mánadagur 10. januar 2011síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 10. januar 2011 · Nr. 4
Sosialurin
Eirikur Lindenskov
-
Fólkatingsval
verður
í
seinasta lagi í apríl. Høvuðs
evnini verða búskapur, væl
ferðarsamfelag,
eftirløn,
fólkaskúli og útlendingar.
Tað sigur Hans Engell,
politiskur viðmerkjari og
fyrrverandi
politikari
og
blaðstjóri á Ekstrablaðnum.
Hann sigur, at veljara
kanningarnar broytast alla
tíðina, men peika í mestan
mun
á
Helle
Thorning-
Schmidt sum nýggjan for
sætisráðharra.
- Eftir nýggjár er tað
kortini Lars Løkke Ras
mussen, sum hevur verið
mest í offensivinum og po
litiskt-búskaparliga
mest
konkretur.
Javnaðarflokk
urin og SF hava tveir greiðar
veikleikar: At tey í avgerandi
málum ikki eru samd við tey
Radikalu, eins og teirra bú
skaparliga ætlan er ring at
greiða fyri veljarnum. Veik
leikarnir hjá stjórnini eru, at
hon virkar slitin - ráðharrar
nir eru ósjónligir, og har hava
verið ov nógvar skandalur,
sigur Hans Engell.
Føroysku umboðini
ikki avgerandi
Alt bendir á eitt val, har frá
støðan millum reyða og bláa
blokkin verður so stórur, at
tað ikki verða eitt ella tvey
mandat, sum avgera valið,
heldur Hans Engell.
Soleiðis verða føroysku
fólkatingsumboðini ikki av
gerandi fyri, hvørja stjórn
danir fáa.
- Verða tað Sambands
flokkurin og Tjóðveldi, sum
vinna sessirnar, so broytir
tað als ikki parlamentarisku
støðuna. Vinstra og Sam
bandsflokkurin hava tætt
samstarv, og Høgni Hoydal
koyrir sína egnu linju í mun
til danskan innanríkispoli
tikk, vísir Hans Engell á.
Hann sigur, at Føroyar
gjøgnum seinastu árini eru
vorðnar meira og meira
ósjónligar í donskum poli
tikki.
- Tað er løgið, tá Danmark
hevur ein forsætisráðharra,
sum hevur føroyska konu og
harvið er tann stjórnarleið
arin, sum kennur Føroyar
betur enn nakar annar av
sínum undanmonnum, sigur
Hans Engell.
Ikki dramatikkur
longur
Hann vísir á, at hetta hevur
nakað at gera við, at tað ikki
eru stór aktuell ella dramtisk
mál í viðurskiftunum millum
Føroyar og Danmark, og so
hevur tað eisini sína ávirkan,
at føroyskur politikkur er
ógvuliga ósjónligur í donsk
um miðlum. Eingin veit
rættiliga, hvat hendir í Havn.
-
Løgtingsfólkini
hava
als ikki soma sjónligheit í
Danmark, sum tá vit til døm
is høvdu ein Atla Dam, Sund
stein, Breckamnn, Patursson,
Djurhuus, Lindenskov, Ellef
sen og Johan Nielsen, sigur
Hans Engell, sum heldur, at
Edmund Joensen og Høgni
Hoydal eisini eru markantir
føroyskir porfilar, men teir
eru nærmast ósjónligir í
donskum kjaki.
- Teir blanda seg ikki og
eru ógvuliga lítið at síggja í
donskum miðlum. Teir seta
ikki dagsskránna og hava
einki loypandi kjak um ríkis
felagsskapin, ella tað norður
lendska ella arktiska, sigur
hann.
Norðurlandaráðið
eisini uttan áhuga
Hans Engell vísir eisini á, at
Norðurlandaráðið er vorðið
rættiliga ósjónligt í Danmark
– eingin dani veit, um Norð
urlandaráðið enn er til, ella
hvat tey gera har.
- Danskir miðlar hava
als ongan áhuga fyri Norð
urlandaráðnum.
Eingir
journalistar
taka
lut
á
fundinum, og so verður
samstarvið
ósjónligt
og
óviðkomandi fyri danskar
veljarar. Tað eru bara tey
mest marginalisera donsku
fólkatingsumboðini,
sum
fara upp í norðurlendska
samstarvið. Fólk púra uttan
ávirkan. Soleiðis var tað ikki
fyri 20 árum síðani, sigur
Hans Engell.
Hann
sigur
eisini,
at
ikki ein gang tvey prosent
av dønum kenna føroysk
ar politikarar, og sjálvt stór
politisk og vinnulig mál í
Føroyum – eitt nú húsagang
urin hjá Fiskavirking, verður
als ikki umrøtt í donskum
miðlum.
