Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-09, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. januar 2004síða 20

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 5 - 9. januar 2004 Nr. 5 - 9. januar 2004 39 Filadelfia, Landavegur 22 Í kvøld kl. 20 Ungdómsmøti. Í morgin kl. 17 Landsbøn. Sunnudagin kl. 11 Morgun- møti. Evnið: Endurføðingin – at verða Guds barn. Talari: Tummas Jacobsen, kl. 11.50 Barnagudstænasta, kl. 18 Møti. Mánakvøldið kl. 20 Bønar- skúlin. www.filadelfia.fo Adventkirkjan Leygardagin kl. 10 Barna- bíbliutími og bíbliugransking. Evnið: Jesus er tann besti. Kl. 11 Gudstænasta, J. V. Danielsen. Hebron, Argir Leygarkvøldið kl. 19 verður nýggjársveitsla. Sunnudagin kl. 10.30 Morgunmøti og samstundis verður barnaansing. Á møtinum talar Karl Johan Nielsen av Vatnsoyrum. Eingin sunnudagsskúli verður kl. 12, men kl. 15 verður nýggjársveitsla fyri børnum. www.hebron.fo Meinigheitin í Hoyvík uppi á Brekku 3 Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Møti. Mánakvøldið kl. 20.30 Bønar- møti. Mikumorgunin kl. 7 Bønar- møti. Frelsunarherurin, Tórsgøta Sunnudagin kl. 17 Ársveitsla fyri soldátum – tilhoyrandi og vinum (tilmeldan). Mánadagin kl. 17 og 19 skótamøtir. Meinigheitshúsið Heimsbønarvika er hesa vikuna, og er møti hvørt kvøld má.-leygardag kl. 20. Leygardagin kl. 19.30-22 Juniorhugni. Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 endar heims- bønarvikan við møti v/ Ejvind Mouritsen. Missiónshúsið við Landavegin Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli á vanligu støðunum, kl. 18 Møti. Samkoman Rhema Staravegur 5 Fríggjakvøldið kl. 20-22 byrjar JC-Teens aftur. Leygarkvøldið kl. 22 Bønar- nátt (fyri m.a. valinum). Sunnudagin kl. 17 Møti og sunnudagsskúli. Øll eru vælkomin. www.rhema.fo Havnar kirkja Várkonfirmatiónirnar 2004 verða 21. mars, 28. mars og 4. apríl. Konfirmantarnir skulu møta í Havnar kirkju mikudagin 14. januar kl. 15. Markið millum eystaru og vestaru sókn er Tróndargøta, Varðagøta, Villingardalsvegur. Vesturkirkjan og Argja kirkja Várkonfirmatiónirnar 2004 verða í Vesturkirkjuni 28. mars og 4. apríl og í Argja kirkju 4. apríl. Konfirmantarnir skulu møta í Vesturkirkjuni mikudagin 14. januar kl. 15. Markið millum vestaru og eystaru sókn er Tróndargøta, Varðagøta, Villingardalsvegur. Lívdin í Hoyvíkar skúla Sunnumorgunin á familju- møtinum kl. 10.30 er evnið »Familjan og hugni«. Á tilbiðjanarmøtinum kl. 12 talar Jógvan Zachariassen um »Tær sjey samkomurnar í Opinberingini – Laodikea«. Barnaansing er fyri børn undir skúlaaldur á báðum møtunum. Sunnudagsskúli kl. 12. Drekkamunnur er millum møtini. Týskvøldið kl. 20 (í eini skúlastovu) Bíbliutími har Jógvan Z. undirvísir um Opinberingina. www.livdin.fo Aglow-Føroyar Skeið við Birgit Tind frá Apostolsk Højskole í Kolding verður í Evangeliihúsinum í Havn fyri allar Aglow-áhug- aðar kvinnur 13.-14. februar 2004. Tilmelding á tlf. 447825 ella 217825 innan 3. feb. Katólska kirkjan Hvønn gerandisdag kl. 17.30 Messa í Kerit. Hósdagin kl. 20 Taizekvøld (bønarstund við sálmasangi úr Taizé) í bønarrúminum hjá Franciskanasystrunum, Varðagøta 16. Øll eru væl- komin. Leygardag kl. 11.30 Messa í Kerit. Sunnudag kl. 11 hámessa v/ Lars Messerschmidt, prestur í Mariukirkjuni. Sunnudagsskúli kl. 14. Tórshavnar Hvítusunnusamkoma Yviri við Strond Sunnudagin kl. 11.00: Morg- unmøti og kl. 18.00: Evangel- iskt møti. Øll eru vælkomin. Vestmanna missiónshús Sunnudagin kl. 14.30 sunnu- dagsskúli, onki møti vegna fráferðarsamkomu fyri Jórun og Nurlan Malaikev