ella Junkarshagi ber
14 merkur, meðan Heimara
Helvt ber 22 merkur.
Ikki bert í markatali er
Heimara Helvt størst, hon
ber eisini lutfalsliga fleiri
áseyðir enn hinir báðir haga
partarnir.
Meðan
Borðan
vanliga tekur 7-8 upp á mørk
ina, og Junkarshagin tekur
8-9, so taka teir vanliga ein
ar 12 seyðir upp á mørkina í
Heimaru Helvt.
Ymsu fjøllini í Heimaru
Helvt verða eisini gingin yv
ir tveir dagar. Vanliga verður
farið á Urðina, teir rópa, ein
dag, meðan teir reka Dalar
nar og vestari síðu ein annan
dag. Leygardagin var tað so
vestara síða og Dalarnar, ið
riknir vórðu.
Partur av manningini fer
niðan á oynna, rekur seyðin
suður móti markinum og so
oman av. Annar partur av
av fjallmanningini rekur so
seyðin undan sær suður á
Tjørnunes og heldur honum
til har, inntil menninir koma
oman av oynni við seyðinum
haðani. So verður alt rikið
saman heim móti bøgarði
num, har nýggja rættin hjá
Heimaru Helvt er bygd fyri
fáum árum síðani.
Konubrot
Farið varð frá húsum klokk
an átta, men sum so ofta
dregur nakað út, áðrenn
hildið verður á oynna. Rut
an passar eisini soleiðis, at
Ternan fer av Havnini klokk
an 7.55 og er tí í Nólsoy klokk
an 8.20. Nakrir av fjallmonn
unum komu við Ternuni, so
klokkan leið væl at hálvgum
níggju, áðrenn lagt var til
brots.
Tað gekst kortini sra
væl at reka, og um 11-tíðina
vóru vit á rættini við fyrru
gongu. So var at fáa sær ein
góðan drekkamunn, sum
konur og avvarðandi at
fjallmonnunum komum við
út á rætt. Tað er altíð hugna
lig løta, og tosað verður um,
hvussu raksturin gekk, og
hvussu seyðurin sær út.
Eftir
drekkamunn
og
stutta hvíld leggur annar
helmingurin av fjallmonnu
num til brots suður í Dalar,
meðan
hin
helmingurin
er eftir á rættini og klippir
seyðinum í fyrru gongu.
Tíðirnar broytast nógv,
og farið er knossið, tá menn
knúlvaðust á knøum at klip
pa niðurbundnum seyði. Nú
verða ærnar settar í »gapi
stokk«, og standa tí uppi,
meðan klipt verður. Allar
helst klippa tveir mans hvør
jari ær, ein á hvørjari síðu.
Hetta gongur skjótt, men
á Borðuni eru teir enn meiri
framkomnir og nýta eldrivn
an saks at klippa við, og tað
gongur uppaftur nógv skjót
ari.
Hendan dagin var ein av
fjallmonnunum 20 ára gamla
Barbara Andreasen, og fyri
hana er fjallgonga als einki
nýtt.
- Eg mundi vera um 9 ára
aldur, tá eg var á fjalli fyrstu
ferð. Mær dámar tað sera væl
og eri so at siga altíð við, sig
ur Barbara Andreasen.
Og hon ikki bara gekk aft
an á seyðinum undir rakstri.
Hon hjálpti til í rættini, tók
bæði lomb og ær og fírdi ikki
fyri at klippa eisini.
Hundarnir avgerandi
Tað gekk væl í hond hendan
dagin, so tá menn komu á
rættina við gonguni suðuri
úr Dølum, var mest sum lið
ugt at klippa fyrru gonguni.
Nú fóru menn so undir
at geva medisin og at marka
lombini. Tey verða sproytað
fyri brásótt og fáa sprænt
medisin niður í hálsin fyri
orm og tílíkt. Hartil verður
stroytt
eitt
sindur
eftir
rygginum móti seyðalús.
Annars má sigast, at
seyðarakstur hevur broytt
seg munandi seinastu fáu ár
ini. Góðir seyðahundar vórðu
fyrr roknaðir at vera hundar,
sum kláraðu at renna eftir
seyðinum og bíta teir, jú
verri, jú betri. Hundarnir
vóru ofta púra óvandir, og
kundi finna upp á at storma
inn í gonguna við tí úrsliti, at
alt slapp. Og so at manna um
aftur.
Í dag eru seyðahundar
veruligir seyðahundar. Teir
verða vandir næstan dag
liga, og summir luttaka entá
í altjóða kappingum fyri
seyðahundar.
So sigast kann, at fyrr
runnu hundarnir fyri hjá
Hundarnir ge
Á Fjalli Leygardagin vóru nólsoyingar á fjalli í Heimaru Helvt, har tvær tær seinastu
av trimum gongum vórðu riknar í rætt. Hundarnir eiga í dag meginpartin av rakstrinum,
og í mun til fyrr, eru tað nú menninir, sum ganga fyri hjá hundunum
Rikið verður heim eftir síðuni
Reka