mikudagur 14. juli 2010síða 44
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. juli 2010 · Nr. 107
44
Sosialurin
Leo Poulsen
Tað var einki, sum bendi á,
at Tommy Andreasen skuldi
enda sum flogskipari, hug
urin lá meiri til bóndaskap
og útróður, men eini arbeiðs
ørindi vesturi í Vágum vendi
huganum heilt til flogfør og
flúgving.
– Øll barnaárini rokaðist eg
sum ein rættur bygdadrongur
nú einaferð ger. Mær dámdi
ógvuliga væl at skrúva upp
á eitt nú knallertir, og so
hekk eg í reyvini á tveimum
tilkomnum monnum, sum
ofta róðu út saman, sigur
Tommy Andreasen.
Annar teirra var størsti
kongsbóndi í Nólsoy, og
hevði tí bæði neyt og seyð,
og tað ruku nógvir tímar av
barnaárunum hjá Tommy í
fjósinum saman við seyði,
kúm og kálvum.
– Eg kláraði ongantíð at
sita stillur, og so má eg við
ganga, at eg skulkaði, tá eg
fekk ein tjans, sigur Tommy
Andreasen.
Hann hevur altíð verið
framfarandi og ósmæðin,
men tað var kortini ein stór
broyting í lívi hansara, tá 9.
flokkur var liðugur í Nólsoy,
og hann fór til Havnar at
ganga í 10. flokki.
Innan ítrótt var tað kapp
róð urin, ið vann hansara
stóra áhuga, og hann róði
kapp øll árini, hann var í
Havn.
– Tá eg var liðugur við 10.
flokk fór eg til skips. Pápi mín
hevði verið kokkur umborð
á Hvilvtenni, og tann vegin
fekk eg, sum tá bert var 16
ára gamal, tjans við hesum
stóra
rækjubátinum
hjá
Kjart ani Joensen í Leirvík,
sigur Tommy Andreasen.
Í læru
Hann sigldi so við Hvilvtenni
í eitt knapt ár, áðrenn honum
stóð í boði at fáa lærupláss á
Tórshavnar Maskinverkstaði,
sum Kaj Olsen úr Nólsoy
eig ur saman við tveimum
øðrum.
– Sum nevnt havi eg
altíð havt sera góðan hug at
skrúva, og tað var helst ein
av orsøkunum til, at eg tók av
at læra til maskinsmið, sigur
Tommy
Andreasen,
sum
byrjaði í læru tann 3. sep
tember 2003, 17 ára gamal.
Næstu árini gingu so við
at læra til maskinsmið, og
frítíðina brúkti hann í stórt
mát til kappróðurin. Men í
bakhøvdinum lá eisini ein
annar áhugi og lúrdi, tó uttan
av álvara at vinna fram í
hugaheiminum.
– Eg havi altíð havt áhuga
fyri flogførum og flogvinnu,
men fyri mær var hetta tá
ein fjarur tanki at kunna
ganga
tær
leiðirnar.
Eg
ímynd aði mær altíð stórt
stu dentsprógv við høgum
karak terum, so tað tóktist
mær
óuppnáiligt,
sigur
Tommy Andreasen.
Men ein túrur vestur á
flog vøllin í Vágum broytti
full komiliga hansara hugs
unar hátt.
– Tað var ótrúliga berg
tak andi at síggja øll flogfør
ini lenda og fara á flog. Eg
gjørdist púra bitin av hes
um, og tá eg kom aftur til
Nólsoyar fór eg beint inn á
telduna at leita eftir flog
skiparaskúlum, sigur Tommy
Andreasen.
Tað fall heilt náttúrligt at
leita eftir hesum flogskúlum
í Danmark.
– Mær hevur ongantíð
longst eftir at sleppa til
eitt nú Onglands ella USA
at útbúgva meg, sum so
mong onnur tráa eftir. Eg
hevði fleiri vinir, sum lærdu
í Danmark, og tí fall tað
náttúrligt hjá mær at leita
tann vegin, sigur Tommy
Andreasen.
Seldur
Hann fann fram til ein
skúla, sum eitur Center Air
Pilot Academy, og liggur í
Roskilde.
– Eg gjørdi so tað, at eg
ringdi niður á skúlan at
spyrja meg fyri, hvørjar
treyt irnar vóru fyri at sleppa
inn. Tey vóru bæði blíð og tíð
og greiddu mær frá, at eg
mátti til eina upptøkuroynd
innan fakini danskt, enskt
og fimis rokning. Tey buðu
mær annars endiliga at koma
framvið, um eg var í Dan
mark, sigur Tommy Andrea
sen.
Tað gekk ikki leingi, so
hevði hann keypt ein flog
ferðaseðil til Danmarkar at
vitja skúlan. Og var hann
ikki vísur í karrieruvalinum
áðrenn, so sannførdi hendan
ferðin hann fullkomiliga um,
at hann skuldi verða flog
skipari.
– Á túrinum á veg niður
til Danmarkar tosaði eg við
flogskiparan og stýrimannin,
og eg greiddi teimum frá
mínum ørindum. Tað endaði
við, at stýrimaðurin bjóðaði
mær at sita í hansara stóli
allan vegin niður og undir
lendingini eisini. Tá varð eg
púra seldur, sigur Tommy
Andreasen.
Á skúlanum var hann
ógvuliga væl móttikin. Hann
varð vístur runt á skúlanum
og fekk greitt frá, hvussu
undurvísingin fór fram, og
hvørji krøvini vóru, at verða
upptikin.
– Danskt og enskt lá rími
liga væl fyri hjá mær, men í
rokningini haltaði eg nakað
eftir. Eg gjørdi tí av av ganga
til rokning í kvøldskúla á
Eyst urskúlanum, og tað má
eg siga er ein av bestu av
gerðum, eg havi tikið, sigur
Tommy Andreasen.
Tá upptøkuroyndin so var
í januar 2007, stóð hann við
ein glans.
– Eg mátti tó lata tey vita,
at eg ikki kundi byrja við tað
sama, tí eg var ikki liðugur
við
maskinsmiðslæruna.
Tað spældi eisini inn, at eg
róði kapp, men eg brúkti
tíð ina til at gera sveina
stykki og til at fáa heilsu
kanningina frá hondini á
Ríkissjúkrahúsinum,
sigur
Tommy Andreasen.
Í skúla
Tað er sjálvandi nógv at fáa
greiði á, tá tú skal flyt av
landinum, millum annað skal
tú hava eitt stað at búgva, tú
skal søkja um studning og
annað líkt.
– Eg má siga, at eg altíð
fekk ógvuliga fríar teymar
Frá bóndaaspiran
Tað lá ongantíð í kortunum, at Tommy Andreasen
skuldi velja eina lívsleið sum flogskipari. Sum
smádrongur og hálvvaksin var tað nevniliga
rokaliga lívið á bygd við seyði, neytum, skrúvan
á knallert og útróðri, ið lá fremst í huganum
Pápi Tommy, Napoleon Andreasen, vanliga nevndur Pole, fekk møguleikan
at flúgva við soninum á veg heim úr Noregi, har hann siglir. Her eru
feðgarnir avmyndaðir saman við einum vinmanni hjá Tommy