mánadagur 10. januar 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 10. januar 2011 · Nr. 4
Sosialurin
Uni Arge
Lønardeildin í Fíggjarmála
ráðnum hevur talað, og boð
ini eru greið, men ikki so
greið innihaldsliga, sum løg
mansskrivstovan hevði ynskt.
Lønardeildin tekur ikki støðu
til, um tænastumannasak
skal reisast ímóti Arna Poul
sen, aðalstjóra í Vinnumála
ráðnum, og Rúna Joensen,
aðalstjóra í Innlendismála
ráðnum,
í
grannskoðara
málinum, tí tað má løgmans
skrivstovan
sjálv
gera.
Aðalstjórarnir eru í starvi
undir løgmansskrivstovuni,
og tí er tað eisini hon, sum
skal meta, um teir hava røkt
síni størv á ónøktandi hátt og
tí mugu kannast, sigur lønar
deildin í sínum svari.
Sostatt er grannskoðara
málið, sum løgtingsins um
boðsmaður varpaði ljós á
í frágreiðing 2. november
í 2010, endað aftur hjá løg
manni, sum sjálvur boðaði frá
í løgtinginum 11. november, at
talan er um eitt sera álvarsligt
mál, ið krevur, at stig verða
tikin, sum tryggja, at Føroyar
hava eina umsiting og eina
politiska skipan, ið sømir
seg
einum
framkomnum
samfelag. Tað var eisini løg
maður sjálvur, sum fyrstur
nevndi møguleikan at reisa
tænastumannasak
ímóti
teimum báðum aðalstjórun
um.
Í fyrstu syftu tók løgmans
skrivstovan tað óvæntaða
stig, at hon legði allan spurn
ingin fyri lønardeildina í
Fíggjarmálaráðnum at taka
støðu til. Løgmansskrivstov
an vildi hava lønardeildina
at siga sær, um grundarlag
var fyri at reisa tænastu
mannasak ímóti aðalstjór
unum, og hvat ein tílík
kanning kann hugsast at
enda við. Við hesum tóktist
løgmansskrivstovan at vilja
sleppa undan at taka støðu
í málinum, men tað sleppur
hon ikki, tí lønardeildin vil
ikki svara teimum mest av
gerandi spurningunum. Hon
skrivar:
"Støðutakanin til, hvørt
atburður hjá tænastumanni
skal hava við sær disiplinera
revsing, er tengd at eini
ítøkiligari meting. Meting
in er tengd at, hvat verður
væntað og kravt av tæn
astumanninum, og tí er tað
eisini tann myndugleikin,
sum hevur tænastumannin
í starvi, sum skal gera met
ingina, í hesum førinum løg
mansskrivstovan í samráð við
avvarðandi landsstýrismann.
Tað vildi ikki verið rætt av
okkum at gjørt tílíka meting,
og tí fáa vit ikki svarað spurn
inginum, um málið ber eina
tænastumannakanning, ella
mett um útfallið av einari
slíkari kanning."
Politisk avleiðing
Har stendur so málið, og
við útvarpið segði løgmans
stjórin, Marjun Hanusardótt
ir, leygarkvøldið, at við støði
í svarinum frá lønardeildini
fer løgmansskrivstovan nú
at taka avgerð í málinum.
Umboðsmaðurin segði í síni
frágreiðing 2. november í
fjør, at álvarsligir feilir og
brek vóru í viðgerðini hjá
Innlendismálaráðnum
og
Vinnumálaráðnum, tá sjey
grannskoðarar fingu løg
gildingar uttan próvtøku.
Vinnumálaráðið var ógegn
ugt í málinum orsakað av
aðalstjóranum, men kortini
virkið í málinum, og Inn
lendismálaráðið kúvendi í
síni viðgerð og legði trýst á
Skráseting Føroya.
