mánadagur 10. januar 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. januar 2011 · Nr. 4
20
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Eik-ligan kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 SÍ
10
9
1
27
10
17
18
2 Mjølnir
10
8
2
27
8
19
16
3 Fleyr
10
8
2
26
13
13
16
4 TB
10
7
3
24
16
8
14
5 ÍF
10
4
6
17
20
-3
8
6 KÍF
10
2
8
9
27
-18
4
7 Dráttur
10
1
9
13
28
-15
2
8 Ternan
10
1
9
7
28
-21
2
Eik-ligan menn
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 ÍF
11
9
2
29
9
20
18
2 SÍ
10
8
2
26
7
19
16
3 Mjølnir
10
5
5
17
17
0
10
4 Fleyr
10
4
6
14
22
-8
8
5 TB
11
0
11
2
33
-31
0
Uni Holm Johannesen
10 stig av 10 møguligum.
Tað er úrtøkan hjá TB sein
astu vikurnar. Góða gongdin
hevur við sær, at kvinnurnar
av Tvøroyri hava togað seg
munandi nærri triðja pláss
inum í deildini.
Hesaferð stóð Dráttur fyri
skotum. Guðrið Nolsøe gekk
fremst, tá TB vann 3-1.
TB hevði tamarhald á støð
uni meira ella minni allatíðina.
Gestirnir svaraðu aftur í triðja
setti, men so tók Guðrið Nolsøe
ábyrgd og tryggjaði TB bæði
stigini.
Ovastu liðini vunnu
Mjølnir og Fleyr, sum eru nær
mastu kappingarneytarnir hjá
oddaliðnum SÍ, vunnu sínar
dystir um vikuskiftið.
Mjølnir vann lætt og einfalt
á Ternuni. Botnproppurin vitj
aði í Klaksvík fríggjakvøldið.
Kvinnurnar úr Klaksvík vunnu
3-0 við settúrslitunum 25-12, 25-
18 og 25-23.
Fleyr vann tætta dystin
móti ÍF. Úrslitið var 3-2. Liðini
togaðust um leiðsluna alla
tíðina, men havnarliðið hevði
yvirvág í seinasta settinum.
Úrslitið var 15-10 í fimta sett
inum.
Oddaliðið SÍ vann 3-0 á
KÍF, og varðveiti stigamunin
á tvey stig niður til nærmastu
kappingarneytarnar.
uni@sosialurin.fo
Fimti sigurin
upp í slag
Flogbóltur Kvinnurnar hjá
TB hava verið sera sannførandi
í landskappingini seinastu
umførini. Sigurin á Drátti í gjár
var tann fimti upp í slag
KVINNUR:
SÍ – KÍF 3-0
(25-21, 25-13 og 25-12)
TB – Dráttur 3-1
(25-21, 25-16, 23-25 og 25-22)
Fleyr – ÍF 3-2
(25-20, 25-23, 18-25, 21-25 og 15-10)
MENN:
TB – Mjølnir 1-3
(14-25, 25-23, 18-25 og 19-25)
Fleyr – ÍF 3-2
(19-25, 25-22, 25-18, 09-25 og 15-13)
Uni Holm Johannesen
Fleyr trein fyrimyndarliga inn í
leiklutin at arga ovastu liðini í gjár.
Liðið úr høvuðsstaðnum hevur
ikki staðið oddaliðunum kurl í
hesum kappingarárinum, men tað
eydnaðist hinvegin í gjár.
Fleyr fekk tvey stig afturat í
skjáttuna í gjár, tá oddaliðið ÍF vitjaði
í Gundadalshøllini. Fuglfirðingar
hava verið sannførandi í hesum
kappingarárinum, men hesaferð
eydnaðist minni væl.
Ein fyrimyndarligur stríðsvilji
legði grundarlagið undir sigurin.
Hóast Fleyr var í stórum mótburði,
stríddust havnarmenninir væl.
ÍF vann fyrsta settið við 25-19,
áðrenn heimaliðið fekk tamar
haldið. Havnarmenninir vunnu
næstu tvey settini, men í fjórða
settinum gekk fullkomiliga galið. ÍF
vann heili 25-9, og gestirnir høvdu
greiðan mentalan fyrimun undan
seinasta settinum.
Tað varð hinvegin ikki avgerandi,
tí Fleyr svaraði aftur og vann sein
asta settið 15-13.
Vunnið á teimum ovastu
Fleyr hevur nú átta stig. Sigurin
í gjár var tann næsti móti einum
av oddaliðunum. Tvær ferðir hava
havnarmenninir vunnið á TB, sum
er botnproppur á stigatalvuni.
Í fyrsta umfari vann Fleyr á SÍ í
Sørvági. Og við sigrinum á ÍF í gjár
hava havnarmenninir gjørt sítt
til at røkja sín leiklut sum at arga
ovastu liðini.
Greiddu sína skyldu
Mjølnir greiddi sína skyldu á Tvør
oyri í gjár. Menninir úr Klaksvík
vunnu 3-1.
Settúrslitini vóru 14-25, 25-23, 18-
25 og 19-25.
TB setir sær smá mál sum upp
flytari. Fyrsta málið, sum var at
vinna eitt sett, er rokkið, og hesa
ferð eydnaðist aftur at vinna eitt
sett. Framvegis mangla fyrstu stig
ini.
Mjølnir hevur havt ov stór
sveiggj í sínum avrikum higartil.
Úrslitið er, at liðið er átta stig aftan
fyri oddaliðið. Næstu vikurnar skal
liðið spæla móti Fleyr á heimavølli,
og SÍ á útivølli. Um klaksvíkingar fáa
luft undir veingirnar og fáa skava
nógv stig saman komandi tíðina,
kunnu teir framvegis halda lív í
dreyminum at bjóða av í stríðnum
um føroyameistaraheitið.
uni@sosialurin.fo
Fleyr koppaði
oddaliðnum
Flogbóltur Tað var líkt til, at ÍF fór at snara dystargongdini,
tá fuglfirðingar vunnu greitt og einfalt í fjórða settinum.
Men heimaliðið bardi seg aftur og vann á oddaliðnum
Tað var óvæntað, at Fleyr vann á oddaliðnum
Mynd: Álvur Haraldsen