í missiónshúsinum í Hvalvík kl. 18. Missiónsvikan byrjar týsdagin 13. januar, har Mogens Tilsted Christensen talar og sangbólkurin Gittit syngur. Saron, Vestmanna Sunnudagin verður morgun- møti við breyðbróting kl. 11 við Eiler Johannesen. Eisini verður innsetan av fyristøðu- parið. Týskvøldið verður bønarmøti við Fríðbjørn Poulsen. Meinigheitshúsið, Sandavágur Familjugudstænasta verður í kirkjuni kl. 15, ístaðin fyri sunnudagsskúla. Inga Dam, Barnakórið og Ungdómskórið úr Vágum luttaka. Møti verður í Meinigheitshúsinum kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomn til tiltøkini. Aglow-Føroyar Vikuskifti fyri menn í Liba- non í Sørvági 23.-25. apríl 2004. Talari verður Børge Porsen, Kolding. Tilm. á tlf. 447825 ella 217825 v/ Rannvá Royðutoft innan 1. apríl 04. Skúlin í Skálafirði Missiónsvikan er í døgunum frá 7.-11. januar. Fríggjadagin kl. 20 Teir 4 úr Havn hava kvøldið. Leygardagin kl. 20 tala og syngja Jónhilda og Gulak. (Innsavnan til Heima- missiónina). Sunnudagin kl. 14.30 Sunnudagsskúli, kl. 18 talar Niels Jacob Nielsen og Jónhilda og Gulak syngja. Keldan, Skálafirði Leygarkvøldið kl. 21 Opið hús. Sunnudagin kl. 17 Møti við Paula Høj. Barnamøti kl. 17. Vælkomin í Kelduna. www.keldan.fo Nerija, Skála Nýggjársveitsla verður sunnu- dagin kl. 16. Øll eru hjartaliga vælkomin. Lívsins Orð, Saltangará Møti verður sunnudagin kl. 10.30. Tim 5 verður mána- dagin kl. 17.30 og ungdóms- møti kl. 20. Øll eru væl- komin. Missiónshúsið í Gøtu Leygarkvøldið 10. januar kl. 20 Ungdómsmøti í kirkju- kjallaranum við Jóhannus Mikkelsen av Skála. Sunnukvøldið kl. 18 Sjómans- og nýggjársveitsla í kirkju- kjallaranum, har Jógvan Fríðriksson, prestur, hugleiðir. Øll eru hjartaliga vælkomin. Thabor, Fuglafjørður Í sambandi við alheims bønarvikuna verður bønar- møti hvørt kvøld hesa vikuna kl. 19.30. Aglow-møti verður í Hæddini í Runavík leygardagin 10. januar kl. 15. Allar kvinnur hjartaliga vælkomnar. KFUM & K, Klaksvík Hósdagin kl. 20.30 Gospel- kórið »Gleði venur«. Fríggjadagin kl. 21 Opið hús. Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 17.30 Bønar- møti, kl. 18 Møti við Øssur Kjølbro, evnið: Altarborðið. Eisini verður kunnað um túrin til Ísraels á páskum. Kl. 21 Ungdómsmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin. www.kuff.fo Getsemane, Klaksvík Fríggjakvøldið kl. 20 Hugna- kvøld fyri ung. Sunnudagin kl. 18 Møti. Tú ert hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið í Skopun Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Jólafest fyri vaksin. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missiónsvikan verður í døgunum 25.-29. februar. Betania, Skopun Leygardagin kl. 11 Smáir einglar møta, kl. 14 Sólstrálan, kl. 17 Stríðsmenn møta. Sunnudagin kl. 11 Morgun- møti við Rósing Lydersen, kl. 18 Evangel. møti. Vælkomin í Betania. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Møti við Birgit Nielsen, Jeannu Viderø og Myrku Hauritz. Bønarmøti verður hálvan tíma áðrenn møti. Innsavnan verður til húsið. Øll eru hjartaliga vælkomin. Aglow, Suðuroy Møti verður í húsinum hjá Matmøðrafelagnum í Vági leygarkvøldið kl. 20. Allar kvinnur eru vælkomnar. Frelsunarherurin, Vágur Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Evangel. møti, Eddie Bech talar. Týsdagin kl. 20 Heimafor- bundið. Sion, Vágur Sunnudagin kl. 11 Morgun- møti, kl. 18 Møti. Øll eru hjartaliga vælkomin. Mánakvøldið kl. 21 Bønar- møti og bønartænasta á tlf. 373777. Tú ert vælkomin at ringja um tær tørvar forbøn. Frá Randers Føroyskt møti verður í »Saron«, Steen Blichers Gade 1C, sunnudagin 11. jan. kl. 15 við Hera Elttør, túboðara. Aftaná verður hugnalig sam- vera við kaffi o.