Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. januar 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. januar 2011 · Nr. 4 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Partrolararnir í Hvalba, Hamra­nes og Breiðanes, sum eru gomlu Polarhav og Stjørn­an, høvdu eitt óføra gott ár í fjør. Sosialurin hevur roynt at fingið at vita, hvørjir par­trol­ arar høvdu størsta veiðivirði í farna ári. Bæði teir, sum eiga Vestmenning og Fram og teir, sum eiga Hamranes og Breiðanes, siga, at pørini liggja ógvuliga tøtt – og helst stavn um stavn, soleiðis at blað­ið ikki kann taka dagar ímill­um. Tummas Christophersen, reiðari á Vestmenningi og Fram, hevur áður sagt, at veiði­virðið hjá hansara skip­ um liggur á umleið 43 miljó­ num krónum í farna ári, men hann hevur eisini verið vitandi um, at veiðivirðið hjá Hamra­nesi og Breiðanesi ligg­ur á umleið sama tali. - Árið í fjør er tað besta í veiði­virði, men úrslitið hevur okkurt árið verið betri, segði Tumm­as Christophersen. Um jóltíðir ljóðaði, at Vest­menn­ingur og Fram og Hamra­nes og Breiðanes lógu so tættir, at parið úr Hvalba loysti 2. Jóladag fyri at vita, um teir kundu hála seg fram um partrolaraparið úr Vest­ man­na. Um hetta eydnaðist ella ikki, skal Sosialurin ikki taka dagar ímillum, men í fýra dagar fiskaðu og seldu Hamra­nes og Breiðanes fyri eina góða miljón krónur. Skipini vóru úti í fýra dag­ ar og landaðu fiskin í Hvalba. Besti upsaprísurin var 12 krón­ur fyri kilo, sum má sigast at vera óhoyrt. Umleið helm­ing­urin av veiðini hjá skipu­num varð skorið á virki­num í Hvalba og selt sum fesk fløk. Áðrenn Sosialurin fer at skifta orð við reiðaran á Hamra­nesi og Breiðanesi, Mikkjal Hammer, kunnu vit leggja aftrat, at trið besta par­ið í 2010 í veiðivirði helst er leirvíkstrolararnir, Polar­ hav og Stjørnan, sum hava fisk­að fyri umleið 41 miljónir krón­ur. Ófør gongd Mikkjal Hammer í Hvalba er reiðari á trimum skipum, djúp­vatns­trolaranum, Stein­ tóri, sum hann eisini plag­ar at føra av og á – og á Hamra­ nesi og Breiðanesi, sum fyrs­tu ferð loystu í Hvalba – undir nýggju eigar­unum - fyri sløkum tveimum ár­um síðan. Og áðrenn vit fara til partrolaraparið, kunnu vit nevn­da, at Steintór hevur størsta veiðivirði millum djúp­vatns­trolararnar í 2010, nevni­liga slakar 23 miljónir krón­ur. Mikkjal Hammer er lítil­ lát­in, sum rættir menn eiga at vera, og Sosialurin fær hann ikki at siga, at Hamra­nes og Breiðanes hava størsta veiðivirði av partrolar­um í 2010 – og meiri enn tær umleið 43 miljó­nir krónurnar, sum Vest­menn­ ing­ur og Fram hava fiskað fyri. Góðir prísir Mikkjal Hammer sigur, at Hvalbiartrolararnir hava verið ótrúligir FISKIVINNA Tað má sigast at vera ógvuliga flott av teimum, sum reka og eru við hvalbiartrolarunum, Hamranesi og Breiðanesi, at teir liggja millum allar bestu partrolarapørini í veiðivirði í farna ári. Skipini hava lutfalsliga lítla last og hava ikki loyvi at veiða gulllaks. Haraftrat lá annað skipið í rúma tíð í mai, tá teir høvdu trupulleikar við gearinum ... vit fara at gera okkara besta, og vit vóna, at hetta fer at røkka – eisini í 2011... MIKKJAL HAMMER Teir hava verið ótrúligir í 2010 – skiparar og manning umborð á Hamranesi og Breiðanesi