Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. januar 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 10. januar 2011 · Nr. 4 Sosialurin hann skal ikki taka dagar ímill­um, um skipini hjá teim­ um hava fiskað fyri meiri enn Vestmenningur og Fram, men hann dylur ikki fyri, at hann sum reiðari er ómeta­ liga væl nøgdur við gongdina í farna ári. Tá vit spyrja, um veiði­ virðið liggur omafyri 40 miljó­nir krónur, sigur hann, at tað liggur ”væl omanfyri”, men júst, hvussu nógv talan er um, er hann eitt sindur trek­ur at siga okkum. - Vit hava ikki neyva talið fyri alt árið enn, men taka vit veiðina fyri hvønn dag í sjónum, er eingin ivi um, at Hamranes og Breiðanes ligg­ ja í oddinum, leggur hann aftr­at. Reiðarin er sera væl nøgd­ ur við gongdina. - Tá hugsað verður um, at Breiða­nes misti 20-25 dagar, tá trupulleikar vóru við gear­ i­num í mai, og Hamranes tá gjørdi ein vánaligan túr sam­an við Steintóri, eru vit sera væl nøgdir. Lastin hjá okkara skipum er bara helm­ ing­urin av lastini hjá fleiri av teimum størru partrol­ar­ un­um, og haraftrat kemur, at upsaveiðan vanliga er vána­ lig í tíðini, tá tey størri pørini eru á gulllaksaveiði. Reiðarin vísir á, at upsa­ prís­irnir vóru góðir í farna ári og gingu uppeftir alla tíð­ina. Hinvegin royndist upsa­veiðan ikki nakað serlig í seinnu hálvu av árinum. - Tá havt verður í huga, at 85% av veiðini hjá Hamranesi og Breiðanesi er upsi í 2010, eru vit sjálvandi rættiliga væl nøgdir. Hann sigur, at megin­ partu­r­in av veiðini hjá skip­ un­um er landað í Hvalba, men onkran einstakan túr í 2010 vóru skipini í Scrabster. Skiparar úr Hvalba Teir, sum føra partrolaraparið úr Hvalba, eru ávikavist Tór­ hallur Randrup við Breiða­ nesi og John Martin Poulsen við Hamranesi. Báðir eru hvalb­ingar. Mikkjal Hammer sigur, at teir, sum loysa skipararnar av, tá hesir hava frítúr, eisini eru hvalbingar. - Bæði skiparar og mann­ ing hava gjørt eitt ómetaliga gott arbeiði, síðan vit keyptu hesi skipini til Hvalbiar, sigur reið­arin. Sosialurin spurdi eisini Mikkj­al Hammer, hvussu hann metir útlitini vera fyri ár­ið, sum júst er byrjað. - Heilt síðan eg byrjaði at fiska, hevur tað víst seg, at út­lit­ini mangan eru døpur við byrjanina av einum nýggj­um ári. Soleiðis er eisini, nú vit eru komin inn í 2011. Tú veitst ongantíð framm­an­undan, hvussu árið fer at vignast, og soleiðis er eisini hesaferð. Mikkjal Hammer ásannar, at upsasveiðan var svikalig í 2010, serliga í seinnu hálvu, men hann vónar, at árið kort­ ini fer at roynast. - Vit fara at gera okkara besta, og vit vóna, at hetta fer at røkka, tá samanum kemur, sig­ur reiðarin í Hvalba. vilmund@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen Alt bendir á, at rættiliga tru­pult er at vinna undir land við samráðingunum um nýggjan sáttmála mill­ um reiðarar og fiskimenn. Nøkur viðurskifti eru fing­in upp á pláss, men hvørja ferð oljan kemur upp at venda, dregur sund­ ur millum partarnar, sum fram­vegis standa langt frá hvørj­um øðrum í spurn­ing­ in­um um luttøku. Reiðarafelagið hevur eftir øllum at døma sett sær fyri, at nú skal oljan tak­ast við og vísir til eitt protokollát um luttøku í oljuútreiðslum, sum áður er skrivað millum partarnar. Talan er um tilsamans átta skipabólkar, ið sam­ ráð­st verður um, og av hes­um luttaka mann­ing­ ar­nar í tveimum teirra í oljuútreiðslunum. Hetta er í bólkunum fyri línuskipini og flakatrolararnar. Formaðurin í Føroya Reiðara­felag, Viberg Søren­ sen, hevur sagt, at kemur spurn­ingurin um oljuna