Løgmaður bað í november
í fjør løgtingið taka tey stig,
sum takast skuldu í málinum,
so málið kundi verða kannað
til botns politiskt. Løgtingið
tók løgmann upp á orðið
hevur samtykt at seta niður
eina grein 25-nevnd, ið skal
kanna, um grundarlag er fyri
at reisa rættarlig ábyrgdarmál
ímóti landsstýrismonnunum
í
grannskoðaramálinum,
Bjarna Djurholm og Jacobi
Vestergaard. Fyrsti fundurin
hjá grein 25-nevndini er
seinnapartin í dag, so politiski
parturin av málinum gongur,
sum løgmaður vildi.
Spurningurin er so, hvussu
verður við tí umsitingarliga
partinum. Tann partin skal
løgmaður sjálvur taka støðu
til. Marjun Hanusardóttir,
løgmansstjóri, segði við út
varpið leygarkvøldið, at tað
er sera umráðandi, at eitt
álvarsmál sum at reisa tæn
astumannasak ímóti aðal
stjórum verður viðgjørt rætt
og rættvíst. Hon helt ikki,
at málið er serliga einfalt, tí
nógvir ymsir vinklar eru í tí,
og umráðandi er tí eisini, at
løgmansskrivstovan brúkar
ta tíð, sum er neyðug, at við
gera málið. Hvussu leingi tað
verður, kundi løgmansstjórin
ikki siga.
Verja seg
Millum skjølini, sum løg
mansskrivstovan hevur at
halda seg til í málinum, er
frágreiðingin hjá løgtingsins
umboðsmanni um grann
skoðaramálið, ið staðfestir,
at ógegnuga Vinnumálaráðið
og
Innlendismálaráðið
trýstu Skráseting Føroya at
útskriva løggildingarnar til
grannskoðararnar. Í málinum
er eisini eitt annað skjal, eitt
upprit úr Vinnumálaráðnum,
sum 22. desember í fjør varð
latið løgmansskrivstovuni.
Hetta uppritið er ein verju
røða fyri leiklutinum hjá
Vinnumálaráðnum í grann
skoðaramálinum.
M.a. verður í uppritinum
lagdur stórur dentur á gegnis
spurningin. Sagt verður, at
hóast aðalstjórin var ógegn
igur í málinum, so hevði
hetta ikki av sær sjálvum við
sær, at starvsfólkini undir
honum skuldu halda seg
burtur frá málinum. Víst
verður til danska siðvenju
um, at ráðharrar viðhvørt
kunnu vera ógegnigir í mál
um, men at starvsfólkini
undir ráðharranum tá kort
ini kunnu viðgera málini.
Um hetta merkir, at starvs
fólkini undir einum ógegn
igum aðalstjóra eisini kunnu
viðgera mál hóast ógegni
hansara, skal løgmansskriv
stovan so meta um.
Undir øllum umstøðum
metti løgmansskrivstovan,
tá grannskoðaramálið var
fyri,
at
Vinnumálaráðið
kundi ikki viðgera málið júst
orsakað av, at aðalstjórin
var ógegnigur. Tí varð málið
flutt í Innlendismálaráðið.
Í sínum uppriti til løgmans
skrivstovuna sigur Vinnu
málaráðið,
at
løgtingsins
umboðsmaður hevur ikki
nakrar próvgrundir fyri, at
Vinnumálaráðið hevur um
sitið ósakliga í málinum.
Um hetta skal hava við
sær, at málið verður slept,
ella um tað skal kannast
uppaftur gjøllari, m.a. við
avhoyringum, ger løgmans
skrivstovan eisini av.
Grannskoðaramálið
nú aftur í Tinganesi
Løgmansskrivstovan vildi hava lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum at siga sær, um
grundarlag er fyri at reisa tænastumannasak ímóti aðalstjórunum í Vinnumálaráðnum og
Innlendismálaráðnum í sonevnda grannskoðaramálinum. Tað vil lønardeildin ikki, og tí má
løgmansskrivstovan sjálv gera av, um leikluturin hjá aðalstjórunum skal kannast nærri