Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-14, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juli 2010síða 46

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. juli 2010 · Nr. 107 46 Sosialurin Randi Jacobsen Tá ið Theodor D. Olsen søkti starv ið sum sóknarprestur í Kvík, satsaðu kirkjuráðini og innstillaðu bara henda um­ søkjaran. Ta ferðina eydnaðist sats ­ ing in, tí hóast sami prest ur var innstillaður í Suður strey­ m oyar vestara presta gjaldi. Nú kirkjuráðini í Norðstreymoyar presta gjal­ di skuldu taka støðu til tær fýra um sókn ir nar, sum komu til sókn ar presta em bæt ið í Hvalvík, satsaðu tey aft ur og innstillaðu bara Anne Mette Klemensen. Men hesaferð riggaði sats­ ing in ikki. Kirkjuráðini í Fugla­ fjarðar prestagjaldi gjørdu tað sama og innstillaðu ara sama umsøkjara, og Anne Mette Klemensen valdi Fugla fjørð. Føroya Stiftsstjørn hev ur tí lýst embætið í Hval vík lýst av nýggjum, og um sókn ar­ freistin er 6. sep tem ber. Jógvan Fríðriksson sigur, at miðað verður eftir at seta starv ið 1. desember ella 1. janu ar. Hann ger vart við, at fyri tað um kirkjuráðini bara inn stillaðu ein umsøkjara, kunnu hinir umsøkjararnir vra væl skikkaðir. Hetta var ein satsing hjá kirkju ráð­ unum, sigur hann. Bjarni til Hvalbiar Verri gongur at seta em bæt ið sum sóknarprestur í Hvalba. Fyrru ferð søkti ein, og tí varð embætið lýst leyst aft­ ur. Hesa ferð søkti eingin. ­ Eg vænti, at vit fara at royna aftur, sigur Jógvan Fríðriks son. Hann ásannar, at tað kann gerast trupult at seta hetta starvið, og tí fer Føroya Stifts stjórn væntandi at heita á Bjarna Bæk, fyrr­ ver andi dómpróst um at av loysa í Hvalba eitt skifti. Bjar ni Bæk skal annars suð­ ur í summar at avlasta hinar báð ar prestarnar í oynni. randi@sosialurin.fo Norð streym oy ing ar sats aðu uppá Anne Mette Klemen sen Av tí at kirkjuráðini í Norðstreymoy bara innstillaðu Anne Mette Klemensen, sum valdi Fuglafjarðar prestagjald, hevur Føroya Stiftsstjørn lýst starvið sum sóknarprestur í Hvalvík leyst av nýggjum Vilmund Jacobsen Í dag eru 14 dagar, síðan verk smiðjuskipið Norðborg byrjaði túr, og longu í gjár hevði skipið fulla last. Síðstu nátt lógu teir á Fuglafirði og tók tungolju, og í dag hevur Norð borg ligið í Djúpunum, har verksmiðjan verður vask að. Ætlandi stevna teir inn í Ánir nar klokkan 18 í kvøld, har veiðan verður løgd upp. Skipari á fyrra parti av hesum túri var Jón Ras mus ­ sen, og síðan tók stýri mað ur­ in, Hans Klakk stein, yvir og gjørdi túrin lid nan. Norðborg hevur 1200 tons av skráskornum makreli, 170 tons av mjøli og 150 tons av lýsi. Ætlandi loysir Norð borg aft ur í Ánunum í annað­ kvøld, og sum skilst verður pioner urin, Kristian Martin Ras mus sen, skipari á hesum túri. Góður túrur Jón Rasmussen sigur, at teir byrjaðu at fiska heilt har suðuri móti føroyska fiski­ marki num, og har royndu teir fyrstu tveir dagarnar av túri num. Hann sigur, at teir fingu nakað av makreli bein an­ vegin, men síðan minkaði fiski skapurin aftur. Teir leit­ aðu nú ymsastaðni og fingu nakað av sild. ­ Men upp undir endan av seinastu viku tók fiski skap­ urin seg uppaftur. Í viku­ skifti num og nú seinastu dagar nar hevur veiðan verið rætti liga góð. Alt hevur verið rein ur makrelur – við ongari uppí blanding. Jón Rasmussen sigur, at veiði virðið hendan túrin er ei n ar 12 miljónir krónur við øll um tí frysta, mjøli og lýsi. Trupult at siga Spurdur, hvussu leingi hann vænt ar, at tað ber til at fiska makrel í føroyskum sjógvi og virka hann til matna, sig­ ur Jón Ramussen, at tað er ógvuliga trupult at siga. ­ Íslendingar fiskaðu til hálvan september í fjør, men tað virkar kanska, sum um makrelurin er eitt lítið sind­ ur seinni á veg í ár, sigur hann. Skiparin leggur aftrat, at Norðborg sum er verk­ smiðju skip, virkar veiðina til mat na alla tíðina. ­ Góðskan av makrelinum merk ir ikki tað stóra, tá vit taka magan úr fiskinum, legg ur hann aftrat. Áseta kvotu Nú politiska sam ráð ing ar um­ far ið hjá lands stýris mann i­ num í fiskivinnumálum við ávika vist Ísland, Noreg og ES er av, fer Jacob Vestergaard vænt andi at áseta, hvussu stór føroyska makrelkvotan verður í 2010. Spurdur, hvussu stór hann væntar, at henda kvot­ an verður, sigur Jón Ras mus­ sen: ­ Tað vita vit sjálvsagt ikki, tí tað er hansara avgerð. Vit hava hoyrt tøl nevnd, sum snúgva seg um eini 80.000 tons. Av hesum fer so nakað, sum Føroyar lata í býti í fiskiveiðiavtalum við onn ur lond. So, kanska talið verð ur um 60.000 tons, sum tey før­ oysku skipini sleppa at fiska, kans ka eitt sindur meiri, sigur hann. 150 miljónir Gongst, sum árið hevur vignast higartil, væntar skiparin á Norðborg, at teir fara at fiska fyri einar 150 miljón ir krónur í ár, og tað hevði hann verið væl nøgdur við. ­ Útlitini fyri árið eru rími­ liga góð. Vit vóna at kunna halda fram við makrelveiði í føroyskum sjógvi eina tíð enn. Prísurin fyri skrá skor­ nað makrelin liggur um 8­8,50 krónur fyri kilo. So, het ta loysir seg heilt væl hjá okk um. Seinni í heyst fara vit so á sildaveiði norðanfyri, sig ur Jón Rasmussen, skipari á Norðborg. vilmund@sosialurin.fo Rokast í makreli í føroyskum sjógvi ROKVEIÐA Verksmiðjuskipið Norðborg hevur gjørt roktúr á makrelveiði undir Føroyum. Teir hava verið úti í 14 dagar og veiðan, sum verður løgd upp í Ánunum í kvøld og í morgin, hevur eitt virðið av tilsamans 12 miljónum krónum Tað gongur væl hjá Norðborg – og skipið fær nógv burtur úr makrelveiði í føroyskum sjógvi í løtuni Mynd: Dávur Winther mAKREluR ... prísurin makrelin liggur um 8-8,50 krónur fyri kilo. So hetta loysir seg heilt væl hjá okkum... JÓN RASMUSSEN