mánadagur 10. januar 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. januar 2011 · Nr. 4
8
Sosialurin
Leo Poulsen
12. desember 2007 sendi
Fuglafjarðar kommuna eitt
bræv til Havsbrún har boðað
verður frá, at frá 1. januar
2008 fer kommunan at leggja
eitt vørugjald á ta rávøru,
sum Havsbrún tekur ímóti.
Undan hesum hevur uppi
sjóvarfiskur verið undantikin
vørugjaldi, men av tí at út
byggingar standa fyri framm
an hjá kommununi verður
mett, at tað er rímiligt, at
eisini hesin vørubólkur skal
rinda vørugjald.
Samrøður og fundir eru
millum kommununa og Havs
brún, og sambært stjóranum
á Havsbrún, Berguri Poulsen,
sissar borgarstjórin, Sigurð
Simonsen, við teirri grund
geving, at hetta vørugjaldið
ikki fer at merkjast hjá Havs
brún, tí skipini skulu gjalda.
Hetta
kennist
borgar
stjórin tó ikki við og sigir seg
ongantíð hava sagt, at tað
eru skipini, sum skulu gjalda.
Sakførarin hjá kommununi
vísti eisini á, at tað er vanlig
siðvenja, at móttakarin av
einari vøru er tann, ið skal
gjalda vørugjaldið.
Havsbrún førdi í rættin
um fríggjadagin sum vitni
Hartvig Joensen, sum er
leiðari av ráfiskadeildini hjá
virkinum. Hann var til stað
ar á einum av fundunum
millum
kommununa
og
leiðsluna í Havsbrún, og har
váttaði hann pástandin hjá
stjóranum um, at tað skuldi
verða skipini, sum rindaðu
vørugjaldið. Hann nevndi
eisini ítøkiligt tveir av stóru
reiðarunum, sum borgar
stjórin nevndi skuldu rinda
nøkur oyru aftrat.
Oman fyri milliónina
Kommunan førdi í sínum
lagi
kommunuskrivaran
sum vitni, og hann kundi
vátta, at tað ongantíð hevði
verið annað upp á tal, enn at
tað var Havsbrún, ið skuldi
rinda vørugjaldið fyri uppi
sjóvarfiskin.
Toganin er tí, hvør er
rætti móttakarin til hetta
vørugjaldið
er,
og
sum
nevnt vísti sakførarin hjá
kommununi á, at tað ikki
bara í Føroyum, men eisini
í okkara grannalondum er
siðvenjan soleiðis, at tað er
móttakarin av vøruni, sum
rindar vørugjaldið.
Havsbrún á sínari síðu
heldur fast um, at av tí at
virkið ikki keypir fiskin
fyrr enn hann er pumpaður
í tangarnar, eru tað skipini
og ikki Havsbrún, sum skal
rinda vørugjaldið.
Fuglafjarðar
kommuna
hevur fleiri ferðir rykt Havs
brún eftir tonsatalinum, sum
teir hava tikið ímóti, men
hetta hevur Havsbrún ikki
verið áhugað í at upplýsa.
Tann rokningin, sum síðani
er send virkinum er tí bygd á
mett tøl, og komið er fram til
eina upphædd, sum er oman
fyri milliónina.
Men Havsbrún vísir aft
ur, at teir skulu gjalda, ikki
minst út frá útsagnum hjá
borgarstjóranum
um,
at
hetta vørugjaldið ikki skal
raka virkið, men skal koma
frá skipunum.
Hesar útsagnir verða tó
afturvístar av borgarstjór
anum sjálvum, og sakførarin
hjá kommununi vísir eisini
á, at uttan mun til hvat borg
arstjórin annars skal hava
sagt, so er tað avgerðin hjá
kommunustýrinum, sum tel
ur í hesum førinum.
Royna seming
Málið var fyrstu ferð fyri í
Føroya Rætti 3. desember,
men varð útsett til fríggja
dagin, tí sakførarin hjá Havs
brún hevði ikki fyrireikað seg
til alt málið, men bert upp á
spurningin um, hvør rætti
móttakarin av rokninginin
er.
Tað var tó gjørt av, at hesin
spurningurin var so tengdur
at restini av málinum, at alt
mátti takast í einum, og tí
varð málið upp aftur tikið
fríggjadagin.
Sum so ofta í slíkum
borgarligum málum heitti
dómarin á partarnar um at
royna seming. Hann segði,
at kommunan og Havsbrún
eru so knýtt hvør at øðrum,
at best hevði verið, um part
arnir kundu funnið eina
semju í málinum.
Báðir partar søgdu seg
vera sinnaðar at royna hetta,
og av tí at kommunan hevur
bygdarráðsfund 28. januar,
varð freistin sett til 1. februar
at finna fram til semjuna.
Dómarin skjeyt upp, at
kommunan kanska kundi
ásett vørugjaldið at koma í
gildi seinni, tí skotbráið frá
12. desember, tá brævið til
Havsbrún varð sent, og til 1.
januar, tá vørugjaldið kom í
gildi, var ikki serliga langt.
Kommunan hevur síðani
sett eina nýggja vøruskrá
í gildi galdandi frá 1. mai
2009, og dómarin helst tí, at
tað kanska hevði veirð eitt
passaligt høvi at lata vøru
gjaldið koma í gildi tá, ella
kanska enn seinni.
Dómarin
legði
kortini
dent á, at tað er ikki vist, at
hetta verður ein møguligur
dómur, finna partarnir ikki
eina semju. Og tað hava teir
so freist til fram til 1. febr
uar.
Dómarin: Roynið seming
Fuglafjarðar kommuna hevur drigið Havsbrún í rættin, tí felagið vil ikki rinda vørugjald av uppisjóvarfiskinum,
sum virkið tekur ímóti. Teir hadla upp á, at teir eiga ikki rokningina, men at tað eru skipini, ið skulu gjalda
Havsbrún sigur seg ikki eiga rokningina fyri vørugjaldið av uppisjóvarfiski – skipini eiga hana