ikki upp á pláss, verður neyv­an nakar sáttmáli. Áðurnevnda proto­koll­ át bygdi á, at fór oljan upp um 2,90 krónur fyri litur­in, skuldi – sum Viberg Sør­en­ sen tekur til – slóðast fyri, at manningin kundi verða við til at gjalda fyri oljuna. - Nú bunkringarprísurin tátt­ar í 4 krónur fyri litur­ in, vilja vit, at hesin spurn­ ing­ur verður loystur í sam­ ráð­ing­unum, sigur Viberg Søren­sen. Tað eru eisini onn­ur viðurskifti, sum reiðara­ felag­ið og mann­ingar­ feløg­ini dragast við undir hes­um samráðingum, og í løtuni eru smá útlit til nakra semju millum part­ ar­nar, nú so stór ósem­ja er um luttøku í olju­útreiðslu­ num. vilmund@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen Norski fiskimálaráðharrin, Lis­beth Berg Hansen, ynsk­ir eftir øllum at døma, at Noreg og Før­oy­ar taka upp­aftur sam­ráð­ing­ar­nar um nýggjan fiski­veiði­sátt­ mála millum londini. Samráðingarnar slitn­ aðu tíðliga í desember, tá Noreg tvinnaði sam­ ráð­ing­arnar um býtið av felags­kvotuni av makreli upp í samráðingarnar um ár­ligu fiskiveiðiavtaluna, sum londini í fleiri ár hava havt sínámillum. Føroysku sam­rá­ðing­ar­ um­boðini hi­ldu upp á, at býtið av makrelinum einki hevur verið árligu sam­ ráðingarnar um fiski­veiði­ avtalu at gera, men er ein spurn­ing­ur fyri seg. Nú bendir so alt á, at Noreg ynskir nýggj­ar samráðingar við Før­oy­ar um sínámillum fiski­veiði­ av­talu fyri 2011. Hetta kom fram í enda­ num av seinastu viku, tá Noreg vendi sær aftur til Før­oya um samráðingar. Norski fiski­mála­ráð­ harr­in­, Lisbeth Berg Han­ sen, hevur nú sent Fiski­ mála­ráðnum áheitan um nýggj­ar samráðingar. Í skrivinum sigur hon ikki eitt orð um makrel, men ynskir, at Føroyar og Noreg framhaldandi kun­nu hava eitt gott fiski­ vinnu­samstarv. Lisbeth Berg Hansen spyr í brævinum, nær tað ligg­ur fyri hjá Føroyum við einum fundardegi, og hvussu ein skrá kann koma at síggja út. vilmund@sosialurin.fo Gongur trekt Noreg »fríggjar« Nú fleiri samráðingarfundir hava verið millum fiskimenn og reiðarar, er tað framvegis oljan, sum eins og í byrjanini skilir partarnar so nógv, at smá útlit eru fyri semju FISKIVINNA Tað er ikki vist, at fiskiveiði­sátt­ málarnir, sum Føroyar hava havt við Noreg og ES, hava so lítlan týdning fyri londini kortini, nú Noreg aftur vil samráðast um avtalu Týsdagin tann 12. apríl 2011, kl. 09.45, verður í Føroya Rætti, Undir Glaðsheyggi 14, 100 Tórshavn, hildin tving­ sils søla yvir trolaran m/s Jaspis ow 2382, BRT 299, NRT 125. Skipið er bygt í 1986 á Vágs skipasmiðju, Vágur. Skipið er skrá­ sett í 1986. Sambært skipaskrá­ setingini eigur P/F Faroe Fish I, 100 Tórshavn, skipið. Fyrireikandi tvingsilssølufundur er ásettur at fara fram í Føroya Rætti týsdagin tann 1. mars 2011, kl. 09.45, og verður tann ið metir seg hava veð í skipinum, innkallaður til fyrireikandi tvings­ ilssølufundin. Tvingsilssølan er um biðin av Christiani Andreasen, advokati, Frúu trøð 4, Tórshavn, tlf. 353335 (j.nr.20101047), AS 2­111/2010, sum kann geva bærri upplýsingar og sum nærri avtala kann gerast við, um ynskt verður at síggja skipið. Tvingsils­ søla av skipi AdvokATskrivsTovAn Frúutrøð 4 • Postboks 6 Fo­110 Tórshavn Tel 35 33 35 • Fax: 35 33 36 www.jura.fo Norski fiskimálaráðharrin, Lisbeth Berg Hansen, hevur sent Fiskimálaráðnum áheitan um nýggjar samráðingar - Heilt síðan eg byrjaði at fiska, hevur tað víst seg, at útlitini mangan eru døpur við byrjanina av einum nýggjum ári. Soleiðis er eisini, nú vit eru komin inn í 2011, sigur Mikkjal Hammer, reiðari