ø. Øll eru hjartaliga vælkomin. Trettandahald í Ballerup Leygardagin 10. januar kl. 19.30 halda vit trettanda við føroyskum dansi og einum góðum bita í sethúsunum á Ryttergården í Pederstrup. Tilhaldið í Tórsgøtu 21, tlf. 316491 Opið er mánadag 10.00- 18.00. Týsdag-fríggjadag kl. 10.00-17.00. Drekkamunnur er at fáa hvønn dag, eins og bløðini eru til taks. Mánadagur 5. januar kl. 10-10.30 Fimleikur kl. 10.30-18 Veving á loftinum kl. 14-18 Kortspæl, telving, landastrok og onnur spøl. Tilmelding til døgurðan miku- og fríggjadagin tlf. 316491 Týsdagur 6. januar kl. 10-11.30 Sangur. Benny og Flemming Samuelsen. Øll eru hjartaliga vælkomin. kl. 14.30 Jukim Olsen sigur frá Mikudagur 7. januar kl. 10-13 Matgerð, Anne Grethe Harlou kl. 12 Døgurði. Til ber at koma sum gestur. Tilmelding mánadag tlf. 316491 kl. 15 Túrur kl. 15-21 Opið hús Hósdagur 8. januar kl. 10-10.30 Fimleikur, Sonja Danielsen kl. 14-17 Telduprát, Brandur Petersen Fríggjadagur 9. januar kl. 10-13 Matgerð, Anne Grethe Harlou kl. 12 Døgurði. Til ber at koma sum gestur. Tilmeld. mánadag tlf. 316491 kl. 13-17 Opið hús Tað er altíð ein krókur í Til- haldinum – um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin. Frá Eldrafelagnum Nón Saltangará Vit koma saman í Hæddini týskvøldið kl. 19.30 til Hugnaløtu og burturluting. Nýggir limir eru vælkomnir við. Fløvi – dagtilhaldið fyri pensiónistar í kvinnufelagshúsinum á Glyvrum – allir pensionistar hjartaliga vælkomnir. Opið mánadag-fríggjadag kl. 15-18. Fríggjadagur 9. januar Opið hús. Kaffi/te og pannukøkur. Gjørt verður vart við, at væl ber til at nýta Eysturoyar- leiðina til Fløvan. Um spurningar eru, eru tit vælkomin at ringja 448051. TILTØK FILMSTEIGURIN HAVNAR BIO P Tlf. 3119 56 P www.bio.fo Stórt úrval av DVD-filmum til sølu Fríggjadagin 09.01. kl. 2045 Fríggjadagin 09.01. kl. 2345 Leygardagin 10.01. kl. 2045 Leygardagin 10.01. kl. 2345 Sunnudagin 11.01. kl. 2045 Sunnudagin 11.01. kl. 2215 Fríggjadagin 09.01. kl. 2145 Fríggjadagin 09.01. kl. 2315 Leygardagin 10.01. kl. 2145 Leygardagin 10.01. kl. 2315 Sunnudagin 11.01. kl. 1845 Heitið á filminum er stytting fyri serdeildina hjá løgregluni í Los An- geles, Special Weapons And Tactics Team. Hetta eru harðastu hálsanir innan løgregluna í stati- num, og kunnu einamest sammetast við frosk- mannaliðið hjá herinum. Teir eru servandir í at nýta mest framkomnu Fríggjadagin 09.01. kl. 1730 Leygardagin 10.01. kl. 1730 Sunnudagin 11.01. kl. 1800 Fríggjadagin 09.01. kl. 1800 Leygardagin 10.01. kl. 1800 Sunnudagin 11.01. kl. 2315 S.W.A.T. – Serdeildin í L.A. P BIO KIOSKIN P Heitt Pop-Corn - Coca Cola - Góðgæti - Fóm ís - o.m.a. vápnini og djarvastu framferðarhættirnar í sín- um arbeiði, sum fyrst og fremst fevnir um at niður- berja øll sløg av krimi- naliteti. Samuel L. Jackson og Colin Farrell hava í hes- um filminum leiklturi sum tveir S.W.A.T. limir, og saman við starvs- feløgunum fáa teir sítt at takast við, tá teir skulu verja ein stórbrotsmann, sum nú er handtikin. Brotsmaðurin hevur nevnliga boðað frá, at tann ella tey, sum megna at hjálpa honum út úr fongslinum, fáa ikki færri enn 100.000.000$. Leik- stjórnað filminum hevur Clark Johnson, og um- framt teir báðar omanfyri nevndu, eru eitt nú Michelle Rodriguez, LL Cool J og Brian Von Holt. Alt leikarar, sum ikki eru bangnir fyri eitt sindur av action, og tað er eisini hetta, sum fólk kunnu vænta sær. C M Y K 39 38