Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-10, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. januar 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 10. januar 2011 · Nr. 4 Sosialurin Ítróttarblaðið Sunset Deildin Kvinnur nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 Tjaldur 13 371 293 78 21 2 Neistin 13 360 298 62 21 3 Stjørnan 12 359 284 75 20 4 VB 13 308 323 -15 11 5 Kyndil 13 317 322 -5 10 6 VÍF 13 298 364 -66 6 7 StÍF 13 241 370 -129 1 Mynd: Álvur Haraldsen Mynd: Álvur Haraldsen Uni Holm Johannesen Leiðslan hjá VÍF kom av álvara í vanda, tá kvinnurnar úr Vestmanna fingu fimm útvísingar seinastu løtuna. Tað var tí alneyðugt, at Torgunn Johansen hevði neyðuga dirvi í seinasta minuttinum, tá hon tryggj­ aði VÍF bæði stigini. Gestirnir úr VÍF vunnu 22-21 á StÍF. Kvinnurnar av Strondum hava róð tungan sjógv í hesum kapp­ ingarárinum. Tær hava bara fingið eitt stig higartil. Leygardagin var nær við, men hinvegin øktist mun­ urin bara upp til nærmasta kapp­ ingar­neytan. Heimaliðið legði væl frá landi og var á odda 5-0. VÍF kom skjótt aftur, men StÍF rann treyðugt aftaná. Annika Poulsen, VÍF, varð eis­ini útvíst í fyrra hálvleiki, tá hon steðg­aði einum mótstøðuleikara, sum var á veg í skjótálop. Tað vóru serliga Liljan Djurhuus, Torgunn Johansen og Elisa Inge­ brigtsen, sum stóðu seg væl hjá VÍF. Tóra Seloy var ikki við vegna skaða. VÍF hevur fingið seks stig í skjátt­una, og øll eru vunnin móti StÍF. uni@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen Tað hevur gingið við rúkandi ferð í Runavík seinastu vikurnar. Tað sá einki út, tá Tjaldur fekk bara eitt stig burtur úr heima­dyst­ inum móti StÍF í november í fjør. Síðan Trygvi Mortensen loysti Bogdan Burcea av í venjarasessinum hev­ur liðið hinvegin av álvara fingið luft undir veingirnar. Sigurin á Kyndil í gjár var tann sjeyndi upp í slag. Tað hevur somu­ leiðis við sær, at Tjaldur er nýtt odda­lið í bestu kvinnudeildini. Avgreiðsluspurningur Kyndil hevur staðið seg væl í dyst­ unum móti Tjaldur fyrr í hesum kapp­ingarárinum. Hesaferð var eing­in slingur í valsinum. Kvinnurnar úr Runavík vóru omaná allatíðina, og tær vunnu sær eina trygga leiðslu beinanvegin. Tað var serliga Adina Petrea, sum stóð seg væl. Hon var sannførandi í sínum spæli, og tað riggaði serliga væl hjá henni í álopsspælinum. Hon stóð fyri 11 av málunum hjá heima­ liðnum. uni@sosialurin.fo Adina gekk fremst Hondbóltur Adina Petrea gekk fremst og stóð fyri 11 av málunum, tá Tjaldri rann Kyndil um koll. Nú er kvinnurnar úr Runavík nummar eitt Avgjørdu í seinastu løtu Hondbóltur Kvinnurnar úr Vestmanna vóru í mótburði í løtum av dystinum, men hóraðu undan og fingu tvey stig í botndystinum Uni Holm Johannesen Tað var brádliga í seinna hálv­leiki, at heimaliðið fór til stroks. Neistin var á odda við trim­um málum miðskeiðis í seinna umfarinum, men vann við heili 11 málum. Tað var serliga í verju­part­ inum, at heimaliðið ansaði væl eftir hesa løtuna. Gestirnir úr Vági spældu seg sjáldan ígjøgnum seinastu løtuna, og tá Neistin fekk gott pláss í álops­spælinum, kundi valla ganga øðrvísi. Brauer útvíst Barbara Brauer hevur verið stóra stjørnan hjá Neistanum í hesum kappingarárinum. Hon hevur verið sera sann­ før­andi í álops­spælinum og verju­spælinum hjá høvuðsstaðarliðnum seinastu mánaðirnar Hon varð útvíst, tá seinni hálvleikur var sjey minuttir gamal. Hon var ov harðliga í verju­støðu, og dómararnir vístu henni av vøllinum. Tað tóktist sum, at frá­ veran hjá Brauer setti ferð á hinar. Í øllum førum tóku neistakvinnurnar ábyrgd og runnu undan gestunum. Stríðs­viljin var framúr seinastu løtuna. Tað riggaði serliga væl seinastu løtuna. Neistin var á odda við trimum málum, men vann við ellivu málum. Orsøkin var serliga sann­ førandi verjuspælið hjá heima­liðnum, men VB hevði held­ur ikki neyðuga tolið og framdi hin­vegin fleiri óneyðug mistøk. Settu ferðina upp seinastu løtuna Hondbóltur Tað var ikki fyrr enn Barbara Brauer varð útvíst, at Neistin av álvara tók sær um reiggj. Í heimadystinum móti VB øktu neistakvinnurnar um munin úr trimum málum til 11 mál seinastu løtuna