Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-14, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juli 2010síða 43

‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

43 Mikudagur 14. juli 2010 · Nr. 107 Sosialurin era munin monnunum, í dag ren­na menninir fyri hjá hund­u­n- um. Væl vandir seyðahundar høv­du næstan sum einki klárað at rikið eina heila gongu einsamallir, og tað er bergtakandi at síggja og uppliva menn, sum við ein­ føldum floytum stýra hund­ unum aftur og fram, upp og niður. Í dag eru tað ikki hund­ar­nir, sum renna seyðin upp í varg, men heldur fjall­ fólk­ið. - Hundarnir hava alt at siga. Eisini tá tú ert í haga­ num sum røkt­ing­ar­mað­ur. Áðr­enn eg fekk hundarnar, var eg bara har. Eg fekk einki gjørt. Nú fái eg gjørt alt, sigur Rene Hansen, røkt­ing­ ar­mað­ur, sum sjálvur hevur fimm hundar. Hann hevur tó sjáldan fleiri enn tveir við á fjall. Færri lomb Torlakk Hansen hevur verið røk­t­ing­ar­maður í Heimaru Helvt í nógv ár. Hann sigur, at harði, strangi og langi vet­ ur­in setti síni spor hjá seyði­ num í vár, men at hann nú er kom­in nakað fyri seg. - Nú er vøkstu komin í hag­an, og seyðurin byrjar at koma fyri seg. Tó er tað ógvu­ liga misjavnt, hvussu lombini eru fyri. Fleiri eru stór og prú, meðan onnur er smá og ikki so væl fyri, sigur Torlakk Han­sen. Hann sigur, at lambatalið á Urðini var nøkurlunda, men í hinum báðum gong­u­ num stóð verri til. - Tá talt var saman vísti tað seg, at tað eru 30 lomb fær­ri í mun til vanlig ár, sigur Tor­lakk Hansen. Men sjálvt um raksturin gekk væl, so slapp nakað av seyði, so vónin er, at tá tað líð­ur út á heystið og fjøllini verða gingin og tøkan kemur fyri, at tað so vísir seg ikki at vera heilt av leið kortini. Dagurin hildnaðist kort­ ini væl, og tá klokkan var far­in av fýra, vóru seinastu sey­ðir­nir sleptir úr rættini aft­ur. leo@sosialurin.fo Barbara Andreasen fírir ikki fyri at taka eina hon í á rættini. Her klippur hon eina ær saman við Jóannes Jacobsen Fyrra gongan er komin á rætt, og konur og avvarandi eru komin við einum drekkamunni til fjallmenninar Ungur nemur, gamal fremur. Bárður Jensen og lítli Petur Holm klippa her saman einari ær Seyðurin fær medisin, og lombini verða markað. Frá vinstru: Torlakkur Hansen, sum markar, Beinnir Poulsen, sum gevur medisin fyri orm, Tórolvur Poulsen og Rene Hansen, sum sproytar fyri brásótt