mikudagur 14. juli 2010síða 45
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
45
Mikudagur 14. juli 2010 · Nr. 107
Sosialurin
frá teimum á Tórshavnar
Maskinverkstaði, og tí bar
tað eitt nú til at taka heilsu
kanningina á Ríkis sjúkra
húsinum og onnur ørindi,
sum eg skuldi fáa frá honini,
áðrenn eg kundi byrja á skúl
anum, sigur Tommy Andrea
sen.
– Eg var ikki liðugur við
lærutíðina, men tankarnir
vóru langt síðani farnir á
flog, sum hann tekur til.
Men endiliga upprann so
3. september 2007, dagurin,
hann fekk sveinaprógv, og
longu tveir dagar seinni, 5.
september, byrjaði hann á
Center Air Pilot Academy.
– Eg byrjaði ein mikudag,
og tann dagurin gekk við
at eta pizza og at koma at
kenna hvønn annan, men
longu mánadagin eftir var
eg fyrstu ferð á flogi, sigur
Tommy Andreasen.
Stigvíst lærdi hann at
kenna flogførini.
– Tað verður bygt upp á
alla tíðina, og teori og prak
sis fylgjast. Fyrst skal tú
gjøg num eitt grundskeið,
ið kallast PPL (Private Pilot
Licence), og tá tú hevur
fing ið tað prógvið, kanst tú
flúgva smá, privat flogfør,
sigur Tommy Andreasen.
Næsta stigið er stóra og
tunga teoretiska útbúgv
ing in, ið kallast ATPL, ið
stendur fyri Airline Traffic
Pilot Licence. Hon tekur 10
mánaðar og umfatar 12 ym
isk fakøki.
– Tá so teoriin er komin
upp á pláss, er ein rúgva av
flúgving eftir. Á skúlanum,
har eg lærdi, høvdu tey trý
sløg av flogførum, Piper
Chero kee, sum er eitt lítið
eittmotors flogfar, við føst
um landingshjólum, Piper
Arrow,
ið
hevur
heldur
kraft igari motor og kann
taka
landingshjólini
upp
und ir seg, og so tveymotors
Piper Seneca flogfarið, sigur
Tommy Andreasen.
Starv hjá Ryan Air
Tað tekur einans tvey ár
at útbúgva seg sum flog
skipari á CAPA, men tað skal
eisini gerast nakað við út
búgvingina.
– Tað ljóðar stutt, men
tað var ótrúliga intenst. Vit
gingu í skúla um kvøldarnar
eisini, leygardagar og enntá
heilidagar. Og tá vit so
endiliga høvdu frí, máttu vit
lesa og studera, so vit høvdu
so at siga onga fríløtu. Tá
onn ur fóru í biograf ella
í býin, máttu vit sita inni
og studera, sigur Tommy
Andrea sen.
Hann heldur, at tað hevur
bæði sínar góðu og ringu
síður.
– Tað ringa var, at vit ong
antíð høvdu frí, tað góða,
at útbúgvingin var skjótt
yvir staðin,
sigur
Tommy
Andreasen.
Tíðirnar innan flogferðslu
vóru ikki góðar, tá Tommy
varð útlærdur 7. deseber
2009, og fyri at betra um
møguleikarnar at fáa starv,
tók hann eitt sonevnt Jet
Orientation Course.
– Hetta var fyri at betra
um møguleikarnar at fáa
starv hjá einum Jetfelagi, tí
øll útbúgvingin annars fór
fram við propell flogførum,
sigur Tommy Andreasen.
Hann søkti sjálvandi bein
anvegin hjá Altantic Airways,
men har var long bíðirøð av
flogskiparum, har fleiri hava
royndir við jetflog førum.
– Eg gjørdi so av at fara at
arbeiða sum timburmaður,
meðan
eg
bíðaði,
sigur
Tommy Andreasen.
Tað var ikki fyrr enn út
í februar, at honum rann í
huga Ryan Air, og hann sendi
eina umsókn avstað.
Tað gekk ein vika, til
hann fekk boð um at koma
til upptøkuroynd.
– Upptøkuroyndin skuldi
vera 5. mars, og eg hevði
einar 14 dagar til ta tíð, so
hes ar tvær vikurnar brúkti
eg til at lesa frá morgni til
myrkurs, fyri at vera so væl
fyrireikaður sum gjørligt,
sigur Tommy Andreasen.
Byrjar síðst í august
Øll hendan lesingin kom hon
um til góða, tá teoriin gekk av
tí allarbesta, men teori er ikki
nóg mikið einsamøll.
– Ein avgerandi roynd
er
flogsimilatorurin.
Har
verður tú testaður, hvussu
tú reagerar í ávísum støðum,
og hvussu kaldur tú ert í
neyðstøðu,
sigur
Tommy
Andreasen.
Átta vóru slopnir gjøgnum
nálareygað til upptøkuroynd,
tveir flogskiparar og seks
stýrimenn.
– Eg varð paraður við ein
um donskum flogskipara,
sum í sínari tíð hevði flogið
upp á Føroyar við Mærsk,
sig ur Tommy Andreasen.
Upptøkuroyndin
var
fríggja dag 5. mars, og longu
týsmorgunin eftir fekk hann
felefonboð frá Ryan Air, sum
ynskti honum tillukku við
starvinum.
Hann byrjaði so hjá Ryan
Air 31. mai í ár, men hann skal
ígjøgnum drúgva umskúling,
áðrenn hann sleppur at sita
aftan stýripinnin,
– Sum nevnt fór øll undir
vísingin fram við propellu
flogførum. Ryan Air nýtir
bert Boeing 737/800 flogfør,
so tað er sum at fara av
brúnni á einum útróðrarbáti,
á brúnna á Norrönu, sigur
Tommy Andreasen.
Nú vit eru komin út í juli er
Tommy liðugur við teknisku
umskúlingina, sum er at seta
seg inn í, hvussu eitt Boeing
737 er uppbygt. Nú eru tímar
og tímar í similatorinum eftir
at fáa frá hondini.
– Eg skal gjøgnum 60 tím
ar í flogsimilatorinum, áðr
enn eg eri til reiðar at seta
meg við stýripinnin á einum
veruligum
flogfari,
sigur
Tommy Andreasen.
Ryan Air er eitt lágprís
flog felag, og tað vil siga, at
teir einans flúgva upp á frí
tíðar destinatiónir.
– Vit flúgva um alt Europa,
allastaðni, har frítíðarstøð
eru. Arbeiðstíðin er fimm
dagar til arbeiðis, fýra dag
ar frí, og ferian er fýra vik
ur, men hon kann jú ikki
liggja í sesongini, tí tá skulu
flogfeløgini vinna pengar, so
mín feria verður um veturin,
sigur Tommy Andreasen.
Tað, sum liggur í kort un
um, er, at Tommy skal byrja
flúgvingina síðst í august.
Og tá er bóndaaspiranturin
veruliga vorðin flogskipari.
ti til flogskipara
Longu sum 24 ára gamal hevur Tommy Andreasen fingið sína útbúgving
sum flogskipari. Og hóast altjóða flogferðslan er í svárari kreppu, hevur
hann fingið arbeiði hjá Ryan Air framman fyri fleiri aðrar við drúgvum
royndum. Her er Tommy í búnanum hjá bretska lágprís flogfelagnum
Tommy aftan stýrið á einum
av Piper flogførunum hjá
danska flogskúlanum, har
hann fekk sína útbúgving