mikudagur 14. juli 2010síða 46
‹ fyrra síða allar 95 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. juli 2010 · Nr. 107
46
Sosialurin
Randi Jacobsen
Tá ið Theodor D. Olsen søkti
starvið sum sóknarprestur í
Kvík, satsaðu kirkjuráðini og
innstillaðu bara henda um
søkjaran.
Ta ferðina eydnaðist sats
ingin, tí hóast sami prestur
var innstillaður í Suðurstrey
moyar vestara prestagjaldi.
Nú
kirkjuráðini
í
Norðstreymoyar prestagjal
di skuldu taka støðu til tær
fýra umsóknirnar, sum komu
til sóknarprestaembætið í
Hvalvík, satsaðu tey aftur og
innstillaðu bara Anne Mette
Klemensen.
Men hesaferð riggaði sats
ingin ikki.
Kirkjuráðini
í
Fugla
fjarðar prestagjaldi gjørdu
tað sama og innstillaðu ara
sama umsøkjara, og Anne
Mette
Klemensen
valdi
Fuglafjørð.
Føroya Stiftsstjørn hevur
tí lýst embætið í Hvalvík lýst
av nýggjum, og umsóknar
freistin er 6. september.
Jógvan Fríðriksson sigur,
at miðað verður eftir at seta
starvið 1. desember ella 1.
januar.
Hann ger vart við, at fyri
tað um kirkjuráðini bara
innstillaðu ein umsøkjara,
kunnu hinir umsøkjararnir
vra væl skikkaðir. Hetta var
ein satsing hjá kirkjuráð
unum, sigur hann.
Bjarni til Hvalbiar
Verri gongur at seta embætið
sum sóknarprestur í Hvalba.
Fyrru ferð søkti ein, og tí
varð embætið lýst leyst aft
ur. Hesa ferð søkti eingin.
- Eg vænti, at vit fara at
royna aftur, sigur Jógvan
Fríðriksson.
Hann ásannar, at tað
kann gerast trupult at seta
hetta starvið, og tí fer Føroya
Stiftsstjórn
væntandi
at
heita á Bjarna Bæk, fyrr
verandi dómpróst um at
avloysa í Hvalba eitt skifti.
Bjarni Bæk skal annars suð
ur í summar at avlasta hinar
báðar prestarnar í oynni.
randi@sosialurin.fo
Norðstreymoyingar satsaðu
uppá Anne Mette Klemensen
Av tí at kirkjuráðini í Norðstreymoy bara innstillaðu Anne Mette Klemensen, sum valdi Fuglafjarðar
prestagjald, hevur Føroya Stiftsstjørn lýst starvið sum sóknarprestur í Hvalvík leyst av nýggjum
Vilmund Jacobsen
Í dag eru 14 dagar, síðan
verksmiðjuskipið Norðborg
byrjaði túr, og longu í gjár
hevði skipið fulla last. Síðstu
nátt lógu teir á Fuglafirði og
tók tungolju, og í dag hevur
Norðborg ligið í Djúpunum,
har
verksmiðjan
verður
vaskað.
Ætlandi stevna teir inn í
Ánirnar klokkan 18 í kvøld,
har veiðan verður løgd upp.
Skipari á fyrra parti av
hesum túri var Jón Rasmus
sen, og síðan tók stýrimaður
in, Hans Klakkstein, yvir og
gjørdi túrin lidnan.
Norðborg hevur 1200 tons
av skráskornum makreli, 170
tons av mjøli og 150 tons av
lýsi.
Ætlandi loysir Norðborg
aftur í Ánunum í annað
kvøld, og sum skilst verður
pionerurin, Kristian Martin
Rasmussen, skipari á hesum
túri.
Góður túrur
Jón Rasmussen sigur, at teir
byrjaðu at fiska heilt har
suðuri móti føroyska fiski
markinum, og har royndu
teir fyrstu tveir dagarnar av
túrinum.
Hann sigur, at teir fingu
nakað av makreli beinan
vegin, men síðan minkaði
fiskiskapurin aftur. Teir leit
aðu nú ymsastaðni og fingu
nakað av sild.
- Men upp undir endan av
seinastu viku tók fiskiskap
urin seg uppaftur. Í viku
skiftinum og nú seinastu
dagarnar hevur veiðan verið
rættiliga góð. Alt hevur verið
reinur makrelur – við ongari
uppíblanding.
Jón Rasmussen sigur, at
veiðivirðið hendan túrin er
einar 12 miljónir krónur við
øllum tí frysta, mjøli og lýsi.
Trupult at siga
Spurdur, hvussu leingi hann
væntar, at tað ber til at fiska
makrel í føroyskum sjógvi
og virka hann til matna, sig
ur Jón Ramussen, at tað er
ógvuliga trupult at siga.
- Íslendingar fiskaðu til
hálvan september í fjør, men
tað virkar kanska, sum um
makrelurin er eitt lítið sind
ur seinni á veg í ár, sigur
hann.
Skiparin leggur aftrat,
at Norðborg sum er verk
smiðjuskip, virkar veiðina til
matna alla tíðina.
- Góðskan av makrelinum
merkir ikki tað stóra, tá vit
taka magan úr fiskinum,
leggur hann aftrat.
Áseta kvotu
Nú politiska samráðingarum
farið hjá landsstýrismanni
num í fiskivinnumálum við
ávikavist Ísland, Noreg og ES
er av, fer Jacob Vestergaard
væntandi at áseta, hvussu
stór føroyska makrelkvotan
verður í 2010.
Spurdur,
hvussu
stór
hann væntar, at henda kvot
an verður, sigur Jón Rasmus
sen:
- Tað vita vit sjálvsagt ikki,
tí tað er hansara avgerð. Vit
hava hoyrt tøl nevnd, sum
snúgva seg um eini 80.000
tons. Av hesum fer so nakað,
sum Føroyar lata í býti í
fiskiveiðiavtalum við onnur
lond. So, kanska talið verður
um 60.000 tons, sum tey før
oysku skipini sleppa at fiska,
kanska eitt sindur meiri, sigur
hann.
150 miljónir
Gongst, sum árið hevur
vignast
higartil,
væntar
skiparin á Norðborg, at teir
fara at fiska fyri einar 150
miljónir krónur í ár, og tað
hevði hann verið væl nøgdur
við.
- Útlitini fyri árið eru rími
liga góð. Vit vóna at kunna
halda fram við makrelveiði
í føroyskum sjógvi eina tíð
enn. Prísurin fyri skráskor
nað makrelin liggur um
8-8,50 krónur fyri kilo. So,
hetta loysir seg heilt væl hjá
okkum. Seinni í heyst fara
vit so á sildaveiði norðanfyri,
sigur Jón Rasmussen, skipari
á Norðborg.
vilmund@sosialurin.fo
Rokast í makreli í
føroyskum sjógvi
ROKVEIÐA Verksmiðjuskipið Norðborg hevur gjørt roktúr á makrelveiði undir
Føroyum. Teir hava verið úti í 14 dagar og veiðan, sum verður løgd upp í Ánunum
í kvøld og í morgin, hevur eitt virðið av tilsamans 12 miljónum krónum
Tað gongur væl hjá
Norðborg – og skipið fær
nógv burtur úr makrelveiði
í føroyskum sjógvi í løtuni
Mynd: Dávur Winther
makrelur
... prísurin
makrelin liggur
um 8-8,50
krónur fyri kilo.
So hetta loysir
seg heilt væl hjá
okkum...
JÓN RASMUSSEN