- Eg møtti einum ráðharra
nú ein dagin, sum ikki ein
gong visti, hvussu løgmað
urin í Føroyum eitur, sigur
Hans Engell.
Hann heldur tí, at hetta
vísir, hvussu grundleggjandi
trupulleikin er – viðurskiftini
millum Føroyar og Danmark
eru ikki bara ódramatiskt,
heldur hann.
- Tey eru vorðin ósjónlig
og óviðkomandi. Tey fara
meira og meira í bakgrund
ina, tí hvørki danskir polit
ikarar, veljarar ella miðlafólk
fylgja við í tí, sum hendir í
Føroyum, og tí at landsstýrið
og Løgtingið einki gera til
tess at gera Føroyar meira
sjónligar uttan fyri Føroyar.
Hans Engell sigur, at tað
undrar hann, at føroyskir
politikarar ikki hava størri
ambitiónir um at gera landið
meira áhugavert og dagskrá
setandi.
- Føroyar hava jú nógv at
bjóða – men brúka tað bara
als ikki úteftir. Tað skilji eg
ikki, sigur Hans Engell at
enda.
eirikur@sosialurin.fo
Føroyar eru
ósjónligar
í Danmark
FÓLKATINGSVAL Fólkatingsvalið í Føroyum fer neyvan
at hava týdning í danska valstríðnum, heldur Hans
Engell, politiskur viðmerkjari. Hann sigur, færri enn tvey
prosent av dønum kenna Føroyar og føroysk viðurskifti
- Tað er løgið, at
Føroyar hava so lítlan
áhuga í donskum
politikki, tá sjálvur
forsætisráðharrin hevur
føroyska konu og kennir
Føroyar betur enn nakar
av undanmonnunum
Fakta:
Hans Engell er journalistur og fyrrverandi politikari.
Verjumálaráðarri frá 1982-87
Løgmálaráðharri frá 1989-93
Formaður fyri Konservativur frá 1993-97
Ábyrgdarblaðstjóri á Ekstra Bladet frá 2000-07
Hevur síðani virkað sum politiskur viðmerkjari og
fyrilestrahaldari.
Vitjar javnan í Føroyum og kennir til føroyskan politikk og
viðurskifti annars.
Hevur tú tænastulyndi og er hugað/ur at møta
viðskiftafólkinum, har tey eru stødd, so ert
tú kanska næsti kundarøktarin hjá TAKS
Høvuðsuppgávan hjá kundarøktarunum er at
vegleiða og hjálpa viðskiftafólkum við nógv
um ymiskum viðurskiftum. Til hetta arbeiðið
krevst ein góð fatan av ábyrgdarøkinum og
arbeiðsgongdunum hjá stovninum, og tískil
er umráðandi, at tú hevur áhuga í at ogna
tær neyðugu vitanina og yvirlitið.
Alt avgerandi er tó, at tú hevur hug og hegni
at tosa við øll fólk, bæði um tað er andlit
til andlit og umvegis telefon. Tú mást hava
tænastulyndi og tolsemi, soleiðis at tú áhald
andi kanst veita eina góða tænastu.
Umframt kundavegleiðing, skilja og skráseta
kundarøktararnir allan postin hjá stovninum.
TAKS er ein stovnur í menning, og tí vænta
vit, at tú ert til reiðar at menna teg saman
við stovninum. At tú ert jalig/ur, virkisfýsin,
samstarvar væl, og altíð arbeiðir við trúvirði í
huganum – tað virða vit.
Vit ímynda okkum, at tú hevur miðnáms ella
skrivstovuútbúgving og/ella aðra líknandi
útbúgving. Royndir innan kundarøkt og
tænastu eru ein fyrimunur.
Setanarøkið fevnir um Fíggjarmálaráðið og
stovnar undir tí, og starvið verður lønt eftir
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og av
varandi yrkisfelag. Kundatænastan húsast á
Hálsi í Tórshavn.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær
til Ásu Olsen, leiðara í kundatænastuni á
telefon 352600.
Umsókn, CV og avrit av prógvum og viðmæl
um skal sendast til taks@taks.fo ella TAKS,
Postsmoga 2151, FO165 Argir.
Umsóknin skal stílast til Ásu Olsen, leiðara í
kundatænastuni og viðmerkjast: Umsókn,
kundarøktari. Freistin at søkja starvið er
26. januar 2011 kl. 15.00
kundarøktari
TAKS er í støðugari menning, og miðvíst verður
arbeitt fram ímóti, at TAKS verður ein framkomin
stovnur, sum gongur á odda á øllum økjum.
www.taks.fo
Sosialurin 341800
Vit sóknast eftir fleiri kundarøktarum